hósdagur 25. juli 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Henda greinin er um brøðurnar Carl
Ljot og Albert C. Joensen.Teir vuksu
upp úti á Reyni í grannalagnum
hjá mineralsvatnsfabrikkin Ydun.
Albert fór sum ungur at arbeiða
har, og var hann á virkinum, til tað
varð niðurlagt í 1937.
Albert giftist við Johild Davidsen
úr Kvívík. Tey áttu dreingirnar
Louis og Albert, sum var kendur
frá Føroya Sparikassa.
Carl Ljot var ógiftur. Teir eru
báðir, sum tað sæst, deyðir í bestu
árum eins og so nógv onnur tá á
døgum.
Foreldrini vóru Niels Frederik
Joensen úr Nólsoy og Johanna
Frederikka f. Jensen frammi við
Gjónna.
Systkini hjá teimum báðum
vóru:
Andreas f. 1899. Var í uttanlands
sigling. Búsitandi í USA, har hann
eisini doyði.
Jákup Martin Frits (1900-1919),
ógiftur, gjørdist bert 18 ára gamal
Richard (1914-1996) giftist við
Kirstin Mikkelsen (1917-2003) av
Tvøroyri. Tey fingu fimm børn.
Pápasystkini hjá teimum báðum
vóru:
Joen Pauli Joensen, kallaður
Pallin (1879-1930), ógiftur
Kristian Johannes (1881-1951),
giftist við Rakkel Sofie Jensen
(1879-1957). Kristian á Malarenda
bygdi eisini hús á Malarenda, suður
og norð.
Andreas Joensen (1851-1922) í
Havn giftist tann 29.6.1873 í Nólsoyar
kirkju við Charlotte Nielsen (1846-
1919). Charlotta var dóttir Niels
Frederik Andreassen úr Havn og
Adu Christinu Jacobsdatter i Líða.
Andreas bygdi á Malarenda. Húsið
varð nevnt hjá Lottu.
Við fólkateljingina í 1890 er
mamma Andreasar, Johannes Ma
lene Joensdatter, 76 ár, ættað úr
Havn, eisini í húsinum. Hon and
aðist í Nólsoy 2.1. 1901.
Andreas átti nógv næstrafólk í
Nólsoy. Abbi hansara, Joen Jacobsen
úr Frammistovu undir Garðsenda í
Hósvík, og omman, Malene Gregers
datter úr Vestmanna, ið vóru búsett
í Kvívík, áttu tvær døtur, ið giftust til
Nólsoyar og vóru mostrar Andrea
sar. Tær vóru Birgithe Joensdatter,
sum giftist við Jacob Jansen í Búð,
og Johanne Jacobine Joensdatter, ið
giftist við Henrik Michael Jacobsen
við Brunn.
Ein triðja systir giftist við Joen
Jacobsen hjá Vektaranum í Havn.
Tey vóru foreldur Andreasar. Jógv
an hjá Vektaranum doyði ungur,
og trý av børnunum vuksu lutvíst
upp hjá Johonnu Jacobinu við
Brunn. Tvey av teimum giftust í
Nólsoy. Tey vóru Andreas Joensen
og Johanne Joensen, meðan Else
beth Malena Joensen f. 1832, ið var
ógift, lutvíst búði í Nólsoy. Í 1870 er
Andreas húskallur hjá Niels á Botni,
kongsbónda.
Meira um Heina, beiggja
William Heinesen
Fyrsta greinin í hesi røð var um
Heina, son Carolinu og Zacharias
Heinesen. Pápin, sum var stórur
handilsmaður í Havn, eisini við
klæðum, vildi hava Heina at gerast
skraddari. Men tað vildi hann ikki,
og hann fór heilt yvir til Vancouver
vestast í Canada, har hann arbeiddi
sum skóghøggari.
Men Heine gjørdist sjúkur og
doyði bara 24 ára gamal. Tá fór
pápin allan vegin til Vancouver
eftir líkinum, so Heine kundi jarð
ast í Havn. Foreldur hansara vórðu
seinni grivin undir liðuni á son
inum.
