Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur onki sjokk NSÍ: Tilgongd: Karl Løkin (Ólavsík, Ísland), Haraldur R. Højgaard (B68) og Andras Brixen Vágsheyg (Fremad Amager, DK) Frágongd: Ongin NSÍ hevur fingið nýggjan venjara í Heðini Askham og felagið hevur fingið tilgongd av Haraldi R. Højgaard frá grannunum úr B68 og Andras Brixen Vágsheyg úr danska Fremad Amager. Eisini Karl Løkin er komin aftur, eftir at hava umbestemma seg stutt eftir skiftið til íslandska Ólavsvík. Tað ljóðar, at Heðin Aakham ikki er heilt nøgdur við breiddina á liðnum. Við tveimum ungum spælarum hevur hann so fingið tað meiri at velja í. Annars hevur ikki nógv verið at hoyrt til NSÍ viðvíkjandi skiftinum hesaferð. KÍ: Tilgongd: Ongin Frágongd: John Hammer Hvørki Cheik Tidiane Sarr ella Andreas Damgaard verða at síggja í KÍ. Tann fyrri kom ongantíð til landið, meðan tann seinni var lítið sinnaður at arbeiða við fiski við síðuna av fótbóltinum. KÍ hevur í eina tíð arbeitt við at styrka um verjupartin. Hetta hevur tó ikki eydnast teimum. Í KÍ hava tey roynt at fingið Cheik Tidiane Sarr til landið fyri at hyggja nærri at fyrrverandi Lyngby, AGF og Hammarby spælaranum. Hesum hevur mjørkin órógvað og nú er greitt, at ein møguligur sáttmáli við verjuspælaran verður av ongum. Andreas Damgaard vandi fyrr í summar við KÍ og felagið valdi at bjóða hinum ein sáttmála, sum innibar, at hann skuldi arbeiða við fiski við síðuna av fótbóltinum. Hesum vildi danski verju­spælarin ikki og takka tí nei til KÍ, skrivar bold.dk. Tummas Lervig, formaður í KÍ, segði við in.fo, at arbeitt var ikki við eini »plan B«, um tað ikki bleiv til nakað við Cheik Tidiane Sarr. TB: Tilgongd: Ongin Frágongd: Ongin TB hevur onga skifting gjørt. Felagið fekk eina fína byrjan upp á kappingina, men hevur í seinastuni havt torført við at halda flogið við líka. TB hevur havt danskan áleypara á vitjan, men tað bleiv ikki til nakað. Tað er serliga í álopinum, at tað sær nakað tunt út hjá TB. Teir hava bara 17 ára gamla Poul Ingason, sum er ein veruligur áleypari. Hóast unga aldurin hevur hann gingið á odda og skotið fleiri mál. Spurningurin er bara um tað er sunt fyri unga mannin at verða einsamallur áleypari í felagnum. Víkingur: Tilgongd: Sølvi Vatnhamar (Egebjerg IF, DK), Sam Jacobsen (DK) Frágongd: Niclas K. Niclasen (Givin) Víkingur hevur fingið nýggjan venjara í Sigfríði Clementsen. Hann hevur fingið frálík úrslit í Europa League og helst hevur honum dámt tað, ið hann hevur sæð, tí felagið hevur onga broyting gjørt síðani hann kom til. Um hetta er tilvita er tó óvist. Víkingur hevur í Sølva Vatnhamar fingið ein góðan styrk á miðvøllin, sum eisini hevur skapandi kreftir. Eisini Sam Jacobsen er komin aftur, eftir at hava verið á skúla niðri. Hetta hevur heilt víst givið miðvøllinum nýggjar møguleikar. Einasta frágongdin er Niclas K. Niclasen, sum valdi at gevast. AB: Tilgongd: Kári Nielsen (HB), Dmitrije Jankovic (Serbia) Frágongd: Poul Thomas Dam (HB) AB gjørdi eisini skjótt av í flytingar­vind­eyganum og tryggjaði sær Dmitrije Jankovic og Kára Nielsen. Dmitrije Jankovic var ikki við móti B36, tí hansara visum er ikki komið upp á pláss, hóast hann hevur verið í landinum í skjótt ein mánað. Kári Nielsen hevur spælt við næstbesta liðnum hjá HB hetta kappingarárið. Hann býr á Argjum og tí var tað eisini upplagt, at hann valdi at skifta til AB. Hann er tvær ferðir innskiftur á miðvøllin og hevru gjørt tað gott. Sann­ lík er, at hann spælir frá byrjan, tá AB komandi umfar spælir móti EB/Streymi, tí Sorin Anghel hevur leikbann. Poul Thomas Dam hevur flutt spæliloyvið til HB, men hann hevur at kalla ongan leiklut spælt í AB í ár vegna skaða. 07 Vestur: Tilgongd: Ongin Frágongd: Evrard Ble (B36) Hóast 07 Vestur liggur aftast í Effo-deildini og Evrard Ble hevur skift til B36, so hevru felagið ongan spælara lagt afturat hópinum í flytingarvindeyganum. – Vit brúka teir spælararnar vit hava í felagnum, sigur Jarnhold Nattestad, formaður í 07 Vestur. Onkrar leysasøgur hava ginigið um at Ibrahima Camara, toppskjúttin í felagnum, eisini var á veg úr 07 Vestur. Hesum avsannaaði formaðurin og Ibrahima Camara heldur fram í felagnum. 07 Vestur hevur eftir eina góðkenda byrjan havt tor­ført við, at fáa stig. Teir liggu nú aftast við átta stigum. Víkingur og TB hava 16 stig á røttu megin niðurflytingarstrikuni. Sølvi Vatnhamar