Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Ikki var tað skemt, men álvar­samur veruleiki, tá ið trý tingfólk í okkara hátt­ virda løgtingi, søgdu seg vilja leggja uppskot fram at fólk av sama kyni skulu fáa loyvi at giftast, soleiðis sum hjún, maður og kvinna verða gift. Tað er ótrúligt at enntá háttvird løgdingsfólk skulu fáa seg sjálvi at kom við slíkum uppskoti, sum stríðir ímóti øllum sunnum skili, sum skaparin hevur givið okkum í vøggugávu. At fólk at sama kyni hava kent seg drignan at hvørj­ um øðrum meiri enn gott er, hevur verið kent gjøg­num øldirnar. At hesi – eins og onnur, ið vóru “øðr­vísi” enn tey flestu, í summ­um førum, hava kent at fólk yppa øksl, halda seg frá teimum og annað, er helst satt, eins og tað er fyri aðrar av borgarum okkara, ið bera likams- ella sálar­brek. Vit skulu vera góð við øll menniskju, vísa virðing, sama hvørji tey eru ella hvønn húðalit tey hava. Men hjúnalagið er ein serstakur stovnur, ið einans kann vera millum mann og kvinnu. Hjúnalagið má ikki verða avlagað og vanvirt av eini slíkari ætlan, sum hesi trý tingfólkini ynskja at fremja. Eg kenni trúgvandi fólk, sum valdu hesar flokkar á seinasta løgdingsvali. Sam­stundis veit eg, at hesi nevndu trúgvandi fólk als ikki taka undir við nevnda uppskotið hjá hesum trim­um tingfólkunum í flokki teirra, tí tað stríðir ímóti teirra andaligu sannføring. Sama er galdandi í spurn­inginum um t.d. fría fost­ur­tøka, sum tingfólk úr summ­um av nevndu flokk­um stríðast fyri at fáa framda í Føroyum. Hjúnabandið er einans millum mann og konu, so­ leiðis sum Gud Harrin ásetti hetta í sjálvari skap­ anini. Boðini vóru at vit skuldi fjølga jørðina gjøg­ num hjúnabandið, ið er besta trygdin fyri komandi ættarliðum, soleiðis sum tað var fyri okkum, ið vóru ald upp av kærleiksfullum for­ eldrum innan hjúnalagsins gudgivnu karmar. Hjúnabandið er einans millum mann og konu Svenning av Lofti Starvslýsing: Netumsitari Vodafone hevur sum tele- og breibandsveitari eitt umfatandi net, og krøvini til rakstrarstabilitet eru høg. Dámar tær avbjóðingar, so hava vit starvið til tín. Um starvið Uppgávurnar fevna breitt, og eru m.a.: Netumsiting, -viðlíkahald og -yvirveking Trygdarskipanir Umsiting av VoIP-pallinum og av IP adressum Samstarv við SLA-veitarar Dokumentatión Vera við í ráðleggingini viðv. dagføringum og útbyggingum Tù kemur eisini at loysa ávísar servarauppgávur, eitt nú á okkara VMware palli. Tínir førleikar Vit ímynda okkum, at tú hevur: hóskandi KT-útbúgving og drúgvar royndir holla vitan um Cisco-tøkni og annan net-útbúnað eitt gott arbeiðslag, er røkin og er ágrítin góð samstarvsevni, men kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað eitt lætt lyndi og góðan tænastuhugburð og ert skyldurøkin og kann, um neyðugt, arbeiða skeivar tíðir Vit bjóða eitt krevjandi og spennandi starv við skiftandi uppgávum eitt starvsøki, har menningin gongur við rúkandi ferð góðar møguleikar fyri fakligari menning og samstarv við størri fyritøku Løn og setanartreytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Kurt Samson á telefon 502062, ella senda ein teldupost til ks@ vodafone.fo Freistin at søkja starvið er 11. august 2013 og um sóknin skal sendast til: Vodafone Att.: Gudny Langgaard Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost til gl@vodafone.fo Um Vodafone Kjarnuvirksemi hjá Vodafone er mobil- og fast net- telefoni og breiðbandssamband. Vodafone hevur í dag á leið ein triðjing av føroyska marknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum eru góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 30 ársverk eru í Vodafone. Netumsitari til Vodafone vodafone.fo Starvslýsing Sæð úr Føroyum er ósemjan um, at Føroyar ikki fáa ein nóg stóran lut av sildini, hvørki søguliga ella í mun til broyttar umstøður. Okkara mótpartar hava tó megnað at varpað eina heilt aðra ásjón út. Hon er heilt einføld og og greið. Føroyar halda ikki ásetingar um burðardygga veiðu, og tí skulu tiltøk setast í verk ímóti Føroyum. Føroyar eru ein Bandit State, tá talan er um fiskivinnu. ES kommiserurin Dama­ naki var púra greið á tíð­inda­ fundi herfyri. Hetta handlar um, at fiskivinnan skal verða burðardygg – Føroyar fiska ikki burðardygt – tí setur ES tiltøk í verk ímóti Føroyum. Hetta er ein sera góð og einføld populistisk søk fyri ein politikkara – og Damanaki sleppur at spæla hetta spæl at kalla uttan mótspæl. Sama stendur at lesa í fráboðan frá danska Mat­ vørumálaráðharranum Gjer­ skov, sum seint í farnu viku segði, at Danmark gongur ikki inn fyri, at fiskivinnan ikki er burðardygg, men at seta tiltøk í verk, er ikki tað rætta, segði hon. Her hava vit “okkara” rødd í ES, sum alment greinar støðuna við útgangsstøði í tí, sum mót­parturin byggir málið á, nevniliga at Føroyar ikki fiska burðardygt. Vit síggja í almennu donsku lýsingini av málinum, sum Matvørumálaráðið stend­ur fyri saman við danska Uttanríkisráðnum, at Dan­mark ikki einans kennir seg bundið at fylgja møguligum tiltøkum, sum ES setur í verk, men eisini at alt málið byggir á, at Føroyar ikki fiska burðardygt. Tað er tað lógargrundarlagið fyri tiltøkum frá ES byggir á. Heimurin er ikki gjørdur av lógum eina, og at hava løgfrøðiliga rætt er ikki altíð nóg mikið. Hóast vit kunningarliga hava eina góða søk, sum er væl egnað at fáa í miðlar aðra­staðni, so er tað bara Dama­naki útgávan, sum fær rúmd uttanfyri Føroyar og enn­ tá í so stóran mun, at tað er ein sjálvfylgja at skýra okkum Bandit State. Her hava politisku skip­anirnar hjá okkara mót­støðu­fólk­ um megnað at fáa opini­ón­ ina við sær, og tá polit­isku skipanirnar hava opión­ina við sær, kann verða sera trupult at standa ímóti, sjálvt um vit hava løg­frøðis­ liga rætt. Tá so ein topp­ politikari sum Damanaki leggur so nógv fyri at revsa Føroyar - og at alt annað ger, at hon missir andlit og trúvirði, ja so er tað ikki altíð galdandi reglur ella rættvísi, sum hava avgerandi orðið. At vit hava rætt, er tað eingin ivi um – men tað hjálpir ikki, um tað bara eru vit sum vita, at vit hava rætt.... ES boykottið – hvat er málið um? Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur Um eina stóra viku kemur ES bannið helst í gildið, men hvat snýr málið seg um? www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo