hósdagur 25. juli 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Skálafjarðartunnilin
skal
byggjast, og hann skal vera
almennur. Har er eingin ivi
um, hvat er betri fyri Føroyar,
hvat er skjótast og hvat er
bíligast fyri brúkaran. Inn
lendismálaráðharrin átti tí
at gjørt sum vinnumálaráð
harrin, og stuðlað almennu
loysnini. Ger hann tað, kann
tunnilin longu vera væl
ávegis áðrenn næsta val, og
æviga trætan um Sandoyar
tunnulin loyst samstundis.
Álit á politisku
skipanina?
Um møguleikin verður brúkt
ur rætt, er tað frálíkt, at inn
lendismálaráðharrin hevur
sett tunnilin á dagsskránna.
Skálafjarðartunnilin
er
ein av teimum íløgunum í
infrakervið, sum eingin ivi
yvirhøvur átti at verið um.
Hann knýtir meginøkini í
Føroyum saman, gevur bæði
byggiharranum
og
brúk
aranum vinning, og minkar
um ferðatíðina hjá privat
persónum og vinnulívi. - Tó
at yvirskotið hjá brúkaranum
fíggjarliga er væl minni (um
tað yvirhøvur er har), um tað
verður bygt privat.
Nú
innlendismálaráð
harrin hevur uppskot til ein
sáttmála, ber tað av álvara
til at síggja, hvussu nógv
verri privata loysnin er fyri
øll onnur enn fyritøkuna
sum byggir – hetta hóast
vit ikki fá loyvi at vita so
nógv, og tað valla man vera
tað mest jaliga, sum verður
dult sum mansmorð: Inn
lendismálaráðið væntar, at
Føroya fólk er so ónøgt við
sáttmálan, at rætturin til
alment innlit skal beinast
burtur, inntil eitt hálvt ár
aftaná tunnilin er liðugur.
Hvør kann tá brúka innlitið
til nakað? Men vit vita so,
at fyritøkan eitt nú skal fáa
endurgjald, um lógir broyt
ast, eins væl og um tað al
menna ger nakað, sum kann
gera at minni ferðsla kem
ur gjøgnum tunnilin. So
infrakervið í øllum megin
økinum er fastlæst upp til
næstu 50 árini. Harumframt
er tað ikki fyrrenn í 2023, at
fyritøkan skal verða liðug við
tunnilin. Ella við øðrum orð
um so seint, at um so polit
iska skipanin bíðaði fýra ár
afturat við at byggja alment,
var tað almenna fyrr liðugt.
Og tað er enntá komið fram,
at um fyritøkan velur tað, so
kann hon heilt sleppa sær
burturúr verkætlanini, um
einki forprojekt er gjørt í
2018. So tað er eingin trygd
fyri, at tunnilin yvirhøvur
verður bygdur við privata
leistinum!
Hetta er als ikki nøktandi,
og kann hava við sær, at
fólk í nógv størri mun missa
álitið á politisku skipanina, tí
“loysnin” gongur beint ímóti
serfrøði og vanligum viti og
skili. Tað mest vanliga tá ein
eitt nú lýsir eitt starv at vera
leyst, og bara ein ella fáir
umsøkjari er, er, at ein antin
lýsir starvið av nýggjum, ella
finnur eina aðra loysn. Fær
ein ein einsamallan góðan
umsøkjara, so kann ein um
hugsa at seta viðkomandi,
ella heita á viðkomandi um
at søkja aftur. Men í hesum
førinum ljóðar avtalan at
vera alt annað enn góð.
Møguleikin er her nú!
Innlendismálaráðharrin
kann gera tað so nógv betri.
Við upplýsingunum vit hava
nú, kann hann uttan víðari
fáa breiða undirtøku fyri,
at almenna loysnin skal
fara í gongd nú. Uppaftur
betri, hann verður mintur
sum tann, sum endiliga
fekk
Skálafjarðartunnilin
OG Sandoyartunnilin ígjøg
num – sum helst man vera
nóg mikið, til at tryggja
Sjálvstýrisflokkin til næsta
løgtingsval. Við at hava sett
tunnilin so frammarlaga á
dagsskránna, kann almenna
loysnin ikki steðga upp.
Eingin politiskur flokkur
hevði torað, at sagt nei, tá
fólk vænta at fáa tunnilin og
fáa hann nú – ikki í 2023.
