Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eiler Jacobsen: Dánjal var ein persónleiki Eiler Jacobsen, sum var úr Skálavík, hevur eisini minnir um Dánjal: Ein bygdarmynd var Dánjal Han­sen, “Blindi” vit nevndu. Hann var ein stórur persónleiki Vit ivaðust í, um hann sá mun á nátt og degi. Tó fall hann ikki í fátt, hvørki kravdi ella fekk sosialhjálp, men gjørdi alt vanligt arbeiði. Eg var í vegaarbeiði við hon­ um. Kanska var ikki ráðiligt at koma ov nær, tá hann svingaði eyr­høggaran. Hansara partur lá ikki eftir. Væl gekk hjá honum at koyra rossa­vognin hjá sær. Tað var vanlig bygdar­sjón at møta Dánjali á vegnum við ella eftir torvi haldandi rossið á bokslið, meðan hann steðg­ aði fyri bili, føldi seg fyri við fót­ inum og fór út á jaðaran, til bilurin var farin framvið. Tað stóð ikki á hjá Dánjali at vera til handils. Minnist hann so væl, tá hann keypti eitt nú tvey lodd av te og taldi sum ongan ting 1-, 2-, 5- og 10-oyruni niður á skivuna. Hann fylgdi so væl við øllum, og serliga undir krígnum visti hann frá øllum at siga. Trý radio vóru í bygdini, eitt uppi á Trøð, eitt í Dalsgarði og eitt hjá Viggo á Mølini. Tað var altíð forvitnisligt at lurta eftir Dánjali um kvøldið, tá menn komu saman í handlinum hjá Viggo ella hittust at spyrja um tíðindi undir nótaneystinum. Hann dugdi eisini væl at síggja tað skemtiliga í tí, sum kundi henda einum blindum. Eina ferð skuldi hann um brúnna um Stórá og hevði verið heldur skjótur í vendingini og gingið seg útav í ánna. Tá onkur kom fram á hann upp undir knø í vatni og spurdi, um hann skuldi hjálpa, var Dánjal so kvikur at svara nei takk, tað var ikki neyðugt, tí hann vaskaði sær bara stivlarnar! Til skips var Dánjal í mong ár. Tað kundi vera strævið, serliga hjá honum, sum ikki hevði sjónina. Men hann kláraði seg ájavnt øðrum og kendi sera væl fisk, meðan hann dróg hann. Til útróðrar var Dánjal av ítastu monnum. Eg minnist hann best rógva út við Erjafossi, 10 manna­ farinum, hjá William Tindskarð á Hamri. Sermerkta harða og klára málið hjá Dánjali minnast eldri skálvíkingar væl frá tí, vit kastaðu nót. Hann var hin besti til at rópa ávaring um ikki at draga, tá nótin kom fast í botn. So rópti hann á bátin, sum fylgdi við dráttinum: “Fast á norði” ella “fast á suðri.” Dánjal og Martinu fingu tvey børn. Jastrid g. Foldbo býr í Leirvík. Sigmund var sjúkur av astma. Hann doyði bara 24 ára gamal, tí hann fekk skeivan heilivág, og tað var ov ringt veður at fara til Havnar at fáa viðgerð. Hetta var dyggur smeitur fyri pápan, tí hann hevur helst litið á sonin sum síni eygu, og teir vóru so nógv saman. Men ikki fall Dánjal í fátt, og honum tykti aldri synd í sær sjálvum. Ein rættur maður, nógv avhildin og høgt virdur, sum vit skuldu átt fleiri av. Eina ferð var ein maður frá blinda­stovni í Danmark í Føroyum og vitjaði blind fólk at kanna, um hann kundi hjálpa teim við nøkrum. Tá hesin maður kom í land av Smirli og bað fólk fylgja sær til Dánjal, fekk hann at vita, at Dánjal var í Grønlandi til fiskarí. Tá helt danin fyri: “Så har jeg mere at lære af Daniel Hansen end han af mig.” Tað var annars vanligt at læra blind at gera bustir og tílíkt, men hetta var ikki neyðugt í hesum før­ inum. Annars