hósdagur 25. juli 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Diabetisheildarætlanin kom
í kjalarvørrinum av átaki
num hjá Fólkaheilsuráðnum.
- Eg fór beinanvegin und
ir eina heilsunýskipan so
at fyribyrging skuldi koma
í hásætið, heldur enn at
viðgera, tá fólk vóru blivin
sjúk. Eg eri so komin eftir,
at diabetis er ein hóttan ikki
bert móti føroyingum, men
ímóti øllum heiminum í dag,
sigur Karsten Hansen, lands
stýrismaður í heilsumálum.
Hann setti sær tí fyri,
beinanvegin at gera nakað
við málið.
- Eg setti so frægastu ser
frøðingarnar, vit eiga, at gera
eina heildarætlan, og tað er
hana, eg havi fingið hand
að í dag soleiðis, at politiski
myndugleikin kann fara at
føra út í lívið tey tilmæli, sum
bólkurin er komin til, sigur
Karsten Hansen.
- Tað inniber millum
annað, at fólk í nærsamfelag
num kunnu koma til eftirlit,
soleiðis at sjúkan kann verða
hildin undir eftirliti alla
tíðina, um tú hevur fingið
hana, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin
hevur ikki sæð álitið framm
an udan, og kann tí ikki
úttala seg ítøkiliga um tey
tilmæli, ið arbeiðsbólkurin
hevur sett fram.
- Eg havi jú tosað við hesi
fólkini framman undan í
sambandi við, at arbeiðið
byrjaði, og mín kensla er,
at tað, tey søgdu seg vilja
arbeiða við framman und
an, og hvat teirra íkast fór at
vera, legði upp til, at tað fór
at vera ein rættilig góðska
í tí, tey løgdu úr hondum,
sigur Karsten Hansen.
Tí hevur hann eisini eitt
stórt álit á, at hesi tilmælini
kunnu gjøgnumførast.
Tilmælini sett í verk
Hann undirstrikar, at hann
hevur ikki lisið álitið enn,
men at talan er um 18 til
mæli.
- Eg eri sannførdur um,
at hetta fer at gerast ein
sukse. Sjálvandi, summi av
tilmælunum kosta pengar,
men eg havi sum nevnt ikki
lisið, hvat mælt verður til. Eg
kann ætla, at summi taka tíð,
og eg kann ikki ímynda mær,
at alt verður sett í gongd í
senn, sigur Karsten Hansen.
Eitt nú má útbúgvingin
raðfestast, so starvsfólk eru
til reiðar at taka ímóti av
bjóðingini.
- Men eg ivist onga løtu í,
at tilmælini verða sett í verk,
spurningurin er bara nær,
sigur Karsten Hansen.
Farið verður nú undir
fíggjarlógararbeiðið
fyri
komandi ár.
- Tað er mín skylda at
syrgja fyri, at tað sæst aftur,
at vit ætla nakað við hesum
álitinum. Í hinum endanum
eru
pengarnir.
Samfelag
ið hevur brúk fyri frískum
fólkum fyrst og fremst, og
vit skulu taka okkum av
teimum, sum ikki eru frísk.
Men tað, at hjálpa fólki at
varðveita eitt gott lív, er
okkara skylda, og tað fara
vit at gera nakað við, sigur
Karsten Hansen.
Hann veit ikki, hvat tað
fer at kosta í fyrsta enda.
- Men í hinum endanum,
tað, at fólk verða virkin á
arbeiðsmarknaðinum,
og
hava eitt gott og virkið lív,
kemur ikki bara væl við
peningaliga, men tað er
eisini nógv góðska í tí fyri
samfelagið, sigur Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
heilsumálum.
Hevur stórt
álit á arbeiðs
bólkinum
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fær handað Diabetisheildarætlan
fyri Føroyar frá samskiparanum í arbeiðsbólkinum, frá Kristiannu Larsen á Lofti
Mynd: Leo Poulsen
Leo Poulsen
Ein av limunum í arbeiðs
bólkinum, sum hevur gjørt
Diabetisheildarætlan
fyri
Føroyar, er Jens Andreas
sen, deildarlækni á Diabetis
ambulatoriinum á Lands
sjúkrahúsinum,
og
helst
millum fremstu serfrøðingar
innan diabetis í Føroyum.
- Vit hava lagt dent á,
hvussu vit kunnu koma fram
til, hvussu vit kunnu fáa allar
læknar í Føroyum við til at
geva eina optimala viðgerð.
Tí tað sigur seg sjálvt, at 3.000
typu 2 diabetikarar kunnu
ikki ganga einsamallir, sigur
Jens Andreassen.
