Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi metrar uppi - Har eru fyrimunir og vansar við báð­ um farleiðum. Men júst nú helli eg mest til norður­síðuna, sum eisini er bíligari mátin fíggjarliga, greiðir Arne Vatnhamar frá. Hóast avbjóðingin er ekstrem, bæði mentalt og fysiskt, so er tað fíggjarliga av­bjóð­ingin, sum í løtuni fyllir mest hjá Arna Vatnhamar. Tað eru pengarnir, ið leirvíkingurin fyrst nevnir, tá blaðið spyr hann um av­ bjóð­ingina við at koma upp á Mount Ever­ est. Í løtuni er hansara avbjóðing at finna neyðugu sponsorarnar. - Tað kostar eina hálva millión, alt írokn­að. Eg havi fingið helvtina, men má fáa nakað afturat. Ikki tí, eg havi ongantíð rokn­að við at sleppa ókeypis upp á Mount Ever­est, heldur ikki peningaliga. So eg komi at leggja pengar í sjálvur. Men skal eg sleppa avstað í mars, so má eg fáa nakað av stuðli afturat, sigur Arne Vatnhamar. Hóast pengarnir fylla nógv, so eru fyri­ reik­ing­arnar til mentala og fysiska partin av avbjóðingini eisini í gongd. - Eg venji nógv. Eg renni, og nú eri eri heima í Føroyum, gangi eg eisini nógv í fjøllu­num, og eg royni alla tíðina at ganga við einum tungum ryggsekki. Hartil kem­ ur styrkivenjing. So jú, eg eri væl fyri, sig­ ur Arne Vatnhamar sannførandi. Í august fer hann til Sveis, niðan á fjall­ið Matterhorn, ið liggur á markinum til Italia. Sermerkta fjallið, 4478 metrar, er eyðkent og heimskent, ikki minst tí at tað er avmyndað á Toblerone sjokulátu. Túr­ urin er partur av fyrireikingunum og venj­ ingini til Mount Everest. Tunna luftin, tá komið verður upp í 6-7000 metra hædd og hægri, er ein stór av­bjóðing, ið trupult er at fyrireika seg til. - Tað er ógvuliga hart at ganga í tunnari luft. Tað upplivdi eg á Aconcagua. Tú ork­ ar bara at ganga nøkur fá fet í senn, áðr­ enn tú mást steðga á. Tað verður ein stór avbjóðing á Mount Everest, staðfestir Arne Vatnhamar. Á túrinum niðan á Mount Everest er van­ligt at hava iltfløskur við sær. Tær verða brúktar, tá komið er upp um 8000 metr­ar. Av tí einføldu orsøk, at luftin er so sera tunn, at tað kann vera trupult at ganga, men serliga at sova. Eisini kuldin er ein stór avbjóðing. Ikki er óvanligt, at tað frystir eini 30 til 40 stig um náttina. - Tað er alt avgerandi at vera væl fyri­ reik­að­ur. Hava røttu klæðini og taka tær røttu avgerðirnar á túrinum. Er húðin ber í bara fáar minuttir, kann tað hava álvar­ sam­ar avleiðingar við sær, greiðir Arne Vatn­hamar frá. Drívmegin Tað er tíðiligt, at tankin um Mount Everest hevur sett hjá Arne Vatnhamar. - Ja, tað er ein sera spennandi tanki at ímynda sær at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest. At hava Merkið við niðan og veittra við tí á toppinum. Tað er ein drívmegi í sær sjálvum, sigur Arne Vatn­ hamar. Broytti lívsstílurin hevur eisini gjørt hesa avbjóðingina munandi meira realis­ tiska. - Fyri fáum árum hevði tað verið púra ógjør­ligt. Eitt órealistiskt mál. Men nú er tað mest ein fíggjarligur spurningur fyri meg, tí mentalu og fysisku avbjóðingina eri eg til reiðar at taka, sigur Arne Vatn­ hamar avgjørdur. Heldur ikki vandin við at klíva upp á heim­sins hægsta fjall fær leirvíkingin at ivast. - Eg plagi at siga við damuna, at hvønn dag eg súkkli til arbeiðis, eri eg í vanda fyri at doyggja í ferðsluni. Hesin túrurin hevur vand­ar við sær, men her ber til at fyrireika seg, og tað er tað, ið eg geri nú, sigur Arne Vatn­hamar og heldur fram: - Eg kann ikki ímynda mær at doyggja á veg til arbeiðis. Vit skulu øll herfrá eina­ ferð, og tá vil eg heldur doyggja í tí, sum mær dámar best. Tað snýr seg um at liva, með­an man eigur lívið, seta sær mál og taka av avbjóðingum. Tað er tað, ið eg geri, sig­ur Arne Vatnhamar. FAKTA – Arne Vatnhamar upp á Mount Everest Túrurin kostar umleið 500.000 krónur, alt íroknað. Stuðlar higartil: HBN Teknik í Ringsted og tryggingarmeklarar- fyritøkan Marsh, har Arne arbeiðir. Tilsamans stuðla fyritøkurnar við umleið 250.000 krónum. Arne Vatnhamar er í hesum døgum í Føroyum fyri at útvega sær fleiri stuðlar. - Stuðulin fær sítt logo á míni klæðir, og logo’ið verður avmyndað á heimsins toppi. Eisini komi eg út til stuðulin at halda fyrilestur og greiða frá túrinum og tí, ið drívur meg. Annars er tað upp til sponsorin og meg í felag at gera av, hvussu túrurin verður brúktur sum marknaðarføring, sigur Arne Vatnhamar. Arne ætlar avstað í mars mánað næsta ár. Eydnast tað ikki, so má hann bíða til mars 2015. Til ber at koma í samband við Arna Vatnhamar soleiðis: Fartlf. +45 21617261 arne.vatnhamar@hotmail.com Arne Vatnhamar á veg niðan á Aconcagua, sum liggur í Argentina og er hægsta fjall í Suðuramerika