mikudagur 5. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 85 - 5. mai 2004
Nr. 85 - 5. mai 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Ikki til al-Qaeda
Myndugleikarnir í Norð-
urkorea fara ongantíð at
medvirka til, at yvir-
gangsfelagsskapurin al-
Qaeda fær kjarnorku-
vápn.
Tað sigur næstovasti
leiðarin í norðurkore-
anska stýrinum, Kim
Yong-Nam, í samrøðu
við bretska blaðið The
Financial Times. Hann
sigur, at Norðurkorea
hevur rætt til at selja
rakettir av landinum fyri
at fáa fatur á fremmand-
um gjaldoyra, men tá tað
snýr seg um tilfar til
kjarnorkuvápn, fer Norð-
urkorea ongantíð at sam-
skifta við al-Qaeda ella
líknandi
felagsskapir,
sigur hann og leggur aft-
urat, at Norðurkorea ætl-
ar sær ikki at líða somu
lagnu sum Irak.
Norðurkoreanski utt-
anríkisráðharrin,
Paik
Nam-son,
sigur
við
Financial Times, at hann
Norðurkorea
fordømir
yvirgang. Um viðurskift-
ini við USA sigur hann,
at Norðurkorea við fegið
hava góð viðurskifti við
amerikanararnar og hev-
ur eisini tørv í slíkum
vinarlagi við teir.
AP veksur
Fyri fyrstu ferð í trý ár
fær norski Arbeiðara-
flokkurin undirtøku frá
meiri enn 30 prosent av
teimum norsku veljarun-
um.
Ein meiningakanning,
sum blaðið VG og sjón-
varpið TV2 hava latið
gera, vísir, at 30,5 pro-
sent av teimum spurdu
høvdu atkvøtt fyri Ar-
beiðaraflokkinum,
var
val til Stórtingið nú. So
stóra undirtøku hevur
flokkurin ikki havt síðani
í apríl í 2001. Jens Stolt-
enberg, floksformaður,
sigur við VG, at tann
veksandi undirtøkan hjá
flokkinum er ein ábend-
ing um, at flestu norð-
menn vilja hava ein ann-
an politikk.
Framburðsflokkurin er
framvegis tann næst-
størsti í Noregi. Í kann-
ingini fær hann 18,0 pro-
sent og er beint framman
fyri Høgra, sum fær 17,5
prosent, meðan Sosial-
istiski Vinstraflokkurin
fær stuðul frá 16 prosent-
um av teimum spurdu.
Kristiligi Fólkaflokkurin
hjá Kjell magna Bonde-
vik, forsætisráðharra fær
seks prosent.
Eingin royking
Indiska stjórnin hevur
samtykt at banna royking
á øllum almennum støð-
um, samstundis sum hon
ætlar sær í hernað ímóti
tubbaksverksmiðjum,
sum í lýsingum eggja
børnum og ungum til at
festa sær í. Sum er eru
tílíkar lýsingar loyvdar í
India.
Heilsumálaráðharrin í
landspartinum Mahara-
shtra sigur við BBC, at
endamálið við átakinum
ímóti tubbakslýsingun-
um er at verja tey ungu, tí
tað ræður um at hjálpa
teimum komandi ættar-
liðunum, sigur hann.
Fyribils er ætlanin at fáa
roykibannið á almennum
støðum at virka, og
myndugleikarnir í teim-
um einstøku landspørt-
unum hava fingið boð
um at seta lógina í verk
innan tríggjar mánaðir.
Tey, sum bróta lógina,
fáa bót.
Kanningar hjá indisku
heilsumyndugleikunum
hava víst, at 208 milliónir
indarar roykja ella snúsa.
Selja meiri
rúsdrekka
Seinasta heyst lækkaði
avgjaldið á brennivíni og
sigarettum í Danmark, og
hevur fingið danir at
keypa meiri brennivín og
sigarettir, skrivar Politik-
en.
Sambært
blaðnum
keyptu danir 15 prosent
fleiri sigarettir í januar
ársfjórðingi í ár enn
somu mánaðir í fjør, men
brennivínssølan er vaksin
uppaftur meiri - heili 40
prosent samanborið við
tríggjar teir fyrstu mán-
aðarnar í 2003. Ein orsøk
til hetta er ivaleyst, at tá
avgjøldini lækkaðu, fall
prísurin á einari vanligari
brennivínsfløsku góðar
40 krónur, so í dag ber
væl til at fáa eina fløsku
fyri einar 80 krónur í
handlunum. Samstundis
fall prísurin á sigarettum,
so ein pakki nú kostar
niðan fyri 30 krónur.
