Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 26. juli 2013 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur effo-deildin upptakt Felagsliðini eru hart spent Jóannes Hansen Fult umfar í bestu fót­ bólts­deild­ini er á skránni á ólavsøku. Merkisvert er tað, at tað á ólavsøku er týdning­ ar­mikil fótbóltur bæði í høvuðsstaðnum og aðra staðni við. B36 og HB eiga heimadyst í Gundadali ávika­ víst ólavsøkuaftan og ólav­ søku­dag, AB eig­ur heimadyst á Argjum leygar­dagin, tá ið KÍ vitjar í Sørvági, og sjálvan ólav­søkudag er lands­kapp­ ing­ar­dystur á skránni í Gøtu, har TB er gestur hjá Víkingi. Síðsta vikuskiftið var fyrsta umfarið eftir stutta summar­steðgin á skránni. Tá hvíldu EB/Streymur og Víking­ur, sum ávikavíst týs­kvøld­ið og í gjárkvøldið spældu á heimavølli í euro­ pei­sku kappingnum. Nú skulu tey bæði liðini í eldin aft­ur. Á aðrari síðuni ber til at siga, at tey hava ikki havt møguleika fyri somu hvíld, sum mótstøðuliðini í viku­ skifti­num hava havt, men tað ber eisini til at siga, at teir í Víkingi og EB/Streymi seinastu vik­ur­nar hava vunn­ið meiri dystarvenjing enn teir í hinum feløgunum. Meistarunum bíðar stór avbjóðing Inngangurin upp á fótbóltin á ólavsøku man hjá fleiri vera, tá ið meistararnir í EB/ Streymi leygarkvøldið klokk­ an 19 á Argjum fara á vitjan hjá AB. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey fyrr í summ­ar lógu og togaðust um niður­ flyt­ing­arstrikuna. Eftir at leik­lut­urin hjá EB/Streymi í hes­um umfarinum er av í euro­peisku kappingini er fokus á steypakappingini, har seinna hálvfinalan ímóti KÍ í Streymnesi bíðar, og á lands­kappingini, har liðið í løtu­ni er á tryggum bronsu­ plássi. AB er framvegis niðanfyri striku­na, men gongdin fimm tær seinastu ferðirnar bend­ir á, at tað bara er ein spurn­ing­ ur um tíð, áðrenn tann vandin verður av, og møgu­leiki verður at seta nýggj mál. Gongdin í 3-2 sigrinum á heimavølli ímóti B36 var stað­festing av, at moralurin er í toppi, og at tað er kapping um plássini á liðnum. EB/Streymur hevur ikki spælt í landskappingini síða­ ni 28. Juni, tá ið tað eydn­að­ist at vinna 3-2 á útivølli ímóti TB. Allir spælararnir eru tøkir at spæla á Argjum utt­ an Egil á Bø, sum framvegis er burturstaddur. AB-EB/Streymur: Dagfinn Forná leygarkvøldið klokkan 19.00 KÍ knívin á barkanum Tað kann gott vera, at sólin hevur skinið nógv í Klaksvík í summar. Men í fótbóltinum hev­ur tað verið øgiliga myrkt. KÍ hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 28. apríl ella í knappar tríggjar mán­ að­ir. Síðsti sigurin varð vunn­in á heimavølli ímóti 07Vestur, sum fór vestur aft­ ur við 5-2 tapi. Seinnapartin leygardagin hitt­ast liðini í Sørvági. 07Vestur hevur ikki vunnið síða­ni 16. mars, tá ið úrslitið ímóti TB var 4-1. 07Vestur hevur ikki spælt síða­ni málleysa javnleikin í Gunda­dali ímóti B36. Síðani tá er Evrard Blé fluttur til B36. Hjá KÍ er miðverjin Jógvan Isaksen farin at ven­ ja aftur, men hann verður neyv­an við í Sørvági. Annars eru allir hinir tøkir. 07Vestur-KÍ: Lars Múller leygardagin klokkan 17.00 Slikka sárini í B36 Árstalsfelagið í Gundadali fær ólavsøkuaftan vitjan av ÍF, sum er sera væl fyri. B36 var síðsta vikuskifti fyri stór­ um vónbroti, tá ið 2-0 leiðsla á Argjum varð vend til 3-2 tap. Ta ferðina varð mál­ verjin Tórður Thomsen víst­ ur av vøllinum fram ímóti dystar­enda. Tískil er hann leik­bann­að­ur á ólavsøku. Hjá ÍF er miðverjin Bartal Eliasen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið á oyggja­ leik­um. Ímóti TB kom tað sera illa við, at miðverjin Høgni Zachariasen noyddist skadd­ur av vøllinum. Eisini tí at ein annar miðverji Poul N. Mikkelsen longu undir upp­ hit­ing­ini varð skaddur. Tað verð­ur vónað, at teir báðir verða førir fyri at spæla á ólav­søku. B36-ÍF: Eiler Rasmussen ólavsøkuaftan klokkan 18.30. Bill í Sarpugerði Bill Jacobsen fer at hava ábyrgdina fyri TB liðnum, sum ólavsøkudag skal spæla í Sarpugerði ímóti Vík­ingi, sum í gjárkvøldið var í al­ tjóða víggi. Bill og TB hitt­ ust fyrstu ferð til venj­ingar í gjárkvøldið, og hóast teir venja saman í kvøld og leygar­dagin, so er spurn­ing­ urin, um tað fót­bólts­liga ber til at gera stórvegis broyt­ ing­ar, ella at geva nýggjan íblást­ur. Tað hevur serliga verið á útivølli, at úrtøkan hjá TB hevur verið lítil. Tí er setn­ ingurin hjá Bill at fáa spæl­ar­ arnar at vera meiri av­gjørd­ ar í verjupartinum og so at dúva upp á onkran kontra­ møguleika. Sigfríður Clementsen og hansara menn hava í summar í europeisku kappingini syrgt fyri heiðuri og æru til føroyskan fótbólt. Nú er setn­ing­urin at lyfta seg av 8. plássi­num í lands­ kapp­ingini. Í gjár­kvøld­ið vóru Hans Jørgen Djur­ huus og Filip Djordjevic ikki mill­um teir fyrstu ellivu á Svangaskarði. Tað var neyðugt við hvíld, so teir vera væl fyri ólavsøkudag at stríð­ ast ímóti Bill Jacobsen og TB. Víkingur-TB: Alex Troleis ólavsøkudag klokkan 15.00. HB heldur fram Ólavsøkuhýrurin er sum vera man sera góður í HB. Oddbjørn Joensen og hans­ ara menn eru framvegis sjey stig frammanfyri ÍF. Hó­ast sigurin á KÍ fyri viku síðani var trivaligur, so hevur leikliga avrikið fleiri ferðir fyrr í ár verið meiri sannførandi. Takið hjá venjar­an­um er at fáa sínar menn at hugsavna seg fult og heilt um avbjóðingina ímó­ti NSÍ. Allir í HB eru tøk­ ir, og tað er stór kapping um pláss­ini. Heðin Askham og NSÍ fara í Gundadal við nýggjum mið­verja. Talan er um 21 ára gamla Andras Brixen Vágs­ heyg, sum fekk sína fót­bólts­ uppaling í HB. Allir hin­ir spælararnir hjá Heðini Ask­ ham eru tøkir. HB-NSÍ: Petur Reinert ólavsøkudag klokkan 16.00. Felags fyri meistararnar og steypavinnararnar er, at hesi bæði liðini hava seinastu vikurnar verið nógv meiri í týdningarmiklum avbjóðingum enn hini liðini, sum á ólavsøku skulu spæla í landskappingini ítróttur