mikudagur 5. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
13
Tað norska Norðsjóv-
ar olju ævintýrið átti
eftir bókini at verið
liðugt men nýggj
tøknifrøði hevur ferð
aftan á ferð víst at
olju- og gasskeldur-
nar eru størri enn
mett varð – sam-
stundis sum útvinn-
ingar ratan er økt
OLJA & GASS
Búi Tyril,
tyril@PRnewsMedia.com
Tann stóri slóðbrótarin í
Norðsjóvar oljuni, ameri-
kanska oljufelagið Conoco-
Phillips fær framvegis góð-
an vinning burtur úr Eko-
fisk og øðrum feltum um
somu leiðir, hóast tað nú
eru liðin meira enn 30 ár
síðani framleiðslan kom í
gongd har. Aftan á stórar
undirmetingar av olju- og
gassnøgdunum í umráð-
num, eru spádómar fleiri
ferðir gjørdir til skammar
av nýggjum og óvæntað
fundum, væl hjálpt av
nýggjari tøknifrøði sum
hevur
kunnað
hækkað
útvinningar ratuna í fram-
leiðslufeltum.
Mett út frá framleiðslu
operatørskapi er Conoco-
Phillips Norge triðstørsta
oljufelag í Noreg. Felagið
er operatørur í sjey fram-
leiðslu loyvum og eigur lut
í 25 øðrum loyvum á tí
norska landgrunninum. Í
1969 fann felagið tað gi-
gantiska Ekofisk feltið og
framleiðslan har kom í
gongd í 1971. Enn tann dag
í dag er Ekofisk ein tann
størsti framleiðarin á tí
norska landgrunninum. Í
1980 vóru sjey felt í fram-
leiðslu á Ekofisk leiðunum
og tað áttanda, Embla, kom
afturat í 1993.
ConocoPhillips
fór
í
1998 undir framleiðslu av
olju og gassi gjøgnum Eko-
fisk II, ein risastór ný-
útbygging av tí upprunaliga
Ekofisk Komplexinum.
»Nýútbyggingar
hava
spart munandi upp á rakstr-
ar útreiðslur,« sigur Lars A.
Takla, stjóri í Conoco-
Phillips Norge. »Ekofisk II
fer at gera okkum før fyri at
framleiða við vinningi í tí
norska partinum av Norð-
sjónum fram til í minsta
lagi 2028.«
Spræna vatn og víðka
Tað Størra Ekofisk Økið
norsku megin markið be-
stendur nú av fýra fram-
leiðslu feltum: Ekofisk,
Eldfisk, Embla og Tor.
Meira enn 10 prosent av
Noregs samlaðu olju- og
gassframleiðsu kemur hað-
ani.
Í 1987 varð farið undir
stór verkevni við innspræn-
ingum av vatni á Ekofisk
feltinum og í 2000 varð
somuleiðis farið undir hetta
á Eldfisk feltinum.
»Hvønn dag verður mót-
svarandi næstan ein millión
tunnur av vatni sprænt inn í
olju- og gasskeldurnar í tí
Størra Ekofisk Økinum,«
greiðir Lars A. Takla frá.
»Hendan innspræningin av
vatni í reservoir’ini er høv-
uðs orsøkin til ta positivu
gongdina við tilfeingi og
framleiðslu
tey
seinnu
árini.«
Í fjør varð so Ekofisk
Growth verkætlanin góð-
kend av myndugleikunum.
Hendan verkætlan umfatar
ein nýggjan keldupall, bor-
ing av 25 brunnum og øk-
ing í framleiðslu orkuni fyri
alt feltið. Verkætlanin skal
betra útvinngar ratuna frá
Ekofisk enn einaferð.
