týsdagur 23. juli 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
32 flytingar –
Flytingarvindeygað er nú latið aftur og 32
spælarar hava flutt felag í hesum fýra vikunum
flytingarvindeygað hevur verið opið
Tróndur Arge
Tað var ongin spælari ella
felag, sum leyp hvøkk á
føroyska
fótbóltsheimin
á seinasta degnum fyri at
flytingarvindeygað lat aftur
mánakvøldið á midnátt. Fyri
uttan KÍ, sum stríddist við
at fáa útlendskan styrk til
verjupartin, so hendi millum
lítið og einki, sum er komið
fram í ljósið.
At kalla øll skiftini, sum
kunnu teljast sum týdningar
mikil, vóru framd tíðliga í
flytingarvindeyganum.
Tað var tíðliga greitt, at
Sølvi Vatnhamar flutti til
Víking, eftir útlegd í Dan
mark. Argjamenn gjørdu
eisini skjótt av og tryggjaðu
sær Kára Nielsen og Dmitrije
Jankovic. Evrard Ble og Trygvi
Askham er komnir til B36.
ÍF hevur fingið tilgongd av
Dánjali á Lakjuni og Fritleifi í
Lambanum. NSÍ hevur fingið
tveir ungar mans afturat í
hópin í Haraldi R. Højgaard
og Andras Brixen Vágsheyg,
meðan HB hevur fingið Páll
Mohr Joensen aftur.
Tvey onnur kend nøvn
hava
flutt
spælaraloyvið
aftur til HB. Talan er um
Ólav í Ólavstovu og Pætur
Jørgensen, sum báðir hava
drúgvar royndir á besta lið
num hjá felagnum. Her er tal
an tó bara um, at teir koma
heim í feriu og hjálpa til á
næstbesta liðnum hjá HB.
Hvat er eitt
flytingareyga
Tvær ferðir um árið er flyt
ingarvindeygað opið. Hetta
eru tíðarskeiðini, tá føroysk
feløg kunnu flyta spælarar
sína millum. Um summarið
er flytingarvindeygað opið
frá 24. juni til 22 juli. Stutt
fyri nýggjárið letur flytingar
vindeygað upp aftur. Tá verð
ur møguligt at flyta millum
feløg í Føroyum til um hálvan
mars mánað.
Tað er ymiskt hvussu flyt
ingarvindeyguni hava opið
kring heimin. eitt nú kann
ein føroyskur spælari flyta
til danskt felag fram til 31.
august, tá flytingarvindeygað
í Danmark letur aftur.
Fyrr var onki flytingar
vindeygað og spælarar kundu
til eina og hvørja tíð skifta til
annað felag. Hetta var mett
at órógva feløgini so nógv,
at flytingarvindeygað varð
skipað. Onkur hevur hildið
fyri, at tað er sum at seta
mark fyri, nær ein fyritøka
kann keypa maskinir.
Serliga er tað seinasti dag
urin fyri at flytingarvindeyg
að, sum hevur stóran áhuga.
Útlendskir fjølmiðlar gera
nógv burtur og spenningur
in millum viðhaldsfókini er
í topp.
Hesa ferð má tó staðfest
ast, at so kallaði »Transfer
deadline day« í Føroyum ikki
var nakað serliga spennandi,
tí tey flestu feløgini høvdu
longu framt síni skifti.
trondur@sosialurin.fo
HB:
Tilgongd: Páll Mohr Joensen (ÍF
Føroyar), Ólavur Í Ólavstovu (ÍF
Føroyar), Pætur Jørgensen (ÍF Føroyar)
og Poul Thomas Dam (AB)
Frágongd: Kári Nielsen (AB)
Hóast fleiri av nøvnunum
eru kend, so er tað bara
Páll Mohr Joensen, sum av
álvara kemur at gera seg
galdandi á besta liðnum
hjá HB. Ólavur í Ólavstou og Pætur
Jørgensen eru bara komnir heim í feriu
at hjálpa næstbesta liðnum, meðan Poul
Thomas Dam hevur skift frá AB, eftir
drúgvan skaða. HB leitaði í vetur eftir
einum málslúki. Teir vóru eftir Arnbirni
Hansen og árið fyri vóru teir eisini eftir
Klæminti A. Olsen. Í ár hava teir havt
eyguni við støðuni hjá Jóan Símuni
Edmundsson í norska Viking. Tað var
eitt skifti upp á tal, at Jóan Símun vendi
nøsina heim til føroyskan fótbólt, men
tann støðan er broytt.
