Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 84 - 4. mai 2004 Nr. 84 - 4. mai 2004 7 Hóast sáttmálarnir ganga út í summar, hevur Pauli Einarsson nú útvegað sær so nógvar royndir, at hann hevur góðar vónir um at halda fram við virksem- inum OLJUVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyska oljuvinnan tók ikki slíkt dik á seg, sum vónað. Og ein av teimum, sum er komin at hanga eitt sindur í leysari luft, er OSR á Tvøroyri, sum er okkara einasta fyritøka av sínum slagi í landinum. OSR hevur sáttmálar við oljufeløg um at vera til reiðar at basa eini møgulig- ari oljudálking. Samstundis fevnir sátt- málin um, at OSR skal vera til reiðar, verður havið hinumegin markið dálkað av olju í sambandi við olju- boring har. Sáttmálarnir ganga út í juni og spurningurin er, hvussu framtíðin hjá OSR sær út, nú ongin boring verður í Føroyum enn á sinni. Pauli Einarsson, stjóri í OSR, sigur, at spurningurin er, um oljufeløgini halda tað vera rætt at varðveita sáttmálarnar ímeðan onki hendir. Men hann vísir á, at eis- ini tá ið talan er um dálking beint hinumegin markið, er OSR nærmast at koma til hjálpar. So tað er avgjørt møgu- leiki fyri at kunna halda fram, men enn er onki av- gjørt. – Annars hava vit bjóðað okkum fram at hjálpa har vit kunnu til at basa eini dálkidálking, sama, hvar í verðini hon er. Hann vísir til, at tá ið herviliga dálkingin var í Spania nakað síðani, fór útgerð frá OSR á Tvøroyri til Spania, har hon var brúkt at taka olju upp av sjónum við. OSR er einasta felag í landinum, sum er útgerð og fólk við venjing til at basa eini oljudálking. Hava verið boð eftir OSR Og hesi árini, OSR hevur virkað, hevur eisini boð verið eftir felagnum at taka olju upp av sjónum ymsa- staðni í Føroyum. – Vit hava verið tilkallað- ir nakrar ferðir, har olja er komin á sjógv, bæði í Suðuroy og aðrastaðni, sigur hann. Hann sigur, at í fjør reinsaði útgerð hjá OSR eini 90-100 kubikk av olju upp av sjónum ymsastaðni í Føroyum, so tað er ikki so lítið, tí tað er dálking, sum hevði sæst aftur á einum føroyskum fjørði. Størsta uppgávan var í Søldafirði, har felagið tók 30 kubikk upp av sjónum eftir eitt óhapp og tað var tað størsta, einstaka óhpp- ið. Pauli Einarson sigur, at hinvegin eigur landið at hava eina tilbúgving og hann vónar eisini at OSR kann verða ein partur av tí. – Eg vænti, at tað fer a bera til at fáa eina avtalu við landsmyndugleikarnar um eina tilbúgving í sam- bandi við dálking. Her kann vísast til, at í tele-fonbókini er ein listi yvir, hvussu og hvar frá- boðast skal, tá ið dálking er hend ávikavist á landi og á sjónum og í báðum førum sæst, at OSR er ein partur av tilbúgvingini. Í hesum sambandi hevur OSR útgerð ymsastaðni í Føroyum. Samstundis hev- ur felagið havt fólk til venj- ingar, bæði í Noregi og í Bretlandi. Men felagið kann eisini sjálvt standa fyri at venja onnur í at brúka slíka útgerð, tí tað hevur fingið venjaraprógv á økinum. – Men fæst ein avtala við kandið og kommunur, er tað kanska eisini rætt at fáa eina greiða avtalu við land og kommunur um, hvussu farast skal fram í sambandi við dálking aðrastaðni. Nú verða onkrar forðingar beindar av vegnum sum gjørdu, at Drelnes ikki kundi blíva oljuhavn DRELNES Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Á Tvøroyri eru teir fram- vegis til reiðar at bjóða seg fram til oljuhavn. Hóast ongi útlit eru til nakra beinleiðis oljuvinnu í bræði, liggur havnin á Drelnesi framvegis klár at hýsa eini oljuvinnu. Og nú er hon kanska meiri klár