hósdagur 25. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politiska árið, ið fór
hevur mist álitið á honum,
og sendir hann til hús við
einum
gyltum
lógvataki.
Herfrá rullar gølan í vikur, og
politikarar landsins smæð
ast ikki burtur at siga sína
hugsan. Málið endar á lands
stýrismannaborði, og verða
landsins stýrislimir at enda
skiftir út.
16. januar 2013
25 krónur bíligari at
flúgva úr Føroyum
Jørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, vil
lækka illa umstrídda ferða
avgjaldið, sum er upp á 120
krónur. Konkret skal tað
lækkast niður í 95 krónur,
sum merkir, at tað verður
heilar 25 krónur bíligari at
ferðast úr Føroyum.
16. januar 2013
Álit um landsstýris
mannalønir handað
Arbeiðsbólkurin er liðugur
við sítt arbeiði og hevur
handað løgmanni eitt álit,
ið fortelur honum hvussu
nógva løn hann og lands
stýrisfólk skulu hava. Álitið
leggur upp til eina lønar
hækking til løgmann og
landsstýrisfólk upp á 30
prosent og ein skattafrían
ráðharrabil. Afturfyri skulu
gullrandaðu løg- og lands
stýrismannapensjónirnar
og okursdýru koyripengarnir
takast av.
Løgmaður vil taka málið
upp á fyrsta landsstýrisfundi
og annars arbeiða skjótt.
Hesaferð verður tó einki
nevnt um, at málið skal leggj
ast fram í hesi tingsetu (sí
annars fráboðan Løgmans í
Ólavsøkurøðuni 29. juli).
23. januar 2013
Miðflokkastríð
um brúkaragjøld í
heilsuverkinum
Karsten Hansen, landsstýris
maður í heilsumálum, hevur
sent uppskot til hoyringar,
har hann biður um heimild at
taka brúkaragjøld fyri sjúk
lingar, sum verða liggjandi á
sjúkrahúsi, hóast teir eru lið
ugt viðgjørdir.
– Hetta fer Miðflokkurin
aldrin at góðtaka, og kemur
Karsten Hansen við einum
slíkum uppskoti, hava vit ein
stóran innanfloks trupulleika
í Miðflokkinum, sigur Jenis
av Rana, formaður.
25. januar 2013
Løgmaður: Sandoyartunnilin
byrjar um tvey ár
Løgmaður vil av álvara taka
málið um sandoyartunnilin
upp í samgonguni, við tí
endamáli at skunda undir ar
beiðið. Gongst, sum hann vil,
verður koyrandi um sjey ár.
– Vit hava ikki ráð til at
missa suðurøkið í Føroyum
úr føroyska samfelagnum,
sigur løgmaður.
25. januar 2013
Løgmaður veit einki
um brúkaragjøld
Løgmaður skrivar á face
book, at hann einki veit um
nakra politiska ætlan at
krevja gjøld frá sjúklingum.
Hetta skrivar hann eina viku
eftir, at lógaruppskotið frá
Karsten Hansen er sent út til
hoyringar (sí Miðflokkastríð
um brúkaragjøld í heilsu
verkinum, 23. Januar 2013).
30. januar 2013
Fámará aftur í høvdið
Fiskimálaráðið ógildar søl
una av festinum í Fámará og
biður samstundis Búnaðar
stovuna viðgerða alt málið
av nýggjum. Málið um nógv
umstrídda festið kann sostatt
byrja heilt av nýggjum.
6. februar 2013
Selja banka fyri
undirsjóvartunnil
Páll á Reynatúgvu, ting
maður fyri Tjóðveldi, vil
hava landsstýrið at kann
møguleikarnar fyri at fíggja
Sandoyartunnilin.
Eisini
møguleikarnar
at
selja
restirnar
av
BankNordik
og Atlantsflog fyri at fíggja
hetta.
8. februar 2013
Reyði blokkurin
hjá Eidesgaard
Jóannes Eidesgaard, fyrr
verandi
løgmaður,
lands
stýrismaður og formaður í
Javnaðarflokkinum
mælir
Tjóðveldi og Javnaðarflokk
inum til at skipa ein reyð
an blokk. Komandi tvær
vikurnar ganga við, at bæði
Tjóðveldi og Javnaðarflokk
urin fáa sligið fast, at upp
skotinum er einki lív lagað.
Eingin reyður blokkur skal
skipast, eru reyðu andstøðu
flokkarnir samdir um.
27. februar 2013
Veljarakanning: Javn
leikur millum samgongu
og andstøðu
Nýggj veljarakanning vísur,
at hevði val verið henda dag
in, hevði andstøðan fingið
17 tinglimir og samgongan
16 tinglimir. Best stendur
Javnaðarflokkurin seg, sum
stendur til at fáa 8 tinglimir
– tveir meira enn við valið
í 2011. Tjóðveldi vinnur ein
tinglim og kemur upp á 7.
Fólkaflokkurin, Sambands
flokkurin
og
Sjálvstýris
flokkurin standa til at missa
ein tinglim í part. Fyri Sjálv
stýrisflokkin merkir tað eis
ini, at hann hevði mist sína
umboðan í Løgtinginum.