Tað er fingið eitt áhugavert
ískoyti til søguna um Heina. Tað
er eitt bræv, sum William Heine
sen skrivaði til skyldmannin Jørg
en Frants Jacobsen aftaná jarðar
ferðina 13. mars 1927:
Heine kom i jorden i gaar, og
bølgerne fra denne tid, der begyndte
10. januar er saa smaat ifærd med
at lægge sig igen. Ja, det var netop
den morgen du rejste, at vi fik det
telegram om, at hans sygdom var
haabløs, han havde næppe 14 dage
igen.
Et par uger efter, at min fader
var rejst (til Canada eftir líkinum),
kom der et brev fra Heine selv, holdt
i den stoisk beroligende stil, der var
karakteristisk for ham. Han skrev,
at han havde tuberkler, særlig den
ene lunge var stærkt angrebet.
“Men det skal nok gaa, jeg skal nok
komme hjem engang!” Men allerede
dengang havde vi faaet besked om
hans død.
Budskabet om Heines død voldte
mig en stærk akut smerte, derefter
vemod, men ikke sort og patetisk
sorg. Værre var for andre med
mindre modstandskraft.
Hans korte livsbane er jo ikke
uden en vis lysglans, som en frost
klar foraarsmorgen, og han faldt
som en mand, maa man nok sige.
Jeg tror, at han har haft perioder
af vidunderlig fuglefri livsførelse.
Hans uafhængighedstrang, hans
generositet og hele selvfølgelige
enkelhed er jo forbilledlig – ikke
mindst for mig.
I fjor vinter, da jeg mente at
hava rodet min ind ind i et vist
kedeligt økonomisk uføre, havde
jeg fantasier om at melde mig som
frivillig i den svenske hær o.s.v.
Den slags har Heine glat væk
realiseret utten latterlige komplika
tioner. I de to-tre sidste maaneder
han levede, var han meget syg. Det
var fremskredet tuberkulose, men
han afviste det som “lidt slim paa
lungerne”, plejede sig selv hjemme
i ensomhed, vilde ikke lade sig ind
lægge paa hospitalet, ja, afslog det
telegrafiske bud om penge, min
fader sendte ham netop i den tid.
En stolthed og selvødelæggende
haardførhed, der virkelig søger sin
mage!
William skrivar annars, at Heine
skrivaði fleiri enn fjøruti brøv heim
frá síni tíð í Canada. Tað kundi ver
ið áhugavert at sæð hesi. William
endar sína frásøgn soleiðis:
Et fotografi af gossen viser
et energisk, strengt ansigt, af en
vis udvandrer-virtus, maaske en
smule angliseret, og en holdning
der svarer til tonen i hans breve.
Hans lig derimod var et stakkels
indfaldet og skæmmet lig, det
sørgeligste syn.
Hetta seinasta vísir vist til, at
í kistuni var ein lúka, sum kundi
latast upp, so líkið kundi síggjast.
Tað sigst, at hetta tók so hart uppá
mammuna, at hon svímaði.
Á ein hátt kann sigast, at Heini
livir enn. Beiggin, William, gjørdi
eina høvuðmynd at honum, sum
stendur
inni
í
gravsteininum.
Gloymdur verður hann so ikki.
Hann hevur uttan iva verið nakað
serstakur.
HENDUR IÐ SLEPTU
Albert og Carl Ljot: Tveir brøður
liggja lið um lið á Svínaryggi
Gamli kirkjugarður vísir meira enn annað tað neyva samband, sum hevur verið millum Havn og Nólsoy.
Hetta samband sæst eisini týðiliga í Nólsoyarsøguni hjá Egon Hansen, sum er ein kelda til hesa grein.
Umframt eru aðrar greinir í hesi røð um nólsoyingar sum fingu sítt síðsta hvíldarstað á Svínaryggi
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar
vikur verður greitt frá grøvini hjá
Peter F. Christiansen og Vestinu
f. Holm Joensen, sum var ein
Effersøe.
CARL LJOT JOENSEN
F. 26. AUGUST 1901
D. 21. NOVEMBER 1925
……………….
ALBERT C. JOENSEN
F. 18. NOVEMBER 1903
D. 10. 4 1938
Heini Heinesen avmyndaður av beiggjanum William
Carl Ljot Joensen
Albert C. Joensen