hósdagur 25. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
29. juli 2012
Sambandsløgmaður
avmonterar ríkis
felagsskapin
– Eg droymi um ein ríkja
felagsskap við trimum sjálv
støðugum londum. Í greiðari
útmelding í ólavsøkurøðuni
byrjar
Kaj
Leo
Holm
Johannesen, løgmaður, ting
setuna við einari politiskari
bumbu. Hann vil avmontera
ríkisfelagsskapin sum vit
kenna hann og føra Føroyar
inn í ein nýmótans ríkja
felagsskap við trimum sjálv
støðugum londum.
29. juli 2012
Løgmaður: Landsstýris
mannalønir skulu broytast
– Tað hevur verið funnist
at lønarviðurskiftunum hjá
landsstýrisfólkum. Eg haldi,
at skipanin skal broytast.
Í løtuni endurskoðar ein
óheft nevnd viðurskiftini, og
ætlanin er at leggja uppskot
til nýggjar reglur fyri Løg
tingið í hesi tingsetuni.
Boðskapurin
frá
Løg
manni er ikki til at taka feil
av. Áðrenn næstu ólavsøku
skal Løgtingið fáa høvi at
taka støðu til lønirnar hjá
løgmanni
og
landsstýris
monnum.
1. august 2012
Løgmaður vil hava dag
førdan ríkisfelagsskap
Løgmaður byrjar at bakka
eitt sindur.
– Sambandsflokkurin vil
ikki hava fullveldi. Eg vil, at
mín flokkur hevur eitt skikk
að boð upp á ein dagførdan
og nútíðarbæran ríkisfelags
skap, tá løgtingsval verður
aftur, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
13. august 2012
Løgmaður: Blokkurin
burtur um 10 ár
Komandi 10 árini verða tey 15
málsøkini, sum enn eru eftir
at yvirtaka sambært yvir
tøkulógini, tikin á føroyskar
hendur. – Tá skulu vit eisini
sjálvi gjalda, sigur Kaj Leo
Johannesen,
løgmaður,
í
grein, sum henda dagin er
endurgivin úr danska blað
num Politiken. Greinin er
skrivað stutt áðrenn ólav
søku.
13. august 2012
Ósemja hevur stungið seg
upp í Sambandsflokkinum
Bárður Nielsen, tingmaður,
Johan Dahl, næstformaður
og Edmund Joensen, fólka
tingslimur finnast hvass
liga at útsøgnunum hjá Kaj
Leo Johannesen í ólavsøku
røðuni.
– Kaj Leo Johannesen
stendur púra einsamallur í
flokkinum við dreyminum
um ein komandi ríkjafelags
skap, sigur Alfred Olsen
17. august 2012
Sambandið: Ríkis heldur
enn ríkjafelagsskap
Tingbólkur Sambandsfloks
ins hevur havt fund, og
niðurstøðan er, at flokkurin
fer undir at evna eitt uppskot
til dagføring av ríkisfelags
skapinum
17. august 2012
Løgmaður viðgongur at
hava ført tí almenna tap
Løgmaður viðgongur, eftir
at Sosialurin eitt longri
tíðarskeið
hevur
koyrt
greinarøð um hetta, at parta
feløg hjá løgmanni hava givið
tí almenna og øðrum tap.
20. august 2012
Løgmaður boykottar Sosialin
Eftir at Sosialurin eitt longri
tíðarskeið
hevur
koyrt
greinarøð um, at partafeløg
hjá løgmanni hava givið tí al
menna og øðrum tap, koma
boð av Løgmansskrivstovuni
um at Føroya Løgmaður, Kaj
Leo Johannesen, ikki longur
ynskir at halda Sosialin.
