Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 lært um ross. Arbeiðir mann ordiliga við teimum, so verða tey ordiliga góð ross. Um tú ert um tey og handfer tey reglu­liga, so verða tey spøk sum onnur ross, vissar hon um. Signa vónar, at kann­ ing­arnar og viðgerðin, sum djóralæknin Jórun Sumberg- Olsen hevur gjørt saman við Búnaðarstovuni í summar kann blíva eitt gjøgnumbrot fyri alingina av føroyska ross­inum. – Hvør ár er hava umleið helvtin av ryssunum, sum eru farnar til greðing fingið fyl, ella minni enn tað. Um vit nú fáa hina helvtina við eisini, so hevði tað gingið nógv skjótari at fingið stovn- in á føtur aftur. Kærleiki og innannøring Á gerðinum omanfyri Syðru­ gøtu gongur tað ikki fyri seið. Kynsliga javnvágin er skeikl­að. Greðingurin Lobo verður ikki tikin fyri fult. Komandi vikuskifti er G!festivalur í Syðrugøtu, har ætlanin at varpa ljós á tey før­oysku rossini, sum ganga oman fyri bygdina. Men fyri­ bils er paringin uppi í bønum sett á standby. Irdi Petersen forklárar, at ryssurnar ganga á rið – ganga í illum – í einar 2-4 dagar í senn. Tá venda tær gumpin móti greðinginum. Halin fer til viks. Tær útskilja lukt. Vætu. Vanliga ganga tríggjar vikur ímillum. Ganga fleiri ryssur saman, ganga tær ofta í takt á rið. Irdi og hinir alararnir vita, at ein serlig avbjóðing er vandin fyri innannøring. Av tí at stovnurin byggir á nøkur fá ross, eru øll rossini skyld. Hetta eru alararnir til­ vitaðir um. – Mann byrjaði við ein­um greðingi og trimum ryss­um, so sjálvandi er tað innan­ nøring. Men stovnurin hevur førka seg, greiðir gøtu­konan frá meðan hon eyg­leiðir ross­ ini á gerðinum. Royndir aðrastaðni hava víst, at tað ber til at endur­ reisa rossastovnar, har tað bert vóru nøkur fá dýr eftir. Sum dømi vísa alararnir á frísarossið og gotlandsrossið, sum næstan vóru týnd, men sum í dag eru væl fyri. Arbeitt verður út frá ein­um sokallaðum innan­ nøringar-prosenti, har ansa verður eftir, at ryssur og greð­ingar, sum eru nær skyld, ikki vera parað. – Mann roynir at velja ross, sum eru so langt frá hvørj­um øðrum í ætt sum møgu­ligt fyri at sleppa und­ an innannøring. Tað ber til tí at øll rossini hava ættar­ talvur, har tað ber til at fylgja ættlarlinjuni, sigur Irdi. og greiðir frá, at næsta stigið verður at gera eina almenna ættartalvu yvir tey føroysku rossini, sum fylgja rossunum, tá tey vera avhendað. Eins og gjørt verður í Ís­ landi. Irdi Petersen hyggur ivingar­som yvir á rossafylgið, har greðingurin Lobo eltir ryss­urnar, men fyribils bert hevur fingið bit og spørk. Summarið er paringartíð hjá rossum, og tað skuldi helst sæst aftur í fleiri fyl­um um 11 mánaðir, sum er við­ gongu­tíðin hjá ryssu. – Spyr aftur um 11 mánaðir. Eg hopi sjálvandi at hetta ber frukt, at mann fær hesar ryssurnar í sving. Riggar tað ikki við hesum greðinginum, so mugu vit royna við einum øðrum. Um hann ikki sleppur til næstu ferð, so mugu vit helst taka Brynju frá og lata hana koma til ein annan greð­ing. So kanska endar hon hjá Stormi á Signabø. Hann hevur roynt tað fyrr og veit hvat tað snýr seg um. Er tað ikki soleiðis tær flestu kvinnurnar vilja hava tað, spyr Irdi skemtandi. rossaaling