týsdagur 4. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
7
Ein roynd at gera
elektriskan streym
burtur úr dagslýsin-
um byrjar í Vest-
manna fyrsta dagin.
Ljóskyknurnar komu
til Vestmanna mána-
dagin og verða sýndar
fram fyri almenning-
unum ein av fyrstu
døgunum
EL-FRAMLEIÐSLA
Edvard Joensen
Vestmanna:
Farið verður fyrsta dagin
undir eina verkætlan, sum
skal framleiða elektriskan
streym burtur úr dagslýsin-
um. Royndin verður gjørd í
Vestmanna.
Gongur tað sum ætlað,
verður tað ikki bara vatnið,
sum í framtíðini fer at gera
elektriskan streym í Vest-
manna. Nú skal eini tann
ljósi dagurin fáa málaran í
skúlanum at mala, sigur
Finnbogi Joensen, umsjón-
armaður við Vestmanna
skúla.
Ljóskyknur, sum skulu
fanga ljósið um dagin,
verða settar upp á takið á
ítróttarhøllini í Vestmanna,
og burtur úr teimum skal so
elektriskur streymur gerast.
Finnbogi Joensen, sigur,
at tað var Kári Thomsen,
arkitektur í Havn, sum hev-
ur gjørt nógv burtur úr um-
hvørvinum, sum fyri nøkr-
um árum síðan fekk hug-
skotið at seta upp ljóskykn-
ur til at framleiða elektrisk-
an streym burturúr. Hann
reisti málið fyri Oljumála-
ráðnum, sum umsitir um-
hvørvismál, og har var
beinanveg undirtøka fyri at
royna hetta. Vestmanna
skúli, sum er ein grønur
skúli, vaðr valdur út at
verða royndarstøð, greiðir
Finnbogi Joensen, umsjón-
armaður í Vestmanna, frá.
Hann leggur dent á, at
hesar hesar sólkyknurnar,
sum her verða brúktar,
skulu ikki blandast við teir
sólfangararnar, sum brúktir
verða til eitt nú at hita vatn.
Tað er hvør sítt, sigur Finn-
bogi Joensen.
Hann greiðir frá, at talan
er um tvey sløg av sólkykn-
um, sum settar verða upp á
takinum á ítrótarhøllini í
Vestmanna. Takið á ítróttar-
høllini er vælegnað, tí tað
er stórt, og góðir møguleik-
ar eru fyri útbygging, um
tað vísir seg, at tiltakið
eydnast.
Av teimum vanligu sól-
kyknunum, sum fleiri fólk
kenna frá eitt nú lampum
heima
í
urtagarðinum,
verða settir átta fermetrar
upp. Síðan er eisini eitt nýtt
slag av sólkyknum komið
fram seinnu árini, sigur
Finnbogi Joensen. Her er
talan um eitt slag av dúki,
sum brúkt verður. Og av
hesum verða 25 fermetrar
settir upp á takinum á ítrótt-
arhøllini í Vestmanna.
Onkur undrast kanska á,
um tað nú er rætta staðið at
royna slíkt í Føroyum. Vit
tosa jú um sólkyknur, og
ikki er sólin tað, vit vanliga
síggja mest til her á landi,
heldur kanska onkur.
Men til tað sigur Finn-
bogi Joensen, at sambært
serfrøðingunum, hann hev-
ur tosað við, eru Føroyar í
grundini sera væl egnaðar
til júst slíkar royndir. Tí
hóast
hetta
fyribrigdið
verður nevnt sólkyknur, er
tað grundini ikki bara sól-
skinið, sum ger tann stóra
munin, hóast tað er gott.
Heldur er tað tíðin, tá ljóst
er á degnum, sum brúkt
verður. So í grundini kundi
tað eins væl itið ljóskyknur
heldur enn sólkyknur, sigur
hann.
Og ljósar tímar hava vit
nógvar her hjá okkum.
Hesa árstíðina í hvussu er.
Men, tekur Finbogi Joensen
aftur í aftur, at var tað klárt
sólskin, var tað sjálvandi
best. Tí best er, tá ljósið er
bjart og sterkt, sigur hann.
Sólkyknurnar fara at lata
streymin inn á netið hjá
SEV, sigur Finnbogi Joen-
sen. Men tað verður kortini
so, at Vestmanna skúli fær
ágóðan av teirri fram-
leiðslu, sum verður. Tí
málari verður settur á, og
tann nøgdin, sum sólkykn-
urnar á takinum á ítróttar-
høllini í Vestmanna fram-
leiða, verður so drigin frá
aftur samlaðu el-nýtsluni
hjá skúlanum, sigur um-
sjónarmaðurin.
