Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 84 - 4. mai 2004 Nr. 84 - 4. mai 2004 5 Heilsu- messan – Vælveru- dagar - fyri likam og sá Í døgunum 21. og 22. mai verður skipað fyri stórari heilsumessu. Messan verður í Eyst- urskúlanum í Tórs- havn. Heiti á messuni verður: Vælverudagar – fyri likam og sál. Ætlanin er at fáa fólk og fyritøkur sum arbeiða við heilsu - í víðasutu merking - at vera við á messuni. Tey kunnu leiga ein bás ella eitt borð og har møta sínum kom- andi kundum ella kli- entum. Messan vendir sær til almennu fjøldina og fyri at gera tiltaki áhugavert fyri so mong sum gjørligt, verður skipað fyri fyri- lestrum og demonstra- tiónum av ymsum slag. Møguliga fer ein lítil sjónleikur, við heilsu sum evni, at vera framførdur. Helst fara eisini fleiri av luttakarunum at bjóða fólki at royna ymsar viðgerðir og møgu- leikan at kunna keypa ymiskar heilsuvørur til messuprís. Fyrireikararnir vilja hava eina so breiða messu sum gjørligt. Tey ætla at øll sum ar- beiða við heilsutænast- um, og sum hava hug at møta almenningin- um á einari messu, skulu vera vælkomin. Hugsað verður bæði um sálarliga, likamliga og sosiala heilsu. Ein- asta avmarkingin verð- ur pláss. Um fleiri lut- takarar bjóða somu tænastur verður neyð- ugt at lata tey sum melda seg fyrst fáa kjansin. Fyrst til mylluna… Tey, sum koyra ígjøg- num undirsjóvar- tunnil, skulu betala avgjald, sum skal brúkast til a stuðla útjaðaranum FERÐAAVGJALD Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tey, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi og tey, sum fara at brúka Norðoya- tunnilin, eiga at betala eitt serligt ferðaavgjald. Tað heldur Heri Nicla- sen. Hann nevndi hetta á feavinnufundi í Suðuroy í farnu viki. Heri Niclasen er stjóri í Ferðaráðnum, men hann legði dent á, at í hesum føri tosaði hann ikki fyri ferðaráðið, sum ein, ið ferðaðist rættiliga nógv. Hann helt, at tað var ov dýrt at ferðast til Suðuroyar og sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur hann eisini nógv góð upp- skot um, hvussu nýggi Smyril skal brúkast meiri. Hann heldur eisini, at tað ber til at seta prísin á ferða- seðlum niður og at hækka tænastustøðið, uttan at tað kostar landinum nakað. – Bíligur flutningur er ikki annað enn ein nattúr- ligur stuðul frá tí almenna til útjaðaran, heldur Heri Niclasen. – Hvat so, um ferðasam- bandið til Suðuroyar kostar tí almenna 10 milliónir um árið, spurdi hann. Annars ivaðist hann í hesum talinum, tí hann segði, at tað mesta kemur inn aftur í landskassan í av- gjøldum, serliga tá ið hugsað verður um teir ring- virkningar hetta hevur, tá ið peningurin kemur í umfar í samfelagnum. Men verður rætt atborið, kann tænastan hækkast munandi, uttan at tað verður neyðugt hjá landin- um at spjaða meiri til. – Tað er ikki meiri enn rímiligt, at tey, sum brúka undirsjóvartunlarnar, betala eitt ávíst brúkara- sam- ferðsluavgjald. Hetta avgjaldið kann vera eini 10-15% og tað skal brúkast til at stuðla ferða- sambandinum til og úr út- jaðaranum í Føroyum, eitt nú Suðuroynni. Avgjaldið skal so býtast sundur ímllum tey ymsu útjaðaraøkini eftir ávísum leisti, kanska eftir fólkatal- inum. – Í okkara verð kann hetta kallast eitt marglætis- avgjald segði Heri Nicla- sen. Hann helt, at vit mugu øll verða við til at halda landinum saman og so má tað kosta tað, sum tað kostar. – Suðuroyingar kunnu ikki revsast fyri at búgva so langt frá miðstaðarøking- um, helt Heri Niclasen. Nýggi Smyril skal hava skeinkiloyvi og hann skal sigla nógv