21. september 2012
Annika Olsen: Pensjónirnar
skulu hækka 50 krónur
Hóast
pensjónistar
hava
kravt, at fólkapensjónin skal
hækka 220 krónur um mán
aðin, sigur landsstýriskvinn
an, at tað ongantíð hevur
ligið í kortunum. Fólkapen
sjónin skal hækka 50 krónur
um mánaðin, og tað skulu
aðarar pensjónir eisini, sigur
landsstýriskvinnan. Sostatt
metir
landsstýriskvinnan
seg ikki hava brotið nakað
lyfti, tí hækkingin á 50 krón
ur um mánaðin svarar til
eina hækking upp á 0,85 pro
sent, sum er tað sama, sum
lønirnar eru hækkaðar.
1. oktober 2012
Fíggjarlógarmánaðin:
Stórar sparingar hótta
Strandfaraskip Landsins
Oktober er vanliga tann stóri
fíggjarlógarmánaðin. Fíggjar
lógin skal skjótt leggjast
fram, og arbeitt verður við
at finna milliónirnar. Stórar
sparingar hótta SSL, og út
litini til eina játtan í 2013, sum
tódnar 7,7 milliónir krónur
í mun til 2012, merkir eisini,
at útlit eru til færri túrar og
dýrari ferðaseðlar í 2013.
3. oktober 2012
Fíggjarlógarmánaðin:
Hópuppsagnir spøkja á
Landssjúkrahúsinum
Oktober er vanliga tann stóri
fíggjarlógarmánaðin. Fíggjar
lógin skal skjótt leggjast
fram, og arbeitt verður við
at finna milliónirnar. Stórar
sparingar skulu eisini gerast
á Landssjúkrahúsinum kom
andi árini. Læknastjórin sig
ur, at tað slepst ikki undan
uppsagnum – í ringasta føri
rúka eini 30 – 50 fólk. Sjúkra
húsið vil sleppa at krevja
Politiska árið, ið fór
líka langt
Aftur og
fram er
Rógvi Nybo
Samanumtikið er tað eitt
politiskt ár við nógvum
kontrastum. Tað byrjaði
við einari bumbu og endar
við
einari
potentiellari
bumbu. Fleiri smámál fylla
nógv í politiska kjakinum,
meðan stórmálini ikki eru
eins mong í tali, sum tey
vóru í fyrsta árinum hjá
hesi samgongu. Markna
gilsdepilin verður skotin
í gongd og Landsbankin
lagdur niður. Lex Varðin
sær dagsins ljós meðan
landsstýrismannalønirnar
ongantíð
komu
á
mál.
Stýrið fyri ALS varð rent til
hús fyri at renna stjóran til
hús, og stjórin í Almanna
verkinum varð offraður fyri
at steðga eini politiskari
gølu.
Samanumtikið
er
talan nokk ikki um eitt
politiskt ár, sum fer at
standa eftir sum nakað
serstakt ár. Samanumtikið
er talan um eitt arbeiðsár
hjá samgonguni. Og saman
umtikið var tað eitt ár, har
tað einasta, ið veruliga fekk
andstøðuna
at
rembast
við var, at ein fyrrverandi
javnaðarleiðari
skeyt
upp at skipa ein reyðan
blokk. Tá ruku stóru and
støðuflokkarnir í klórnar
á hvørjum øðrum, meðan
samgongan fekk arbeiðs
frið. Vit eru komin runt í
einum politiskum ári – og
samanumtikið er aftur og
fram líka langt.
Yvirlitið byggir á allan
tann politiska dekningin
í Sosialinum síðani farnu
ólavsøkua
rogvi@sosialurin.fo
Ein nýggj tingseta avloysir skjótt ta farnu. Ólavsøkudag verður politiska kósin sett
av nýggjum, við sama skipara á brúnni. Á ólavsøku leggur Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, fram ein nýggjan løglista, sum inniheldur øll tey mál, samgongan ætlar at
avgreiða áðrenn komandi tingsetan er runnin. Men hvussu sær so tann farna tingsetan
út í politikki? Hvørji vóru politisku stórmálini, hvørjar vóru gølurnar, og hvørji politisk
avrik fara í søgubøkurnar? Her fær tú eitt yvirlit yvir skjótt farna politiska árið