Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 10 Ólavsøkan 2013 A t 25 ár eru lið­ in, síðani band­ ið við NALJA kom út, tykist óivað mongum óveruligt. Tey, sum eru bara eitt sindur komin til árs, minnast hetta jú sera væl, og harafturat eru sangirnir enn so sera livandi. Útgávan frá 1988 kom í 1998 á fløgu og fleiri sangir eru eisini endurinnspældir av øðrum, yngri listafólkum, ið hava tikið sangirnar til sín. Men hvussu kom samstarvið millum Elin Heinesen og Kára Jacobsen í lag, eitt samstarv, sum við fyrsta eygnabrá kundi tykjast at vera millum tveir ólíka partar. Í veitslu Elin og Kári hittust í eini veitslu á ólav­søku miðskeiðis í áttati­ árunum. Hetta var hjá Eyð­uni Mohr Hansen, tónleikara og nú­verandi aðalstjóra. Elin spældi klaver og Kári kom at lurta. Síðani fór Kári at spæla klaver og Elin fór at syngja. Tey bæði riggaðu sera væl saman frá fyrstu løtu, og tey hildu saman í dagavís eftir hesa løtuna á ólavsøku. - Tað tók tó 4 ár, innan NALJA kom út, men vit klingaðu væl saman beinanvegin, hóast mong hildu okkum vera ólik Og aldursmunur var eisini. Kári var 16 og eg var 26. Men bæði gjørdu tónleik, og vit gjørdust góðir vinir, men vóru ikki par, sum mong annars hildu, sigur Elin. - Eg hevði gjørt eitt demoband við 9 løgum: 9 nýggj løg. Elini dámdi sera væl løgini, sigur Kári. - Eg helt hetta vera fantastiskt, minnist Elin. – Eg haldi tað var soleiðis, at Elin var eldri og hevði skjótari við at seta ætlanir í verk og gera tær til veru­ leika, sigur Kári. – Eg gekk á handilsháskúlanum í Keypmannahavn tá, og eg minnist, at eg helt tað vera eina avbjóðing at gera slíka útgávuætlan, at fáa fíggjarætlan og alt at hanga saman, sigur Elin. Óli upp í leikin Kendi framleiðarin Óli Poulsen gav í 1983 út bandið Vónir, har talan í stóran mun var um tónleik framleiddan við tátímans tøkni, teldu. – Eg var púra villur við hesum, sigur Kari, sum longu tá eisini fekst við tónleik og teldur. Óli framleiddi síðani single-plát­ una hjá bólkinum Teinar, sum Kári var parturav og skrivaði tónleik til.Kári kom soleiðis at kenna Óla og hetta endaði seinni við sam­ starvinum um NALJA. Tá var Óli farin til Keypmannahavnar, og var Í ár eru 25 ár síðani Elin Brimheim Heinesen og Kári Jacobsen góvu út NALJA, har tey m.a. sungu um deiligu ólavsøkuhavnina, sum enn ljómar hvørja ólavsøku, og fleiri løg á útgávuni eru klassikarar og eru eisini endurinnspæld av øðrum. Sjálvi meta Elin og Kári, at tey gjørdu nakað nýtt við bara at spæla glaðan popp uttan beinleiðis boðskap, alt í eini tíð, har føroyingar lurtaðu eftir country, fólkatónleiki ella hørðum rocktónleiki. Tað var tó nógv sum prutlaði undir lokinum, og lokið trongdi til at lyftast eitt sindur, og í dag – 25 ár seinni – er nógv broytt og Føroyar eru í nógvar mátar eitt frælsari og rúmari samfelag, meta Elin og Kári samrøða Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo NALJA-poppurin lyfti lokið á prutlandi samfelagspottinum Úr myndarøð, tikin í sambandi við útgávuna. Eisini visuelt gekk Nalja egnar leiðir