meiri enn Smyril ger nú, heldur Heri Niclasen NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað almenna hevur bein- leiðis skyldu til at útvega nýggja Smyrli so stórar inntøkur sum gjørligt. Tað heldur Heri Nicla- sen. À einum fundi um ferða- vinnuna í Suðuroy í Stóra Pakkhúsi í Vági í farnu viku, reisti hann fleiri hug- skot um, hvussu inntøkur- nar hjá nýggja Smyrli kunnu økjast munandi. Heri Niclasen er stjóri í Ferðaráði Føroya, men á ferðavinnufundinum legði hann dent á, at hesuferð tosaði hann ikki fyri Ferða- ráðið, men sum dúgligur ferðamaður við Smyrli. Heri Niclasen vísti á, at nýggi Smyril kostar yvir 300 milliónir. Og tað er eitt ov dýrt skip til at tað skal liggja bundið við bryggju tað mesta av døgninum. – Nýggi Smyril skal sigla so nógv sum gjørligt, helt hann. Hann vísti eisini á, at tað almenna hevur skyldu til at útvega Smyrli so stórar inntøkur sum gjørligt. – Nýggi Smyril skal vera landsins størsta kassatól, segði hann. Skeinkiloyvi Men hann vísti eisini á, at skal nakað henda, krevst nýhugsan og hugflog. Og tað krevur eisini, at gamlir fordómar verða brotnir niður. Hann mælti til, at nýggi Smyril fær skonkiloyvi, so at fólk kunnu fáa ein góðan dropa afturvið einum góð- ari máltíð umborð. – Tað er púra sjálvsagt alla aðrastaðni. Hann mælti eisini til, at hava fleiri tilboð umborð, soleiðis, at tað kanska varð bíligari at sigla mitt í viku. – Tað ber eisini til at gera serligar bilpakkar, við ymsum tilboðið, har prís- urin lækkar upp á seg, jú fleiri fólk eru í bilinum. Tað ber eisini til at gera mini- Suðuroyar-cruise ferð o.a. Hann helt somuleiðis, at avslátturin við 10-20 0g 30 túra kortum skal vera mun- andi størri. – Jú fleiri fólk ið koma til Suðuroyar, jú meiri pening leggja tey eftir seg. Men annars helt hann, at tað vasrð ov dýrt at sigla vil Smyrli, tí ein ferðaseðil skuldi ikki kosta meir enn einar 50-55 krónur. Heri Niclasen helt, at fjarstøðan ímillum Suður- oynna og Havnina kann brúkast sum ein fyrimunur, heldur enn bara at meta tað, sum ein trupulleika. Eitt nú skeyt hann upp,at nýggi Smyril gjørdi fleiri útferðir, eitt nú harmoniku- túrar kring Suðuroynna, ella midnáttartúrar undir Enniberg á hásumri. Hann helt eisini, at politikarar, embætisfólk, stovnsleiðarar, virkisleið- arar kundu brúkt Smyril til útferðir og hildið ráðstevn- ur umborð. Heri Niclasen helt, at skal tað eydnast at fáa so nógva nyttu burturúr nýggja Smyrli sum gjørligt, er tað neyðugt, at hann ein smidlig marknaðarførings- og søludeild verður knýtt at skipinum. À ferðavinnufundinum vóru tað onnur, sum hildu, at Strandferðslan var ov stirvin og at alt ov lítið varð gjørt fyri at marknaðarføra nýggja Smyril. Tey saknaðu eisini, at Strandferðslan fyrireikaði, hvussu vit skulu siga gamla Smyrli farvæl. Onki hevði lisið um líkandi hending uttanlands, har serligir ferðaseðlar til tað seinastu ferðina hjá eini gamlari ferju vórðu seldir fyri fleiri ferðir vanligan kostnað, men at teir kortini gingu sum heitt breyð. Suðuroyingar skulu sjálvir Samstundis vísti Heri Niclasen á, at Smyril er lívæðrin hjá suðuroyingum og treytin fyri øllum lívi í oynni. – Tí er tað avgerðandi, at tað verða suðuroyingar sjálvir, sum leggja til rættis og sum leggja ferðaætlan- ina hjá nýggja Smyrli, helt hann. Í tí sambandi helt hann, at eitt krav skal vera, at ferðaætlanin skal lagast til tørvin hjá suðuroyingum og ongum øðrum. Samstundis skal ferða- ætlanin lagast til sam- bandið loftvegis og sjó- vegis ímillum Føroyar um umheimin og tað skal lagast til ferðasambandið innanlands í Føroyum ann- ars. – Tað er høpisleyst at koma til Havnar við flog- rutuni og síggja beint í reyvina á Smyrli úti á Glyvursnesi, helt hann. Og samstundis helt hann, at eitt krav eigur at vera, at nýggi Smyril skal sigla minst tríggjar ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina. Heri Niclasen hevur eisini gjørt eitt uppskot til eina ferðaætlan, sum leggur upp fyri ferðasamband-in- um ímillum Føroyar og umheimin og sum leggur upp fyri ferðasambandið innanlands. Eftir uppskotinum hjá honum, skal Smyril sigla av Drelnesi klokkan 6 um morgunin, klokkan 11.30 og aaftur klokkan 16.30 um dagin og hann skal sigla úr Havn klokkan 9 á morgni, klokkan 14 og klokkan 19 um dagin. Ein heilag kúgv Og so helt hann avgjørt, at nýggi Smyril skal hava fast atløgupláss í Hanv. – Eitt strandfaraskip er ein heilag kúgv, sum ikki eigur at seinkast, hvørki undir sigling, ei heldur undir komu ella fráferð. Hann vísti á, at allastaðni rundanum okkum hava strandfaraskipini fyrsta rætt og Smyril hevur silgt til Havnar í yvir 100 ár. Heri Niclasen helt, at ætlanin at leggja Norrønu og Smyril lið um lið á Bursatanga, er heilt burtur- við Hann skilti ikki, at politikararnir ikki høvdu loyst hendan trupulleikan, eitt nú við at longja tann ytra molan. Nýggi Smyril skal vera Føroya størsta kassatól Betala avgjald fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar – Smyril skal gerast landsis størsta kassatól, men til tað krevst nýhugsan og at gomul vanahugsan verður brotin, segði Heri Niclasen á ferðavinnufundi í Vági í farnu viku 27. apríl 1994 varð fyrsta demokratiska valið hildið í Suður- afrika, og 10. mai sama ár tók Nelson Mandela formliga við sum forseti. Tískil verður í hesum døg- um 10 ára jubileum hildið fyri fólkaræði í landinum við for- tíðini undir rasistisku apartheid skipanini JUBILEUM Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Tað er gerandisdagur í Suð- urafrika, og hvít og svørt vakna til ein nýggjan dag. Stórbýirnir eru á tremur við lívi, róp og geyl hoyrist um allar geilar, teltini á stóru handilsmarknaðunum í gøt- unum í miðbýnum eru komin upp at standa, mongu biddararnir hava funnið síni dagligu pláss við vegjaðaran, og tok, bussar og hýruvognar eru á tremur við fólki. Í harðari kapping við kollegarnar rópa svørtu hýruvognsfør- ararnir út gjøgnum bilvin- deyguni í stríðnum um kundar og nøkur eyka oyru. Eins og í einum og hvørjum stórbýi. Men handan alt lív og virksemi í Suðurafrika valdar eitt myrkur, sum hevur sínar røtur í eini ræðuligari fortíð undir ras- istisku apartheid skipanini, tá hatur, harðskapur, yvir- gangur og dráp eyðkendi eina tjóð í tvíningum. Spola vit tíðina bert 10-15 ár aftur, var hetta dagligi veruleikin í Suðurafrika, men 27. apríl 1994 varð yvirgongdin frá apartheid til fólkaræði loksins veru- leiki, tá allir suðurafrik- anskir íbúgvar uttan mun til húðarlit á fyrsta sinni kundu fara á val og hava sína politisku ávirkan. Nelson Mandela vann valið og tók formliga við sum nýggjur forseti 10. mai 1994. Hátíðarhald Nú eru 10 ár liðin, síðani skjøtil varð settur á nýggja tíðarskeiðið í Suðurafrika, og tískil verður 10 ára jubi- leum fyri frælsi hátíðar- hildið í Suðurafrika í hes- um døgum. Stór tiltøk eru á skránni í stórbýunum kring landið ymsu dagarnar, og tjóðin ynskir at fegnast og frøast um unga fólkaræði sítt. Men handan gleðina og rómin vekir hátíðarhaldið samstundis upp sera døpur minni, og tískil óttast mong, at hátíðarhaldini ymsu dagarnar