týsdagur 23. juli 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
12
Ólavsøkan 2013
H
anus á Gørðum varð út
búgvin prestur í 2007.
Hann hevur sjálvsagt,
eins og aðrir prestar,
verið eitt sindur spentur uppá at
sleppa at halda ólavsøkuprædikuna.
Tó at broytingar eru komnar fyri, so
er tað í ávísari røð, so at yngru prest
arnir sleppa framat at halda prædiku
á ólavsøku.
– Eg eri spentur, tó at eg havi
vitað, at tað fellur í mín lut fyrr ella
seinni. Nú havi eg vitað av tí í tvey
ár, sigur Hanus á Gørðum.
– Tað er serligur dámur yvir hes
um, og tað leggur sjálvsagt eisini eitt
ávíst trýst á prestarnar, sigur Hanus
á Gørðum um leiklutin at prædika í
Dómkirkjuni á ólavsøku.
Evnið er upplagt
Hanus á Gørðum situr í hesum døg
um og hugsar um prædikuna, og er
í høvuðsheitum byrjaður at fyrireika
innihaldið.
– Nú er tað so, at teksturin til
prædikuna er Matteus 16. Har sigur
Jesus m.a. við lærisveinar sínar: Vil
nakar ganga aftan á meg, tá avnokti
hann sjálvan seg og taki upp kross
sín og fylgi mær.
– Í dag er materialisman stór av
bjóðing, og eg ætli mær at lýsa sam
tíðina. Mítt lív og okkara lív. Tað er
nú so við lívinum, at ein kann bert
taka ímóti og so geva seg til Hansara,
ið gav, sigur Hanus á Gørðum.
Enn er prædikan í stoypiskeiðini,
men prestur hevur tó eina ætlan um
høvuðsinnihaldið.
– Prædikan fer at snúgva seg
um materialismu og samfelagið,
um rannsakan av sær sjálvum og
kirkjuni. Helst við støði í egnum lívi
og lívinum hjá okkum øllum, sum liva
í samfelagnum í dag. Materalisma
og sjálvgóðska er veruliga nakað,
sum vit mugu fyrihalda okkum til
og minna okkum sjálvi á, og taka til
viðgerar, metir Hanus á Gørðum.
Heiður
Hann metur løtuna í Dómkirkjuni
hava serligan dám.
– At halda prædikuna á ólavsøku
er stórur heiður. Tað er nakað serstakt
og næstan sum próvtøka. Allir prest
ar síggja við spennigni og gleði
fram til hesa løtuna, sigur Hanus á
Gørðum.
Ger ikki hol í sjógvin
At halda prædiku á ólavsøku gevur
eisini prestinum á prædikustólinum
serligt høvi, tí umframt vanliga
kirkjufólkið, sita eisini landsins
kosnu menn og kvinnur og lurta,
sumstundis sum loftmiðlar varpað
kring alt landið.
Tað er komið fyri, at prestar
hava nýtt høvið at komið við antin
samfelagsrevsandi viðmerkingum,
ella at komið við viðmerkingum
til átrúnaðarlig og etisk mál, sum
uppi hava verið í tíðini, og sum ofta
hava verið orsøk til kjak. Fólk hava
tá sjálvsagt verið ymisk á málið um
hesar metingar av prædikustólinum,
alt eftir hugsan um hesi – ofta við
breknu – mál.
Men væntast kann ikki, at
prædikan í ár, so at siga, ger hol í
sjógvin.
Spurdur um hetta sigur Hanus á
Gørðum seg ikki hava ætlanir í so
máta.
– Nei, eg fari at tosa um tað, ið eg
meti hava stóran týdning at minna á;
um materialismu, sjálvgóðsku og um
okkara lív, sigur Hanus á Gørðum.
Hanus á Gørðum, prestur í Klaksvík, er fremstur í røðini at halda ólavsøkuprædiku, tá prestar og
tingfólk og landsstýrisfólk fara í kirkju á ólavsøku. Hann ætlar sær í prædiku síni at koma inn á
materialismu og sjálvgóðsku, sum hann metir í ov stóran mun hevur fingið fastatøkur á okkum
Orð og mynd: Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo
Materialisman á
breddan á ólavsøku
» Eg ætli mær at lýsa sam
tíðina. Mítt lív og okkara lív.
Tað er nú so við lívinum, at
ein kann bert taka ímóti og so
geva seg til Hansara, ið gav
Hanus á Gørðum,
prestur í Klaksvík