týsdagur 23. juli 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
11
Ólavsøkan 2013
ávegis at skapa sær eitt navn sum
framleiðari.
– Hann arbeiddi í Bløndal Studio.
Beint við síðuna av hevði Laid Back,
sum eru aktuellir í Føroyum í ár,
upptøkuhølir, minnist Elin.
– Framleiðslan í Bløndal Studio
var “dogmu kend”, sigur Kári.
- Vit høvdu hugskotini og løgini,
og síðani var alt lagt tilrættis og inn
spælt í upptøkuhølunum uppá 14
dagar, minnist Elin.
Bandið kom í 1988. Útgávan kom
á fløgu í 1998 og síðani hava eittnú
Poppkorn, The Dreams og Mike
endurinnspælt løg av NALJA út
gávuni.
– Helmingurin av løgunum er
endurinnspældur av øðrum tón
leikarum, sigur Kári, og hesum eru
tey bæði í NALJA ikki sørt errin av
og glað fyri.
Øðrvísi
Elin Brimheim Heinesen og Kári
Jacobsen vóru tilvitað um, at teirra
tilfar var øðrvísi, enn annað, ið var
frammi tá, har tónleikur ofta hevði
ein boðskap og alt var tikið í álvara.
Eitt var, at Kári, fekst við at gera
tónleik á teldu, sum var nýtt, men
eisini í aðrar mátar var tilfarið øðr
vísi.
– Føroyingar lurtaðu eftir
country, fólkatónleiki ella hørðum
rocki. Tann poppurin, sum var , var
næstan at bera saman við sonevnda
dansk-top stílin. NALJA var meira
diskoteksvinarligur poppur, nútímans
glaður tónleikur, sigur Kári.
Tá talan er um popptónleik, so er
fyrsta hugsanin ikki, at løgini fara
at standa sum varðar, og soleiðis var
eisini hjá Elini og Kára.
– Ja, løgini vístu seg at halda. So
langt høvdi vit als ikki hugsað tá,
sigur Kári.
– Vit tosaðu bara um, at sonevndu
døgnflugurnar eisini hava rætt at
vera til, leggur Elin afturat.
Í dag kenna føroyingar flestir løg
sum Ólavsøkuhavn, Eitt dýpi av dýr
ari tíð, Hygg at mær og Sjeikurin.
Hildu vera lættisopp
– Summi hildu veruliga, at talan
var um lættisopp. At talan var um
elektroniskan tónleik gjørdi tað ikki
lættari, tí hetta var so nýtt tá, og fólk
hildu hetta ikki vera rættan tónleik.
Seinni upplivdu vit, at fólk blakaðu
fløskur og annað eftir okkum, tá
vit fóru á pall. Og eina ólavsøku
minnist eg, at trupult var at fáa frið
og hatturin varð tikin fleiri ferðir
frá mær, men tíbetur fekk táverandi
maðurin mær hann aftur, minnist
Elin.
Eftir hendingina, har fólk blakaðu
ymiskt eftir teimum á palli, gavst
NALJA at framføra. Hetta hevur
verið á leið 1990, og ikki fyrr enn í
fjør fóru tey aftur á pall.
– Í dag tykist útgávan púra ósek,
og “strúkur fólki við hárunum”, men
hetta var frekt og provokerandi tá.
Fólk vórðu provokerað, bæði visuelt
og tónleikaliga, sigur Kári.
Ólavsøkuhavn
Um hvussu sangurin um “deiligu
Ólavsøkuhavnina” hevur ávirkað
hesar seinastu 25 ólavsøkurnar
siga Elin og Kári, at sjálvsagt hava
fólk sagt ymiskt og eisini biðið tey
sungið sangin, tá tey eru farin í býin
á ólavsøku.
– Mamma, har gongur “tann dei
liga Havn”, minnist eg børn róptu til
mammu sína, sigur Elin flennandi.
– Tað er komið fyri, at fólk hava
sagt: hvør Kári? Á, tann sum syngur
deiliga Havn! Og so er alt líkasum
fallið á pláss, sigur Kári.
Fyri Kára er tað serstøk kensla
at vera uppruni til eitt lag, sum er
vorðið fólkaogn á henda hátt.
– Tað hevði eg ikki í huganum tá.
