Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Føroyskt Team Rynkeby Fólk vóru komin til París at taka ímóti teirra kæru. – Har vóru eini 2.000-3.000 fólk og tóku ímóti, so tað var eitt øgiligt róp og geyl, tá vit komu fram, sigur Aksel Haraldsen. Hetta er sum nevnt ein fyrireiking til eitt føroyskt Team Rynkeby í næsta ár. – Vit vera 35 sum fara at súkla, og vit koma so at taka eina støðu til, hvør tað verð­ ur, sum skal súkla næsta ár. Og umframt tey 35, sum súkla, verða millum fimm og 10 onn­ur fólk, ið verða við sum hjálpar­fólk, sigur Aksel Haraldsen. Hesi hjálparfólkini koyra í bilum eftir súklarunum og syrgja fyri eitt nú, at teir fáa mat á vegnum. – So vit verða nøkur fólk aftrat, eins og nakað av útgerð skal fylgja við eisini. Tað er tað, ið fyrireikingarnar ganga út upp á, at fáa alt at hanga saman, sigur Aksel Haraldsen. Ein stórur partur av túr­ inum er at útvega sponsorar til koyringina. – Alt tiltakið hevur til enda­máls at savna pening inn til krabba­meins rakt børn og fam­iljur teirra, og sjálv­an túrin rinda lut­tak­ arar­nir fyri sjálvir. So allur pen­ing­urin, sum kemur inn frá sponsorum, fer til krabba­ meins endamálið, sigur Aksel Haraldsen. Luttakararnir fara tí at heita á persónar og fyritøkur um at stuðla Team Rynkeby til­takinum. – Í ár hevur tiltakið eftir øll­um at døma givið nakað væl av peningi. Einki er heilt greitt enn, men í fjør lógu inntøkurnar millum 15 og 16 milliónir krónur. Men liðini tosa saman og hvørt liðið sær veit, hvussu nógv tað hevur fingið inn í sponsorpengum, og onkur hevur so talt saman og fingið tað til, at tilsamans eru komnar einar 20 milliónir krónur á borðið, sigur Aksel Haraldsen. Sólskinssøgur Tað er eisini av áhuga hvør tað er, sum hevur hug til at vera við í einum slíkum til­ taki. – Tað eru fólk, sum hava áhuga í tiltakinum fyri til­ takið skuld, meðan onnur verða við, tí teimum dámar av­bjóð­ingina í túrinum. Onn­ur gera tað sum eina lívs­av­bjóðing, sigur Aksel Haraldsen. Hann tekur eitt ítøkiligt dømi frá túrinum, hann júst hevur verið á. – Á mínum liði var ein kona, ið hevur sclerosu, og tá hon fór til læknan áðrenn túrin og segði frá, at hon ætlaði sær at súkla til París søgdu teir, at tað bar als ikki til. Men tað legði hon lítið í, tí hon vildi taka avbjóðingina upp, sigur Aksel Haraldsen. Hon vandi tí rættiliga nógv upp undir túrin. - Tann venjingin gjørdi, at hon útinti túrin. Hon fekk nakað av hjálp, tá hon gjørdist móð, og tað var ofta, tá talan var um langar mótbrekkur, men annars hevur hon súklað allar 1200 kilometrarnar, sigur Aksel Haraldsen. Hann veit eisini eina søgu um ein svenskan drong, sum fekk krabbamein sum smádrongur og gjørdist lamin frá miðjuni og niður. - Hann vildi súkla við, og so varð gjørd ein serbygd súkla við trimum hjólum, og hann hevur so súklað úr Teby til París á teirri súkluni, sigur Aksel Haraldsen. Hann kom aftur til Danmarkar við bussi, og fór týsmorgunin umborð á Norrönu á veg til Føroya. Aksel Haraldsen verður heima aftur mikukvøldið. leo@sosialurin.fo Tiltakið hevur til endamáls at savna pening inn til krabba­ meins rakt børn og fam­ iljur teirra. Túrin rinda luttakararnir fyri sjálvir Stór uppliving – Vit savnaðust øll einar 15 kilometrar uttan fyri sjálvan miðbýin, og har fekst so ein fatan av, hvussu stórt hetta er, tí har stóðu hinir 1.000 súklararnir, sum gjørdu klárt at súkla inn í miðbýin. So koyrdu vit í einum longum sperli, og tað var ótrúliga stórt at uppliva, sigur Aksel Haraldsen