Tað er tó ikki vist, at
danir drekka alt brenni-
vínið, sum teir keypa.
Leiðarin á einum rús-
drekkahandli í Odense
sigur við Fyens Stiftstid-
ende, at nógvir danir,
sum fyrr fóru suður um
týska markið at keypa
brennivín, keypa tað í
Danmark nú. Samstundis
vísir tað seg, at munandi
fleiri norðmenn og sviar
koma til Danmarkar at
keypa sterkt nú, sigur
hann.
Tað finnast fleiri
hundrað myndir av
irakum, sum verða
illa viðfarnir og
misnýttir í Irak, siga
bretskir hermenn. Í
øðrum førum hava
bretskir hermenn
nýtt framferð, ið
kann roknast sum
krígsbrotsverk
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Er heimurin skelkaður av
hasum myndunum, áttu
fólk at sæð alt hitt. Hatta er
bara toppurin av ísfjallin-
um.
Tað siga bretskir her-
menn, sum vilja vera við, at
nógvir irakar eru illa við-
farnir og misnýttir í bretsk-
um fangalegum í Irak. Teir
siga, at hermenninir hava
fleiri hundrað myndir av
irakskum fangum, sum
verða píndir ella misnýttir,
og at hermenninir hava býtt
myndirnar sínamillum.
Ein av hermonnunum
sigur við blaðið The Daily
Mirror, at kanska vita teir
bretsku yvirmenninir ikki,
hvat hendir, men allir
hermenninir vita tað, sigur
hann. Kortini kann tað
gerast trupult hjá herleiðsl-
uni at finna øll prógvini, tí
nógvar myndir eru seinni
fyribeindar, sigur hermað-
urin.
Summir bretar vilja vera
við, at myndirnar, sum vísa
bretskar hermenn fara illa
við irakskum fangum, eru
falsaðar, men tað avsanna
hermenninir, sum hava
latið The Daily Mirror
myndirnar.
– Hetta er veruliga hent,
og myndirnar eru ektaðar.
Vit standa við hvørt orð,
sum vit hava sagt, siga teir
við blaðið.
Krígsbrotsverk
Ein yvirmaður í bretska
herinum í Irak hevur váttað
fyri sjónvarpsstøðini ITV,
at nógvir irakskir fangar
hava verið fyri ágangi, og
hann sigur seg hava hoyrt
hermenn siga frá tilburð-
um, ið mugu roknast sum
krígsbrotsverk.
Millum
annað verður sagt frá ein-
um tilburði, har ein iraki
bleiv biðin um at svimja
yvir um eina á. Tá hann var
komin nakað út frá áar-
bakkanum, skutu bretsku
hermenninir hann.
Ákærurnar um ágangin
hjá teimum bretsku her-
monnunum eru komnar í
kjalarvørrinum av líknandi
ákærum ímóti amerikonsk-
um hermonnum. Har hevur
herleiðslan
givið
fleiri
yvirmonnum
átalu,
og
summir kunnu vænta at
verða tveittir úr herinum,
skrivar Reuters.
Ein iranskur profess-
ari er dømdur til
deyða, tí hann hevur
funnist at presta-
stýrinum
DEYÐAREVSING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í november í 2002 varð
Hashem Aghajani, sum er
professari á lærda háskúl-
anum í Teheran, dømdur til
deyða, tí rætturin vildi vera
við, at hann hevði spottað
ta islamsku trúnna, og tí
hann hevði funnist at
prestastýrinum í Teheran.
Umframt deyðadómin av-
gjørdi rætturin, at hann
skuldi fáa 74 koyrlasløg.
Dómurin vakti stóran
ans, og studentar í túsunda-
tali mótmæltu avgerðini hjá
rættinum. Tað endaði við,
at iranski hægstirættur ó-
gildaði dómin í februar í
fjør, men mánadagin gjørdi
ein dómstólur í landspart-
inum Hamedan av at døma
professaran til deyða.
