týsdagur 23. juli 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Tað vóru ræðulig tíðindi,
sum sunnudagin frættist úr
Vágum. Ávegis til Havnar av
flogvøllinum fór taxa bilurin
hjá Hans Mortensen útav, og
tríggir mans lótu lív í van
lukkuni.
Hans Mortensen arbeiddi
hjá Auto í Havn, og vanlukkan
hevur av álvara merkt ar
beiðsplássið. Seinastu dagar
nar hava sálarfrøðingar og
fólk frá Frelsunarherinum
vitjað starvsfólkini í Auto.
– Stemningurin er í botni.
Vit hava roynt at fáa hjálp,
men tað er so ringt at tosa um
hetta. Vit eru øll so ávirkað av
tí, tí hetta er tað mest ræðu
liga, sum kann henda, sigur
Siggvard Joensen.
Arbeiðsplássið hjá bilfør
arunum í Auto eru føroysku
vegirnar, og tá farast skuldi
aftur á flogvøllinum eftir
hesa hending sunnudagin,
var tað ein tungur teinur.
Men starvsfólkini á Auto
vita, at Hans Mortensen ikki
hevði brotið nakrar reglur hjá
fyritøkuni, tá ið hann koyrdi
suður eftir til Havnar.
Hjá Auto eru strangar
reglur eitt nú um, hvussu
nógv ein bilførari sleppur at
koyra uttan hvíld.
– Vit síggja, nær hann
hevur koyrt, og hann hevur
ikki koyrt ov leingi, ella brot
ið nakra aðrar reglur hjá okk
um, sigur Siggvard.
Løgreglan boðar frá, at tað
helst var høg ferð, sum var
orsøk til vanlukkuna sunnu
dagin. Siggvard Joensen vísir
á, at Auto ongar reglur hevur
um ferð, tí allir bilførarar
vita, at tey skulu fylgja lógini.
Er onkur kundi, sum klagar
um ov høga ferð ella á ann
an hátt kennir seg ótryggan
í bilinum, so fær bilførarin
og bilurin tríggjar mánaðar
karantenu.
Hevur verið á
støðini síðani
Siggvard Joensen og hini á
Auto vóru skelkað, tá ið tey
frættu syrgiligu tíðindini
sunnudagin. Fleiri av bil
førarunum hjá Auto vóru á
flogvøllinum saman við Hans
Mortensen løtuna áðrenn
vanlukkuna.
– Eg havi verið á støðini
síðani hendingina og eygleitt.
Um bilførararnir eru ov
ávirkaðir
av
hendingini,
sleppa teir ikki til arbeiðis,
men skulu hava hjálp, greiðir
Siggvard frá.
Hendan hendingin fer at
merkja starvsfólkini í Auto
mong ár, men Siggvard vónar,
at fólk framvegis fara at hava
álit á Auto.
– Vit hava koyrt taxa í 61
ár, og vit hava millum 8.000
og 10.000 túrar vestur á flog
vøllin hvørt ár, og hetta er
fyrstu ferð, at nakað er hent
av slíkum slag, vísir Siggvard
á.
Auto
hevur
millum
strangastu reglar á økinum
í Evropa, og tí ivast stjórin
Siggvard Joensen ikki í, at
fólk framvegis kunnu kenna
seg trygg í bilum frá Auto.
barbara@sosialurin.fo
tíðindi
Hetta er størsta marran
Sýnið var gott, hesa lagnu
løtu stutt eftir klokkan
11
sunnumorgunin.
Hýrivognsførarin
Hans
Mortensen var á veg av
flogvøllinum til Havnar. Í
bilinum vóru Vilhjálmur
Gregoriussen og Høgni
Carlsson,
báðir
júst
afturkomnir av Oyggja
leikunum
í
Bermuda.
Ferðslan er rímiliga nógv.
Norðanfyri,
Á
Hálsi
í
Sandavági, yvirhálar hýru
vognurin.
Men bilurin kemur ov
langt yvir í vinstru síðu,
júst har autoverjan byrjar,
har verjan skákar upp úr
vegnum.
– Bilurin kemur upp á
autoverjuna og slongist
niðan av vegnum, staðfestir
Kristina Christiansen, vak
havandi hjá politinum.
Alarmsentralurin fekk
fráboðanina klokkan 11.25
sunnudagin.
Sjúkrabilur
og løgregla fóru á van
lukkustaðið,
umfamt
at boð vórðu send eftir
klippiútgerð at fáa fólkini
úr bilinum.
Men alt til fánýtis. Tveir
doyggja á staðnum, meðan
triði persónurin í bilinum
doyr á Landssjúkrahús
inum.
barbara@sosialurin.fo
Vanlukka – Hetta er tað ringasta, ein kann ímynda sær. Eg veit ikki, hvussu vit skulu koma víðari
frá hesum, sigur Siggvard Joensen, stjóri í Auto. Tað var Hans Mortensen, bilførari hjá Auto, sum
sunnudagin koyrdi bilin, sum fór niðan av vegnum á Hálsi í Sandavági. Trý fólk doyðu í vanlukkuni
Auto:
Hetta hendi:
Savnsmynd