Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt - Tey siga, at tá tú sum mannfólk blívur 40, so kunnu henda tvey ting. Antin skiftir tú konu­na út, ella fert tú at renna marathon. Eg valdi tað seinna og endaði so við at klatra í fjøllunum. Arne Vatnhamar flennir at myndini av tí 40 ára gamla, sum brádliga fær trongd á at bróta upp úr nýggjum. Fyri leirvíkingin, sum júst er blivin 40, byrjaði broytingin tó fyri skjótt sjey árum síðani, og hon hevði sum so einki við aldurin at gera. - Tað var í september 2006. Eg kendi á mær, at rúsdrekka stýrdi ov nógv. Eg var eitt ella annað stað við at doyggja spaku­ liga. Ikki soleiðis, at eg lá í rennuni, men eg gekk alla tíðina og ruddaði upp eftir tey mistøk, sum rúsdrekka og býtúrarnir førdu við sær. Eg tímdi ikki meira, mátti siga stopp. So eg legði av, greiðir Arne Vatn­hamar frá. Í staðin fór hann undir at venja. Setti sær støðugt hægri mál. Hann rann sítt fyrsta marathon, og samstundis vuksu av­bjóð­ing­arnar. Høgu fjallatindarnir blivu eitt mál fyri leirvíkingin, sum síðstu árini hev­ur verið búsitandi í Danmark. Arne Vatnhamar hevur verið á Mount Blanc, sum við sínum 4807 metrum er hægsta fjall í fronsku Alpunum. Størsta av­bjóðingin higartil var í fjør, tá hann náddi toppin á Aconcagua, sum liggur í Argen-tina og við sínum 6962 metrum er hægsta fjall í Suðuramerika. - Tann kenslan var heilt fantastisk. Óbeskrivi­lig. Ein í ferðalagnum hevði eina satellit telefon við sær, ið eg slapp at ringja heim til damuna við. Tá eg fekk Maibritt í telefonina, fór eg at gráta. Kenslan var so sterk, greiðir Arne Vatnhamar frá. Bæði á túrinum niðan á Mount Blanc og Aconcagua vóru fleiri føroyingar í ferða­lagnum. - Eg eri typan, sum fer út á kantin fyri at hyggja niður. Mær dámar væl, tá hæddir­nar fáa tað at kitla í búkinum. Eg minn­ist at Rani Nolsøe segði við meg, á veg niðan á Mount Blanc, at hatta geri eg bara, tí eg ikki havi børn. Eg veit ikki, um hann hevur rætt, leggur Arne Vatnhamar aftur­at. Hansara lívsfilosofi hevur síðstu árini broytt seg til at vera ein spurningur um at tora. At tora at taka av avbjóðingum. - Eg plagi at siga, at man skal bara angra tað, sum man ikki gjørdi. Eg angri ikki tær avbjóðingar, ið eg seti mær. Og eg kann ikki ímynda mær at sita sum 70 ára gamal og angra eina rúgvu, sum eg ikki nád­di, sigur Arne Vatnhamar. Leirvíkingurin hevur tosað seg heitan. Greið­ir frá, hvussu broytti lívsstílurin eisini hevur broytt hann sum menniskja. - Ja, eg eri broyttur. Havi broytt karakt­ er. Havi fingið størri yvirskot, hvíli meira í mær sjálvum, og havi fingið størri sjálvsálit. Spyrt tú Maibritt, so sigur hon óivað, at eg havi fing­ið ov nógv sjálvsálit, legg­ur Arne Vatnhamar skemti­liga afturat. Ein onnur avleiðing av broytta lívsstílinum er eisini, at hann hevur fingið eitt meira jaligt sinni. - Eg hugsi meira um tað, sum eg kann, heldur enn tað, sum eg ikki kann. Tað ger tað eisini lættari at taka avgerðir, seta sær mál og fara eftir teim­um, sigur Arne Vatn­hamar. Avbjóðingin At seta sær stór mál er blivin ein partur av Arna Vatn­ ham­a­r síðstu árini. Næs­ta stóra málið er eisini sett – hann vil náa toppin Mount Ever­est. Við sínum 8848 metr­ um er Mount Ever­est heim­sins hægsti tind­ur. Mett verður, at bara okkurt um 2000 til 3000 ymisk fólk hava verið á toppi­num, síða­ni Sir Edmund Percival Hillary, úr New Zealandi var tann fyrsti har uppi, 29. mai í 1953. Hesi árini hava fleiri enn 200 fólk hava latið lív á túrinum, og tað sigur nakað um vandan. - Ja, málið er at fara avstað í mars mánað næsta ár, sigur Arne Vatn­ hamar avgjørdur. Veðurlagið ger av, júst nær farið verður avstað. Men mars, apríl, mai og fyrri partur av juni er tíðin, tá Mount Everest kann gangast. Rest­ ina av árinum er ikki ráðiligt at fara vegna vánaligt veður. Túrurin tekur eini 60 til 70 dagar, úr Kathmandu og aftur til nepalska høvuðs­staðin. Tvær leiðir eru niðan á Mount Everest, frá suðursíðuni úr Tibet, og frá norðursíðuni, sum er úr Nepal. Í løtuni sær út til, at Arne Vatn­hamar tekur norðursíðuna. Málið er 8848 Leirvíkingurin hevur sett sær sum mál, at hann skal vera fyrsti føroyingur á Mount Everest. - Túrurin kostar eina hálva millión, og eg havi fingið helvtina av pengunum, sigur Arne Vatnhamar, sum elskar avbjóðingar og kickið av at náa høg mál Arne Vatnhamar (í miðjuni) saman við Djóna Kunoy og Súna Lamhauge í 6962 metra hædd, á toppinum á Aconcagua í februar 2012 Arne Vatnhamar saman við Djúna Kunoy, Rana Nolsøe og Sjúrði Skaale á Mount Blanc í 2010