»Aktuellar langtíðar út-
rokningar yvir tilfeingið í
Ekofisk
reservoir’inum
vísa 8,7 milliardir tunnur,
harav 6,9 eru olja. Í 1971
varð hildið at 21 prosent av
tí tá metta reservoir virði-
num (roknað í olju) varð út-
vinningarført. Ídag verður
útvinningar ratan fyri Eko-
fisk feltið mett til 46 pro-
sent og hetta kann hugsast
at koma at hækka enn
meira. Higartil hevur feltið
framleitt meira enn 2,5
milliardir tunnur, harav 1,7
milliardir tunnur olju.«
Næststørsta felt í Størra
Ekofisk Økinum er Eld-
fisk. Støddin á tí reser-
voir’inum verður mett til
umleið ein triðing av Eko-
fisk reservoir’inum.
ConocoPhillips hevur ein
35,1 prosent lut í Ekofisk
Komplexinum og er opera-
tørur har vegna Conoco-
Phillips Norge. Felagið eig-
ur eisini lut í øðrum milli-
ard-tunnu
framleiðandi
feltum í tí norska partinum
av Norðsjónum; millum tey
mest týðandi teljast Heid-
run, Statfjord og Troll.
Størsti foredlari
Men Lars A. Takla hevur
eitt hjartasuff um skattin.
Hann meinar at tann sokall-
aði ‘serligi skatturin’ sum
Noreg leggur á oljufeløg
hevur eina negativa ávirkan
á menningina. Feløgini
rinda fyrst vanligan parta-
felagsskatt upp á 28 prosent
av øllum vinningi og har-
afturat 50 prosent av inn-
tøkunum frá olju- og gass-
framleiðslu.
»Trupulleikin er at hetta
hindrar serliga tey minnu
feløgini í at mennast… Tað
er ikki natúrligt hjá nøkrum
at taka óneyðugar váðar á
seg, og hetta er ikki minst
galdandi fyri smærri feløg.
Úrslitið av tí ‘serliga
skattinum’ kann gerast at
øll vilja halda seg meira til
tað trygga og gera minni
við nýskapan - og tað kann
so aftur føra til at menning-
in gerst minni.«
ConocoPhillips vísa seg
at gera nógv fyri at effek-
tivisera í rakstrinum, sum
tað framgongur av teimum
íløgdum felagið hevur gjørt
í eitt Onshore Drilling Cen-
ter uttan fyri Stavanger. Her
kunnu verkfrøðingar, jarð-
frøðingar og onnur sita við
væl uppkobblaðar teldur og
fylgja arbeiðinum live á
fleiri boripallum í senn,
millum annað við hjálp av
videomyndum. Harafturat
er eitt visualiseringarrúm ið
ger tað lætt at upp á sera
stutta tíð analysera aktuell-
ar við hollari visuellari
hjálp afturvið.
»Vit arbeiða miðvíst við
at minka talið á fólki úti á
pallunum so nógv sum
møguligt,« sigur Lars A.
Takla. »Málið er at skapa
upplivilsið av at vera á
boristaðnum
gjøgnum
nýtslu av standard nútím-
ans visualiseringar og sam-
skiftis tøknifrøði. At lata
tøknifrøðina fáa fólk at arb-
eiða saman í einum veru-
liga integreraðum teami.«
ConocoPhillips
kallar
seg eitt ‘altjóða, integrerað
orkufelag’ og er sum slíkt
triðstørst í USA, roknað
eftir marknaðar kapitaliser-
ing, prógvaðum goymslum
av olju og gassi og fram-
leiðslu; felagið er størsti
foredlari av olju og gassi í
USA. Á heimsstigi, millum
fyritøkur ið ikki eru kon-
trolleraðar av stjórnum,
hevur ConocoPhillips átt-
andu
størstu
prógvaðu
goymslur av olju og gassi
og er heimsins fjórð størsti
foredlari.
Felagið hevur høvuðs-
støð í Houston, Texas, og
hevur virksemi í meira enn
40 londum. Tilsamans um
39.000 fólk hava starv hjá
ConocoPhillips og ognir
felagsins
eru
sambært
ársroknskapin verdar um-
leið 530 milliardir krónur.
