hósdagur 25. juli 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kappróður
Trý 10-mannafør
trífaldir FM vinnarar
ítróttur
Havnarbáturin eigur so rudduliga metið í FM heitum á rað, og á ólavsøku verður Klaksvíkingur triðja
10-mannafarið, sum verður trífaldur FM vinnari og 15. manningin av øllum, ið vinnur trý FM á rað
Jóannes Hansen
Sunnudagin verður punkt
um sett fyri 2013 róðrarárið.
Sum altíð so verður tað eisi
ni hesa ferð á Havnarvág
og á 901,30 metra teininum
av Argjahøvda og framvið
Molanum, at tað verður
kappast um sigurin í sjeynda
FM róðrinum.
Drekin hevur vunnið FM í
kappingini millum dreingja
manningar,
Jarnbardur
hevur vunnið kappingina
millum 6-mannafør við kvin
num, Erla Kongsdóttir hevur
vunnið kappingina millu
m 5-mannafør við gentum,
Havfrúgvin hevur vunnið
kappingina millum 5-manna
før við kvinnum, og Argja
báturin og Klaksvíkingur
fara ólavsøkuaftan at vinna
FM, um teir koma á mál.
Tað er bara í kappingini
millum
6-mannafør
við
monnum, at tað er spenn
ingur um FM. Sølmundur er
fremstur við 32 stigum, og
Jarnbardur er á øðrum plássi
við 31 stigum. Tann av hesum
báðum bátunum, sum verður
fremri sunnudagin, verður
helst føroyameistari.
Tað eigur í hesum sam
bandi at verða lagt aftrat, at
tað er teoretiskur møguleiki
fyri, at Gongurólvur, sum
hevur 28 stig, eisini hevur
møguleika at vinna FM. Tað
er lítið sannlíkt, at tað skal
laga seg soleiðis, at Sølmund
ur ella Jarnbardur ikki verð
ur meistari. At tað tó ikki eig
ur heilt at verða útihýst var
úrslitið á vestanstevnu í júst
hesi kappingini staðfesting
av. Tá endaði Sølmundur á
8. plássi, og Gongurólvur var
nummar 7!
Fleirfaldu meistararnir
Havnarbáturin er tann kapp
róðrarbáturin, sum hevur
vunnið flestu FM heitini á
rað, og tað tykist ógvuliga
lítið sannlíkt, at metið hjá
havnarmonnum nakrantíð
fer at verða tikið.
Frá tí, at tað í 1973 varð
farið at kappast um FM eftir
galdandi skipan, og fram til í
1979 ella í sjey ár á rað, vann
óføra manningin á Havnar
bátinum øll árini meistara
heitið til høvuðsstaðin.
Umframt Havnarbátin er
tað bara ein annar bátur, sum
hevur vunnið kappingina
millum
10-mannaførini
tríggjar ferðir á rað. Tað er
Skálabáturin, sum var meist
ari í 1992, 1993 og 1994.
Klaksvíkingur vinnur FM
fyri triðju ferð á rað sunnu
dagin. Hann vann eisini FM í
2011 og 2012, og harvið verður
hann sunnudagin trífaldur
FM vinnari. Hetta er fimtu
ferð í alt, at klaksvíkingar
vinna FM í hesi kappingini.
Hini árini vóru í 2006 og
2009.
Í tey fjøruti árini, sum tað
hevur verið kappast um FM
í kappróðri sambært gald
andi reglum, er tað tíggju
ferðir komið fyri, at ein og
sami bátur hevur vunnið
fult stigatal í einum róðrarári
í kappingini millum 10-man
naførini. Tey fyrru árini vóru
fimm FM róðrar, so vóru teir
seks, og nú hava teir í nøkur
ár verið sjey.
Vinnararnir við fullum
stigatali eru hesir: Havnar
báturin 1973 (5), 1974 (5) og
2001 (6). Nólsoyingur 1985 (5)
og 1989 (5), Skálabáturin 1993
(6), Eysturoyingur 1998 (6),
1999 (6) og2007 (7.) Klaksvík
ingur 2011 (7).
Hinar kappingarnar
Umframt Havnarbátin eru
tað tríggjar manningar, sum
hava vunnið FM fýra ferðir
á rað. Tað eru 8-mannafarið
Kvívíkingur (1978, 1979, 1980
og 1981), 5-mannafarið Svan
ur av Skála við dreingja
manning (1979, 1980, 1981
og 1982) og 6-mannafarið
Gongurólvur
hjá
Havnar
Róðrarfelag við monnum
(1981, 1982, 1983 og 1984).
Hinir bátarnir, sum
hava vunnið FM
tríggjar ferðir á
rað, eru hesir:
Argjabáturin (2009, 2010 og
2011).
Kollfirðingur í kappingini
millum 6-mannafør við mon
num (1975, 1976 og 1977).
Hósvíkingur í kappingini
millum
6-mannafør
við
monnum (1985, 1986 og 1987).
Hvessingur hjá teimum í
Hvalvík/Streymnesi í kapp
ingini millum 6-mannafør
við monnum (1993, 1994 og
1995).
Firvaldur
av
Tvøroyri
í
kappingini millum 5-manna
før við kvinnum (1977, 1978 og
1979).
Sílið hjá Havnar Róðrarfelag í
kappingini millum 5-manna
før við kvinnum (1980, 1981 og
1982).
Báran úr Hósvík í kappingini
millum
5-mannafør
við
kvinnum (1992, 1993 og 1994).
Jarnbardur hjá Róðrarfelag
num Knørri í kappingini
millum
6-mannafør
við
kvinnum (1991,
1992 og 1993).
Kelda: drekin.fo