skulu enda í harðskapi. Stjórnin hevur gjørt sítt ítarsta at seta trygdina í hásætið, nú fram- vegis sundurbýtta tjóðin skal standa saman í hátíðar- haldinum, har onglending- ar, afrikaans fólkið av holl- endskum uppruna, Xcosa fólkið, zulu´arar o.s.fr. lið um lið skulu hátíðarhalda og minnast gávuna, sum fólkaræði er. Eingin ivi er um, at 85 ára gamli Nelson Mandela er høvuðs- persónurin undir nationala hátíðar- haldinum fyri 10 ára gamla fólkaræðinum í Suðurafrika. Fyrrverandi forsetin hevur tó vegna heilsu boðað frá, at hann so líðandi tekur seg aftur frá øllum sínum virksemi JUBILEUM Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í nógv ár hevur hann verið ein ótroyttiligur stríðsmað- ur fyri frælsi, javnrættind- um og rættvísi kring allan heim, men anti-apartheid ikonin Nelson Mandela hevur boðað frá, at orkan og heilsan er farin at bila so nógv, at hann tekur seg aftur í nærmastu framtíð frá almennu kampagnum sín- um fyri mannarættindum. Mandela hevur annars til dagin í dag luttikið í ótelj- andi vælgerandi tiltøkum og kampagnum, og hevur stríðsmaðurin ferðast kring allan heim, síðani hann í 1999 tók seg aftur av politiska leikpallinum í Suðurafrika. 85 ára gamli fyrrverandi forsetin hevur almanna- kunngjørt, at hann nú støð- ugt fer at avmarka seg í al- menna virksemi sínum, tí hann ikki longur hevur neyðugu orkuna at luttaka í endaleysa og fjølbroytta virksemi sínum kring allan heim. Næsta bókin á veg Almannakunngeringin um, at Mandela fer at taka seg aftur, verður mett at vera eitt bakkast fyri suðurafrik- ansku tjóðina, og í kjalar- vørrinum av hesum er vaksandi ótti fyri heilsuni hjá Mandela. Hann hevur fyri stuttum stríðst við krabbamein, sum hann vann á, og til almann tiltøk sær hann alt meiri veikur út. Men keldur kring Man- dela siga, at avgerðin hjá hjá honum er misskilt kring allan heim. – Hetta merkir ikki, at hann fult og heilt tekur seg aftur frá øllum virksemi, men at hann so líðandi »trappar niður«, sigur John Samuel, leiðari í vælger- andi kampagnuvirksemin- um og arbeiðinum hjá Nelson Mandela. Umframt hetta stríðist fyrrverandi forsetin við næstu útgávuni av sjálvævisøgu hansara, »Long Walk to Freedom«, sum hevur verið ein altjóða bestsellari og sligið mong met í bókmentaheiminum. HM 2010 í Suðurafrika Sum kunnugt gjørdist Nelson Mandela forsetið í 1994 eftir 27 ár sum fangi á Robben Island orsakað av politiska virksemi hansara, og hann gjørdist avgerandi landsfaðirin, sum sameindi eitt sundurbýtt fólkaslag. Í 1999 tók hann seg aftur í suðurafrikanskum polit- ikki, men síðani tá hevur hann luttikið í óteljandi kampagnum og tiltøkum fyri mannarættindum kring allan heim, sum nú vegna heilsu og orku spakuliga tykist vera at enda komið. Heimsfyrimyndin hevur so nógv at gera, at arbeiðs- skráin røkkur heili tvey ár fram í tíðina, og hvør ein- asta løta, hvørt einasta ar- beiði og hvør einasta sam- røða verður løgd til rættis av fólki í felagsskapi hans- ara, »Nelson Mandela foundation«. Í løtuni er fræslishetjan í karibiska havinum í roynd- unum at gera Suðurafrika til vertsland fyri heims- meistarakappingini í fót- bólti í 2010. Atli Dam var løgmað- ur í Føroyum, tá tað leikaði harðast á í Suðurafrika, og hann minnist, at gongdin eisini voldi trupul- leikar í føroyskum politikki JUBILEUM Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Atli Dam var føroyskur løgmaður, tá globala kjakið um Suðurafrika gjørdi seg galdandi, eisini í tinginum í Føroyum, og fyrrverandi løgmaður minnist, at ávísir