Nýggju sólkkyknurnar
komu til Vestmanna mána-
dagin, og verða sýndar
fram ein av fyrstu døgun-
um. Kanska í dag sum ein
annan dag, sigur Finnbogi
Joensen. Tær verða vístar
fram inni í skúlanum, áðr-
enn tær verða settar upp,
sigur hann. Tað verður lýst
alment við, nær hendan
framsýningin verður.
Felagið Vágar fer at
skipa fyri ymsum
tiltøkum í oynni í
summar. Tað fyrsta
verður longu
hósdagin
VINNA
Edvard Joensen
Vágar:
Felagið Vágar gjørdi á
fundi í farnu viku av at
skipa fyri fleiri tiltøkum,
sum skulu fáa fólk at vitja
oynna. Fyrsta tiltakið verð-
ur hósdagin.
Hósdagin 6 mai, sum er
dagin fyri dýrabiðidag, fara
handlarnir, sum eru limir í
felagnum Vágar, at hava
leingi opið út á kvøldið.
Eisini onnur tiltøk av tí
slagnum verða seinni í
summar, sigur Kunningar-
stovan í Vágum. Eitt nú er
fastlagt, at eitt slíkt tiltak
eisini verður um Vestan-
stevnuna, sum í ár verður í
Sørvági vikuskiftið 9. til
11. juli.
Tað kemur nógv fólk
vestur í Vágar. Kanska ser-
liga í samband við flogvøll-
in. Og nógv teirra nýta eis-
ini høvið til at avgreiða
ymisk ørindi í oynni.
Hesum halda handilsfólk
í Vágum, at tey eiga at gera
meira burturúr. Eitt nú við
Tax Free skipanini til ferða-
fólk, sum fara av aftur land-
inum.
Á fundi, sum hildin varð
í felagnum Vágum í farnu
viku, varð hetta evnið eisini
uppi, og varð gjørt av at
víðka hesa tænastu í Vág-
um, soleiðis at fleirir handl-
ar fara at bjóða hesa tæn-
astu til ferðafólkið.
Eisini fer felagið at skipa
fyri
einum
serligum
kvinnukvøldi í Vágum tann
2. juni. Og tað veru bók-
staviliga
kvinnukvøld.
Menn hava als ikki at-
gongd.
Men Vágar er so nógv
annað enn handlar og flog-
vøllur. Eitt nú er oyggin
sera væl egnað til gongu-
túrar. Náttúran er sera vøk-
ur, og lætt er at ganga í
oynni. Eisini her er Kunn-
ingarstovan í Vágum til
reiðar at vegleiða og hjálpa
til at finna ferðaleiðarar á
slíkum túrum.
Ljósið skal gera streym í Vestmanna
Í Vestmanna hevur elektrisku streymur í ein mansaldur verið vunnin úr vatninum, sum rennur úr fjalli í hav. Nú fara
vestmenningar eisini at leggja tak til el-framleiðslu úr dagins ljósi. Sólkyknur verða settar á takið á ítróttarhøllini, sum sæst uttast
til vinstru á myndini
Mynd: edvard Joensen
Prentarar
9% meira
í løn
Føroya Prentarafelag
og
Føroya
Prent-
smiðjufelag hava á
fundi 27. apríl undir-
skrivað nýggjan 2-ára
sáttmála, sum gevur
prentarunum eina løn-
arhækking upp á góð
9%, harav er eftirløn-
argjaldið hækkað við
4,75%,
soleiðis
at
eftirlønargjaldið frá 1.
mai 2005 kemur upp á
8%.
Harumframt
vórðu gjørdar nakrar
smávegis dagføringar í
sáttmálanum,
sigur
Føroya Prentarafelag í
tíðindaskrivi.
Fleiri tiltøk í Vágum
Útsýni yvir Hviltkinnavatn og vestur móti Barðinum. Vágar eru sera væl egnaðar til gongutúrar
á fjøllum. Náttúran er sera vøkur, og lætt er at ganga.
Mynd: Edvard Joensen
- Tey komandi 2-3
árini verða sera av-
gerandi fyri Føroya-
økið, bæði við atliti til
1. útbjóðing og 2.
útbjóðing. Vit koma í
hesum tíðarskeiðnum
kanska at síggja feløg
fara úr økinum, og
hvør veit, møguliga
fara vit at síggja okk-
urt nýtt felag koma
inn, um væl veit við
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
Hetta sigur sigur Rúni
Hansen, leitistjóri hjá Stat-
oil í Føroyum. Vit hava
spurt hann, um tað ikki er
trupult í dag hjá tí vanliga
føroyinginum at vita akku-
rát, hvat fyriferst á oljuøk-
inum. Hevur eitt felag sum
Statoil pakkað saman ella
arbeiðir tað framvegis hart
við økinum ?
