týsdagur 23. juli 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 24. juli 2013 · Nr. 84
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Bang & Olufsen H6, oyrabúffar
Samsung Galaxy S4,
snildfon
TomTom Runner + TomTom Multi-Sport,
ítróttarur
ChargeCard, kompaktur leidningur
Etón Rukus Solar
Sony Xperia Tablet Z,
teldil
Nýggju H6-oyrabúffarnir frá Bang & Olufsen
eru mentir við tí fyri eygað, at teir eisini skulu
nýtast um summarið. Vanliga sveittar tú
nógv, tá oyrabúffar verða brúktir um summar
ið, men skinnið og skúmið, sum liggur móti
oyranum er í hesum førinum valt við júst
heitum summardøgum í huga. Hartil er møgu
leiki at snarra klokkunum 90 stig, so tað er
lættari at ferðast við búffunum, og tað ger
tað heldur ikki verrið. Og ljóðið? Vit hava bert
roynt teir í lítla løtu, men tað ljóðaði væl.
Við funkuni S-Translator verður hendan
telefonin tín besti ferðafelagið. Hon kann
umseta – í real-time - frá talu til tekst
millum níggju ymisk tungumál. Teirra millum
kinesiskt, koreanskt, japanskt, spanskt,
franskt, týskt, enskt og italskt. S-translator
kann soleiðis nýtast til at umseta matarlepan
í Suðurfraklandi, ella til at spyrja um veg
– og at skilja svarið –um tú ert vilstur á
ferðini á Sicilia. Ein onnur summarvinarlig
funka er møguleikin at fáa myndatakaran
við á allar myndirnar við at nýta front- og
bakmyndatólið samstundis, tá myndir ella
kykmyndir verða tiknar. Til ber eisini at leggja
smá ljóðbrot á myndirnar, so tú á hendan hátt
kann gera viðmerkingar til egna nýtslu ella
eina heilsan til móttakaran.
Hesi ítróttarurini hava ein týðiliga skíggja
við høgari upploysn og góðum kontrasti,
so rennarar og ítróttafólk annars hava lætt
við at síggja tíð, tein og ferð, meðan vant
verður – eisini í bjørtum sólarljósi. Urini eru
útgjørd við TomToms Graphical Training
Partner, og brúkarin sær altíð síni úrslit í
realtime við trimum ymsum uppsetingum.
Nýggi One-Button Control ber við sær, at
TomTom-urini kunnu stýrast við einum knøtti,
og valmyndirnar við ymsu funkunum eru altíð
atkomuligar. Tað tolir stoytir og er vatntætt
niður til 50 metra dýpi. Battarítíðin í GPS-
støðu er 10 tímar.
Battaríið á telefonini er altíð um at ganga
undan, tá tær veruliga tørvar hana. Ofta
finnur tú okkurt USB-stikk, har til ber at løða,
men so er spurningurin, um tú hevur kaðalin
við tær. ChargeChard eitur loysnin, sum er ein
”leidningur”, ið er sniðgivin eins og gjaldskort,
og sum tú tí kanst hava í lummanum ella í
mappuni saman við øðrum kortum. Tú togar
ein USB-leidning út, meðan kortið verður sett
í telefonina. Fæst til iPhone og Android.
Etón Rukus Solar er ein berbar Bluetooth-
ljóðskipan, sum er útgjørd við eini sera
effektivari sólurkuskipan, so til ber at spæla
tónleik allan dagin. Hon er sum gjørd til at
taka við í viðarlundina, á trekking, kamping,
í summarhúsið, í bátin ella bara til at brúka
heima við hús. Skjóta one-touch paringin ger,
at tú kanst brúka Rukus Solar til mest sum
allar ljoðkeldur. Bluetooth-sambandið við
AVRCP (one-touch paring og stýring) og A2DP
(hágóðsku stereo-stroyman) ger, at tú kanst
mest sum øll slg av snildfonum, teldlum ella
teldlum, um hesar bert hava Bluetooth. Eisini
hevur USG-útgongd, so til ber at løða flestu
sløg av snildfonum og fartólum annars.
Handtak er á hátalaranum, og tað kemur væl
við, tí hann vigar 1,8 kilo.
Tað finnast ikki nógvir teldlar við LTE á
marknaðinum, um sæð verður burtur frá iPad
4 við Retina-skíggja og iPad mini. Men nú fer
Sony í teldla-kríggj við síni Xperia Tablet Z,
sum kemur við 4G/LTE og í sera tunnum sniði.
Hann vigar bert 495 gram og er framleiddur
úr lekrum og haldgóðum tilfari. Og so er hann
bert 6,9 mm tjúkkur, og tað er minni enn
flestu snildfonirnar á marknaðinum.
Sniðið líkist tí hjá lítlabeiggjanum – Xperia Z –
og tað vil siga vakrar linjur við hvøssum kanti,
og hartil tolir teldilin bæði dust og vatn. Hann
fæst í tveimum útgávum – við ella uttan 4G/
LTE – og við 16, 32 ella 64 gigabyte minni.
Skíggin er 10,1 tymmar við 1920X1200 HD-
upploysn.
400 euro
bang-olufsen.com
5.199 krónur
samsung.dk
1.499 krónur
tomtom.dk
25 dollars
chargecardproject.com
1.800 krónur
intodesign.dk
Úr 3.990 krónum
sony.dk
Oyratelefonir til summarnýtslu
Tulkurin
í lummanum
Gakk
og renn
Gjaldskort sum løðaraleidningur
Ljóð við
sólorku,
bluetooth
hátalarar
Tunnur og
vatntættur