Hin møguleikin er oyði
leggjandi fyri politisku skip
anina. At t.d. løgmaður kemur
út, og sigur seg ikki hava álit
á serfrøðini hjá tí almenna
(Landsverk), niðurbrýtur alt
álit sum er. Tað einasta sum
kann gera, at verkætlanin
ikki gevur yvirskot, er, um
fólkatalið í Føroyum minkar
og minkar nógv. Er tað tann
møguleikan løgmaður hugsar
um, tá hann sigur hann ikki
trýr Landsverk, so stendur
illa til við framtíðarvisjónum
fyri land okkara, og spurn
ingur er um hann átti at
hildið áfram í starvinum
sum løgmaður. Koma vit
nakrantíð hagar, kann alt
kortini gera tað sama. Heldur
hann at útrokningarnar hjá
Landsverkið
onkursvegna
eru skeivar, so kann løgmaður
sjálvur støkka inn á gólvið hjá
Landsverk, og koma við røttu
útrokningunum. - At onkur er
fólkavaldur merkir, at hann
hevur eginleikar sum gera, at
fólk hava álit á viðkomandi,
men tað merkir vanliga ikki,
at viðkomandi harvið verður
til dømis búskaparfrøðingur
ella verkfrøðingur, og dugir
betri enn t.d. Landsverk at
meta um kostnaðin av infra
strukturellum verkætlanum.
At vera fólkavaldur merkir
ikki, at ein bara kann halda
okkurt vera “smart”, halda
tað loyniligt fyri fólkinum
og so gera tað. Serfrøðin má
takast í álvara – annars kann
hon ikki tæna fólkinum –
Og hvussu kann fólkaræðið
virka, um fólk ikki fáa at
vita, hvat teirra kosnu ætla
at gera?
Eg vóni at innlendismála
ráðharrin hugsar seg um
eina ferð afturat. Tað er best
fyri Føroyar, Eysturoynna,
Sandoynna, einstaklingin og
framtíð Sjálvstýrisfloksins,
um hann leggur seg fram um
andstøðuna, og verður mað
urin, ið kom við ikki einum,
men tveimum tunlum vit
hava klandrast um í meira
enn eitt áratíggi. Ger inn
lendismálaráðharrin ikki tað,
so kunnu aðrir samgongu
limir (við reinari samvitsku)
vinna sær nógvar atkvøður,
við at stuðla uppskotinum
hjá andstøðuni.
Besta loysnin fyri øll
Regin Berg
Í fjør var eg eitt av teimum
túsundtals fólkum, ið gjørd
ist heilt ovfarin av stóru
mannamúgvuni, sum luttók
í og eygleiddi Faroe Pride
skrúðgonguni. Eg var har,
tí eg ætlaði at taka uppá til
mína internetsending, Faroe
Islands Podcast, men fjøldin,
sum var komin saman at
stuðla LGBT felagsskapinum
í Føroyum, dró meg við sær.
Í juni í ár gekk eg við í
Pride-gonguni, har eg búgvi
í Portland, Oregon, USA, og
tað var eitt ótrúligt upplivilsi.
Hví luttók eg í skrúðgonguni,
og hví eigur tú eisini at koma
við? Lat meg greiða nærri
frá...
Trúgvandi mormonor,
ið vilja byggja brýr
Eg eri limur í einum kristnum
trúarbólki, sum eitur Church
of Jesus Christ of Latter-Day
Saints, men vanliga verða
vit nevnd mormonar. Hóast
mín trúarbólkur varð hildin
at vera rættiliga víðgang
andi fyri eini øld síðan, so
eru mormonar í dag kendir
fyri at vera politiskt kon
servativir. Eisini eru teir
kendir fyri at duga sera væl
at samskipa og savna pengar
inn, og á henda hátt stuðlaðu
teir einum lógaruppskoti í
Kalifornia (Proposition 8),
sum bannaði samkyndum
hjúnalagi í hesum ameri
kanska statinum í 2008 (í
summar
avgjørdi
hægsti
dómstólurin í USA tó, at hetta
lógaruppskotið var í stríð við
amerikansku grundlógina).
Í ár luttók eg í skrúðgong
uni í Portlandi saman við
einum bólki av mormonum,
sum virka undir heitinum
Mormons Building Bridges
(mormonar
byggja
brýr).
Hesin bólkurin heldur at
okkara kirkja eigur at taka
betri ímóti LGBT-brøðrum
og -systrum okkara.
Hóast eg havi nógv sam
kynd vinfólk, og júst hevði
frætt, at eitt systkinabarn
mítt var lesbisk, so var tað
ikki lætt at gera av at luttaka
í skrúðgonguni. Eg visti at
fleiri vinir og kenningar, sum
eg gangi í kirkju við, kanska
fóru at tað illa upp. Tað var
greitt, at eg fór at noyðast at
svara mongum spurningum,
og at summir javnlíkar mínir
enntá kanska fóru at síggja
meg sum ein “fremmandan”.
