hósdagur 25. juli 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Verandi støða ein
stórur vansi
Tí vit eru í eini óskiljandi
hvørki-støðu, har vit hvørki
eru sjálvstøðugt land í uttan
ríkispolitiskum høpi, og heldur
ikki eru partur av øðrum landi
og samveldi. Henda støða er
ein stórur vansi fyri menn
ingarmøguleikar okkara sum
land og fólk. Stundin er fyri
langari tíð síðan komin til,
at heimtaka fullu ábyrgdina,
eitt nú, av tí sera týðandi utt
anríkispolitikki føroyinga.
Danmark útveitir utt
anríkispolitikk til ES
Í dag lata vit donskum mynd
ugleikum
ábyrgdina
av
okkara
uttanríkispolitikki,
samstundis sum Danmark
letur stóran part av teirra
uttanríkispolitikki víðari til
Europeiska Samveldið (ES) at
avgera. Hetta hvørki er ella
verður ein haldbær støða fyri
føroyingar.
Tá Føroyar samstundis ikki
eru limir í ES, og støður gerast
til veruleika, har ES (og harvið
eisini Danmark, ið umsitir okk
ara uttanríkispolitikk) hevur
onnur áhugamál enn vit, og
vil áleggja okkum handils
boykott, tá gerst støðan heilt
margháttlig.
Mótstríðandi áhuga
mál millum danskt/
ES vinnulív og
føroyskt vinnulív
Vit hava øll eygleitt, hvussu
danska pelagiska vinnan so
sera greitt hevur boðað alment
frá, at hon ynskir at føroyingar
verða revsaðir fyri, at krevja
tey rættindi, ið vit hava fullan
rætt til í egnum landi og sjóøki.
Eisini hava hesi somu umboð
fyri donsku vinnuna verið á
fundi við ES og kommisserin
fyri fiskivinnumál – Mariu
Damanaki – og greitt henni frá
teirra støðu til málið.
Samstundis
fráboðar
danski ráðharrin, at teirra
embætisfólk fara at atkvøða
ímóti handilsboykotti mót
vegis føroyingum, men at tey
politiskt og í praksis fara at
fylgja meirilutanum í ES, og
fremja handilsboykott mót
vegis føroyingum í verki. Júst
sum pelagiska vinnan í Dan
mark og í ES ynskir.
Danmark umboðar
donsk áhugamál
– ikki føroysk
Tað er so sera týðiligt at frá
boðanin hjá danska ráðharr
anum bert er til fyri at sissa
føroyingar. Hví mundi danski
forsætisráðharrin, Helle Thor
ning-Schmidt, eisini velja at
koma til Føroya og mitt í hesari
politisku orrustuni ? Hon skal
sjálvandi vera vælkomin á
vitjan, men ongin ivi er um,
at talan er um ein sjónligan
politiskan “sjarmu offensiv”,
ið kravdist nú danska stjórnin
fer at fremja handilsboykott
mótvegis føroyingum, og enn
tá stongja havnir fyri føroysk
um skipum.
Støðan er, enn sum áður,
so sera greið. Danska stjórnin
stuðlar danskari vinnu – ikki
føroyskari.
Alt ov lítið gjørt
frá danskari síðu
Um Danmark vildi forðað
átøkum móti Føroyum, so varð
hetta málið sett fram sum eitt
aðalmál frá donsku stjórnini
mótvegis ES fyri langari tíð
síðan. So hevur als ikki verið.
Hví hevur danska stjórn
in ikki fyri langari tíð síðan
víst ES til rættindi føroyinga
í egnum sjóøki, og hótt ES
við altjóða havrættardóm
stólinum og gerðarrætti? Og
hví hevur danska stjórnin
ikki virkað eins hart fyri,
at Føroyar hava rætt til síni
kravdu fiskirættindini í egn
um sjóøki, eins væl og danska
stjórnin hevur stríðst fyri, at
Danmark skuldi spara 1 mia.
í limagjaldinum til ES ? Hetta
seinna var jú eitt mál, ið varð
sett ovast á uttanríkispolitisku
dagsskránna. So hevur als ikki
verið viðvíkjandi handilsboy
kotti mótvegis Føroyum.
Tapið
fyri
Føroyar
av
handilsboykotti kann gerast
lutfalsliga so ómetaliga nógv
størri enn henda 1 mia. fyri
danska búskapin, men hevur
hóast hetta als ikki fingið
somu raðfesting.
Bara tað, at danska stjórn
in longu hevur fráboðað, at
Danmark fer at stongja hav
nir mótvegis føroyskum skip
um, um ES samtykkir hand
ilsboykott og havnastongsul,
sigur ikki so lítið.
Hví skal ES kenna
seg trýst at steðga
við ætlanunum um
handilsboykott ?
