Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Leo Poulsen – Upprunin til føroyska til­ takið er, at Alfred Hummer­ land hevur súklað við í 2010 og 2011 og hann tosaði við nakrar aðrar føroyingar um møguleikan at gjørt eitt før­oyskt lið, sigur Aksel Haraldsen. Hinir í bólkinum eru Elmar Ósá, sum er barnalækni, Finn Danberg, Magnus Magnussen og Aksel Haraldsen. – Prátið gekk, og vit end­ aðu við at skriva eina umsókn til Team Rynkeby í Danmark, til nevndina, sum tekur støðu til slík viðurskifti, sigur Aksel Haraldsen. Støða varð so tikin til før­ oysku umsóknina í vár, har bið­ið var um, at ein føroy­ ing­ur skuldi súkla við í ársins Team Rynkeby. – Hetta var fyri at fáa nakr­ar royndir frá túrinum, og eftir innanhýsis prát end­ aði tað við, at tað gjørdist eg, sigur Aksel Haraldsen. Hetta førdi til, at Aksel mátti venja nógv. – Eg havi vant í Føroyum, og eg havi verið niðri í øðrum samanhangi, og tá havi eg havt súkluna við og vant sam­an við øðrum fólki. Tí tað er neyð­ugt at venja nakrar hundr­að kilometrar áðrenn, fyri at kunna gjøgnumføra slík­an tein, sigur Aksel Haraldsen. Team Rynkeby er ikki nakað Tour de France, men tað krevur kortini nakað. – Ein og hvør, tú og eg, sum vilja leggja ta orkuna í, sum er neyðug, kann gera tað. Tað ræður ikki um at súkla skjótt, men tað er um­ ráð­andi at undirstrika, at vit súkla saman, og vit súkla ikki undan hvørjum øðrum, sigur Aksel Haraldsen. Syrgt verður fyri, at øll hava tað gott á liðnum, tí tað er umráðandi fyri mátan, tað verður gjørt upp á. Endamálið at hjálpa Teir súklaðu millum 230 kilo­metrar, sum var tað longsta, og 130, sum so var tað stytsta. – Rynkeby liðini súkla ymsa­staðni frá. Tað eru svensk lið og finsk lið við eisini, og vit súklaðu frá Ringe sunn­an fyri Odense, sigur Aksel Haraldsen. Danska Rynkeby lið­ ið súklaði ikki saman við svensku og finsku luttakar­ unum. – Øll súkla sína egnu rutu, sum tey sjálvi hava lagt, og búgva á hotellum, sum tey sjálvi hava bílagt. So tey passa seg sjálvi lið fyri lið, sigur Aksel Haraldsen. Tað vóru 21 lið, sum lut­ tóku í ár. – Og tey hava lagt til rættis sína ferð sjálvi. Vit hittu okkurt av hinum liðunum okkurt kvøldið á onkrum hotelli, ella vit møttu onkrum øðrum liði sum vit súklaðu. So heilsast vit og veitra, sigur Aksel Haraldsen. Endamálið við Team Rynkeby súklingini er at veita pening til krabbameinsrakt børn. Støðan í Føroyum er tann, at børn við krabbameini verða send til Danmarkar til við­gerð, og tað er ein neyð­ ug, men rættiliga ógvuslig av­gerð, sum grípur inn í familju­lívið hjá fólki, tí fam­ iljan má onkusvegna finna út av at fylgja við, sigur Aksel Haraldsen. Annað av foreldrunum má fylgja barninum. – Og tá kemur nakað av mangla í á tí sosiala øki­num hjá slíkum familjum. Um­ framt ta lagnuna, at børn ger­ast sjúk, so ræður eisini um at stuðla teimum í teirri støðu, tey eru í, sigur Aksel Haraldsen. Partur av pengunum, ið koma inn við tiltakinum, Team Rynkeby, fara eisini til gransk­ing. Gongur rætta vegin Tað er í royndini at koma sjúk­uni til lívs, hóast talan ikki er um eina so útbreidda sjúku. – Tað óhugnaliga við krabba­meini hjá børnum er, at eingin veit, hví tað er, og tað rakar rættiliga til­vildar­ liga, sigur Aksel Haraldsen. Tað er eisini ein av orsøk­ unum til, at pengar verða nýttir til gransking fyri at finna fram til, hví børn gerast sjúk. – Tølini seinastu árini yvir, hvussu nógv børn ger­ast frísk, ganga rætta vegin. Fyri nøkrum árum síð­ani vóru tað umleið 70% av krabba­ meins raktum børnum, sum doyðu, í dag er talið niðan fyri 50%. Og tað gongur bara tann vegin, sigur Aksel Haraldsen. Hetta hendir alt eftir, hvussu funnið verður fram til, hvussu børn skulu við­ger­ ast, ella hvussu best verður fyri­byrgt, at tey fáa sjúkuna. Hetta er eisini orsøkin til, at ynski er frammi um, at fáa eitt føroyskt Team Rynkeby upp á beinini at standa. – Hesin túrurin hevur ver­ ið ein sera stór uppliving. Sera fitt fólk, og eg eri sera væl móttikin allastaðni, so tað hevur verið ein stór upp­liv­ ing, sigur Aksel Haraldsen. Ikki minst tað, at koma inn í París var stórt. – Vit savnaðust øll einar 15 kilometrar uttan fyri sjálvan miðbýin, og har fekst so ein fatan av, hvussu stórt hetta er, tí har stóðu hinir 1.000 súklararnir, sum gjørdu klárt at súkla inn í miðbýin. So koyrdu vit í einum longum sperli, og tað var ótrúliga stórt at uppliva, sigur Aksel Haraldsen. Teir súklaðu heilt inn undir Eiffeltornið, har fólk stóðu og bíðaðu teimum. Aksel Haraldsen hevur luttikið á einum donskum liði í Team Rynkeby súklingini úr Danmark til París. Endamálið er at gera eitt føroyskt Team Rynkeby lið, sum skal taka lut í súklingini næsta ár, og Aksel Haraldsen hevur verið við donskum liði í ár fyri at gera sær royndir, sum hann skal brúka við føroyska liðnum Tað ræður ikki um at súkla skjótt, men tað er umráðandi at undirstrika, at vit súkla saman, og vit súkla ikki undan hvørjum øðrum Ein ógloymandi túrur