mikudagur 5. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 85 - 5. mai 2004
Nr. 85 - 5. mai 2004
7
Innan fáar vikur verður í
høvuðsstaðnum meira rúm
at seta bilin frá sær í. Tórs-
havnar Kommuna hevur
tikið avgerð um, at parker-
ingspláss skulu gerast á
Skálatrøð, har reingerings-
og strikuliðið í kommununi
heldur til. Tá alt er tikið
niður, skúrar og annað,
verða eini 50 parkerings-
pláss afturat á Skálatrøð.
- Trýstið á parkering
veksur so skjótt í Havnini,
og tað er ringt at vita,
hvussu stórur tørvurin fer
at verða um fimm ár. Men
nýggja parkeringsøkið á
Skálatrøð fer at lætta um
trýstið, sigur Sjúrður Ol-
sen, formaður í teknisku
nevnd í Tórshavnar Komm-
unu.
Reingerings- og striku-
liðið í Tórshavnar Komm-
unu verða tískil flutt, og
skulu tey í framtíðini halda
til í eini høll uppi í grót-
brotinum, sum er undir
Varða.
Arbeitt verður eisini við
at gera eitt parkeringpláss
aftanfyri løgreglustøðina,
og fer hetta arbeiðið at
verða liðugt í summar. Har-
umframt fer Tórshavnar
Kommuna at økja um par-
keringsmøguleikarnar við
at gera parkeringøkið uppi í
brekkuni
beint
undir
Kagganum. Hetta økið
verður klárt í november.
Arbeiðið hjá kommununi
fer at geva fólki upp til 150
parkeringpláss afturat, sum
øll liggja tætt við býin.
hkm
Vandamikil sólkrem
Vanlig sólkrem kunnu hava í sær vanda-
mikil evni, sum verða verandi í kroppinum
í dagavís. Tí er umráðandi at ansa eftir,
hvat tú smyrt á húðina
SUMMAR OG SÓL
Rúna Sivertsen, runa@sosialurin.fo
Húðin er sum ein svampur og tekur í seg nógv meir av
evnunum í sólkremi enn tað, sum granskarar fyrr hava
hildið.
Granskarin og læknin, Helena Gonzales, hevur
kannað, hvussu stóran part kroppurin tekur upp av
vanliga sólkremfiltrinum, benzophenone-3.
Royndarpersónarnir smurdu sólkrem á húðina einar
tvær ferðir um dagin í 5 dagar. Tað vísti seg, at kropp-
urin skilti evnið útaftur í 10 dagar eftir, at givist varð
at nýta kremið.
Tá tú keypir sólkrem, skalt tú ansa eftir, at tað inni-
heldur evnini, zinkoxid og tatanoxid. Hesi evnini sum
verja fyri sólini, eru ikki kemisk og eru tí heldur ikki
skaðilig.
Meira um hetta fæst at vita á www.expressen.se,
undir Helsa og Skønhet.
Soleiðis sleppur tú
av við migrenu
Eftir eini nýggjari amerikanskari kanning
at døma, kann kostískoyti hjálpa fólki, sum
eru plágaði av migrenu
HØVUÐPÍNA
Rúna Sivertsen, runa@sosialurin.fo
Q10 hjálpir kyknunum í kroppinum at framleiða orku,
og granskarar halda, at migrena kemst av, at tað er júst
orku heilakyknunum vantar.
Í kanningini fingu royndarpersónarnir 100 mg Q10
3 ferðir um dagin. 48 prosent av teimum søgdu seg
hava helvtina færri herðindi hesa tíðina.
Læknar vita framvegis ikki, hví summi fólk hava
migrenu. Hesi herðindini av sterkari høvuðpínu kunnu
koma av strongd, óregluligum máltíðum og ov lítlum
svøvni.
Tað finnast í dag fleiri sløg av heilivági fyri
migrenu. Men tað ber eisini til at royna akupunktur
ella ávísar háttir við avslapping.
Tvey onnur sløg av kostískoyti, sum eisini hava víst
seg at hjálpt teimum, sum líða av migrenu eru, magn-
esium og riboflabin (B2).
Philip prinsur
fornermaður
Philip prinsur sat modell hjá einum
kendum listamanni, men fekk eitt sjokk, tá
hann sá úrslitið
KONGALIGT FORNERMILSI
Rúna Sivertsen, runa@sosialurin.fo
Maður Elisabeth drotning av Onglandi fekk ein rætti-
ligan skelk, tá hann sá málningin, sum hann sjálvur
hevði sitið modell til.
Málningurin ímyndaði ivaleyst prinsin, men kanska
ikki sum tann verðinsmannin, prinsurin allarhelst sær
seg sjálvan.
Listamaðurin, Stuart Pearson Wrigth, hevur málað
prinsin naknan upptil, við eini skinflugu á økslini.
Men ein slíkan málning skoytti prinsurin ikki um at
hava hangandi í heimi sínum. Tískil mátti listamaðurin
mála ein nýggjan málning - hesaferð av prinsinum í
fullari mundering.