ÍF:
Tilgongd: Fritleif Í Lambanum (Dk)
og Dánjal á Lakjuni (Leiknir)
Frágongd: Jákup Johansen (Skála)
Tað varð tíðliga greitt,
at Fritleif Í Lambanum
kom aftur til ÍF. Meiri
óvæntað var tað, at Dánjal
á Lakjuni valdi at koma
aftur til Føroyar frá íslendska Leiknir,
eftir bara eitt lítið hálvt ár. Tað var
stutt fyri dystirnar móti Linfield, at
ÍF brádliga kundi avdúka, at orkuríki
vongurin var komin aftur til felagið.
Einasta frágongdin er ungi framherjin,
Jákup Johansen, sum verður útleigaður
til Skála. Hann hevur sáttmála til
endan av árinum við ÍF, men sambært
formanninum í ÍF, Magnusi Jørmundsson,
so er ikki óhugsaði, at Jákup Johansen
aftur verður at síggja í ÍF komandi
kappingarár.
EB/Streymur:
Tilgongd: Dánjal Davidsen (Dk)
Frágongd: Ongin
Hjá EB/Streymi er bara ein
spælari komin til felagið.
Tað er verjuspælarin Dánjal
Davidsen, ið sum skilst ikki
verður tøkur allan seinnu
hálvu. Í Sundalagnum fegnast tey um
gongdina í hesum kappingarárinum. Tí
er heldur ikki neyðugt við styrki til hópin
sambært formanninum í felagnum.
– Vit eru nøgd við gongdina í hesum
kappingarárinum og tí eru vit heldur ikki
út um okkum, sigur Sigvald Zachariasen,
formaður í EB/Streymi. Hópurin tann
sami, sum við kappingarbyrjan. Egil á
Bø var ivasamur um hann fór at halda
fram við at spæla. Hann valdi at taka
gaggurnar fram aftur, tá EB/Streymur
hevði mest brúk fyri honum. Eisini
Andras Gango hevur spælt ein dyst við
EB/Streymi í Champions League, men
tað var bara eitt brá leigumál. Undan
kappingini var ivamál um Arnbjørn
Hansen og Hans Pauli Samuelsen hildu
fram í felagnum, men teir hava gjørt
nýggjar sáttmálar og einki hevur verið at
hoyrt um framtíðina hjá teimum – annað
enn at teir halda fram í sundalagnum,
har teir altíð hava spælt.
B36:
Tilgongd: Evrard Ble (07 Vestur) og
Trygvi Askham (ÍF Føroyar)
Frágongd: Martin Pedersen (Dk)
B36 hevur í Martini
Pedersen mist ein fínan
miðverja. Tað kemur óiva
illa við í árstalsfelagnum,
men nú hava teir í Evrard
Ble fingið ein bóltsterkan miðvallara,
sum gevur møguleika at flyta Súna
Olsen í miðverjuna, sum á Argjum varð
mannað við Hørðuri Askham og Robert
Heðini Brockie. Teir eru báðir ungir
og óroyndir, tí kundu hugsast, at B36
gjarna vil hava eina »plan B«, um teir
fáa trupulleikar. Eisini Trygvi Askham
er komin til felagið frá ÍF Føroyar. Hetta
helst sum annar málmaður hjá Tórðuri
Thomsen, sum fekk beinleiðis reytt kort
á Argjum. Í summar var Gilli Sørensen í
AaB og royndarvandi. Hetta ljóðar til at
hava gingið væl, men óvist er um nakað
er í ger viðvíkjandi hesum.
Myndir: Álvur Haraldsen
Fritleif í Lambanum
Evrard Ble