– Rætturin hevur tikið
málið uppaftur og er komin
til ta niðurstøðu, at deyða-
dómurin er galdandi, segði
ovasti dómarin í landspart-
inum við fjølmiðlarnar aft-
an á úrskurðin. Verjin hjá
professaranum sigur við
tíðindastovuna AP, at dóm-
urin hjá landspartarættinum
er ikki endaligur.
Hetta er lítið av miklum
Dømdur til deyða fyri atfinningar
Mynd: Reuters
Hanne Lise Grønkjær
helt fyrilestur á
Landssjúkrahúsinum
mánakvøldið um,
hvussu óhapp og
vanlukkur hjá 0-6 ára
gomlum børnum
kunnu fyribyrgjast.
Hon greiddi millum
annað frá einum
átaki, har ein bamsa,
nevnd Hjælpe-Kalle,
er farin beint inn í
heilan á børnunum
og á ein ella annan
hátt virkar sum ein
ávaring í møguligum
vandastøðum
FYRILESTUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Hjælpe Kalle er ein bamsa,
sum øll børn í Nord-
jyllandsamt fáa, tá tey fylla
trý ár. Ein kul bamsa, kann
sigast. Hon hevur sólbrillur
og ryggsekk. Keppurin
vendir øvugtan veg á høvd-
inum, og hárið stendur
beint uppeftir. Í ryggsekk-
inum hjá Kalla er eitt
plástur. Við Hjælpe Kalla
fylgir ein videofilmur. Ein
filmur um tvey børn og
Kalla. Børnini eru trý og
seks ára gomul og spæla
við mangt og hvat. Hvørja-
ferð tey eru í ferð við
eitthvørt, sum kann verða
vandamikið, kemur Kalle
fram og spyr, um tey ikki
heldur áttu at farið eftir
einum vaksnum.
Hetta ljóðar kanska ikki
av so nógvum, men stutt-
leikin er tann, at Kalle er
farin inn um hjá børnunum.
Tað vísa kanningar, sum
heilsufrøðingar í hesi verk-
ætlanini hava gjørt á stovn-
um í Danmark.
Tað letur til, at tá børnini
hava sæð filmin nakrar
ferðir, so vita tey, hvar
vandastøðurnar uppstanda.
Men ikki bara tað. Tað er
eisini soleiðis, at tá tey so
spæla sjálvi við eitthvørt,
og so brádliga eru í ferð við
okkurt ikki heilt vanda-
leyst, so koma tey at hugsa
um, at nú hevði Kalle kom-
ið og spurt meg, um eg ikki
skuldi farið eftir mammu
ella babba.
– Boðskapurin frá Kalla
er farin beint inn í heilan á
børnunum. Tað er ótrúligt,
men hann tænir sínum
endamáli, sigur Hanne Lise
Grønkjær og leggur so
afturat, at sjálvandi kann
Kalle ikki nýtast í staðin
fyri vaksið eftirlit, men at
hann í øllum førum hevur
gjørt børnini meiri varðug
við møguliga vandar.
Økja um vitan
Frá 1997 til 2000 var ein
royndarverkætlan í gongd í
Nordjyllands amt. Hendan
verkætlanin gekk út uppá at
fáa børn og vaksin meiri
varðug við, hvussu møgu-
ligar vanlukkur ella óhapp
fyri børnum í aldrinum 0-6
ár kunnu fyribyrgjast. Og
so mikið væleydnað var
hendan royndin, at verk-
ætlanin í dag umfatar allar
kommunurnar
í
Nord-
jyllands amt.
Verkætlanin gongur fyrst
og fremst út uppá, at økja
um vitanina bæði hjá for-
eldrum, pedagogum, dag-
røktarum og øðrum sum
dagliga eru um børnini og
so børnunum sjálvum.
Sum so, var ikki so øgi-
liga nógv nýtt í øllum tí,
sum Hanne Lise Grønkjær
segði. Hetta við hvussu ein
viðgerð møguligar skaðar
hjá einum barni, til dømis
at leggja kalt umslag á, um
barnið hevur fingið ein
stoyt ella at køla eitt møgu-
ligt brunasár niður og so
framvegis. Men áhugavert
var tað tó kortini at lýða á.