Hetta var eitt lag, ið líkasum skuldi
fáa fólk at leggja útgavuna til merkis,
sigur Kári.
– Gamaní sungu fólk “Til Havnar
vit fara”, men har var sum so onki
ólavsøkulag, so tað manglaði. Og
hóast fangandi poppur, so er tað her
teksturin, ið sigur fólki nakað, metir
Elin.
Eisini varð sjónbandalag gjørt til
sangin, og tá var hetta eisini nakað,
ið ikki var nøkur sjálvfylgja.
Nógv broytt hesi 25 árini
Í fjør fór NALJA á pall, tá Faroe Pride
og Ólavsøkukonsert vóru í Tórsgøtu
beint undan ólavsøku.
Sjálvi høvdu Elin og Kári onga
hóming av, hvussu hetta fór at spæla
av.
– Men onki var at óttast fyri. Fólk
vóru glað og sungu við, bæði ung
og eldri. Og stuttligt var at síggja,
at eisini ung og børn, sum ikki vóru
fødd, tá NALJA kom út, sungu við
og kendu løgini, sigur Elin.
Í ár eru 25 ár liðin, síðani útgávan
kom út.
– Tað er løgið, tað kennist ikki so.
Í grundini eru fleiri ár liðin , enn Kári
var tá, tá útgávan kom út, hugleiðir
Elin.
– Men tað ER langt síðani. Tað eru
nógv ár og nógvar hendingar síðani,
sigur Kári.
Tey bæði eru samd um, at tey eru
errin og glað um at hava gjørt okkurt,
ið stendur eftir, og sum fólk gleðast
um og kunnu brúka.
- Nú hittast vit ikki so ofta, men
tá vit hittast, so eu beinanvegin aftur
á bylgjulongd, sigur Elin
Um tónleikin og tíðina tá sigur
Kári.
– Tað prutlaði undir lokinum.
Nógv var “undirtrykt”, meðan vit
vóru meira “jubiiii!!” Meira “casual”
og vildu hava frælsi at vera glað og
sprongja lokið av,
Tað var í grundini so nógv, ið var
trongt burtur tá og tagt burtur. So
nógv “man ikki gjørdi”, sigur Kári.
– Kvinnan var eisini ofta tagd
burtur. Vit vóru á jøvnum føti, tí
bæði sungu, spældu og skrivaðu løg
og tekstir. Vit høvdu onki ímóti
at vera fyrimyndir fyri meira
javnstøðu, sigur Elin.
Men nógv er hent hesi árini,
eru tey bæði samd um.
– Vit vóru óivað við til
at flyta nøkur mørk, og tað
trongdi til í Føroyum
tá.
Lokið
mátti
lyftast, sigur Kári, og
hugleiðir um sam
felagið í dag, ið hann
metir hevur vunnið
fram á leið innan frælsi
og tolsemi.
Friðaligari
Elin og Kári eru bæði virkin
enn á tónleikapallinum. Eft
ir framførslu á Voxbotn, er
ymiskt annað á skránni í
næstum.
Men sjálv ólavsøkan
er heldur friðarligari nú,
enn fyrr.
– Ólavsøkan er
hugnalig. Mær hevur
altíð dámt væl ólav
søku, tí hon er nakað
serligt. Serligt huglag
og ein hittir nógv
fólk, ið ein ikki sær so ofta, sigur
Elin.
Kári er samdur.
- Nú er ólavsøkan kanska eitt
sindur friðaligari, tí ein hevur børn,
men hugnaligt er tað, ongin ivi um
tað, sigur Kári.
Og tó tey bæði Elin og Kári fáa
betri frið at ganga oman og niðan
gøturnar á ólavsøku nú, enn fyrr, so
kemur tað enn fyri, at onkur biður
tey tríva í: “Á, tann deiliga Havn,
ólavsøkuhavn...”
i
»Tað prutlaði undir lokinum. Nógv var
“undirtrykt”, meðan vit vóru meira
“jubiiii!!” Meira “casual” og vildu hava
frælsi at vera glað og sprongja lokið av«
Kári Jacobsen
Úr bløðunum í 1988
Elin og Kári í Bløndal Studio. Aftan fyri sæst Óli Poulsen knøttar og tátímans tøkni