týsdagur 23. juli 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
20
Ólavsøkan 2013
T
að sirmar hendan dagin í
juli, tá vit fara framvið í
Herberginum í Havn í fyrr
verandi klubbahølunum
hjá Kagganum. Sirm og í so máta er
dagurin ikki øðrvísi, enn so mangur
annar sirmsummardagur í ár. Vátt
ligur.
Eini tveir mans sita uttanfyri opnu
hurðina. Hava ongan skund.
Inni er eisini friðaligt, men í rúm
inum, har vakthavandi vanliga heldur
til, sita tveir mans og práta. Annar er
leiðarin á staðnum, Martin Kúrberg.
Hann játtar beinanvegin at greiða frá
staðnum, virkseminum, og um stór
vegis broytingar eru at merkja hjá
teimum, tá ólavsøka er.
Ikki stór broyting
Talan er um herberg við gistingum
og við fleiri øðrum tættum eisini.
– Tað eru 11 fastbúgvandi fólk,
sum leiga sær kamar her, greiður
Martin Kúrberg frá, meðan vit seta
okkum til rættis á skrivstovu hansara
við einum kaffikrússi hvør.
– Á ólavsøku royna vit at hugna
um og hava umsorgan, tí hetta er ein
høgtíð, har fólk annars ofta eru sam
an við familju og vinfólki. Men ann
ars er alt sum vanligt her, og broyt
ingin er ikki so stór her – fyri tey
sum her koma, fyri tað um ólavsøku
er, sigur Martin Kúrberg.
Eftir ólavsøku kann koma fyri,
at tað eru fleiri, ið hava brúk fyri
eini song, men ólavsøkan ger ikki so
stóran mun í gerandisligu gongdina
á Herberginum.
Herberg og mangt annað
– Her eru 11 fólk, ið leiga kamar og
eru fastbúgvandi. So hava vit dag
sentur frá klokkan 14 til 17, eftir at
tey fastbúgvandi hava fingið døg
urða. Tá kunnu fólk koma inn og fáa
eina máltíð. Og her koma øll møgu
lig, ikki bert misnýtarar, sigur Martin
Kúrberg.
– Og so býta vit eisini pakkar við
mati út til fólk og familjur, ið ikki
hava til dagin og vegin. Ofta er hetta
síðst í mánaðinum.
Koma eftir mati á nátt
– Talan kann vera um einligar
mammur, ella familjur, har pengarnir
ikki strekkja til, tá nakrir dagar eru
eftir, til løn aftur kemur. Tá gera vit
tað, at vit spyrja hvussu nógv børn
eru í húsarhaldinum, og so fara vit
í kølirúmið eftir kjøtfarsi, breyði og
øðrum, sigur Martin Kúrberg.
– Fólk skammast, og koma eftir
eskjunum, tá ongin sær, ofta seint
á kvøldi ella á nátt, sigur Martin
Kúrberg, og viðgongur, at hetta er
ein táttur av arbeiðinum, ið fólk ikki
hoyra so nógv um í almenna rúm
inum.
Hann hyggur í pappírini á skriv
araborðinum og lesur upp, at í einum
tíðarskeiði herfyri upp á fýra mán
aðar, vórðu 85 eskjur við mati býttar
út til familjur, men hann kemur tó
við varligari ábending um, at helst
var veruliga talið kanska nærri 95
ella 100.
Fáa nógv frá fólki
og fyritøkum
– Hetta er meira enn bert eitt van
ligt herberg við vanligu herbergs
funktiónini, og kanska er tað júst
tí eg eri her, sigur Martin Kúrberg,
leiðari.
– Vit hava nógv fólk og nógvar
fyritøkur, ið eru góð við okkum.
Tey eru góð við Herbergið og lata
okkum vørur. Hetta eru fólk og fyri
tøkur kring alt landið, sigur Martin
Kúrberg.
Hitastovan stendur í gerð uttanfyri
skrivstovuvindeygað.
– Hitastovan verður væntandi
og vónandi liðug til ólavsøku. Hon
skal eftir ætlan vera opin tá, so fólk
kunnu koma innar at seta seg, fáa ein
kaffikopp og okkurt annað, hyggja at
sjónvarpi, ella bara fáa hvíld og hita,
sigur Martin Kúrberg.
Tey aftastu í røðini
– Seinni er ætlanin at fáa knýtt
fleiri fakfólk afturat virkseminum í
húsinum. Eg síggi fyri mær ein depil
fyri tey, sum standa aftast í bíðirøðini,
og sum detta burtur ímillum í sam
felagnum. Tað er visjónin, greiðir
Martin Kúrberg frá.
Fjøltáttað
– Her eru bæði skipsførarar, og annað
Tað eru kanska ikki øll sum vita tað, men Herbergið hjá
Frelsunarherinum í Havn virkar á fleiri økjum. Har er herberg, har
eru eisini fastbúgvandi fólk, ikki øll eru misnýtarar, og eisini verður
matur koyrdur út til familjur í okkara samfelag, ið ikki eiga mat
til børnini teir síðstu dagarnar í mánaðinum. Har er dagtilhald, og
á ólavsøku er nýggja hitastovan væntandi klár at taka í nýtslu
orð og mynd: Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo
Herbergið
annað enn
bara herberg
» Á ólavsøku royna vit at
hugna um og hava umsorgan,
tí hetta er ein høgtíð, har
fólk annars ofta eru sam
an við familju og vinfólki«