Kelda: Ekstra Blaðið
Fleiri parkeringspláss í Havnini
Hesir skúrarnir hjá reingerings- og strikuliðnum í Tórshavnar
Kommunu á Skálatrøð skulu takast niður, og økið verður
brúkt til parkering. Tað er Tórshavnar Kommuna, sum
stendur fyri arbeiðinum. Nýggja parkeringsøkið verður klárt
um einar fýra vikur
Føroyingar hava lagt
nýggja, kunnandi
heimasíðu út á al-
nótina. Heimasíðan
eitur www.fishin.fo,
og høvuðstátturin á
síðuni er føroyska
fiski- og alivinnan
FISKIVINNA
Hans Kárason Mikkelsen,
hans@sosialurin.fo
Serfrøðingar hava skrivað
og góðkent alt tilfarið, sum
finst á heimasíðuni.
Málbólkurin hjá nýggju
heimasíðuni eru útlending-
ar, sum á onkran hátt kunnu
hugsast at hava áhuga ella
tilknýti til føroyska fiski-og
alivinnu.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sigur, at hann hevur saknað
eitt slag av høvuðsportali
fyri Føroya land.
- Eg sakni okkurt at vísa
til, tá fólk spyrja, sigur
Bjarni
Djurholm,
sum
heldur, at www.fishin.fo er
eitt stig rætta vegin ímóti
betri kunning um Føroyar.
Sagt verður, at talan er
um upplýsingar, sum eru
neutralir, og at talan ikki er
um propaganda av nøkrum
slagi.
Bjørn Kalsø, sum er
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum, er eisini fegin
um nýggju heimasíðuna,
sum hann metir fer hava
stóran týdning í arbeiðinum
at kunna útlendingar um
ávís føroysk viðurskifti.
- Vit hava brúk fyri onkr-
um at vísa á, tá tað kemur
til umhvørvisfelagsskapir,
sigur Bjørn Kalsø, sum sip-
ar til, at tað gerst lættari at
sleppa undan ósakligum at-
finningum frá umhvørvis-
felagsskapum um til dømis
grindadráp og fiskiskap.
Tað er Annika Wardum
Joensen, sum saman við
Menningarstovuni,
Løg-
mansskrivstovuni, Fiski-
málaráðnum, og Vinnu-
húsinum hevur samskipað
arbeiðið.
Stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, sigur, at
arbeiðið við heimasíðuni er
eitt tekin um, at vit í Føroy-
um taka høvuðsvinnuna í
álvara.
Umframt kunning um
fiski- og alivinnu, gevur
heimasíðan eisini áhugað-
um vitan um grind og
føroyskt grindadráp. Vitj-
andi á heimasíðuni kunnu
eisini finna matligar upp-
skriftir úr bókini “Góður
matur úr sjónum” sum
fiskivinnuskúlanæmingar í
Vestmanna hava lagt til
rættis.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður,
sigur,
at
www.fishin.fo er úrslit av
einum góðum arbeiði.
- Flott, kvalifiserað, og
vísindaliga korrekt. Men
hetta
forpliktar
eisini
stýrisbólkin til at halda
høga støðið, sigur løgmað-
ur um nýggju heimasíðuna
www.fishin.fo.
Tað er Menningarstovan,
sum hevur ábyrgdina at, at
síðan verður dagførd.
Føroysk vitan:
Nýggj heimasíða skal kunna
útlendingar
Tað er Annika Wardum Joensen, sum saman við
Menningarstovuni, Løgmansskrivstovuni, Fiskimálaráðnum,
og Vinnuhúsinum hevur samskipað arbeiðið við heimasíðuni
Flott, kvalifiserað, og
vísindaliga korrekt. Men
hetta forpliktar eisini
stýrisbólkin til at halda høga
støðið, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, um
nýggju heimasíðuna.
Í Noregi eru tvær
fyritøkur, sum fáast
við igulker, og
ætlanin er nú at
kveikja áhuga fyri
igulkerum millum
bøndur, sum hava
jørð oman móti
sjónum
IGULKER
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rogn úr igulkerum er
heimsins næst dýrasti
matur úr havinum. Á
fyrsta plássi finna vit
russiska kaviarin.
Á einum seminari í
Stavanger um igulker er
ætlanin at finna út av, um
áhugi er millum bøndur,
sum hava jørð oman móti
sjónum
í
Rykfylke,
Jæren og Dalene, at
veiða ella ala igulker.
Fýra sløg
Fram við norsku strond-
ini eru fýra ymisk sløg av
ilgulkerum. Vanligasta á
hesi leiðini, er sonevnda
drøbak-igulkerið,
sum
eisini er tað best umtókta
á marknaðinum.
Í Noregi eru tvær fyri-
tøkur, sum virka igulker
til útflutnings. Onnur
fitar villu igulkerini við
tara og fiskaslógvi. Hin
alir igulker. Tey klekja út
yngulin, sum síðan verð-
ur fóðraður í hylum á
landi.