Tann samlaða netto sølan
liggur í krónum um 28
milliardir árliga, og felagið
er listað á New York Stock
Exchange.
Tey fýra høvuðs virksem-
is økini hjá ConocoPhillips
eru: leiting eftir og fram-
leiðsla av kolvetni; fored-
ling, marknaðarføring, veit-
ing og flutningur av kol-
vetni; samling, prosessing
og
marknaðarførsla
av
natúrgassi; framleiðsla og
distributión av kemikalium
og plastum.
Í
Norðurlondum
og
nógvastaðni í Europa er
ConocoPhillips
alment
kent gjøgnum bensinstøðir
undir merkinum Jet.
Smedvig vinnur
milliarda sáttmála
frá Shell men vil eis-
ini gjarna koma aft-
ur til nýggjar av-
bjóðingar á tí før-
oyska landgrunni-
num
FRÁLANDAVINNA
Búi Tyril,
tyril@PRnewsMedia.com
Norske Shell og Smedvig
hava undirskrivað eitt
ætlanarskjal um uppgáv-
ur til boriskipið West
Navigator við gassfeltið
Ormen Lange í Norska
Havinum, upplýsir Smed-
vig. Uppgávan umfatar
boring av átta djúpvatns
brunnum á umleið 900
metra dýpi, við optiónum
upp á fýra brunnar aftur-
at. Sáttmála virðið í tí
tryggjaða partinum av av-
taluni er mett til umleið
1,1 milliard krónur. Arb-
eiðið skal eftir ætlan
byrja í seinnu helvt av
2005. Boritíðin fyri tann
tryggjaða partin av avtal-
uni er mett til 740 dagar,
meðan tíðarskeiðið fyri
optiónirnar kann vara upp
til eitt ár.
»Sáttmálin við Shell
tryggjar West Navigator
langtíðar arbeiði og stað-
festir
positiónina
hjá
Smedvig innan djúpvatns
boring í harðførum um-
hvørvi,« viðmerkti Kjell
E. Jacobsen, Chief Exe-
cutive Officer, Smedvig.
»Hesin sáttmálin er eitt
týðandi stig í langtíðar
menningini av Smedvig,«
legði hann afturat.
Smedvig er ein frá-
landa boriveitari við høv-
uðsstøð í Stavanger. Fel-
agið veitir boring og
keldu tænastur í Norður
Atlantshavi og í Suður-
eystur Asia, og hevur ein
flota upp á tríggjar ný-
mótans boripallar um-
framt eitt boriskip og
tíggju atstøðupallar.
Smedvig er ikki heilt
ókent í Føroyum í og við
at boriskipið West Navi-
gator hevur royndarborað
her. Tað er heldur ikki
óhugsandi at West Navi-
gator verður leigaður
hendan vegin av nýggjum
tá royndarboringar byrja
aftur.
»Føroyar eru eitt ótrú-
liga spennandi umráði,«
segði Hilde Waaler, ið er
Public Relations Mana-
ger hjá Smedvig, við
Sosialin. »Avbjóðingar-
nar eru harðar bæði hvat
jarðfrøði og veðri viðvík-
ur, og tað hóskar til okk-
ara førleika.«
ConocoPhillips kann vinda pening
úr Ekofisk fram til 2028
Visualiseringar útbúnaður ger tað möguligt at skjótt fáa eina
mynd av einari aktuellari stöðu hvar enn í heiminum tað skal
vera.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
West Navigator skal bora
við Ormin Langa
Hilda Waaler, Public
Relations Manager,
Smedvig.
Foto: Maria Olsen /
PRnewsMedia.com
Við Onshore Drilling Center kunnu ConocoPhillips fjarstýra stórum pörtum av arbeiðinum á
boristöðum.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
13
12