Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 84 - 4. mai 2004 Nr. 84 - 4. mai 2004 3 25. maj verður ein ráð- stevna í Fólkatinginum, sum Norðuratlantsbólkurin skipar fyri. Heitið á ráð- stevnuni verður "Høvdið á blokkin", og evnini verða blokkstuðulsskipanin í ríkisfelagsskapinum, og økonomiski týdningurin av trygdarpolitikkinum í Norðuratlantshavi. Høvi verður m.a. at hoyra hvussu tað er gingið íslendingum økonomiskt eftir at teir gjørdust sjálv- støðugir, at hoyra nýggj fíggjarlig hugskot fyri Før- oyar og Grønland, at hoyra um valutafelagskapir og nýggjan valuta og hoyra hvat nakrir danskir top- politikarar halda um fíggj- arligu framtíðina í ríkis- felagskapinum. Nógv fólk fara at hava orðið, m.a. ein íslendskur økonomiprofessari, stjórin í danska tjóðbankanum, Lars-Emil Johansen og úr Føroyum verður Hermann Oskarson við á ráðstevn- uni. Ráðstevnan verður hildin á Christiansborg týsdagin 25 maj. 2004, avmarkað pláss er. eys Mánakvøldið 3. maj, skipar felagið hjá barnasjúkra- røktarfrøðingum fyri ein- um fyrilestri í veitsluhøllini á Landsjúkrahúsinum. Fyrilesturin verður um, hvussu vit kunnu fyribyrgja at børn í aldrinum 0-6 ár koma út fyri vanlukkum bæði heima og á stovnum. Tað er danska Hanne Lise Grønkjær, sum undir- vísir. Hon er heilsusystir og kendur fyrilestrahaldari. Endamálið er at geva starvsfólkum, foreldrum o.ø. meira kunning um fyribyrging av vanlukkum. Hesin fyrilesturin er ein partur av verkætlanini "Tju hej – sikker leg". Fyrilesturin er fyri øll, og kostnaðurin er 50 kr. eys Hósdagin 6. maj byrjar tiltakið LUS, sum er stytt- ing fyri Lands Ungdóms Stevnan. Hetta er ein stevna hjá Heimamissi- ónsungdómi. Hetta er eitt tiltak fyri ung frá 7. flokki og uppeftir. LUS verður hildin annaðhvørt ár, og í ár verður hon hildin í Venj- ingarskúlanum. Á skránni verða bíbliu- tímar, diasshow, drama, áhugatímar, breytir, frítíð- artiltøk, tónleikur og kvøldsetur. Evnið á LUS hesuferð verður: 100%. Fyrireikararnir siga seg vænta eini 300-350 ung- fólk úr øllum landinum. eys Bensinstuldur í Gundadali Fríggjamorgunin 30.04, var ein bilførarai meldaður av starvsfólkinum á Statoil- støðini í Gundadali. Førarin fylti sær bilin við bensini, og koyrdi síðan avstað uttan at gjalda. Løgreglan fann tó før- aran ein tíma seinni, og skuldsetti hann fyri bensin- stuldur. eys Arbeiðsóhapp Fríggjadagin 30.04 hendi eitt arbeiðsóhapp. Tað var ein timburmaður, ið skeyt seg í hondina við einum seympistóli. Maðurin segði, at hann skuldi skifta seymrullu í sínum trykkluftspistóli, tá pistólurin brádliga gekk av, og rakti mannin í fremsta fingur. Maðurin segði seg ikki vita hvussu tað kundi bera til, at pistólurin gekk av. Hann koyrdi tó sjálvur á skaðastovuna, so skaðin var ikki so álvarsamur. eys Vold og herverk á Herberginum Fríggjadagin varð ein maður í Havn meldaður fyri vold. Tað var eitt av arbeiðsfólkunum á Her- berginum, sum meldaði. Arbeiðsfólkið varð sligið, tá tað bað mannin um at fara út av Herberginum. Tann sum meldaði, hevði eitt hovið eygað, og nakrar skeinur á eygnalokinum. Dagin eftir, leygardagin 1. mai, var aftur rok á herberginum. Hesin sami maðurin, sum var meldaður dagin fyri, hirdi eitt rusk- stativ ígjøgnum rútin á úthurðini á Herberginum. Rúturin fór í smildur. Starvsfólkið á Herbergin- um, dugdi ikki at vita orsøkina til, at maðurin breyt rútin. Hann rýmdi av staðnum eftir at hava framt herverkið, men varð tikin av politinum eina løtu seinni. Maðurin varð skuldsettur fyri vold og herverk. Dómurin verður avgjørdur í rættinum. eys Ov høg ferð Løgreglan var um viku- skiftið úti við lasara og gjørdi ferðmátingar í Kald- baksbotni. Fimm bilar vórðu tiknir. Teir koyrdu allir millum 115 og 121 km. um tíman. eys Herverk á Listaskálanum Sunnudagin kom fráboðan um, at ein rútur var brotin í Listaskálanum. Talan er um ein stóran rút, 180 X 180, sum er brotin. Løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir í hesum málinum. eys Høvdið á blokkin Fyrilestur um fyribyrging av vanlukkum hjá børnum 0-6 ár LUS í Havn Ein nýggj ensk kanning vísir, at tað ikki skal so nógv til fyri at børn og ung skulu klænka KOSTUR OG FITI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Børn og ung gerast feitari og feitari og sjúkur, sum fyrr bara sóust hjá elsri fólk eru nú eisini at finna millum ungfólk. Men henda gongdin kann lætt fyribyrjast. Ein nýggj ensk kanning vísir nevni- liga, at verður sodavatnið lagt á hillina, verður tað ein munadygg fyribyrgin móti fiti. Kanningin er gjørd í ein- um enskum skúla í einum tíðarsekiði uppá 4 ár. Umframt at tað einaferð hvørt árið fingu vitjan av kostráðgeva, fingu tey eisini afturvendandi undir- vísing frá flokkslærar- anum, har tey vóru mint á, at skifta sodavatnið út við vatn. Hetta vísti seg at minka um dellurnar og smalka miðjurnar. Sambært "Bedre sund- hed for børn og unge", er talið á ov feitum børnum og ungum skjótt vaksandi. Frá 1971 til 1997 vaks talið á ov feitum gentum í aldrin- um 14-16 ár frá 4 upp í 10 prosent. Kelda: Politikken Lat sodavatnið fara og klænka Savnsmynd C M Y K 3 2