týsdagur 23. juli 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Kaldar gadgets til
eitt heitt summar
Ræð regnið burtur við einum tráðleysum ferðahátalara, tak bestu myndina í lívinum við nýggjum
myndatóli – og njót summarið við nøkrum gadgets, ið eru eins væl útgjørd til frítíðina sum tú
GADGET: Summar-gadgets
Sony Xperia Z, snildfon
Nokia DC-16, løðari
Er tað nakað, sum er irriterandi við snild
fonunum, so er tað, at tær tola ikki eins
nógv, sum gomlu telefonirnar gjørdu. Sand
frá strondini, vatn úr poolinum ella sjussar
úr barrini kunnu í ringasta føri drepa tær.
Xperia Z loysir trupulleikan, tí hon tolir dust
og eisini at liggja á ein metra djúpum vatni í
30 minuttir. Hartil hevur hon góða megi, ein
framúr skíggja og eitt sera gott myndatól.
Tað kann vera trupult at halda lív í ymsu
fartólunum um summarið. Eitt er, at vit ofta
eru úti allan dagin. Annað er, at tað ofta er
langur vegur til nærmastu stikkkontaktina.
Við einum battarípakka kann livitíðin í øllum
førum leingjast, tá tað stendur á. Løðarin hjá
Nokia er nóg lítil til at passa í lumman, men
kortini rúmar hann ikki minni enn 2200 mAH,
og ein løðing heldur sær í tríggjar mánaðir.
Kann nýtast til øll tól, sum kunnu løðast við
USB og fæst í trimum litum.
4.700 krónur
sonymobile.com
Vatntøtt snildfon
Handugur
neyðløðari
Logitech UE Mobile Boombox,
berbartur hátalari
Jabra Solemate,
berbarur hátalari
Við einum snildum lítlum hátalara verður
tað nógv stuttligari at lurta eftir tónleiki
frá fartelefonini ella teldlinum, tá tú ert
á strondini. Boombox verður paraður við
tólini hjá tær og vinunum við Bluetooth, og
tað er lætt at skifta millum ymsu eindirnar.
Heima á hátúninum kanst tú kopla telduna
til hátalaran, og enntá eisini nýta hann sum
hátalaratelefon, um onkur skuldi ringt.
Battaríið heldur í upp til 10 tímar, og hann
fæst í fimm ymsum litum.
Tað er altíð ein avbjóðing at hava tónleikin
við sær á strondina. Snildfonirnar gerast betri
og størri, men enn standa tær seg ikki so
øgiliga væl móti sandi og vatni, so allar helst
mugu tær ballast inn, og tá eru tær ikki so
handugar. Jabra Soulmate er ein væl bygdur
og góður berbarur hátalari, ið verður íbundin
umvegis kaðal ella Bluetooth. Og hann tolir
bæði sand og eitt sindur av vatni. Til ber eisini
at skifta lit á botninum, so hátalarin hevur
júst tín summarlit.
890 krónur
logitech.com
1.500 krónur
jabra.com
Bluetooth-hátalari
Vart
strandarljóð
249 krónur
nokia.dk