1. mars 2013
Lættari hjá útlendingum
at flyta til Føroya
Kári P. Højgaard, landsstýris
maður í innlendismálum, vil
gera tað smidligari og lættari
hjá útlendingum flyta til
Føroya at búgva og verða
integreraði. Til at fremja
hetta vil hann seta tiltøk í
verk fyri 7,2 milliónir krónur
um árið. Í fyrstu løgu er talan
um fimm tiltøk, sum skulu
setast í verk.
13. mars 2013
Varðin Pelagic II
Kári P. Højgaard leggur seg
nú út í málið um byggiloyvið
hjá Varðanum Pelagic á
Tvøroyri. Í vikuni áðrenn
er Lendisnevndin, sum er
kærumyndugleiki fyri frið
ingarnevndina, komin við
einari
niðurstøðu,
sum
staðfestir friðingina. Kári P.
Højgaard vil nú hava eina
serlóg lagda fyri løgtingið, ið
kann skunda undir at geva
Varðanum Pelagic byggiloyvi
uttanum hoyringsfreistir og
friðingar.
15. mars 2013
Djurholm: Dahl
villeiðir íleggjarar
Bjarni Djurholm, fyrrverandi
landsstýrismaður við ábyrgd
fyri einskiljingini av triðing
inum av Atlantsflogi, sleppur
einari bumbu í høvdið á
Johan Dahl, núverandi lands
stýrismanni. Djurholm sigur,
at íleggjarar hava alla orsøk
at føla seg snýttar, tí lyftið
var, at tveir triðingar av fel
agnum skuldu einskiljast.
Johan Dahl hevur í fleiri
ár hildið fast við, at næsti
triðingurin av Atlantsflogi
verður ikki einskildur. Stóru
partaeigararnir hava fleiri
ferðir víst á, at teir eru bónda
fangaðir av Landsstýrinum,
og at hetta hevur kostað
teimum milliónir.
16. mars 2013
Sambandsflokkurin:
Tilfeingisgjald á øll rættindi
í fiski- og alivinnu næsta ár
Landsfundur í Sambands
flokkinum. Boðskapurin frá
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmanni og formanni í
Sambandsflokkinum,
er
greiður. Fiskiskip og virki
skulu miðsavnast í 4-5 feløg,
vinnan skal rinda 250-300
milliónir í tilfeingisgjaldi og
ein nýggj stjórnarskipan skal
tryggja, at føroyingar ikki
verða loystir frá Danmark í
óðum verkum.
16. mars 2013
Edmund Joensen: Pínligt
fyri sambandsflokkin
Edmund Joensen langaði út
eftir formanninum í Sam
bandsflokkinum og førda
politikkinum. – Hetta er
pínligt og setur sambands
flokkin í ringt ljós. Fyri at
siga sum er, kundi politiska
handalagið verið betri, sigur
fólkatingsmaðurin hjá Sam
bandsflokkinum. Kaj Leo
Holm Johannesen svarar
aftur, og sigur at tað nyttar
einki at peika eftir hvørjum
øðrum.
22. mars 2013
Búskaparráðið purrar
landsstýrið út
Nýggi formaðurin í Búskap
arráðnum, Sverri Hansen,
purrar landsstýrið út. Lands
stýrið klárar ikki sín egna
málsetning sambært for
manninum. Tað haltar at fáa
ætlaðu inntøkurnar í kassan,
samstundis sum óbrúktar
íløgur minka um undirskotið.
Tí má landsstýrið endurskoða
sína ætlan um at fáa yvirskot
á fíggjarlógina í 2016, er greiði
boðskapurin.
1. apríl 2013
Landsbankin farin í søguna
Landsbanki Føroya er nú
farin í søguna, sum samtykt
av Løgtinginum í desember
mánaði. Virksemið er niður
lagt og stovnurin farin í søg
una. Partar av virkseminum
eru fluttir til aðrar stovnar
at røkja.
3. apríl 2013
Jenis av Rana:
Okkara fíggjarpolitikkur
er ein vanlukka
Sjálvt um Miðflokkurin sjálv
ur er í samgongu, sigur Jenis
av Rana, formaður í Sam
bandsflokkinum, at fíggjar
politikkurin hjá samgonguni
á nógvum økjum er ein van
lukka.
– Fíggjarpolitikkurin er
ein fix idé av brádliga íkom
num hugskotum og innan
tómum rakstarrópum, og tað
má halda uppat, sigur Jenis
av Rana.
5. apríl 2013
700 milliónir at steðga
fólkafráflyting
Fíggjarpolitikkurin
er ein fix idé av brádliga
íkomnum hugskotum
og innantómum
rakstarrópum
Jenis av Rana
...framhald frá síðu 13
– Kemur Karsten Hansen við einum slíkum uppskoti, hava vit ein stóran
innanfloks trupulleika í Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum,
lækkaði illa umstrídda ferðaavgjaldið við 25 krónum