Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eating Love – Nei, beint nú er hetta er ikki Sommer of Love. Meira Eating Love. Í einum gerði oman fyri Syðru­gøtu stendur Irdi Peter­ sen og gevur trimum rossum hoyggj. Hetta er ein leigutrøð, um­ leið 1300 fermetrar til víddar, sum Irdi og familja hennara í Syðrugøtu hava um hendi, og sum nú er við í tiltakinum Summer of Love. Men Irdi er ikki heilt álvu­ lig við støðuna. 14 dagar eftir at rossini komu inn á trøðna eru fram­ vegis eingi tekin til, at kær­ leik­in er farin at blóma í gerð­inum Heldur tvørturímóti. Tann 3 ára gamli greð­ ing­urin Lobo, sum er komin alla leiðina úr Vági til tess at vera við til at føra ættina av føroyskum rossum víðari, slepp­ur ikki at gera sítt ar­ beiði. 19 ára gamla Álvan, sum hevur gingið við vakst­rar­ húsið við Gomlurætt og 14 ára gamla Brynja, sum er komin av Argjum, vilja ikki vita av honum. – Tað hevur gingið eitt sindur harðliga fyri seg, men vit hava ikki sæð hann lopið á nakrari av ryssunum, sigur Irdi, meðan hon eygleiðir rossini, sum vísa størri áhuga fyri hoynum enn hvørjum øðrum. Prrrrrr, prutla tey við múlanum og gneggja. Við­ hvørt sparka tey frá sær. Ella bíta. Og tað er greðingurin úr Vági, sum fær tey flestu høggini. – Brynja hevur verið eitt sindur ill í sær. Hon hevur roynt at vart Álvuna frá greð­ inginum, so vit mátti taka hana út úr økinum nakrar dagar. Lobo er so nýggjur í fakinum og skuldi líka sleppa at royna seg. Hann er bara trý ár og hetta er fyrstu ferð at hann er hjá ryssu og hann hevur einki avkom, so frægt vit vita, greiðir Irdi frá. Ross hava sítt hierarki. Fyribils er tað tann yngra ryss­an, Brynja, sum ræður. Og tað er einki serligt fyri summarprojektið hjá felag­ num Føroyska Rossið. Stolt av rossinum Irdi er hjálparfólk í til­tak­ inum Summer of Love og før­ oysk ross hava havt fast pláss í hennara lívi tey seinastu 20 árini. Hon hevur eina ryssu gangandi á einum stykki í Norðragøtu, sum skal fola í næstum. Við nýggja fylinum kemur føroyski rossastovnurin upp á 70 dýr. Stovnurin førkar seg harvið enn enn ein stig burtur frá vandaleið. Frá at doyggja út. Alingin av føroyska ross­ in­um og tilvitanin um rossið hava alstóran týdning, heldur Irdi: ­– Rossið er ein partur av tí, sum eyðkennir okkum sum fólk. Hvat hava vit í Før­ oyum, sum vit kunnu vera stolt av? Rossið hevur verið her í langar tíðir, og á sama hátt sum onnur eru stolt av at hava eina pandabjørn, so áttu vit at verið stolt av, at vit eiga eitt serligt føroyskt ross. Og tað eru færri føroysk ross til enn pandabjarnir. Bera føroyingar seg rætt at kunnu rossini blíva ein út­flutningsvøra á sama hátt sum tey íslendsku og het­ lendsku rossini, heldur gøtu­ konan og hyggur yvir á tey lágvaksnu og sterku rossini, sum eftir hennara tykki minna ikki sørt um fólki, sum býr í hesum landi: – Rossini eru ymisk. Eg hevði t.d. tvær ryssur, har onn­ur var øgiliga góð og sum eg kundi stýra bara við orðum. Nýttist ikki teymar. Hin var meira bestemt, meira uppfarandi, men fín at ríða á. Rossini kunnu kanska vera eitt sindur tvør viðhvørt, so at tú ikki fært tey av fet­ anum. Men fært tú tey ikki at ganga fram, so fært tú tey ofta at ganga ein annan veg. Í so máta eru tey slett ikki ólík okk­um føroyingum, sigur hon við einum skálkabrosi. Í gerðinum bítur Brynja aftur frá sær. – Her er tað ryssan sum bestemmar. Tað er ikki í ord­an, staðfestir Irdi, sum heldur, at tann bragdliga Brynja helst hevur brúk fyri einum eldri og ráðiligari maka við størri sjálvsáliti enn Lobo: – Hann er for óroyndur. Hon vil helst hava ein ordi­ ligan mann. Hon skal ið hvussu so er hava ein, sum dug­ir at seta seg í respekt, held­ur gøtukonan fyri. Stormur springur – Nú smikrar hann. Á trøðni á Signabø er tað við at gerast meira lívligt á bø­num. Rossini eru farin at mett­ ast av hoynum, sum Signa hevur borið teimum, og matar­lysturin verður nú av­ loystur av øðrum lystum. Vaksandi limurin vísir, at gessur er komin á Storm. Luna, sum er komin á rið, svar­ar aftur við at vendir gumpin móti greðinginum. Paringin kann byrja. Tað er Summer of Love. Signa flennir. Eitt stig afturat í roynd­ ini at bjarga føroyska rossa­ stovninum, er tikið í sirm­in­ um á Signabø. Sjálv fekk hon sítt fyrsta føroyska ross í 10 ára føð­ ing­ardagsgávu. 11 ár seinni kennir hon tað sum eina skyldu, at vera við í ar­beið­ num at varðveita rossa­stovn­ in. – Tað er nakað serligt, at vit hava eitt serføroyskt ross og tað hevði verið synd um rossið skuldi doyð út. Vit før­ oyingar hava verið øgiliga raskir at útrudda sovorðið, sum er serføroysk. Vit mugu royna at hava okkurt eftir. Hon strýkur Stormi eftir faksinum. Í dag eiga hon og familjan á Signabø fimm ross av føroyska slagnum, og 6. juli kom fylið Meldur afturat. Triðja ættarliðið av før­oyskum rossum á garð­ in­um. Fyri Signu eru føroysku ross­ini heilt serlig. – Tey er so lítil, men kort­ ini so krútsterk. Tey eru vilja­ sterk, góða at ríða á og løtt at arbeiða við, sigur hon, og er ósamd við teimum, sum siga, at rossini eru treisk og ring at venja. – Tey fyrstu rossini, eg hevði, blivu ikki ordiliga riðin til og kunnu gumpa nakað illa. Men vit vóru so ung tá. Tað er øðrvísi við teimum seinnu rossunum. Nú veit eg eitt sindur meira um ross og havi m.a. verið í Íslandi og rossaaling SYÐRUGØTA Irdi Petersen saman við rossunum í Syðrugøta. Rossini eru frá vinstu: Ryssurnar Álvan og Brynja og greðingurin Lobo Á sama hátt sum onnur eru stolt av at hava eina pandabjørn, so áttu vit at verið stolt av at vit eiga eitt serligt føroyskt ross Irdi Petersen, rossaánari, Syðrugøta