mikudagur 5. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 85 - 5. mai 2004
Nr. 85 - 5. mai 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Á Krossmessu, mánadagin 3. mai, fylti Jógvan Joensen
í Svínoy 80 ár. Tey, sum frá 60 unum og til fyrst í níti
árunum komu til Svínoyar munnu komast við mannin,
sum var á støð og tók ímóti postbátinum, um tað so var
á Eiðinum ella í Víkini og í logn, ella tá ið náttúran vísti
seg frá einari heilt aðrari síðu.
Jógvan er svínoyingur, og hann hevur alla sína tíð
búð í Svínoy. Foreldrini vóru bæði úr Svínoy - Anna og
Jóannes, sum var bóndi í Heimistovu. Tey fingu sjey
børn. Jógvan var elstur og góðar fýra mánaðir yvir
níggju ár, tá ið yngsta systurin varð fødd. Anna doyði
longu 23. oktober í 1944. Fyri Jóannes og børnini kom
tað væl við, at systir hansara Jóhanna og systkinabarn
hansara Frida - tær vóru báðar ógiftar - vóru í
Heimistovu og tóku sær av bóndahúsinum og hjálptu
honum við børnunum. Jóannes doyði 2. páskakvøld í
1960, sum var 18. apríl.
Jógvan kom til mans undir krígnum. Tá var nógvur
útróður í Svínoy, og Jógvan var eisini nakrar túrar við
trolara seinnu krígsárini. Tað var við Skálabergi, sum
Mortan í Hvannasundi førdi. Nógvu tey fyrstu árini
eftir kríggið var hann skipsmaður. Hann var við
Streymoynni, sum Líggjas hjá Sørini førdi, við Barmi,
sum Palli Bjartalíð førdi, Dragabergi, sum Jóannes hjá
Dáva førdi og seinni eitt skifti við Sjúrðarbergi, sum
Martin í Sundi førdi. Miðskeiðis í fimti árunum róði
hann út í Klaksvík við Glottanum hjá Josiasi Matras.
Jógvan giftist 18. september í 1955 við Irenu. Hon
var ættað av Kirkju - dóttur Sunnuvu og Zakarias á
Deild og hevði lært til sjúkrasystir í Klaksvík. Tey bæði
búsettust í Svínoy, og har vóru tey við til at mynda
bygdina og bygdarlívið í eitt langt tíðarskeið. Jógvan
var bóndi í Heimistovu og hevði ábyrgdina av
Strandferðsluni, og Irena var sjúkrasystur. Hon var
bygdarráðsformaður eitt skifti, og tá ið tað kom har til,
at allir hinir handlarnir, sum høvdu verið í bygdini,
høvdu latið aftur, fór hon at handla. Tá ið ein bygd er
komin har til, at eingin skúli og eingin handil eru, er
bygdin illa fyri, plagdi hon at taka til.
Irena og Jógvan eiga fýra børn. Jóannes býr í
Norðdepli, Símun Gutti býr í Svínoy, Jóhanna býr í
Hoyvík, og Súsanna býr í Jyllandi. Barnabørnini eru
ellivu. Tað var ein stórur smeitur hjá Jógvani og
familjuni, tá ið Irena gjørdist sjúk og andaðist 30.
desember í 1992.
Føðingardagin helt Jógvan í Svínoy, har familjan var
saman við honum. Nú kempu aldurin er náddur, er
arbeiðsdagurin ikki so langur, sum hann plagdi at vera,
tá ið fjós og postur og bøur og hagi og aftur fjós skuldu
passast hvønn einasta dag, og tað var neyðugt at fara
yvir um Fjøll og niðan í Grønuna.
Tá ið Jógvan var barn, og Hjalmar Hátún var lærari í
Svínoy, vóru fleiri enn fjøruti skúlabørn, og tað var
nógv fólk í hvørjum húsi. Nú er tað soleiðis, at tað um
vetrarnar og úr gomlu Heimistovuhúsunum ikki sæst á
nakað hús, sum tað er ljós í, og í skúlanum er myrkt.
Jógvani dámar kortini best at vera í Svínoy. Hann
fylgir við í samfelagsviðurskiftum og eygleiðir náttúr-
una soleiðis, sum hann altíð hevur gjørt. Nú fer tjaldrið
at hava fult reiður, og tað verður ikki so leingi, inntil tað
enn eina ferð fer at bera til at telja æðuungarnar, sum
flóta niður fyri lendingini saman við stoltu mammuni,
ið roynir at verja síni. Og tá ið tann tíðin er farin, verður
tað aftur heyst og vetur, og tá verður úr stovuvindeyg-
anum illveðursdagar hugt eftir, hvussu langt niðan
øgiligu óløgini skola, tá ið lágættaródnarveðrið stendur
inn í Víkina.
Árið og skiftingarnar millum ljós og myrkur, stilli og
lýkku og ódn og kulda eru sum lívið og lívsumstøð-
urnar. Jógvan veit um tað alt at siga. Nú gleðist hann
um børn og svigerbørn og barnabørn, og vit ynskja
honum hjartaliga tillukku og Harrans signing og
nærveru, nú sólin er komin langt vestur á luftina.
