Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Dánjal í Skálavík: Var blindur til skips stóran part av lívinum Hetta er ein lívsjáttandi søga um Dánjal Hansen í Skálavík, sum gjørdist blindur sum smádrongur, men sum kortini kláraði seg millum menn Óli Jacobsen Dánjal var føddur í 1898. Foreldrini vóru Malan úr Nýggjubúðini í Skála­vík og Hanus Hansen úr Beddustovu í Dali. Longu sum smádrongur hevði hann veik eygu. 10 ára gamal fekk skaða í eyga av einari hornaklingru og varð førdur heim á Sand til ein nýggjan danskan lækna, sum segðist vera serkønur í eygnasjúkum. Læknin legði fyrst annað eygað á hesum smádreingi undir skurð, men tað miseydnaðist. Eina tíð seinni royndu tey at fáa hitt eygað við­gjørt hjá sama lækna. Sama úrslit. Seinni vísti tað seg, at hesin lækn­in var kvakksalvari og segðist at vera settur fastur, tá ið hann kom niður aftur til Danmarkar. Tá ið Dánjal hevði mist sjónina fór hann ikki aftur í skúla. Hann gekk til eldri fólk í bygdini, sum lósu fyri honum. Hann mátti læra allan barnalærdómin uttanat. Bíbliu­søguna, lítlu og stóru katekis­ mus lærdi hann uttanat stykki fyri stykki. Dánjal var so næm­ur, at tá ið tey høvdu lisið fyri hon­um tríggjar ferðir, so dugdi hann tað. Boðin at fara av landinum at lesa Dánjal greiddi m.a. frá í blaðnum Magn í 1977: Eg fór so at ganga at lesa og bleiv konfirmeraður. Vit skuldu kon­fir­ merast um várið, men presturin A.C. Evensen bleiv sjúkur og mátti nið­ur. Hann kom ikki aftur fyrr enn fyrst í apríl. Tá fóru vit at ganga til og blivu konfirmeraðir í juni. Prestur hevði riggað tað so fyri mær, at eg skuldi fara burtur at læra, og mál skuldi tað vera. Hann helt, at eg kundi læra, hvat tað skuldi vera, tí eg var so skjóttfatandi. Eg spurdi so prest, nær eg kundi koma aftur, men tað dugdi hann ikki at svara mær. Tá hugsaði eg við mær: “At fara burtur at lesa onkra staðni, nei, nei.” Sjógvin dámdi mær væl, og vit lógu altíð úti á víkini. Vildi heldur fara til skips Og ein dagin vit lógu á víkini, nú kemur eitt skip inn. Tað var Sand­oy, sum skálvíkingurin Hanus Simon­ sen, á Brúnni, førdi, og vit løgdu at borði. Tá sigur Hanus við meg: “Nú, Dánjal, nú er tú konfirmeraður. Hvat fer tú nú at gera?” Eg segði so, at prestur vildi hava meg burtur at læra, men mær dámdi best at fara á sjógvin. Tá sigur hann: “Vilt tú koma við okkum, so er plássið opið fyri tær”. Tá vóru klæðir og alt gjørt í stand til mín at fara niður til Danmarkar. Vit fóru so niðan til okkum, tí Hanus helt, at hann mátti spyrja pápa, um eg kundi sleppa við. Og pápi svaraði, at eg skuldi akkurát ráða fyri, hvat eg vildi sjálvur. Eg skuldi sjálvur taka fylgjurnar, hann vildi hvørki nokta mær at fara á sjógvin ella at fara niður. Og eg tók sjógvin. Riggaði væl á sjónum Tað riggaði væl hjá mær á sjónum. Og eg fekk bara væl av fiski. Eg havi fiskað alla mína tíð og havi ongantíð verið niðanfyri miðling. Tað hevði nokk so nógv at siga tá, tí tað var sjálvdráttur. Men prísurin var lágur. Tað fyrsta árið fóru vit hið­ani 14. juni