hósdagur 25. juli 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politiska árið, ið fór
brúkaragjøld, eitt nú 100 kr.
fyri at koma á skaðastovuna
6. oktober 2012
Janus Rein fer úr Framsókn
Janus Rein boðar henda dag
in frá, at hann ikki longur um
boðar Framsókn á tingi, men
nú er uttanflokkatingmaður.
Hetta eftir at hann má stað
festa, at samstarvið millum
hann og formannin Poul
Michelsen síðani løgtingsar
beiðið byrjaði, als ikki hevur
verið nøktandi
Poul Michelsen sigur, at
hetta kemur sum eitt snarljós
av fagurbláum himni, og at
hann veit als ikki, hvat gekk
galið.
8. oktober 2012
Stríðið um Varðan á Tvøroyri
Stríðið um útbyggingina hjá
Varðanum Pelagic á Tvøroyri
byrjar av álvara. Fornminnis
savnið
biður
Tvøroyrar
Kommunu steðga við útfyll
ingini av havnabassenginum,
til kannað er, hvørja ávirkan
útfyllingin kann fáa fyri
friðaðu bygningarnar. Herfrá
er ikki langt, til málið verður
lyft upp á hægsta politiska
stiga.
12. oktober 2012
Listafólk vilja boy
kotta landsstýrið
Ætlanin hjá landsstýrinum at
skerja játtanina til Mentanar
grunn Landsins fær bikarið
hjá Sunnleifi Rasmussen at
flóta yvir. Hann mælir øllum
listafólkum at boykotta til
tøk, sum landsstýrið skip
ar fyri. – Vit hava eina ør
grynnu av listafólki, men
sum samfelag virða vit tey
ikki frægari enn lortin undir
neglunum, sigur Sunnleif
Rasmussen.
9. november
Samgongan ein frammaná
í veljarakanning
Nýggj veljarakanning fyri
Sosialin vísir, at samgongan
gongur 6,2 prosent aftur og
hevði tódnað úr 19 niður í 17
tingfólk, um val var henda
dagin. Hóast hetta varðveitir
samgongan meirilutan. Hetta
er tó munandi betri enn sein
asta veljarakanningin fyrst í
juli, ið gav andstøðuni ein
meiriluta við 18 tingfólkum.
19. november 2012
Miðflokkurin vil hjálpa
kvinnum at føða børn
Landsstýrismaðurin í heilsu
málum,
Karsten
Hansen,
leggur síðstu hond á eitt
lógaruppskot um at broyta
fosturtøkulógina.
Lógar
broytingin skal gera tað
lættari at koma í verðini, sum
formaðurin í Miðflokkinum
sigur tað.
20. november 2012
Kringvarpið kemur
við falliterklering
Kringvarp
Føroya
hevur
nýtt ov nógvar pengar, í mun
til hvussu nógv tey hildu
seg hava. Nýggi kringvarps
stjórin, Dia Midjord, boðar
frá, at bremsurnar verða
høgdar í, og at sparingar fyri
tríggjar
milliónir
krónur
skulu gerast, tað ið eftir er av
árinum. Skráin skal leggjast
um og upp til 30 fólk sigast
úr starvi. Málið fer beint upp
á hægsta politiska stig, har
landsstýrismaðurin
Bjørn
Kalsø leggur alla ábyrgd á
leiðslu og stýrið í Kringvarp
inum. Kjakið um at leggja
kringvarpsgjaldið inn undir
skattin fær nýtt lív og fyllur
miðlarnar.
23. november 2012
Samgongan uppgevur
at hækka blokkin
Samgongan
hevur
slept
ætlanini
at
fáa
donsku
ríkisveitingina ti Føroya at
hækka.
Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum, staðfestir, at ongar
samráðingar
hava
verið
við donsku stjórnina um at
hækka blokkin við eini trý
taldari milliónaupphædd. –
Tað var ikki stórt forstáilsi
fyri, at ríkisveitingin skuldi
hækka yvir 100 milliónir,
staðfestir Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður.
