Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Politiska árið, ið fór Ein heildarætlan verður løgd fram, sum skal venda fólka­ fráflytingini til fólka­vøkstur. Stóra heildarætlanin er ein samlaður pakki við 37 kon­kretum átøkum fyri til­ samans 700 milliónir krónur. Johan Dahl kallar heildar­ ætlanina fyri eitt vælaverk, meðan andstøðan mælir til at fara til verka beinanvegin og seta tiltøkini í verk. 6. apríl 2013 Tjóðveldi: Føroyar leys av blokkinum um 6 – 8 ár Á landsfundinum hjá Tjóð­ veldi sigur Høgni Hoydal, for­maður, at danska ríkis­ veitingin er ikki annað enn ein bagatell í føroyska bú­ skap­inum, og at tað er einki fyri at verða leys av blokk­ inum um seks til átta ár. For­maðurin sigur, at blokk­ urin er í dag bert 5 prosent av tí, vit sjálvi skapa, og at við einum búskaparvøkstri á næstan 5 prosent um árið kann blokkurin skerast vekk upp á fá ár. 8. apríl 2013 Jenis hóttir aftur um samkynd Trý andstøðufólk hava boð­ að frá, at tey á ólavsøku vilja leggja uppskot fram um at loyva samkyndum hjúna­lagi. Jenis av Rana er skjótur á avtrekkjaranum og hóttir við at hála Mið­ flokk­in úr samgonguni, um bara somikið sum ein sam­ gongu­limur atkvøður fyri upp­skotinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jenis av Rana hóttir við at taka Miðflokkin úr samgonguni. 15. apríl 2013 Hakin settur í til Marknagilsdepilin Landsstýrismaðurin í menta­ málum, Bjørn Kalsø, setir hakan í til byggingina av stóra miðnámsskúladeplinum í Marknagili. Størsta skúla­ verk­ætlan í Føroyum. 515 milliónir krónur við øll­um, 19.500 fermetrar til stødd­ar og 1.300 næmingar í tali eru ráu tølini fyri stóru verk­ ætlan­ina, sum eftir tógvið stríð í fleiri ár verður sett í gongd. 26. apríl 2013 ES sanktiónirnar á veg Tilgongdin at seta í verk handils­bann móti Føroyum fyri okkara sildakvotu er farin í gongd. Føroyar hava ásett sær egna kvotu á 17 pro­sent av norðhavssildini, meðan hini strandalondini siga okkum hava rætt til 5 pro­sent. Í Brússel gera tey skjótt av, og seta gongd á ar­ beiðið at seta í verk handils­ bann móti Føroyum. 29. apríl 2013 Kommunurnar nokta at yvirtaka eldraøkið Kommunusamskipan Føroya ger landsstýrinum púra greitt, at kommunurnar fara und­ir ongum umstøðum at yvir­ taka eldraøkið frá landinum, soleiðis sum samgongan ætlar at tær skulu frá 1. jan­ uar 2014. Kommunurnar siga, at ov lítið av pengum fylgja við – kommunurnar vænta sær omanfyri 400 millión­ir krónur, meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur fast við 338 milliónir krónur. 8. maj 2013 Tingið heim Løgtingið fer henda dagin í summarfrí. Summarferian hjá Løgtinginum varir til næstu tingsetu, sum byrjar ólav­søkudag. 13. mai 2013 Karsten roynir aftur eftir tí tollfría Karsten Hansen vil gera enn eina roynd at avtaka toll­fríu søluna av tubbakki heilt. Fólkaheilsuráðið hevur givið landsstýrismanninum sjey tilmæli, har eitt teirra er at strika møguleikan at inn­flyta tubbakk tollfrítt. Karsten Hansen hevur roynt at fingið hetta gjørt fleiri ferðir, tó uttan úrslint. Sein­asta royndin hjá gomlu ABC samgonguni endaði við salomonsku loysnini, at tubbakks­mongdin, ið loyvt var at innflyta, varð skorin nið­ur í helvt. 22. maj 2013 Vápnalógin II (sí eisini 17. desember 2012) Kári P. Højgaard, lands­stýris­ maður við innlendismálum, hevur sett sær fyri at vápna­ lógin skal herðast. Í heyst skal lógaruppskotið leggjast fram. Uppskotið er, at øll, ið keypa byrsu, skulu hava verið á skeið og hava fingið sær vápnaloyvi, áðrenn byrs­ an kann brúkast. Eisini vil landsstýrismaðurin hava øll tey, ið eiga byrsu, at fara á skeið og fáa sær vápnaloyvi áðrenn tvey ár eru liðin frá tí, at lógin verðu samtykt. 13. juni 2013 Eldragølan: Eldrarøkt = Vanrøkt »Høvdu vit farið við okkara børn­um, sum vit fara við okk­ara gomlu, hevði barna­ vernd­in langtsíðani lagt uppí«. Tað er niðurstøðan av fundi í Miðlahúsinum um eldra­røktina í Føroyum, sum er niðurpínd. Her fer gølan um eldrarøktina í Føroyum av álvara á rull. Annika Olsen, ið varðar av økinum, sigur at tørvurin á heimarøkt er nøktaður. Gølan endar (fyribils kanska) við at Annika Olsen tann 9. juli kvett­ir høvdið av stjóranum í Al­manna­verkinum, Petru J. Joensen. 17. juni 2013 Tunnilsgøla Tað kemur fram, at hvørki al­menningur ella andstøða fáa nakað sum helst at vita frá landsstýrismanninum í inn­lendis­málum, Kára P. Højgaard, um hvat felag kann fáa einkarætt til at byggja, eika og reka størstu íløgu í Føroya søgu, Skálafjarða­ tunn­ilin. Her frá og langt inn í juli mánað rullar gølan um Skálafjarðatunnilin og loyni­ liga sáttmálan við privata íleggjaran, sum skuldi undir­ skrivast, men ongantíð varð undirskrivaður kortini. 17. juni 2013 Sildafundurin í Tinganesi Landsstýrismaðurin í Fiski­ vinnumálum og Løgmaður halda tíðindafund í Tinganesi um svarið, teir hava sent fiskivinnukommiserinum í ES, Mariu Damanaki, um ætlaðu handilsforðingarnar móti Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í fiski­vinnu­ mál­um, krevja »fair play« frá Goliat, sum teir kalla ES. 18- 20. juni 2013 Helle vitjar Forsætisráðharrin og maður hennara vitja Føroyar. Hetta er fyrsta almenna vitjan hjá Helle Thorning-Schmidt, síð­ ani hon gjørdist for­sætis­ráð­ harri í Danmark í 2011. 2. juli 2013 Villy meklar Kaj Leo Holm Johanne­sen, løgmaður, og Jacob Vester­ gaard, lands­stýris­mað­ur í fiski­vinnu­málum, eru á fundi hjá danska uttan­ríkis­ ráð­harranum, Villy Søvndal. Villy roynir seg sum meklara í spentu støðuni millum Føroyar og ES um býtið av Norð­havssildini, har ES hóttir við handilsforðingum móti Føroyum. Villy vil hava báðar partar aftur til sam­ ráð­ingarborðið, og sigur seg hava góðar vónir um júst hetta. 8. juli 2013 Tunnilsgøla II Nýggjar útrokningar frá Lands­verk avdúka, at privata tunnilsætlanin hjá Kára P. Højgaard kann gerast heilt upp til 3 milliardir krónur dýr­ari at byggja og reka, enn tann almenna loysnin. Kári P. Højgaard vildi ikki laga Løg­ tinginum upplýsingarnar í mál­inum, tí hann helt tølini verða óbrúkilig og óneyðug at upplýsa Løgtinginum. Álitið á Kára P. Højgaard í sam­gonguni ridlar, og er full­ komiliga rokið í andstøðuni. 12. juli 2013 Fjaldar milliónir til fyrireikingar Kaj Leo Holm Johannesen biður í trúnaði Fíggjar­ nevnd­ina hjá Løgtinginum geva sær sjey milliónir krón­ ur uttanum Løgtingið til at fyrireika seg til eitt møgu­ ligt handilsboykott frá ES mót­vegis Føroyum. Boy­ kott­ið er liður í stríðnum um Norðhavssildina, har vit sjálvi hava ásett okkum 17 pro­sent av kvotuni. 19. juli 2013 ES-boykottið á gáttini Handilsboykottið frá ES móti Føroyum er á gáttini. ES-Kommissiónin hevur latið uppskotið til serligu fiski- og alivinnunevndina hjá ES at taka støðu til. Tosað verð­ur um, at boykottið skal setast í verk 1. august, meðan aðrar røddir vilja verða við, at bíðað verður inntil eftir næstu samráðingarnar um býtið av Norðhavssild, sum verða í september. 26. juli 2013 Dagurin í dag Her standa vit í dag. Ting­ setan er komin at enda og ólav­søkudag verður Tingið sett av nýggjum. Eitt nýtt ting­ár byrjar, summi mál verða avgreidd, meðan onn­ ur nýggj mál stinga seg upp og verða løgd fyri Løg­ting­ið. Ólavsøkudag sting­ur løg­ maður út í kortið, hvør tann politiska kósin verður kom­ andi árið. Ríkja­felags­skap ella ei. Høvdu vit farið við okkara børnum, sum vit fara við okkara gomlu, hevði barna- verndin langtsíðani lagt uppí Niðurstøða av fundi í Miðlahúsinum Forsætisráðharrin og maður hennara vitja Føroyar. Hetta er fyrsta almenna vitjan hjá Helle Thorning-Schmidt, síð­ani hon gjørdist for­sætis­ráð­harri í Danmark Jacob Vestergaard krevur »fair play« frá Goliat Annika Olsen kvett­i høvdið av stjóranum í Al­manna­verkinum Størsta skúla­ verk­ætlan í Føroyum