Tað gera teir so heldur
ikki, men tá vit vita, at tað eru
3.000 diabetis 2 sjúklingar í
Føroyum, 2.000 sum vita av
tí, og 1.000, sum ikki vita av
tí, er tað ein stór uppgáva hjá
kommunulæknunum.
- Tá er tað ein stór uppgáva
hjá kommunulæknunum at
leita hesar upp og geva teim
um optimala viðgerð, tí talan
er um eina álvarsama sjúku,
um hon ikki verður viðgjørd,
sigur Jens Andreassen.
Arbeiðsbólkurin
kemur
við 18 tilmælum, har summi
hava størri týdning enn onn
ur.
- Eitt, sum hevur stóran
týdning, er at fáa ávísing til
diatyst í Føroyum. Vit hava
diatystar í Føroyum, sum
kundu røkt uppgávuna, og
tað er ein ógvuliga týdning
armikil partur av viðgerðini,
at eta rættan kost, sigur Jens
Andreassen.
Hvat skal ein eta og hvat
skal ein ikki eta ov nógv av,
tað er eitt av tilmælunum.
- Eitt annað er, at Dia
betisambulantoriið
átekur
sær at undirvísa kommunu
læknunum, so teir eru up-to-
date alla tíðina, sigur Jens
Andreassen.
Har verður so eisini mælt
til, at kommunulæknarnir
halda seg dagførdar sjálvir.
18 tilmæli
Tað er staðfest, at 2.000 før
oyingar hava diabetis typu 2,
men mett verður, at veruliga
talið er 3.000, og tað er góð
orsøk at halda tað.
- Har eri eg í teirri hepnu
støðu, at eg sjálvur, saman
við Pál Weihe og hansara
fólki, hava gjørt eina umfat
andi kanning, har vit hava
tikið ein stóra stikkroynd
av Føroya fólki millum 40
og 79 ár, har yvir 3.000 eru
spurd. Og tað er ein rættiliga
stór stikkroynd, og tí kunnu
vit úttala okkum rættiliga
víst um, hvussu nógv hava
diabetis typu 2, sigur Jens
Andreassen.
Tá tey so fáa fatur á hes
um fólkunum, eru tað nøkur,
sum hava diabetis.
- So har fingu vit álít
andi tøl, sum vit hava kunna
brúkt at rokna út, alt eftir
hvussu nógv fólk eru í
fólkapyramiduni i Føroyum,
hvussu nógv hava diabetis
typu 2, sigur Jens Andreas
sen.
Ein útrokning gav 3.096,
og ein onnur gav beint undir
3.000.
- Vit hava sum nevnt lagt
18 tilmæli fyri landsstyris
mannin, og har mugu vit
so hava tað álit á politisku
skipanina, at hon fangar
boðskapin og tekur hann
til sín. Tað er jú eisini teirra
øki, hendan heilsuábyrgdin.
Nógvir av føroyingunum,
sum hava fingið diabetis,
kunnu ikki lastast fyri tað,
sigur Jens Andreassen.
Tað verður sagt, at talan
er um eina lívsstíl sjúku, men
tað liggur eisini í genunum.
- Spurningurin er so, nær
hon brýtur fram. Onkur er
kanska »programmeraður«
at fáa sjúkuna, tá hann fyllir
70, men lívsstílurin ger so, at
hon brýtur út, tá hann er 40.
Tí haldi eg, at politikararnir
eiga at lurta eftir tilmæli
num. Eg haldi ikki, at vit eru
annað enn varin í okkara
tilmæli, sum er bygt á data,
sum vit hava fingið úr øðrum
londum, sigur Jens Andreas
sen, deildarlækni á Diabetis
ambulatoriinum á Lands
sjúkrahúsinum.
Karsten Hansen fekk í gjár handað álitið hjá
arbeiðsbólkinum um Diabetisheildarætlan fyri Føroyar,
og hóast Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, ikki
hevur havt høvi at lisið tað framman undan, hevur
hann stórt álit á limunum í arbeiðsbólkinum
Diabetis alvarsligt uttan viðgerð
Arbeiðsbólkurin legði heili 18 tilmæli
fyri landsstýrismannin í heilsumálum
fyrrapartin í gjár. Kostráðgeving er eitt av
mest týdningarmiklu tilmælunum, heldur
deildarlæknin á Diabetisambulatoriinum á
Landssjúkrahúsinum, Jens Andreassen
Jens Andreassen segði nøkur orð í sambandi við, at
arbeiðsbólkurin handaði landsstyrismanninum í
heilsumálum Diabetisheildarætlanina fyri Føroyar
Mynd: Leo Poulsen