Royndirnar, sum ætl-
anin nú er at gera saman
við bøndrunum í Roga-
landi, eru á byrjunarstigi.
– Vit mugu halda okk-
um til realitetirnar og
taka eitt stig í senn, sigur
ráðgevin, Ketil Fuglestad
við Aftenbladet.
Eisini í Føroyum
Undir kreppuni fyri stív-
liga 10 árum síðan varð
eisini seminar hildið í
Føroyum um igulker, og
eitt nú vóru íslendingar,
sum hava fingist við
igulker, í Føroyum og
kunnaðu
okkum
um
veiði, framleiðslu og
marknaðir.
Óli Jacobsen, formað-
ur í Føroya Fiskimanna-
felag, setti nevnda fund í
Norðurlandahúsinum.
Hann legði fyri við at
spyrja mannfjøldina, um
tey kendu munin á einum
hann og einum hon-
igulkeri. Úr salinum kom
einki svar. Tá ið tøgn
hevði verið eina lítla
løtu, svaraði Óli sjálvur:
Hannurin hevur ein pinn
meira enn honin!
Og tá gjørdist ein rætti-
ligur látur…
Seinni byrjaði ein ávís
veiða eftir igulkerum í
Føroyum, og framleiðsla
av igulkerarognum kom í
gongd í Hósvík.
Men lítið spurdist burt-
ur úr hesi fyrstu føroysku
royndini.
Igulker – heim-
sins næst dýrasti
sjómatur
Rognini úr igulkerum er dýrur matur, men líkt er ikki til,
at tað er so lætt at reka lønandi vinnu við igulkerum
Tað hendi rættiliga
nógv í Nólsoy sein-
asta vikuskiftið. Ikki
færri enn fýra ymisk
uppsløg hingu kring
um í bygdini við
tiltøkum av ymiskum
slagi
TILTØK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tríggir teir elstu flokkarnir
í Nólsoyar skúla, 7., 8. og
9. flokkur, skipaðu fyri
marknaðardegi,
leygar-
dagin, 1. mai. Hetta var til
frama fyri eina námsferð
hjá næmingunum.
Klokkan 14-17 leygar-
dagin var kafé, har tú kundi
keypa candyfloss og popp-
korn. Á skránni var eisini
loppumarknaður og ymisk-
ar kappingar, eitt nú talv-
kapping, pílakast, seym-
sláing og ymisk bóltspøl.
Klokkan
15
skipaðu
næmingarnir fyri tombola
við góðum vinningum.
Á
marknaðardegnum
seldu næmingarnir eisini
lutaseðlar, sum vórðu trekt-
ir seinnapartin leygardagin.
Evangelisk møtir
Fleiri evangelisk møtir
vóru eisini í Nólsoy leygar-
dagin og sunnudagin, og
her var talan bæði um úti-
møtir og møtir í bygdar-
húsinum.
Leygardagin var barna-
møti klokkan 14 og útimøti
í Geilini klokkan 16.
Leygarkvøldið var evangel-
iskt møti í bygdarhúsinum
klokkan 20, og eftir møtið
bjóðaðu
stigtakararnir
kaffi.
Sunnudagin var aftur úti-
møti í Geilini klokkan 14
og evangeliskt møti í bygd-
arhúsinum klokkan 15.30.
Várkonsert
Sunnudagin klokkan 16
skipaði Nólsoyar Sangkór
undir leiðslu av Hilmari
Joensen, lærara, fyri vár-
konsert í skúlanum.
Kórið sang fleiri sangir,
kendar og minni kendar, og
hugtakandi var at hoyra
vøkru kvinnu-og mans-
røddirnar ljóma í fim-
leikarhøll skúlans.
Kórleiðarin,
Hilmar,
spældi fleiri av løgunum á
tangentar, og av og á spældi
Denise Andersson eisini á
guitar afturvið sangi hjá
kórinum. Denise, sum er úr
Ameriku og er útbúgvin
lækni, sang annars við í
kórinum – eisini, tá ið før-
oyskir sangir vórðu sung-
nir.
Væl av fólki var til kon-
sertina, og í steðginum
bjóðaði Nólsoyar Sangkór
te, kaffi og eplakøku.
Ein hugnalig løta í Nóls-
oyar skúla.
Nógv tiltøk í Nólsoy
síðsta vikuskiftið
Nólsoyar Sangkór saman við kórleiðaranum, Hilmari Joensen, aftast og ytst til vinstru. Frammanfyri Hilmar stendur Denise,
sum eisini spældi guitar. Hon syngur við í kórinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Konsertin er liðug, og Nólsoyar Sangkór bjóðar te, kaffi og eplakaku. Við borðið sita Malan Hansen, Alma Poulsen, Hervør
Hansen, og ytst til vinstru situr Richard Jacobsen. Kvinnan, sum situr við rygginum móti myndamanninum, er úr Noregi
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6