Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · juli 22 Ólavsøkan 2013 Soleiðis siga tær seks um ólavsøkukabarettina í ár. Og sum ikki einaferð, so kemur ikki alt upp á pláss fyrr enn í seinastu løtu Í ár er hon ikki við á pallinum, men kann heldur ikki heilt halda fingrar­ nar burtur. Tjóðhild Patursson var upprunaliga ein av the Magnificent Seven, men orsakað av Ýr, lítlu dóttrini, ber ikki til at standa á palli í ár. So Tjóðhild er í staðin framleiðslustjóri. – Tað er í lagi at standa atan fyri og hyggja at, men tað kriplar tó at sleppa á pall, sigur Tjóðhild Paturs­ son. Hon heldur, at tilfarið er ógvuliga gott til ársins ólavsøkukabarett. – Vit hava havt ein koreograf við í venjingini í ár. Talan er um Kristinu Ougaard Sørensen, og tað ger alt eitt sindur meira professionelt. Men sketsjirnar broytast eitt sindur alla tíðina, sigur Tjóðhild Patursson. Tað er ikki alt komið upp á pláss enn. – Vit vita ikki enn, hvussu langt tilfarið strekkir, men vit hava tosað um, at kabarettin skal vara í ein tíma og eitt korter, sigur Tjóðhild Paturs­ son. Sum hini árini so væntar fram­ leiðslustjórin, at onkur sketsj verður strikað í síðsta enda. – Tað kann væl vera, at onkur sketsj, sum vit hava vant frá byrjan av, verður strikað í ellivinta tíma, sigur Tjóðhild Patursson. Fram til mánadagin hava tær vant einsamallar, men á miðdegi mána­ dagin komu tónleikararnir eisini upp í venjingina. – Hetta eru somu tónleikarar, ið vit høvdu við í bæði 2008 og 2010, og nú teir koma at venja við, verður venjingin heilt ørðvísi, sigur Tjóðhild Patursson. Eingin kabarett í fjør Tey byrjaðu heilt tíðliga at hugsa um kabarettina í ár. – Vit tosaðu saman í fjør, tá eingin kabarett var, og vit hidu, at tað var ov vánaligt. Tí gjørdu vit longu tá av, at vit skuldu taka okkum av ólav­ søkukabarettini í ár, sigur Tjóðhild Patursson. Kabarettirnar, sum tær sjey hava gjørt saman, hava ongantíð havt annað navn, enn ólavsøkukabarettin. Tað hevur bara verið soleiðis. Og sum vit kenna til, verður ikki heilt klárt, hvussu verður við kabarettini, fyrr enn dagin fyri ella sama dag sum frumsýningin er, sigur Tjóðhild Patursson. Flestu búnarnir eru komnir upp á pláss. – Men onkur er eftir at seyma enn. Eisini skal nakað av pallinum smíðast, men tað kemur alt upp á pláss, kanska í seinastu løtu, sigur Tjóðhild Patursson. Sketsjirnar broytast alla tíðina, og tað er ikki til at siga, hvussu tær fara at síggja út til endans. – Tað verður spennandi at síggja, hvussu alt hongur saman, tá tón­ leikararnir verða við. Vit hava umleið 15 sketsjir og 5-6 sangir, ið strekkja seg heilt frá rappi til vísukend løg, sigur Tjóðhild Patursson. Ætlanin er, at kabarettin skal vara í fimm korter. – Fólk skulu koma í Sjónleikarhúsið at flenna í ein góðan tíma, og so fara út aftur í ólavsøkuna, sigur Tjóðhild Patursson, sum altso í ár fungerar sum framleiðslustjóri. Ólavsøkukabarettin: Speirekandi stílfull og skemtilig FAKTA Leikarar: Barbara Hentze í Stórustovu Durita Dahl Andreassen Lisa í Dali Mariann Hansen Marita Svartá Rakul Thomsen Leikstjóri: Súsanna Tórgarð Framleiðslustjóri: Tjóðhild Patursson Tónleikarar: Andreas Dalsgaard Bjartur Dal-Christiansen Hilmar Kass Jan Jensen Tróndur Olsen Koreografur: Kristina Ougaard Sørensen Búnar og rekvisittir: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard Ljós: Súni Joensen Ljóð: Tomas B. Nowack Pallur: Súni Joensen Leikrit: Leikhópurin Súsanna Tórðgarð Jákup Veyhe Leo Poulsen Mariann Hansen, Durita Dahl Andreassen, Rakul Thomsen og Barbara Hentze í Stórustovu í sketsjini, Bad Mynd: Álvur Haraldsen