týsdagur 23. juli 2013síða 56
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · juli
24
Ólavsøkan 2013
M
angir ólavsøkugestir
munnu kátir kenna til í
fríggingarmyrkrinum,
sum legst yvir Havnina
náttartímarnar. Í øllum førum verð
ur væl drukkið av tí rúsandi drykki
um ólavsøkuna, av veikum og av
sterkum. Men drekkingarlag føroy
inga broytist eisini, vísa sølutøl Rús
unnar.
Hagtølini, vit hava fingið frá
Rúsdrekkasølunu eru fyri juli mán
að, fram til ólavsøku. Tískil telur eitt
nú G!-festivalurin eisini við í sølu
tølunum, og fyrivarni skal sjálvandi
takast fyri tí.
Akvavitt fyri
allar pengarnar
Sigast má, at nógvir snapsar verða
skonktir á ólavsøku. Er tú ein teirra,
ið smakkar tær á onkuntíð, kemst
illa uttanum at tær verður bjóðað
ein snaps ella báðar tveir ólavsøku
dagarnar. Vanligasti snapsurin plagar
at vera ein danskur Aalborg Akvatitt,
tó at føroyingar eisini eru farin at
bjóða seg fram við sterkum løgi
og snapsi. Tað fara eisini rættiliga
nógvar fløskur av akvatitt um borðið
hjá Rúsdrekkasølu Landsins upp
undir ólavsøku.
Seinastu tvey árini hevur Rúsan
selt umleið 22.000 til 24.000 litrar av
spiritus í juli mánaði fram til ólavsøku.
Herav eru einir 10.000 litrar av vodka
og 4.500 litrar av akvavitt. Umrokna
vit hetta til stórar snapsafløskur, fara
heilar 6400 stórar fløskur av akvavitt
um søludiskin hjá Rúsuni upp undir
ólavsøku. Samsvarandi er talan um
einar 14.280 fløskur av vodka.
Meira vín og minni øl
Drekkingarmynstur føroyinga
broytist eisini spakuliga. Aðrir og
nýggir siðir taka seg upp, og so
er eisini viðvíkjandi ólavsøkuni,
sum fyri mong annars er merkt av
traditiónum. Eitt nýtt fyribrigdi er, at
vín í dag er meira vælumtókt aftur
við ólavsøkudøgurðanum.
– Tað er blivið nógv meira vanligt
at síggja vín á borðunum á ólavsøku,
sigur Rúni Herup Olsen, Innkeyps
leiðari hjá Rúsdrekkasølu Landsins,
og greiðir víðari frá, at sølan av víni
er støðugt vaksandi.
Hagtølini frá Rúsuni vísa, at
seinastu tvey árini hava tey selt um
leið 35.000 litrar av víni, og at sølan
er støðugt vaksandi.
Samstundis verður minni selt av
øli. Í øllum førum frá Rúsdrekkasølu
Landsins, hagani hesi hagtølini stava.
Seinastu tvey árini hevur Rúsan selt
millum 110.000 og 120.000 litrar av
øli, svarandi til góðar 12.000 kassar
ella kartengur við 30 fløskum ella
dósum í hvørjum.
Tað hongur tó eisini saman við, at
tað nú er vorðið meira vanligt at fólk
keypa sær øl og cider niðri í býnum,
har tað er møguleiki at fáa skonkt sær
eitt glas á nøkrum útisølustøðum.
– Tú sær jú næstan ongan ganga
við einari ølfløsku niðri í býnum á
ólavsøku longur. Tey flestu keypa sær
upp í eitt plastikkbikar á
teimum støðum, har hetta
er møguligt, og tað sæst
sjálvandi aftur á okk
ara sølutølum, sum eru
støðugt minkandi við
víkjandi útsøluni av øli,
greiðir Rúni Herup Olsen
frá.
Leggjast skal tó afturat,
at sølan av øl og cider úr
sølustøðunum hjá Føroya
Bjór og Okkara er ikki við
í hesum tølunum.
Ein annað jaligt hjá
árin av hesum er, at tað
er vorðið alsamt longri
ímillum tær brotnu øl
fløskurnar, sum mangan
hava dálkað vegir, tún
og garðar í Havn á ólav
søku.
Á ólavsøku kemst sjáldan á gátt ella til borðs
uttan at tú fær bjóðað ein snaps. Tilsamans
fara 4.500 litrar av akvavitti um søludiskin
í Rúsuni upp til ólavsøku. Samstundis
keypa vit meira vín og minni spiritus
6400 fløskur við snapsi
Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo
Sølan Juli 2011 og 2012
Vín: 35.000 litrar (vaksandi)
Spiritus: 22.000 – 24.000 litrar (minkandi)
Øl: uml. 110.000 – 120.000 litrar (minkandi)
Mangur snapsur verður
skonktur á ólavsøku.
Leysliga mett er talan um
225.000 smáar snapsar (2
cl) av akvavitti, sum verða
skolaðir niður á ólavsøku