og kom aftur um 20. september. Vit vóru 15 mans um­ borð, og haldi eg, at eg átti slakar 2.000 fiskar, og fyri teir fekk eg kr. 370. Lívið umborð var einkult, so væl bar til at finna útav øllum um­ borð. Hvørt leygarkvøld gav kokk­ urin okkum sjey pund av keks, ein pakka av margarin og fimm fjer­ ing­pund av rásukri til mannin. Døg­urði, nátturði og kaffi og te var so um­framt. Men sukrið rakk illa hjá summum, sukur mátti brúkast bæði í kaffi og te. Slapp undan at verða skotin niður á Føroya Banka Vit lógu beint yvirav Kolmunna­ grunn­inum á Eysturlandinum, tá fyrri heimsbardagi brast á í 1914. Tað var nakað seinni, at skipini vórðu skotin niður á bankanum, sum var lýst at vera vandaøki. Tann dagin var eg ikki við or­ sakað av einum óhappi, mær var fyri á Bankanum. Vit fingu ein sjógv og mistu ein bát, seks-átta livra­føt og nógv annað. Eg stóð akku­rát tá við kappan saman við einum manni. Hin maðurin leyp og rópti á meg, men eg var ov seinur. Eg fekk sjógvin beint á bringuna og fór sum ein rakett flótandi aftur eftir dekkinum. Eg visti einki meira, uttan at eg kom ímóti onkrum. Tað var lensipumpan, sum stóð við kahútskappan. Ein maður stóð har. Hann leyp út á dekkið og fekk í oljudansin hjá mær. Vit fóru so inn, og av tí at eg hevði fingið ilt í armin, fór eg til doktaran. Hann segði, at eg mátti fara í land eina viku. Eg var við ein­ um suðuroyaskipi tá. Og akkurát í hesum millumbilinum, meðan eg var í landi blivu skipini søkt, men allir komu til lands í øllum góðum. Hett er einasta ferð, eg havi fingið snudd umborð. Giftist Í 1925 giftist Dánjal við Martinu f. Berg úr Sandvík, so tað var eitt ordiligt bakkast at fáa, at prísurin á saltfiski hesa tíðina fall so nógv. Men í húsinum vóru tvær kýr, eina mørk av jørð og einar 30 seyðir, tað bøtti eitt sindur um. Dánjal sigldi til 1940. Tá hevði hann verið trý ár við Mazeppu. Í 1946 fór hann aftur at sigla og helt fram til 1963. Beint eftir kríggið var Dánjal við Albert av Tvøroyri. Dánjal var við Falkinum av Tvør­ oyri frá 1956-63. Skipari var skyld­ maðurin Óli Dahl úr Funningi. Fleiri aðrir skálvíkingar vóru við. Bestimaður var Tórálvur Mohr Olsen av Sandi. Dánjal var millum teir bestu at fiska. Hann var serliga raskur at draga. Í 1961 gjørdist Frits Nicodemussen skipari. Arbeiðið hjá Dánjali á saltfiska­ veiðu var at vaska fiskin niður. Á silda­veiðu var tað at hova sild upp á avhøvdingarborðið. Óførur at dansa “Aftaná, at eg var blivin blindur, lærdi eg eisini at kvøða í dansi. Eg havi dansað nógv í Avhaldshúsinum í Havn. Hetta var í samband við, at vit fóru avstað við skipi. Vit plagdu at rógva til Havnar. ” Tað kom fyri at Jóannes Paturs­ son var í dansi í Skálavík. Tá kundi hann kvøða okkurt kvæði, sum hann ikki vildi, at onnur skuldu duga. Men tá ið hann sá Dánjal í dansi­stovuni, helt hann uppat. Hoyrdi Dánjal, so var Jóannes ikki longur einsamallur at duga kvæðið! Dánjal. Hóast starblindur kláraði hann seg um aðrir menn Jastrid, dóttur Dánjal og Martinu Sonurin Sigmund doyði ungur