– Eg tapi ikki sama dyst
tvær ferðir, leggur hann
afturat, tá hann er spurdur
um ætlanin framvegis er, at
ríkisveitingin skal hækkast
130-150 milliónir.
Hækkaða ríkisveitingin
var eitt av høvuðsmálum
Sambandsflokksins til Løg
tingsvalið í 2011.
24. november 2012
Vestergaard: Vit áseta
egna sildakvotu
Longu á landsfundi Fólka
floksins í november mánaði
boðaði Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
í
fiski
vinnumálum, frá, at avtalan
um Norðhavssildina við hini
strandalondini er uppsøgd,
og at Føroyar fara at áseta
sær sína egnu kvotu, júst
sum við makrelinum.
24. november 2012
Jørgen kongur í
Fólkaflokkinum
Tá landsfundurin hjá Fólka
flokkinum byrjaði henda
dagin varð boðað frá, at
leiðslan í flokkinum hevði
havt fund, og har kom fram,
at eingin stillaði upp móti
Jørgen
Niclasen.
Stórur
spenningur var um hetta, tí
á seinasta landsfundi hevði
Annika Olsen stillað upp
móti Jørgen Niclasen, men
varð vrakað av tingbólkinum.
Hesaferð
bjóðaði
eingin
konginum av.
5. desember 2012
Avrikslistin avdúkaður
Landsstýrið
avdúkar
ein
sonevndan
avrikslista,
sum
sambært
løgmanni
skal skapa opinleika og
gjøgnumskygni,
so
allir
føroyingar síggja, hvar ymsu
málini liggja. Øll tey mál,
samgongan hevur sett sær
fyri at fáa ígjøgnum hetta
valskeiðið eru á listanum,
og so verða flugubein sett
við málini, so hvørt tey eru
fingin frá hondini.
14. desember 2012
Landsbankin avtakast
Løgtingið samtykkir enda
liga, at Landsbanki Føroya,
við virknaði frá 1. apríl 2013,
skal takast av. Uppgávur
nar verða spjaddar út mill
um ymsar stovnar, so sum
Gjaldsstovuna
og
Fróð
skaparsetur Føroya.
17. desember 2012
Privat vilja byggja fyri landið
Privat reiðarí venda sær til
Fiskimálaráðið og bjóða sær
til at byggja og reka eitt nýtt
havrannsóknarskip. Lands
stýrismaðurin, Jacob Vester
gaard, sigur at privata loysnin
er tann einasti møguleikin at
fáa nýtt havrannsóknarskip
í bræði.
17. desember 2012
Vápnalógin skal herðast
Kári P. Højgaard, landsstýris
maður við innlendismálum,
hevur sett sær fyri at herða
vápnalógina
í
Føroyum.
Fyrsta stigið skal verða at
krevja, at øll, ið ætla sær at
keypa vápn, hava verið á skeið
í at brúka byrsu, og at hetta
skal prógvast í handlinum,
haðani tey keypa byrsuna.
Harafturat umhugsar lands
stýrismaðurin, at øll vápn í
landinum skulu skrásetast
11. januar 2013
ALS-Gølan fer á rull
Stjórin í ALS, Ernst Jacobsen,
verður avhøvdaður. Stýrið
Eg droymi um ein
ríkjafelagsskap við
trimum sjálvstøðugum
londum
kaj leo holm johannesen
Vit hava eina
ørgrynnu av listafólki,
men sum samfelag virða
vit tey ikki frægari enn
lortin undir neglunum
Sunnleif Rasmussen
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við innlendismálum,
hevur sett sær fyri at herða vápnalógina í Føroyum
...framhald á síðu 14
– Eg vil, at mín flokkur hevur eitt skikkað
boð upp á ein dagførdan og nútíðarbæran
ríkisfelagsskap, tá løgtingsval verður
aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen