Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 O kkurt varð forhánisliga nevnt ‘privatkommunisma’, tá ið tað fór at riva fyri eygunum á summum politikarum, væl á veg út av eggini fyrst í nítiárunum. Hugsi, at tað var Finnbogi Ísaksson, sáli, ið fann upp á hetta orðið, sum saman­fat­ aði ein høpisleysan saman­vavst­ ur av privatum og almennum, so tað, sum skuldi eitast at vera marknaður, einki hevði við tað at gera, men profitturin hjá teimum privatu varð fíggjaður við studn­ ingi og veðhaldum. Landið fór so log­andi á heysin, og mangar van­ lagn­ur gjørdist úrslitið av hesi van­stýring. Eingin uppgerð varð aftaná, tí, sum politikarar vóru so samdir um, so ráddi um at “hyggja fram­eftir og ikki leita eftir synda­ bukk­um”. Av tí sama so hevur tað bert verið ein spurningur um tíð, nær fortíðarinnar syndir fóru at verða endurtiknar. Nú politiski retorikk­urin um privat mótvegis al­ mennum enn einaferð ger um seg í máli­num um Skálafjarðartunnilin, stinga hógvarnir undan. Hesuferð er tað ikki Ráfiskagrunnurin, sum spæl­ið snýr seg um, men føroysku pensións­grunnarnar, ið politikarar hava sett eyguni á. Málið um Skálafjarðartunnilin – ella Eysturoyartunnilin, sum summi nú velja at nevna hann – er vorðin ein orðadráttur, hvørt eitt alment partafelag skal standa fyri, ella um eitt privat felag við av­talu við landsstýrið skal sleppa fram­ at. Teir vanligu ideologisku front­ ar­nir eru trektir millum høgra og vinstru, men tað er ilt at sígg­ja, at flokkarnir sum flokkar fáa rætt­ að seg inn eftir hesum. Eyð­vit­að so, tí tá ið tað snýr seg um lands­ poli­tikk fyri ferðslukervið hevur ongantíð verið nøkur yvirskipað ætlan, men lokalar ætlanir, sum eru noyddar ígjøgnum av lokalt valdum politikarunum. Hesi seinnu árini hava tað verið undir­ sjóv­ar­tunl­arnir, sum hava staðið ovast á breddanum. Byrjandi við Vágatunlinum, ið slóðaði fyri Norð­ oy­a­tunlinum, sum so síðani mótaði eystur­oyarpolitikarar og politikarar sunnan­fjørðs. Uppskriftin hevur verið almenn partafeløg og at gera ein tunnil í senn. Tað hevur ging­ ið væl og hevur borið til, so onn­ur øki krevja nú sín rætt til eisi­ni at fáa undirsjóvartunnil til høvuðs­ stað­in. Trupulleikin er bert tann, at tað er ivasamt, um til ber at brúka sama leist, har bummgjald skal rinda lánið hjá tí almenna nið­ur. Tað kanska ber til við Skála­fjarð­ ar­tunli­num, men fá fyri ikki at siga eingi trúgva uppá, at tað skal bera til við einum sjálvgoldnum tunli til Sandoyar. Roynt hevur verið at fingið privata fígging til Skála­fjarð­artunnilin, men tann roynd­in miseydnaðist, og síðani hev­ur orðaskiftið fyri tað nógva snúð seg um at hava eitt alment tunnils­felag, har bummgjald frá teim­um burðardyggu tunlunum skal gjalda gildið fyri teir, har ov fá koma at koyra ígjøgnum. Also eitt slag av samhaldsfesti millum bil­før­ar­ar, ið koyra ígjøgnum undir­sjóv­ar­tunlar. Eyðvitað, so eru vága­fólk og norðoyingar ikki fegn­ir um at skulla gjalda fyri aðr­ ar tunlar enn sín egna, og onkur eystur­oy­ingur dugir heldur ikki at sígg­ja rættvísið í hesum serskatti, ið verður álagdur summum bil­ før­a­r­um. Ein borgarstjóri norð­an­ fyri spurdi so vísiliga, hví so bert undirsjóvartunlar og ikki eisini berghol oman fyri sjóv­ar­mál­ an. Tá so er, síggja vit, at hetta, sum at síggja til hevur við høgra- og vinstraretorikk at gera, kílar flokkarnar sundur, alt eftir, hvaða­ ni í landinum, einstaki politikarin fær sínar atkvøður. Tað fer tí at vera tungt at fáa at fáa stev um eina “samhaldsfasta” loysn, sum stóru andstøðuflokkarnir mæla til. Eins og landsstýrismaðurin, ið varð­ar av málinum, Kári P. Højgård so staði­liga hevur víst á, tá ið hann hev­ur prædikað fyri, at hansara pri­ vata loysn er tað, sum ber til. Trupulleikin er bert tann, at tað, sum hann og landsstýrið royndi at sníkja ígjøgnum sum tjóvur á nátt, hev­ur einki við nakað privat alter­ na­tiv at gera. Ikki so leingi sum at Lív er alment partafelag, og tað stend­ur við endanum saman við donsk­um pensjónskapitali. Lív átti helvtina av p/f Skála­ fjarð­ar­tunlinum og er nú vorðið eina­eigari av hesum, eftir at hava keypt helvtina hjá Eik Banka. Hav­andi í huga, at Lív royndi at selja landinum sína helvt, tá ið tað miseydnaðist at fáa privata fígg­ ing fyri tveimum árum síðani, so er tað heilt víst ikki ein skikkað og óheft nevnd, ið velur at vassa long­ ur út við at keypa hina helvt­ina og fara uppí nýtt felag, p/f Eystur­ oyar­tunnilin saman við donsk­um eftir­lønarkapitali. Vit kenna ikki politisku treytirnar og sømdirnar, og kunnu bert gita um, hvørjar tilsagnir, nevndin í Lív hevur givið at veita lán til hesa verkætlan. Eing­in verður bilsin, um talan er um trýsiffraða milliónaupphædd. At nevndin vassar longur út enn fyri tveimum árum síða­ni, ber bert til at skilja, tá ið havt verður í huga, at hon er sett av lands­stýris­ manni­num í vinnu­mál­um. Har sita embætisfólk hjá lands­stýris­ manni­num í nevndini í stríð við tað, ið er vorðið siður aðrastaðni, har roynt verður at virða, at nevnd­ ir í statsligum partafeløgum mugu verða óheftar av politiska myndug­ leika­num fyri at kunna liva upp til krøv­ini í partafelagslógini. Og so hava vit upplivað mongu seinnu árini, at landsstýrið heldur seg kunna fara við pengunum hjá eftir­løn­ar­spararunum, sum um tað átti teir sjálvt. Mest beinleiðis hava vit upplivað tað, tá ið lands­ stýris­maðurin í vinnumálum uttan um nevndina í Lív ornaði stjóran at fáa Lív-pengar uppí bjarg­ing­ina av Norrønu í 2008. Tað sama hevur endurtikið seg, nú landsstýrismaðurin roynir at skapa ein keypara til helvtina av Lív við at taka stig til at stov­na eitt smápartafelag til høvið. Við trygd í pengunum hjá trygg­ingar­ takarunum. So talan er ikki um eitt privat felag, ið ger avtalu við landsstýrið. Lands­ stýrið situr báðumegin borðið og bindur eftirlønarpening hjá meira enn helmingin av løn­takaru­num í Føroyum. Tað í sær sjálvum átti at fing­ið politikarar á løgtingi upp úr stólu­ num, tí tað hevur áður verið ein øðiligur gangur um lands­kassa­ veð­haldið í Lív. Tað gav at bíta fyri nøkrum árum síðani, tá ið landsstýrismaðurin skuldi hava endurnýggjað heimildina at selja helvtina. Tá var veðhaldið væl niðanfyri milliardina. Síðani er tað farið logandi uppum. Um Lív við at seta pengar í Skála­fjarð­ar­ tunnilin ikki fær eitt líkinda a­v­ kast, vil tað verða steinur oman á veðhalds­byrðuna hjá tí al­menna, um­framt eitt tap hjá tí parti­num av tryggingartakarunum, sum ikki hava veðhald. Hjá tí sølu­bara partinum av Lív vil tað so annaðhvørt geva tí ein kapp­ing­ar­fyrimun, gongst væl við íløguni, ella vil tað gera henda partin minni kappingarføran. Í hvørgum føri­num er tað í tráð við tær reglur og lógir, ið landsstýrið eigur at handla innan­fyri. Verri er, at hetta, sum fer fram, er í stríð við allar fólkaræðisreglur. Lands­stýrismaðurin í inn­lendis­ málum skjýtur seg inn undir, at hann ger avtalu við privat felag. At hógvarnir hjá lands­stýri­s­manni­ num í vinnu­mál­um stinga und­an, eftirsum talan er um avtalu við felag, har alment partafelag, stýrt av honum, er drívandi kraft í sam­ ráð­ing­unum, tykist ikki at nerva, tí uttaná fæst tað at síggja út sum avtalu millum privat felag og lands­ stýr­i­ð. Løgmaður tykist at lata stan­da til, hóast hann átti at vita betur og hevur ábyrgd av hesum glantri­leiki. Í seinasta enda standa hes­ir landsstýrismenn og løgmaður til svars fyri løgtinginum, men tað verð­ur ivaleyst seinur dagur, at tað ger nakað við nakran teirra. Tí talan er jú á pappírinum um al­ ment partafelag – og ikki stovnur und­ir landsstýrismanni. Og tíverri vilja tað vera bæði eitt og tvey løg­ tings­fólk, ið síggja fyrimunir í, at polit­iski myndugleikin sleppur fram­at pensiónspengunum til sín­ ar milliardaverkætlanir. Eins og í goml­um døgum, tá ið politikarar mann­aðu nevndirnar í almenna trygg­ingarmonopolinum. Fyri tryggingartakaran í Lív – og harvið meira enn helvtina av føroysku løntakarunum – er Skála­ fjarðartunnilin tí ikki ein spur­ ningur um høgra ella vinstru, ella um privata ella almenna loysn, men ein spurningur um, at privat­ kommunis­man er á veg inn­aftur, har politikarar slep­pa at vál­ka sær við pen­sjón­s­upp­spar­ing­unum. Vinnarar, um hetta sleppur at verða lagið?: Nøkur lokaláhugamál og lokal­politikarar. Taparar?: Eftirlønaruppspararar og skattaborgarar. Eins og fyri 20 ár­um síðani. tíðargrein Jógvan Mørkøre Samfelagsfrøðingur Skálafjarðartunnilin – privatkommunisman spøkir aftur » Í seinasta enda standa hesir landsstýrismenn og løgmaður til svars fyri løgtinginum, men tað verður ivaleyst seinur dagur, at tað ger nakað við nakran teirra. » Trupulleikin er bert tann, at tað, sum hann og landsstýrið royndi at sníkja ígjøgnum sum tjóvur á nátt, hevur einki við nakað privat alternativ at gera. » Landsstýrið situr báðumegin borðið og bindur eftirlønarpening hjá meira enn helmingin av løntakarunum í Føroyum.