plagdi Dánjal at siga, at tað hóast alt var frægari at vera blind­ur enn deyvur. Og hoyrnin var framúr góð. Hann var eisini so krút­sterkur. Fór hesatavognurin hjá honum av vegnum, so kundi hann sum einki lyfta hann upp á vegin aftur. Annars kláraði hann bæði at sláa og hoyggja. Eitt dømi um hansara minni var eina ferð hann kom til Havnar við læknabátinum. Maðurin, sum tók ímóti honum við sjúkrabilinum, hevði verið til skips saman við Dánj­ ali, og hann sigur: “Góðan dagin, Dánjal”. Dánjal kendi beinan­vegin mannin á málinum, hóast tað vóru fleiri ár síðan teir vóru saman. Konfirmeraður sama við við Petur Mohr Dam Kristian Osvald Viderø hevur eisini frásagn frá og um Dánjal: Har innast í køkinum í Nýggju­ búð sita tey, Dánjal og Martina, hvørt sinu megin komfýrin. Dánjal misti eyguni sum 10 ára gamal og varð tá mest bundin at ommuni, Marjuni, sum var sera skilagóð. Hon dugdi nógvar sagnir, vísir og kvæði. Hon var eisini ein kelda hjá Jákup Jacobsen, sum savnaði søgur og sagnir. Hetta kom at merkja málburðin hjá Dánjali sum varð nakað “gamals­ lig­ur”. Men við honum varð tað ikki sum við skyldmanninum Óla á Jógvans­oyruni, sum eisini misti sjónina, og sum Heðin Brú skrivar um. Dánjal datt ikki burtur úr bygda­lívinum, hóast hann kundi hava tað trupult. Hóast tað var bøla­myrkt fyri eygum hansara, varð hann ljósur í huga, og hann var altíð so bjartskygdur. Rødd hansara ljóðar sum úr einum heyggi. Hann tosar um Innastahaga, um abba sín Hanus, sum alla ævi sína gekk burtur í haga, og um ommu sína, Marjuna av Jógvans Oyruni. Fyri Dánjal er Innastihagi, seyð­ urin og jørðin tað mest avgerandi. Við sínum blindu eygum sær hann tað farna og livir í tí. “Eg segði við Petur Mohr Dam, tá vit sóust eftir mong ár: “Á kirkju­ gólvinum í Skálavík stóðu vit lið um lið og fingu prestsins hond á høvdið. Nú stýrir tú Føroya skútu, meðan eg stýri gamla kroysu undir Hagabrekku. Tað er munur á.” Petur Mohr Dam brosaði og segði: “Eg minnist væl dagarnar í Todnesi. Evensen segði teg duga best av øllum, tí tú kundi tríva so ramliga í kvæðaørindi. Tað dámdi honum. ” Men eg svaraði: “Hvat gagn havi eg av teimum ørindum og søgn­um eg lærdi av ommu. Tað er gása­ fjøðurin, sum ræður øllum. Tú lærdi at skriva, og tað gevur vald”. Tá ið omma mín lá at doyggja, kom gamli Sloan inn higar og vildi sleppa at prædika fyri henni, men hon ræddist hann og vildi ikki hava hann inn til sín. Omma mín var góð við jørðina, men tá hon legði seg at doyggja, segði hon: Nú fari eg úr hesi gomlu kroysuni. Eg fari til himmals.” Hon sang gamlar sálmar. Evensen prestur var og gav henni altarsins vín og breyð”. Dánjal doyði 7.9. 1978. Aðrar keldur hava verið Jastrid, dóttirin, og Johan Hendrik Olsen úr Sørvági. Komandi partur Komandi partur verður um Esther Rein, sum giftist við enska hermnanninum og fuglafrøðinginum Kenneth William Miðvikan Nýggjubúðin, har Dánjal og Martina búðu. Myndaeigari Palli Dalsgaard Maðurin aftast við keppi er frá Dansk Blindesamfund er beint komin til Skálavíkar møguliga at læra Dánjal at binda bustir. Men Dánjal var til skips undir Grønlandi! Dánjal og Martina Hanus Simonsen, skipari í Skálavík, bjóðaði nýkonfirmeraða blinda Dánjal at koma til skips við sær