JH
Rætting
Í grein í "Nøvn í vikuni" leygardagin 1. mai, um lista-
framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, stóð at lesa, at Wilhelm
Andreasen var ein av næmingunum á Hoyvíkar Lista-
skúla, tað var sjálvandi ikki rætt. Wilhelm Andreasen, ið
sjálvur er listamaður, varð boðin við sum gestur at sýna
fram sínar akvarellir. Hann hevur javnan listaframsýn-
ingar, og prýðir hann t.d. permuna á Vágakalendaranum,
teknar til søgubókina Skýmingarløtuna og hevur útgivið
fleiri postkort við egnum tekningum.
Dagurin
5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskupur
í Hildesheim. Týskt navn, samansett av orðunum fyri
Guð og harður.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Niclas Petur D. Niclassen
ættaður av Velbastað, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. mai, 73 ára gamal.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum
mikukvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður hósdagin 6. mai
úr Vesturkirkjuni kl. 13.00.
Kona, synir og svigardøtur,
Tina, Ann-Bjørg, Niclas Petur, Jóhanna og Svend
Jógvan Joensen í Svínoy 80 ár
Fríðálvur
Bjarkhamar 60 ár
Í dag fyllir Fríðálvur Bjark-
hamar, sum er ættaður úr
Vági og búsitandi í Keyp-
mannahavn, 60 ár.
Fríðálvur fór til skips.
Tað var vegurin hjá honum
sum hjá so mongum. Men
hann ætlaði annað enn bara
at vera fiskimaður. Vildi
sleppa víðari út í heim, og
fór tí á navigatiónsskúla.
Í 1965 tók hann stýri-
mansprógv og fór at sigla
hjá Mærsk. Har helst hann
fram eisini eftir, at hann
seinni
tók
skipsførara-
prógv. Í 1971 skifti hann
reiðarí og fór í Grønlands-
sigling.
Í 1979 skifti Fríðálvur
hýru og fór at loðsa fyrr-
verandi starvsfelagarnar í
donskum farvatni. Hann
byrjaði sum loðsur uttan
fyri Ålborg og fór seinni til
Keypmannahavnar at verða
loðsur.
Nú hann fyllir 60 ár, hev-
ur hann samstundis eisini
verið loðsur í 25 ár. Og av
hesi fjórðingsøldini hevur
hann verið loðsformaður í
tey 12 árini. Fríðálvur er í
dag í starvi hjá Sundet
Lodseri í Keypmannahavn.
Fríðálvur er giftur við
Tove, sum er donsk. Tey
fingu tvey børn, son og
dóttir. Sonurin doyði í 1988
18 ára gamal av ferðslu-
vanlukku.
C
M
Y
K
13
12
Millum høvuðshendingar-
nar í farnu viku, var kunn-
gerðin av amerikanska bú-
skaparvøkstrinum í 1. árs-
fjórðing. Væntað var, at
árligi vøksturin í ársfjórð-
inginum fór at verða 5,0%
men hesin gjørdist einans
4,2%; tó 0,1% meira enn í
4. ársfjórðingi í fjør. Hóast
talið gjørdist lægri enn
væntað, er kortini eingin ivi
um, at búskapurin í USA
nú veruliga hevur funnið
stevið aftur. Kunngjørt varð
samstundis, at prísvøkstur-
in er hækkandi í USA.
Bjartskygnið í USA er
eisini hækkað farnu vik-
una. Slíkar bjartar kunn-
gerðir umframt ábendingar
um at prísvøksturin er
hækkandi, eru høvuðs-
orsøkirnar til, at rentur í
seinastuni eru hækkaðar;
seinasta mánaðin er eitt nú
rentan á 10-ára danska
statslánsbrævinum hækkað
úr 4,00% í 4,36%.
Sum heild hava búskap-
arligu uppgerðirnar verið
positivar seinasta mánaðin,
hóast útlitini fyri bert ein-
um mánaða síðani vóru, at
næsta rentuhækkingin í
USA ikki skuldi væntast
fyrr enn í heyst ella vetur,
hevur gongdin í búskapar-
ligu uppgerðunum broytt
hesa mynd. Sannlíkt er nú,
at rentuhækkingin verður
framd í summar.
Av júst hesi orsøk verður
høvuðshendingin
hesa
vikuna í dag týsdagin, tá
tjóðbankin í USA hevur
rentufund. Teir fara ikki at
hækka rentuna, men heims-
ins fíggjarmarknaðir fara
neyvt at halda eyguni eftir
hvat
formaðurin
Alan
Greenspan fer at siga í sam-
band við fundin. Eisini
stóra mánaðarliga arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin, ið
verður kunngjørd Dýra-
biðidag, verður sera áhuga-
verd. Um fleiri enn 160.000
arbeiðspláss vóru sett á
stovn í apríl, fara láns-
brævarenturnar at hækka;
annars kunnu hesar rentur
sannlíkt lækka.
Hesar stórhendingar, ið
nevndar eru, fara at fáa
størri týdning fyri parta-
brævamarknaðirnar
enn
roknskaparkunngerðirnar í
næstu viku. Um renturnar
hækka, kunnu partabrøv
lækka, tí hækkandi rentur
tálma í løtuni kursgongdina
hjá partabrøvunum.
Í farnu viku kunngjørdi
Novo Nordisk ein góðan
roknskap, og hesa vikuna
kunngerða
m.a.
TDC,
Danske Bank, Securitas,
S:E:B og Carlsberg.
Týdningarmikil vika fyri framman
Vika 19, 2004
www.kaupthing.fo
Av misgávum var
skeiva talvan og
frágreiðingin frá
Kaupthing komin
í blaðið í gjár.
Vit biða lesaran
halda okkum til
góðar.