Neyðugt við fullum limaskapi
í altjóða samfelagnum
Støðan í dag er alt annað
enn nøktandi. Tí av óskiljandi
orsøkum,
hava
føroyingar
latið dønum ræðið á føroysk
um uttanríkispolitikki. Hetta
merkir, at Føroyar og føroy
ingar hava sera avmarkaðar
møguleikar at nýta tey am
boð og teir møguleikar sum
fullur limaskapur í Sameindu
Tjóðum (ST), Altjóða hand
ilsfelagsskapinum
(WTO),
Norðurlandaráðnum,
Arkt
iska Ráðnum, Altjóða Hvala
veiðufelagsskapinum og øðr
um felagsskapum vildi givið
okkum. Altjóða felagsskapir,
ið høvdu givið okkum rætt
indi, amboð, møguleikar í
altjóða høpi. Hartil koma allir
hinir møguleikarnir, ið høvdu
fylgt við sjálvstøðugum al
tjóða limaskapi, eitt nú fullur
limaskapur í OL og Eurovision.
Hetta hevði verið ein ómeta
liga góð marknaðarføring av
Føroyum og føroyskum vør
um og tænastum, umframt
ein lopfjøl og stórur menn
ingarmøguleiki fyri føroyskan
ítrótt og tónleik.
Framtíðin er Føroyar
– ikki “Kongeriget
Danmark for så vidt
angår Færøerne”
Í staðin er tað í dag Danmark
og danska stjórnin, ið vegna
okkum, skal samskifta við
altjóða felagsskapir so sum
ST og WTO. Sjálvt tá Dan
mark og Føroyar eru ósamd
og hava mótstríðandi áhuga
mál, so umboða vit ikki okk
um sjálvi. Tað hava vit eitt
nú sæð dømi um í Altjóða
Hvalaveiðufelagsskapinum,
og síggja tað aftur í silda- og
makrelmálinum.
Um málið um silda- og
makrelósemjuna endar hjá
altjóða dómstóli, so verða
tað ikki Føroyar, ið stevna
ES. Tað verður Danmark – ið
vegna “Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne”
– ið stevnir ES og harvið eis
ini stevnir “Kongeriget Dan
mark”, ið er ein partur av ES.
Ikki undarligt, at danska stjór
nin ikki hevur ynskt at fara
rættarvegin, tá tey á ein hátt,
stevna sær sjálvum.
Ein heilt undarlig støða, ið
sjálvandi er til vansa fyri okk
um.
Føroyar mangla ein greið
an samleika í altjóða høpi. Vit
eru ikki Føroyar og vit eru ikki
Danmark. Vit eru “Kongeriget
Danmark for så vidt angår
Færøerne”. Hetta gevur onga
meining.
Hví velja hesa loysnina? Er
nakar føroyingur, ið heldur
hetta vera í lagi ?
Ólógligt ES boykott?
Vit skulu hartil als ikki góð
taka at virka undir handils
boykotti frá ES og Danmark.
Verður fráboðaða handilsboy
kottið til veruleika, eiga vit at
nokta at samráðast so leingi
hetta eru í verki. Tí undir tílík
um umstøðum ber als ikki til
at samráðast sum javnbjóðis
partar.
Tað er eisini sera ivasamt
um ES hevur rætt til, sambært
altjóða lóggávu, at fremja tey
átøk, ið ætlanin er at fremja.
Alt ov lítil samanhangur
(proportionalitetur) er millum
hending og avleiðingarnar av
fráboðaðu átøkunum.
Hartil kemur, at Føroyar
og føroyingar hava fullan
altjóða rætt til at gangnýta
tað tilfeingið, ið er í okkara
sjóøki. Samstundis sum vit
hava skyldu at samráðast
um ferðandi fiskastovnar við
strandalondini. Hetta hevur
verið roynt tá umræður sild,
men hevur ES higartil noktað
at samráðast um nýtt býti. Í
makrelmálinum hava nøkur
samráðingarumfør
verið,
men ikki viðvíkjandi sildini.
Tí er tað ES, ið hevur brotið
samráðingarrætt
føroyinga,
og altjóða rættindi okkara
til samráðingar tá umræður
sild, og tað er vegna sildina,
ið ES nú ætlar at seta í verk
handilsboykott.
Mangla strategiskan
langtíðar uttanríkis
politikk
Tað eru tó fleiri partar í hes
um máli, og eiga vit okkara
leiklut. Føroyingar mugu og
skulu duga betur at fremja
ein
langtíðar
uttanríkis
politikk, ið hevur til endamáls
at røkka teimum málum, ið
vit ynskja, m.a. tá umræður
fiskirættindi.
Framyvir verður tað vón
andi so, at tá vit meta okkum
eiga størri lut í ávísum fiski
rættindum, eigur ein miðvís
og støðug hækking av okkara
krøvum til rættindi/kvotur –
eitt nú av makreli og sild – at
verða sett fram í strandalanda
samráðingunum yvir eitt ára
mál. Sjálvandi saman við sera
væl grundaðum vísindaligum
tilfari, ið Havstovan skal fáa
neyðuga tilfeingið til at fáa til
vega.
