Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arbeiðsfrið – innandura og í urtagarðinum – slepp undan óynsktum djórum Starvslýsing Tekniskur stjóri Hevur tú førleikarnar og áræði ? ...so bjóðar Vodafone eitt starv í einum veruliga spennandi og nýskapandi um­ hvørvi, har fakøkið mennist sum klokkan gongur. Tú fært persónligar og fakligar avbjóðingar, so mentali bogin spennist til hann brakar. Sum tekniskur stjóri, fært tú skiftandi upp­ gávur innan leiðslu, tilrættarlegging, opti­ mering og tú kemur at arbeiða saman við fyritøkum bæði innanlands og uttanlands. Um deildina Tekniska deild hevur ábyrgd av rakstri og menning av øllum tele­ og KT­infra kervi­ num hjá Vodafone. Teleøkið umfatar um sit­ ing av mobilneti, fastneti og transmissión. KT­økið umfatar innanhýsis og uttanhýsis infrakervi, skipanir t.d avrokningarskipan, breiðbandsveiting og kundatænastu. Sum vera man hevur Vodafone tætt sam­ starv við veitarar uttanlands og tí eru sáttmálastýring og røkt av veitarum og samstarvsfeløgum ein týðandi liður í virk­ seminum á Teknisku deild. Um starvið Sum tekniskur stjóri, er tú við í leiðsluni og fært eina stóra ábyrgd og tú fert at taka lut í arbeiðinum at seta tøkniligu kósina hjá fyritøkuni. Á teknisku deild fær tú yvir­ skipaður ábyrgdina av: strategiarbeiði, tilrættarlegging og menning stýring av fíggjarætlanum fyri deildina skipan av deildini og starvsfólkarøkt samskipan av orku til verkætlanir stýring av veitarum Tínir førleikar Vit ímynda okkum, at komandi tekniski stjórin, hevur nakrar av niðanfyristandandi førleikum og eginleikum: Er verkfrøðingur ella aðra útbúgving frá hægri lærustovni Hevur viðkomandi royndir úr Føroyum ella uttanlands Hevur góðar leiðsluførleikar, góð samstarvsevni og hevur lætt við at samskifta Er analytiskur og struktureraður Hevur góða tøkniliga og handilsliga fatan Vodafone hevur stórar avbjóðingar á KT­ øki num, umframt at tele­heimurin broytist alsamt frá tele til IP­grundaðar sam skiftis­ loysnir. Tí gera vit ikki mun á, um tú hevur eina bakgrund úr tele ella KT høpi. Vit bjóða Vodafone bjóðar eitt lætt og livandi arb­ eiðsumhvørvi. Vit eru ein lutafalsliga ungur hópur av fólki, har tann einstaki fær frælsi undir ábyrgd. Vit leggja dent á, at her skal vera gott at vera og virka. Løn og setanar­ treytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langgaard á telefon 502050, ella senda ein teldupost til gl@vodafone.fo. Freistin at søkja starvið er 15. august 2013 og umsóknin skal sendast til: Vodafone Att.: Gudny Langgaard Óðinshædd 2 FO­100 Tórshavn ella umvegis teldupost til gl@vodafone.fo. Um Vodafone Kjarnuvirksemi hjá Vodafone er mobil­ og fastnettelefoni og breiðbandssamband. Vodafone hevur í dag á leið ein triðjing av føroyska marknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum eru góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 30 ársverk eru í Vodafone. vodafone.fo