Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú áhuga í at royna teg sum undir­ vísari og granskari innan søgu og samfelag, so hava vit tvey tíðaravmarkað størv í 1 ár, við ávísum møguleika til leingjan. Annað er vísindaligt hjálparfólk og hitt er náms­ lektari. Annað starvið er í høvuðsheitum eitt gransk ara starv, hitt starvið er í høvuðsheitum eitt undirvís ingarstarv. Vísindaligt hjálparfólk Hetta starvið er knýtt at eini tvørvísinda­ ligari verkætlan um føroysk samfelags­ viðurskifti í 1800­talinum, byrjað á Søgu­ og Sam felags deildini við stuðli frá Granskingarráði Føroya. Tín uppgáva verð­ ur at arbeiða við skjølum, dokumentasjón og dátuviðgerð. Eisini vænta vit, at tú í samstarvi við granskingarbólkin í ávísan mun fert at luttaka í skriviarbeiði, eitt nú at gera samandráttir og arbeiðsútkast. Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at tú hevur eina master­ útbúgving í søgu ella samfelagsvísindum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við tvørvísindaligum arbeiði. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur royndir við arkiv arbeiði, kennir til brúk av dátugrunnum, royndir við at lesa eldri skrift og annars aðrar metodiskar royndir. Hevur tú við­ komandi bachelorútbúgving, ert tú eisini vælkomin at søkja. Námslektari Tann, ið sett/ur verður í hetta starvið, kemur í høvuðsheitum at takast við undir­ vísing innan grundfakini á Søgu­ og Sam­ felags deildini, alt eftir hvørjar førleikar viðkomandi hevur. Tað er ein fyrimunur, um tú kanst dekka partar av fleiri enn einari av okkara útbúgvingum, til dømis um tú hevur ein samansettan master. Eftir nærri avtalu ber eisini til at fáa tillutað part av tíðini til gransking, ið skal verða innan tey av deildini raðfestu økini. Nærri kunning um granskingarøki og útbúgvingar á Søgu­ og Samfelagsdeildini finnast á www.setur.fo. Førleikakrøv til námslektarastarvið Námlektari skal hava góðan fakligan og náms frøðiligan førleika, vísindaligan før­ leika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing. Serligan týdning hevur tað, at víst verður á, hvørjar pedagogiskar førleikar ein hevur. Umsókn Umsókn við viðkomandi skjølum, cv, prógv­ um o.a, umframt møguligum vísindaligum av rikum, vera at senda til: umsokn@setur. fo í seinasta lagi mánadagin 5. august 2013, kl. 12. Tilskilast skal í umsóknini, hvat av størv unum søkt verður. Sett verður setanarnevnd at meta um før­ leikar umsøkjaranna. Onnur viðurskifti: Bæði størvini ynskjast sett skjótast til ber. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og avvarðandi yrkis felag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hans Andrias Sølvará, deildar­ leiðara (tlf. 292583; mail: hansas@setur.fo) ella til Gest Hovgaard, lektara (tlf. 292595; mail: gesturh@setur.fo). Upplýsingar um virksemið á Fróðskapar­ setrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. 2 tíðaravmarkað størv á Søgu­ og samfelagsdeildini Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Søkt verður eftir byggifrøðingi til Húsa- umsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Ert tú byggifrøðingur við áræði og greiðum ætlanum? Og dugur tú at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi? So ert tú kanska rætti persónurin til spennandi starv sum byggifrøðingur í Tórshavnar kommunu. Húsaumsitingin hevur ábyrgd av fl estu bygningum hjá Tórshavnar kommunu. Fremsta uppgávan er at røkja hesar bygningar. Umframt leiðaran starvast tveir byggifrøðingar, ein arkitektur og ein tekniskur sniðgevi á deildini. Tú skalt bæði arbeiða sjálvstøðugt við fl eiri fjøltáttaðum uppgávum í senn og samstarva við hini starvsfólkini um týðandi verkætlanir. Summar størri, aðrar minni. Tú samstarvar við onnur á stovninum m.a. tá metast skal um dygdina á verkætlanum, og tá arbeiðir skulu bjóðast út. Vit samstarva og samskifta dagliga við aðrar deildir í kommununi. Deildin verður støðugt ment. Hesum arbeiði tekur tú eisini lut í. Arbeiðsøki • at vera við í arbeiðinum at umsita og røkja kommunalar bygningar • at skráseta bygningar • gera árligt bygningssýn og ræðfesta arbeiðir • at gera útbjóðingartilfar í sambandi við umvælingar og røkt av bygningum • at hava eftirlit við arbeiðnum • at syrgja fyri at myndugleikakrøv verða hildin • dygdarmeta verkætlanir, tá okkara egnu bygningar verða projekteraðir • at luttaka í ymsum arbeiði á deildini Førleikar • tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur • kunna tekna AutoCad • førleika á brúkarastøði í niðanfyri nevndu forritum • tú skalt hava koyrikort Vit kunnu bjóða • eitt starv við fakligum avbjóðingum á ymiskum økjum • góðar møguligar fyri menning • góðar arbeiðsumstøður • ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag Vit vænta at tú • dugir at arbeiða sjálvstøðugt við fl eiri uppgávum í senn • dugir at samskifta í skrift og talu • kemur við bøtandi hugskotum og luttekur í orðaskiftinum á stovninum Húsaumsitingin nýtir telduforritið Caretaker til skráseting og røkt av bygningum. Umframt hetta verður arbeitt við vanligu offi ce forritunum - og AutoCad, Microstation og Navision. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber eftir sáttmála millum AKF og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv. Umsókn Umsóknir saman við viðkomandi upplýsningum um útbúgving, starvsroyndir og møgulig viðmælir, skulu vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, ella torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. august 2013. Merkið umsóknina „Byggifrøðingur til Húsa- umsitingina“. Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Harald Bjørgvin, leiðara fyri Húsaumsitingina, ella Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra, telefon 30 20 10. Byggifrøðingur til Húsaumsitingina