trupulleikar og hart kjak stóðst av gongdini í Suðurafrika. M.a. tá støða skuldi takast til, um Føroy- ar saman við umheiminum skuldi vera við at boykotta alt handilssamstarv við Suðurafrika í mótmæli móti apartheid stjórnini. – Eg minnist, tá kjakið var í hæddini í tinginum, og serliga vóru tað Óli Breckmann og onnur við honum, sum hildu tað vera nakað møsn, at føroyingar skuldu luttaka í mótmælun- um móti apartheid, sigur Atli Dam. Hann sigur, at ynskið allatíðina var at stuðla og vera við í alheims mótmælunum móti apart- heid, hóast hetta ávirkaði føroysku fiskivinnuna. – Vit royndu at útvega nýggjar havleiðir har niðri, og tí gjørdist málið eisini so umstrítt, men talan var av- gjørt um nøkur minnning- arrík ár við hvøssum orða- drátti, og nógv skriving var eisini í føroysku bløðunum, minnist Atli Dam aftur. – Høvuðsvandin var, at kommunisman gjøgnum ANC fekk valdið í Suðurafrika, og m.a. tí vóru vit at- finningarsom, minn- ist Óli Breckmann, sum var millum mest sjónligu politikarar í kjakinum um Suður- afrika JUBILEUM Heini í Skorini heini@sosialurin.fo – Suðurafrika var á ein hátt eitt mikrokosmos – ein mikroútgáva av øllum heiminum – har nógvar ymsar mentanir og skipanir livdu og rørdust innanfyri somu landamørk, sigur Óli Breckmann, sum á sjón- ligan hátt gjørdi seg gald- andi í kjakinum í Føroyum um Suðurafrika og handils- kvettini, umheimurin framdi í mótmæli móti apartheid. Óli vísir á, at hann ongantíð vardi apart- heid skipanina og internu politisku viðurskiftini. – Vit royndu at vísa á, at vegurin fram fyri at bloyta eina og hvørja stjórn og eitt og hvørt samfelag, er júst við at handla og halda samfelagnum opið, sigur Óli, sum var grundleggj- andi ósamdur við boykott- inum mótvegis Suður- afrika. – At fara at hungra og svølta bæði svørt og hvít hevði einki endamál, og tí vóru vit ímóti, sigur Óli Breckmann. Ein annar høv- uðsvandi var sambært hon- um, at kommunisman gjøg- num ANC flokkin kom til valdið í Suðurafrika. – Hetta var høvuðsvand- in, tí vit høvdu sæð so nógv onnur tragisk dømi um, hvussu kommunisman hevði yvirtikið, men tá hon fall, var tann vandin horv- in, og ANC flokkurin fór sjálvur burtur frá hesum, greiðir Óli frá. Hann heldur tað vera gleðiligt, at fólkaræði varð sett í gildi uttan størri trup- ulleikar enn teir, sum vóru, og at nazi líknandi komm- andobúskapurin við etnisku dimensiónunum undir apartheid endaliga fall. – Skuldsetingarnar um, at vit hava stuðlað hesum, eru púra burtur úr vón og viti. Endamálið var tað sama fyri okkum øll, men vit vóru ósamd um, hvussu hetta skuldi gerast, undir- strikar Óli Breckmann. Úrslitið í Føroyum var, at føroyskir trolarar, sum vóru í Suðurafrikanskum øki frammanundan, m.a. Chris- tian í Grótinum, framvegis fingu loyvið at landa og fiska í Suðurafrika, men at loyvi ikki vórðu víðkað og givin til aðrar trolarar. Suðurafrika hátíðarheldur 10 ára fólkaræði Mandela tekur seg aftur Vegna heilsu tekur heimsikonin fyri frælsi og mannarættindum, 85 ára gamli Nelson Mandela, seg aftur frá virksemi sínum kring allan heim í nærmastu framtíð Atli minnist stríðið – Ein spennandi tíð – Serliga var tað Óli Breck- mann og onnur við honum, sum hildu tað vera nakað møsn, at føroyingar skuldu luttaka í mótmælunum móti apartheid, sigur Atli Dam Tað var gleðiligt, at nazi líkn- andi kommandobúskapurin við etnisku dimensiónunum undir apartheid endaliga fall, men høvuðsvandin var, at kommunisman avloysti, sum hon til alla lukku ikki gjørdi, sigur Óli Breckmann C M Y K 5 4