Harvið sleppa vit í fram
tíðini undan eins ógvusligum
hækkingum í krøvunum, sum
vit síggja tá umræður sild og
makrel í dag, har krøv okkara
eru hækkað úr 4% uppí 15% av
samlaðu makrelkvotuni, og úr
5% upp í 17% av samlaðu silda
kvotuni so at siga í einum.
Hartil er ongin ivi um, at
tað hevði gagnað við meira
strategiskum samstarvi tvørt
urum landamørk. Flestu lond
gera tað tey kunnu fyri at
røkja egin áhugamál, men
ofta gagnar tað fleiri londum,
um hesi ganga saman í eitt
strategiskt
langtíðar
sam
starv. Tí skuldu vit sjálvandi
fyri langari tíð síðan fingið
eitt skipað samstarv við hini
londini, ið eisini eru í sam
ráðingum mótvegis ES. Eitt nú
Ísland, Grønland og Rusland.
Hesi lond fylgja í hesum døg
um neyvt við, hvat ES ger
mótvegis Føroyum í løtuni.
Ongin ivi er um, at ongi av
hesum londum vilja finna seg
í handilsboykotti frá ES, bara
tí ES ikki fær júst tað, ið sam
veldið vil, og enntá uttan at
royna samráðingarvegin til
fullnar.
Vit kunnu tí í ávísan mun
fyribyrgja at líknandi støður,
sum núverandi støðan, end
urtaka seg í framtíðini, við
einum strategiskum langtíð
ar uttanríkispolitikki, og eini
samsvarandi
vísindaligari
uppraðfesting.
Heimtøka av uttan
ríkispolitikki
á Ólavsøku
Hetta málið hevur stóran
skund. Tí fyri hvønn dag, ið
vit útseta avgerðina gerst
kostnaðurin enn størri fyri
allar føroyingar og føroyskt
vinnulív.
Um landsstýrið og sam
gongan ynskja tað besta fyri
føroyingar, føroyskt vinnulív
og føroyska samfelagið – bæði
nú og framyvir – eigur í minsta
lagi mál um heimtøku av
uttanríkispolitikki føroyinga,
at verða lagt fyri Løgtingið
á Ólavsøku. Samstundis má
sokallaða “uttanríkispolitiska
heimildarlógin” setast úr gildi.
Um samgongan ikki leggur
málið fram, so vil Tjóðveldi
gera hetta – einaferð enn.
Síðan má Løgtingið velja
um føroyskur uttanríkispoli
tikkur
framhaldandi
skal
verða framdur av donsku
stjórnini og ES, ella um før
oyingar og landsstýrið skulu
stjórna
egnum
uttanríkis
politikki vegna føroyingar,
føroyskt vinnulív og føroyska
samfelagið.
Veruleikan framum
undanførslur
Allar tær vanligu undanførsl
urnar um, at hetta ikki ber
til vegna lóggávu, eitt nú
donsku
grundlógina,
eru
bert politiskar undanførslur.
Tí uttan mun til um flokkar
eru ymiskir á máli um, hvørt
henda lóg er galdandi fyri Før
oyar, so er veruleikin tann, at
Danmark hevur latið stóran
part av teirra sjálvræði og utta
nríkispolitikki til ES. Tí eigur
ongin forðing vera fyri, at lata
føroyskan uttanríkispolitikk
til føroyingar sum skjótast.
Heimtøka av ábyrgdini av før
oysku undirgrundini og egnar
føroyskar fiskivinnusamráð
ingar eru eisini mál, ið eru lýs
andi dømi um, hvussu tað ber
til at víðka eina lógartulking
- um vilji er til hetta.
Nú er tann stundin ...
Landsins leiðsla má “vakna”
nú. Má lata eyguni upp og
síggja, at verandi uttanríkis
politiska støða føroyinga er
fullkomiliga óhaldbær og til
stóran vansa bæði fyri fólk,
vinnu og samfelag.
Alneyðugt er, at taka ítøki
lig stig fyri at broyta støðuna.
Um hetta ikki hendir, so
hava vit ikki eina leiðslu, ið
røkir áhugamál føroyinga til
fullnar.
Tað sum krevst er ein
leiðsla, ið “vaknar” og frem
ur hetta framstig í verki. Tí
sjálvandi
skal
uttanríkis
politikkurin hjá føroyingum
ikki verða rikin av ES og Dan
mark, men av landsins leiðslu
her í Føroyum.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Vilt tú, at ES og Danmark reka
uttanríkispolitikk vegna Føroyar?
Sild og makrelur. Helst tvey orð, ið hava verið tey oftast nevndu í miðlunum undanfarnu mánaðarnar,
og hetta er ikki uttan orsøk. Tí talan er um ovurstór virðir fyri land, vinnu og fólk – fyri okkum
øll. Men hetta málið er eisini so ómetaliga nógv meira enn fiskur og fíggjarlig virðir. Tí silda- og
makrelmálið hevur eisini týðiliga avdúkað sera óhaldbæru støðu Føroya uttanríkispolitiskt.