Bruni darvar alingini 14 ryssur og fýra greð­ ingar eru við í átak­in­ um Summ­er of Love. Átta av ryssunum hava havt trupulleikar at blíva kvidnar orsaka av bruna/bakterium í lívmóðurini. Har­aft­ur­ at hevði ein kasta burt­ ur og var ikki sloppin av við alt fostr­ið. Hesar nýggju ryssur­ nar vóru kannaðar og viðgjørdar fyri bak­ teriur/bruna á Bún­að­ ar­stov­uni í juni. Tað var Jórun Sumberg Olsen, djóra­lækni og nevndar­ limum í Felagnum Før­ oysk Ross, sum stóð fyri kann­ingunum. Funnu bakteriur Djóralæknin hevur nevni­l­iga gjøgnum fleiri ár lagt til merkis, at eitt stórt tal av før­ oysku ryssunum ikki kvidnaðust, hóast tær høvdu gingið saman við greðingi í longri tíð. Onkur ryssa hevði verið ófrukt­bær í sam­ full 14 ár. Aðrastaðni er sið­ venja, at ryssur verða kannaðar fyri bruna í lívmóðurni áðr­enn tær fara til greð­ing. Hetta verður bæði gjørt fyri at ryssan skal kunna kvidnast, men eis­ini fyri at greð­ingurin ikki skal bera smittu frá eini ryssu til aðra. Tískil var í ár farið at kanna um ryssurnar hava bak­teriur í lív­ móð­urini, sum gera at tær ikki kvidnast. Og kann­ing­arnar stað­ festu bakteriu­vøkstur. Ryssurnar vóru tí við­gjørdar, tí uttan slíka við­gerð kundu tær ikki blíva kvidn­ar. Nú eru allar ryss­ urnar farnar til greðing og fyri at stimbra tær eru fleiri ryssur saman við einum greðingini. Tá ryssur og greð­ ingur soleiðis ganga sam­an á ein­um stykki ber til at eyg­leiða ross­ ini og síggja nær tær eru á riði og um greð­ ing­urin ger sítt ar­beiði, sigur Jórun Sum­berg- Olsen, sum leggur dent á, at eftirlitið hevur alt­avgerðandi týdning fyri ali­ arbeiði. ÚRTSLIT Signa Joensen saman við einum av nýggjastu limunum í føroysku rossaættini. Meldur bleiv folaður 6. juli á Signabø. Hann er triðja ættarliðið av føroyskum rossum har á garðinum INITIATIV Stormur springur á Lunu. Paringin sýnist, at ganga eftir ætlan á stykkinum á Signabø Ross hava verið í Føroyum í øldir. Fleiri keldur, m.a. J. C. Svabo og Lucas Debes, siga frá einum rossaslagi, sum er sterkt, harðbalið og fótafimt. Fyri 200 árum síðani vóru eini 800 ross í Før­oy­ um. Tey gingu í hag­anum og vóru bæði nýtt til arbeiði og ríðing. Í seinnu helvt av 1800-talinum vóru nógv av teim­um bestu rossunum út­flutt til Bretlands, har tey m.a. vóru nýtt í kola­náms­ vinnuni. Føroy­ingar at inn­ flyta útlendsk ross, sum vóru hildin at vera betri ar­ beiðs­ross. Miðskeiðis í 1900-talið hildu fleiri, at rossið varð út­deytt, men einstakligar funnið varð fram til nøkur fá ross, sum kundu vera av føroyskum uppruna, og í 60-unum var farið und­ir fyrstu royndirnar at bjarga rossinum. Felagið Føroysk Rossið varð sett á stovn í 1978 m.a. við tí endamáli at ala før­ oysk ross. Sama ár vóru blóð­royndir av 13 ross­um sendar til Sveriges Lands­ bruks­universitet í Upp­ sala, sum í eini fyribils­ met­ing staðfesti, at talan var um serligt rossaslag. Ein DNA-kanning, sum ein granskari á Sveriges Lant­ bruksuniversitet gjørdi í 2003 vátt­aði úrtslitið av 1978-kann­ing­ini: Føroyska rossið er eitt egið slag, og eingin ábending er um at tað er blandað við onnur rossa­sløg. Kelda:Felagið Føroysk Ross Føroyska rossið