Somu vendingar
sum fyri hundrað
árum síðani
Hví gjørdi eg tað so? Fyrst
av øllum tí eg hoyrdi, hvussu
fólk tosaðu um samkynd, og
so kendi eg onkrar vendingar
aftur. Samkynd parløg vórðu
kallað “ónáttúrlig”, ein “synd
móti Gudi”, ein “hóttan móti
sonnum hjúnabondum og
familjum”, sum “kundi føra
til at fólk fara at giftast
við djórum.” Júst somu orð
vórðu nýtt um mítt fólk, tá
vit framvegis høvdu okkara
serliga slag av hjúnabandi:
fleirgiftu. Mormonar góvust
við fleirgiftu seint í 19. øld, og
eg má viðganga, at eg gleðist
um, at eg ikki at livdi tá. Eg
havi eina konu, hon er ófør.
Mær tørvar ikki fleiri.
Men tá mormonar giftu
seg við fleiri konum, so nýttu
tey, ið vóru ímóti hesum,
tað sum grundgeving fyri
at jagstra okkum sum djór.
Ja, tað var loyvt at drepa
ein mormon í amerikanska
statinum Missouri heilt fram
til 1976. Í roynd og veru so
ásetti lógin, at komst tú fram
á ein mormon, so SKULDI tú
drepa hann.
So tá eg hoyri, hvussu
summi málbera seg í dagsins
kjaki um rættindini hjá sam
kyndum, so veit eg, hvagar
tað kann føra. Og sum kristin
havi eg eina moralska skyldu
at virka ímóti hesum.
Borgararættindastríði
hjá okkara ættarliði
Nú eg síggi LGBT-systrar og
-brøður mínar stríðast fyri
teimum
rættindum,
sum
eg longu havi, skilji eg, at
stríðið fyri javnrættindi til
LGBT-arar endurspeglar væl
stríðið hjá littu landsmonn
um mínum í fimti- og seksti
árinum. Hetta er veruliga eitt
borgararættindastríð
fyri
okkara ættarlið og fyri okk
ara samtíð.
Tá eg endurskoðaði gerð
ir mínar seinastu árini, so
byrjaði eg at síggja meg
sjálvan fylgja mynstrinum
hjá teimum liberalu hvítu í
rasuskildu suðurstatunum
í Amerika í hálvtrýssunum.
Tey vóru ímóti rasuskilnaði
og hvussu tey svørtu vóru
viðfarin, men tey hvørki
gjørdu ella søgdu nakað.
Tey vóru vís í, at støðan fór
at broytast fyrr ella seinni.
Tey gjørdu einki, ikki tí tey
vóru ónd, men tí tey ikki
vildu gera um seg. Tey vildu
ikki fornerma grannarnar,
tey vildu ikki missa status í
samfelagnum.
Støðan broyttist, men ikki
so skjótt, sum hon kundi havt
broytst, um tey samhugaðu
hvítu høvdu hjálpt til.
Tá vit nú líta aftur um
bak, noyðast hesi fólkini at
svara spurningum frá sínum
børnum, ommubørnum og
abbabørnum: “Hvat gjørdi
tú, tá borgararættindastríðið
stóð á í trýssunum?”
Um stutta tíð fara børn
míni at seta mær sama
spurning um stríðið fyri
rættindum teirra sam-kyndu
í dag. Eg visti, at eg ikki var
nøgdur við mítt svar. Tí lut
tók eg í Pride-gonguni.
Hvat hevði Jesus gjørt?
Í síðsta enda var tað Jesu
lærdómur í Bíbliuni, sum
fekk meg at luttaka. Í Fjalla
prædikuni býður Jesus okk
um: „Dømið ikki, fyri at
tit skulu ikki verða dømd!”
(Matteus 7:1) Seinni segði
Jesus at: “hitt stóra og fyrsta
boðið” var at elska Gud
(Matteus 22:37-38) og bað okk
um síðani; „elska næsta tín
sum teg sjálvan.“ (Matteus
22:39)
Stutt sagt so trúgvi eg á
ein Gud, og eg trúgvi, at eg fari
at standa til svars fyri mínar
gerðir í hesum lívi. Eg trúgvi
at dómurin fer at handla um
at svara hesum báðu ein
føldu spurningunum: hvussu
vísti tú Gudi kærleika tín, og
hvussu vísti tú, at tú elsk
ar brøður og systrar tínar?
Ongastaðni í hesum dóm
inum fer Gud at spyrja:
“Hvussu nógv hevur tú gjørt
fyri at kúga tey samkyndu?”
So eg luttók í skrúðgong
uni. Eg gekk við fyri vinfólk
míni, fyri trúgv mína, og fyri
familju mína.
Tað átti tú eisini at gjørt
leygardagin.
Hví eg luttók í Pride skrúðgonguni,
og hví tú eisini áttið at komið við
Matthew Workman