Fyribyrging
– Tað veldst sjálvandi altíð
um, hvussu væl barnið er
fyri motoriskt, og hvat tað
er fyri eitt spæl tað í
veruleikanum er í holt við.
Og um tað er eitt spæl, har
eftirlit er neyðugt, greiddi
Hanne Lise frá. Og tá er tað
upp til tann vaksna, sum er
um barnið, hvør avgerð
verður tikin.
Ofta fanga vaksin seg
sjálvi ferð eftir ferð í at
siga, ikki gera so, ansa eftir
har, eg havi sagt fleiri ferð-
ir, at tú ikki mást….og so
víðari. Hetta heldur Hanne
Lise kann sleppast undan,
um ein heldur ger tær neyð-
ugu broytingarnar til tess,
at barnið ikki kann koma til
skaða.
– Heldur enn at seta so
nógv forboð, so er tað nógv
betur at flyta teir lutir ella
at gera tær broytingarnar,
sum skulu til fyri, at barnið
ikki kemur til skaða. Tí
hetta er jú ikki ein varandi
broyting. Barnið eldist og
mennist og so kanst tú so
líðandi seta alt aftur, sum
tað var, segði Hanne Lise.
Felagsrættur
Hon kom eisini inn á súklu-
hjálmar. Her kann sigast, at
hon rakti væl hjá teimum
flestu. Tí hon vísti á, at
vaksin altíð vilja hava, at
børnini skulu nýta súklu-
hjálm men gera tað ikki
sjálvi. So spurdi hon, hvør
veruliga orsøkin til, at
vaksin siga, at børn skulu
nýta súkluhjálm, er.
– Er tað ikki, tí at vit eru
góð við tey og ikki vilja
missa tey, spurdi hon. Allar
nikkaðu samtykkjandi.
– Hevur barnið so ikki
rætt til at hava somu kensl-
ur. Tey eru jú góð við síni
foreldur og vilja ikki missa
tey, var aftursvarið frá
Hanne Lise. Ein útsøgn,
sum óivað vakti nakrar
tankar í veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum hetta
kvøldið.
Kalle ávarar børnini
Bjørghild Djurhuus, heilsu-
frøðingur, helt fyrilesturin
hjá Hanne Lise vera sera
áhugaverdan, og eisini helt
hon boðskapin vera góðan.
– Serliga hetta tá hon tos-
aði um, hvussu týdningar-
mikið tað er at mamman er
rólig, tá hon fer á skaða-
stovuna við børnunum,
sigur Bjørghild.
Hanne Lise vísti í sínum
fyrilestri á, at í nógvum
førum eru tey vaksin nógv
meira uppøst enn børnini
sjálvi, tá tey koma á skaða-
stovuna, og tað er alt annað
enn gott fyri barnið.
Eisini kom fram í fyri-
lestrinum, at í nógvum før-
um venda tey vaksnu sær til
skaðastovuna
óneyðugt.
Skaðar, sum tey væl kundu
viðgjørt heima, fara tey til
skaðastovuna við bara fyri
at vera vís.
– Hetta er kanska ikki
ordliga tað, sum vit kenna í
dag í Føroyum. Hatta er
nokk eitt stórbýarfenomen.
Eg trúgvi ikki, at bygda-
konur høvdu farið á skaða-
stovuna við teimum skað-
um, sum vórðu nevndir her
í kvøld, sigur Bjørghild.
Samanumtikið
heldur
hon tó, at fyrilesturin var
góður
og
viðkomandi.
Áhoyrararnir vóru eini 50 í
tali, bara kvinnur.
Bjørghild heldur Kalla
vera eitt sera gott hugskot,
sum lættliga kundi verðið
ført yvir í føroyskt og
verðið nýtt her.
– Um áhugi var fyri at
gera tilfarið føroyskt, so
haldi eg so avgjørt, at tað
hevði verið nýtiligt í Før-
oyum,
sigur
Bjørghild
Djurhuus, heilsufrøðingur.
Hanne Lise Grønkjær vísti millum annað ein film um Hjælpe
Kalle, sum øll trý ára gomul børn í Nordjyllandsamt fáa
Mynd: Álvur Haraldsen
Góður boðskapur
Tað er ein fakbólkur undir felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur fingið Hanne Lise Grønkjær hendanvegin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2