enn nakrantíð. Um eitt hálvt ár fer Smyril fast atløgupláss í nýggju havnini. Sostatt er Drelnes tók til oljuhavn burturav. Samstundis upplýsir Heri Mortensen, formaður í teknisku nevnd hjá býráð- num, at tekniska nevndin hjá býráðnum hevur sam- tykt, at sprongja eina grynnu burtur, sum er tætt við innsiglingina til havn- ina á Drelnesi. Tá ið tað varð gjørt av, at Runavík skuldi verða olju- havn, var dýpið á Drelnesi ført fram um ein orsøk til at vraka Trongisvágsfjørð. Samstundis fær hendan sama grynnan skyldina fyri, at tað er so nógvur suður í havnini. Men nú er gjørt av, at grynnan skal sprongjast burtur, so at dýpið alla- staðni verður átta metrar. Articon skal gera arbeið- ið, nú teir kortini eru á fjørðinum og gera nýggju samferðsluhavnina. Talan er um eitt arbeiðið, sum kostar í mesta lagi 300.000 krónur. Hann sigur, at somuleiðis hevur býráðið samtykt at gera ábøtur á gomlu havn- ina á Drelnesi fyri at styrkja hana aftur, har hon er farin eitt sindur. Ætla at gera stórt øki Kristin Michelsen, borgar- stjóri á Tvøroyri, sigur, at hóast ongin oljuhavn verð- ur á Drelnesi enn, verður avtalan við Norserv ikki rørd og felagið kemur so- statt at hava rætt til økið fram til 2010. Borgarstjórin sigur, at verður ætlaði Hovstunnilin gjørdur í neðra, roynir Tvøroyrar Kommuna at fáa grótið úr tunlinum at fylla upp við framvið Drelnesi og úteftir, so har fæst eitt veldugt økið til havnar- pláss. – Sostatt skuldu umstøð- urnar hjá eini møguligari oljuvinnu bara batna, men skuldi tað verið, ber eisini møguligt at hava okkurt annað virksemið á økinum. Men tað má so vera í sam- ráð við Norserv. Henrik Thomsen í Nor- serv sigur, at teir ætla fram- vegis at hava økið tøkt til oljuvinnu. Men nú onki sær út til at henda í bræði, er ikki ætlanin at økið skal liggja deytt. Norserv arbeiðir nevni- liga við at fáa okkurt annað virksemi á økinum. Hann sigur, at tað er ov tíðliga at siga, hvat tað er, men talan er um virksemi, sum hevur við skipaav- greiðslur at gera og sum kann skapa eitt ávíst virk- semi. – Men er virksemið á økinum, er tað altíð lættari at koma ígongd við olju- vinnuni eisini, skuldi høvið býðst, sigur hann. So ætlanin við oljuhavn- ini er als ikki slept. – Verður meiri virksemi innan leiting, ella verður olja funnin, fara vit at bjóða okkum fram, sigur Henrik Thomsen. Nú verður so dýpt fram- við havnini, men seta oljufeløgini onnur krøv, verður tað tikið upp til tað tíð. Í øllum førum væntar Henrik Thomsen ikki, at slíkar forðingar fara at gera seg galdandi aftur, sum tað gjørdu seinast, eitt nú, at havnin ikki var nóg sterk. Hava góðar vónir Pauli Einarsson á sølustevnu á Tvøroyri um vikuskiftið, har hann sýndi fram. Hóast sáttmálarnir ganga út í summar, hevur hann góðar vónir Drelnes skal brúkast ímeðan tað bíðar À Drelnesi eru tey greið yvir, at har verður ongin oljuhavn við tað fyrsta. Men teir eru framvegis til reiðar og ímeðan teir bíða, er ætlanin at hava annað virksemið á Drelnesi Visti tú hetta um EIMSKIP? Eystara Bryggja, Postboks 100, FO-110 Tórshavn, Tlf. 347000, www.eimskip.fo * at Eimskip er millum tey størstu feløgini í Norðurhøvum * at Eimskip hevur 21 skrivstovur í 11 londum * at Eimskip kring allan heimin veitir breiða tænastu innan flutning sjógvegis, landvegis og loftvegis * at Eimskip siglir úr USA, Canada og Grønlandi til Føroyar * at Eimskip fermir beinleiðis úr Hollandi, Týsklandi, Bretlandi, Danmark, Svøríki og Noregi til Føroyar GREIÐ LEIÐ STEPHANSSONS HÚS, TLF. 31 42 91 C M Y K 7 6