Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 53

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 21 Ólavsøkan 2013 gott fólk. Felags er, at einastaðni á leiðini hava tey fingið eitt knekk, sigur Martin Kúrberg. – Men skulu vit ikki fara ein túr runt í húsinum at hyggja, so tú sært hvussu her sær út?, sigur Martin. Vit fara. Koma fyrst til eind, har kømur eru til fastbúgvandi. Upp trappurnar.Á loft­inum eru kømur og eisini ein lítil stova við sofum og lítlum køki. Út­sýnið yvir Havnina og Nólsoyar­ fjørð er einastandandi í stóra kvist­ vind­eyg­anum. So eru onnur rúm í miðhæddini, ið meira eru í herbergsdeildini. Vit hyggja innar, har er song, borð og ymiskt annað. – Tá fólk koma innar, kemur ofta fyri, at tey ikki eru so væl fyri og klædna­vask og bað eru kærkomin. Tá fólk eru farin í song, so tekur vakt­ havandi náttarvaktur ofta klæðini og vaskar og turkar tey um náttina, so tey eru klár og rein at fara í næsta morg­un, greiðir Martin frá. Beint hinumegin á gongini er stórt brúsurúm, ið eisini er tókt, tá fólk vakna á morgni. Vit fara niður trappurnar, ið áður leiddu niður í dansihølini. Nú koma vit til kømur og í stóran matsal, hugna­krók og stóran køk. – Her eta tey fastbúgvandi, og tá tey eru liðug, so verður latið upp og fólk kunnu koma innar at fáa eina mál­tíð, greiður Martin frá, meðan køks­dáman fryntlig heilsar okkum, men stákast, tí nógv er at taka sær av. Vit fara innar í køkin, ið hevur goymslu og frystirúm, ið er á trem­ ur av farsi, eskjum við fínastu fiska­ fløkum frá føroyskum skipum, og breyð frá føroyskum bakarum og mong­um øðrum matvørum. – Nakað av stuðuli fáa vit frá landinum og Tórshavnar Kommunu. Alt hetta hevði tó ikki verið gjørligt, uttan pen­ingin, ið kemur úr Noreg og Frelsunar­herinum har. Soleiðis er tað, sigur Martin – mestsum fyri seg sjálvan, meðan vit fara út bakdyrnar í køkinum og upp í túnið aftanfyri, har hitastovan stendur í gerð. – Her verður eitt stað, har vit eitt­ nú kunnu vaska og taka grind og slíkt upp, um tað kemur fyri, sigur Martin, og vísur á eitt lítið tvíbýtt vaski­rúm, ið er við at taka skap. – Hetta er sjálv hitastovan. Og hóast bert veggirnir standa enn, og tómu vindeygaopini ikki halda hitanum, so gerst alt livandi, tá Martin greiður frá, hvar sofur, sjón­ varp og annað skal verða á hesum av­markaða økinum miðskeiðis í Havnini. Ferðin er at enda, vit taka eina mynd av Martini uttanfyri úthurðina til Herbergið, meðan ein vitjandi á bonk­inum uttanfyri dyrnar fær eina vinarliga ávaring um, at fer hann ikki innum eina lítla løtu, so kemur hann við á myndina. Mótbrekka Visjónin um ein depil fyri tey, ið standa aftast í bíðirøðini, og sum detta burt­ur ímillum, ljóðar sum bergmál fyri oyrunum, tá nøsin verður vend om­an aftur í blaðhúsið. Við øllum tí arbeiði, ið longu verður gjørt á hasum matrikul­nummarinum, so er longu meira talan um veruleika, enn eina visjón, men komast kann sjálvsagt altíð longri og nærri málinum. Brekkan oman frá Herberginum tykist óivað ofta tung, tá gingið verður niðaneftir, hugsi eg, tá eg komi í Steinatún, og ikki sleppi undan at ganga framvið nøkrum teirra, ið óivað eru glað fyri Frelsunarherin og Herbergið. Og fyri skipsførararnar, ið mangan brattan hava farið, og hini brotn­aðu góðu fókini, liggur brekka niðan til Herbergið fyri framman, tá dagur aftnar. Og síðstu orðini hjá Martini, inn­ an vit søgdu farvæl, renna framfyri meg: – Her minni eg altíð fólk á um morgunin, at skiljast í sátt og semju, og í góðum vinalag, tí hetta er lívið á eggini, og vit vita ikki hvønn vit síggja aftur, tað vita vit av royndum. » Tá fólk koma innar, kemur ofta fyri, at tey ikki eru so væl fyri og klædna­vask og bað eru kærkomin. Tá tey eru farin í song, so tekur vakt­havandi klæðini og vaskar og turkar tey – Fólk skammast, og koma eftir eskju­num, tá ongin sær, ofta seint á kvøldi ella á nátt, sigur Martin Kúrberg, og viðgongur, at hetta er ein táttur av arbeiðinum, ið fólk ikki hoyra so nógv um í almenna rúm­inum