Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 84 - 4. mai 2004 Nr. 84 - 4. mai 2004 3 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Í farnu viku varð orðaskifti á tingi um uppskot til nýggja útbjóðing á land- grunninum. Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður er fegin um viðgerðina, sum hann heldur var sera laga- lig, skilagóð og realistisk. – Eg merkti mær, at orða- skiftið hesaferð var meira realistiskt enn undan 1. út- bjóðing fyri fýra árum síðani, tá vit ikki tosaðu um, um vit funnu olju men meira um nær. Hesaferð var orðaskiftið meira jarð- bundið, og tað er gott og merkir, at fólk eru ikki so euforisk. Fólk ásanna, at vit nú kunnu tosa um eitt langt áramál til vit finna olju. Eg havi tí greiðu fatan, at hetta uppskotið verður samtykt av einum samdum løgtingi. (Lesið um viðgerðina á tingi inni í vanliga blað- num) OLJUFRAMTÍÐ Jan Müller Tað verður Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í oljumálum, sum fer at seta stóru oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í dag. Hann er sera fegin um, at Jarðfrøðissavnið hevur tikið hetta stigið og heldur, at ráðstevnan kann fáa stóran týdning fyri okkara egnu serfrøðingar og olju- fólk, og at tað koma meira enn 100 fakfólk og oljufólk sum heild úr útlandinum, sum hava áhuga fyri før- oysku undirgrundini, sigur okkum so mikið sum, at tað er áhugi fyri okkara øki, og tað er eitt sera positivt signal at kunna senda út. – Eg vóni, at bæði Jarð- frøðissavnið og Oljufyri- siting og øll tey, sum koma úr útlandinum, fara ríkari úr aftur Norðurlandahúsin- um eftir ráðstevnuna. Øll útlendsku oljufólkini, sum seta tíð av til hesar báðar dagarnar, skulu vera so hjartaliga vælkomin og vóni eg, at tey eisini geva sær stundir til at síggja okk- ara vakra land og taka av tí stóra gestablídni, sum altíð er. Sum landsstýrismaður í oljumálum vil eg gera alt eg eri mentur fyri at skapa góðar fortreytir fyri oljufe- løgini, sum í framtíðini vilja brúka tíð og orku uppá oljuleiting við Føroyar. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum heldur stóru luttøkna til ráðstevnuna vera tekin um, at áhugi er fyri Føroyaøkinum Mynd Jan Müller Bjarni Djurholm um oljuráðstevnu: Eitt gott signal at senda út Nýggj útbjóðing góða undirtøku á tingi Kortið vísir økini, sum føroyskir oljumyndugleikar nú fara at bjóða oljufeløgunum í 2. útbjóðing á landgrunninum Føroyski landgrunnurin goymir nógvum spennandi avbjóðingum fyri bæði jarðfrøðingar og jarðalisfrøðingar, eitt nú er East Faroe High ryggurin ein av hesum stóru avbjóðingunum og møguleikunum fyri at gera heilt stór olju- og gassfund í undirgrundini C M Y K 3 2 ing, nú fleiri feløg eru iva- som spurdu vit Hera Ziska: - Eg vil heldur spyrja, hví skulu vit bíða. Her er nógv spennandi at fara eftir, og vit eiga ikki at sleppa hes- um. Vit mugu royna at sannføra feløgini um, at tey eiga ikki at hava ráð til at rýma. Onkur fer at søkja, og tey fáa tey bestu økini. Spurningurin er, um oljufe- løgini hava ráð til at lata vera at koma. Men tað snýr seg eisini um at sann- føra tey, sum ikki eru so virkin, um at her kunnu vera spennandi avbjóðing- ar. Hetta er so partur av tí tøkniligu marknaðarfør- ingini, har vit greiða frá, at tað jarðfrøðiliga loysir seg at leita í føroysku undir- grundini. Heri Ziska sigur, at henda ráðstevnan hevur verið eitt hjartabarn hjá sær, síðani hann byrjaði í 94. Nú fer hon so av bakkastokki. Talan verður helst um eitt afturvendandi tiltak, men ráðstevnan verður so neyv- an á hvørjum ári. Tað eru kapasitetirnir, sum arbeiða við Føroya- økinum, ið eru við onkurs- vegna. Ein gamal kenn- ingur, Richard Hardmann, sum var millum fyrstu útlendsku oljufólkini, ið vístu Føroyum ans, er mill- um luttakararnar. Hann er ráðgevi hjá føroyska olju- felagnum, Atlants Kolvetni. Framhald av forsíðuni