Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alternativ ólavsøka Fólk flokkast í stórum tali til tey stóru og siðbundnu tiltøkini á ólavsøku, men vit hava kagað í ólavsøkuskránna fyri at finna eina meira alternativa ólavsøku til tey, ið hava hug at royna okkurt annað enn bert setan, kappróður og midnáttarsang. Her er nakað av tí, vit funnu Løgnir fiskar Í Losjuni við Tinghúsvegin hevur Føroya Akvariufelag framsýning við akvariufiskum – bæði salt- og feskvatnsfiskum í øllum hugsandi litum. Her ber til at fara eina løtu við børnunum at hyggja at teimum ymisku fiskunum. Framsýningin letur upp leygardagin kl. 14.00. Vitja Amariel Lívligi og blíði listamaðurin Amariel Norðoy hevur á ólavsøki framsýning heima í Galerie Focus í Lambagerði. Amariel er millum virknastu listamenn í landinum, og á nýggju framsýningini gloymir hann ikki gamla myndaevnið úr Klaksvík, men hann gongur eisini nýggjar leiðir í fleiri málningum. Framsýningin er opin fram til 30. juli. Kjólar í Áarstovu Wanja Petersen bindur, tøvir, litar og heklar. Við íblástri úr náttúruni, gomlum sniðum og mynstrum evnar hon pløgg til í einføldum sniði við víkingakendum dámi. Á ólavsøku sýnir Wanja fram kjólar í Listastovuni í Áarstovu. Framsýningin er opin og hevur opið fram til 30. juli. Lestur í Dómkirkjuni Øll kenna stórslignu og vøkru gudstænastuna ólavsøkudag, men hevur tú hug til eina meira friðarliga vitjan í Dómkirkjuni, kanst tú fara ólavsøkudag kl. 11.00, tá ið Marius Rein lesur lestur. Á gátt hjá íslendingum Aðalkonsulátið hjá Íslandi letur dyrnar upp ólavsøkuaftan, og millum klokkan 15 og 18 kanst tú fara á gátt hjá okkara íslendsku vinum, sum halda til í Gongini. Ernst og vinfólk syngja Cream de la cream kann upplivast í Dómkirkjuni eftir kappróðurin ólavsøkuaftan. Ernst Sondum og vinfólk hansara – Tóra Vestergaard, Mia Káradóttir, Andreas Jul Nielsen og Søren Johannsen – hava konsert í Havnar kirkju kl. 17.30. Norskur fólkadansur Føroyskur dansur er partur av ólavsøkuni, men ólavsøkuaftan ber til at fáa ein smakk av norskum fólkadansi, tá ið fólkadansarabólkurin Knarvik dansar á Tórspalli. Upplestur við Jákup Veyhe Mórugøta er ein barnavinarlig samfelagssatira, sum Jákup Veyhe hevur skrivað. Ólavsøkudagarnar ber til at hoyra hann lesa upp nýggjar partar av Mórugøtu. Hetta verður í Gomlu Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba. Byrja ólavsøk­u- dag tíðliga Klokkan 9 ólavsøkudag ber til at fara á framsýning í Steinprenti. Har sýnir Tóroddur Poulsen fram nýggjar málningar. Far umborð á Westward Ho Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag hevur sluppin Westvard Ho opið fyri almenninginum. Sluppin liggur undir Skeivapakkhúsi á Vestaru vág. Ólavsøkuaftan er opið frá 17 til 20 og ólavsøkudag frá 15 til 20. Kasta fartelefonina Ólavsøkuaftan verður FM-kapping í at kasta fartelefon. Kappast verður í fleiri aldursbólkum, og tað ræður um at kasta fartelefonina sum longst fyri at vinna. Kappingin verður á Tórsbreyt ólavsøkuaftan kl. 16.30.