– Eg kann siga fyri okk-
ara viðkomandi, so hava vit
ikki pakkað saman. Vit
hava borað ein brunn, og
hann gav ikki tað, sum vit
høvdu vónað. Vit kendu tó
váðan, so tað var ikki ein
støða, har vit stóðu heilt
undrandi og gánaðu. Vit
fingu tó meira vitan, sjálvt
um vit ikki høvdu vónað at
skula havt útreiðslur fyri
ein heilan brunn fyri at fáa
ta vitanina. Men soleiðis er
tað nú einaferð innan olju-
økið, og vit hava - ja tían-
verri - roynt tað fyrr. Men
tó skal sigast, at tað øvugta
hava vit eisikni upplivað,
nevniliga at rakt við olju,
og tað rættiliga ofta. Tað
kann hóast alt síggjast á
inntøkuni hjá felagnum. Og
bæði út frá teimum roynd-
unum vit hava gjørt gjøg-
num árini runt um í heimin-
um, tá vit hava rakt við olju
og tá vit ikki hava rakt við,
umframt við tí vitan við
hava fingið ígjøgnum seis-
mikk o.a. á Føroyaøkinum,
hevur gjørt, at vit hava av-
gjørt ikki at pakka saman á
Føroyaøkinum, men heldur
at brúka tíð at arbeiða
meira við økinum, soleiðis
at vit kunnu, út frá bestu
sannføring vita, so neyvt
tað nú einaferð ber til, hvar
vit skulu bora næstu ferð.
Vit hava ætlanir um at bora
ein brunn afurat á Føroya-
økinum. Nær og hvar tað
verður, er ikki avgjørt enn.
– Kann tað hugsast, at tit
fara at bora á einum heilt
øðrum øki næstu ferð?
– Tað kann hugsast, men
einki er avgjørt enn. Vit
hava eitt øki longur norð-
uri, har vit skutu meira
seismikk síðsta summar. Á
tí leiðini er einki borað enn,
og á tí økinum er, mótvegis
teimum longri suðuri, har
allir brunnar higartil eru
boraðir,
nógv
basalt.
Trupulleikin
her
hevur
verið, at við tí seismikkin-
um, sum áður er skotin á
basaltinum, hevur tað verið
sera trupult at sæð nakað
undir basaltinum. Eg kann
siga so mikið sum, at tað
sær út til, at tey dataini vit í
dag sita við, útfrá tí seis-
mikkinum, ið varð skotin
síðsta ár, eru betur enn tey
vit áður hava havt. So fara
kanska komandi tvey árini
at vísa, um dataini, eftir at
tey eru viðgjørd, verða so
mikið góð, at man tekur av-
gerð um at bora á leiðini.
Um tað verður veruleiki, so
er ein onnur avbjóðing har,
og tað er at bora ígjøgnum
tað harða basaltið. Hetta
arbeiða vit eisini við í løt-
uni, saman við kontrak-
tørum o.ø. Avgerandi
– Vil tað so siga, at tú
sært at tey komandi tvey
árini at verða sera avger-
andi fyri Føroyaøkið?
– Eg vænti, at komandi
tvey árini verða rímuliga
avgerandi.
Loyvini
frá
fyrstu útbjóðing ganga út
um góð tvey ár, og tá skulu
vit helst vita, hvar restin av
brunnunum skulu borast.
Eisini longdu øll feløgini
(Statoil, ENI og Anard-
arko), teirra sokallaðu 9-
ára loyvi, sum øll liggja á
basaltinum, við tveimum
árum síðsta ár, tí tey ynsktu
at gera meira arbeiði á øki-
num.
Og eg vænti ikki, at nak-
að av feløgunum fer at ar-
beiða óneyðugt við loyvun-
um, tí tað kostar nógvar
pengar at binda ressoursir-
nar, sum kanska kundu
verið frígivnir til aðrar
meira lovandi verkætlanir
aðrastaðni sigur Rúni Han-
sen og vísir á, at 2. útbjóð-
ingarumfar verður nú. – Eg
vænti ikki, at føroyskir
myndugleikar fáa eins nógv
út av 2. útbjóðingarrundu,
sum teir fingu í fyrstu út-
bjóðingarrundu. Í tí 1. út-
bjóðingini bundu feløgini
seg til at bora heilar 8
brunnar. Hetta kann man
ikki rokna við í aðru út-
bjóðing í ár. Tað verða færri
– kanska eingir – brunnar
man fer at binda seg til,
men heldur at gera fleiri
seismiskar kanningar o.a.
Alt økið sum hesuferð er
bjóðað út, er meira ella
minni sokallað basaltøkir,
og her hava flest feløg heilt
einfalt ikki nógv nógva
vitan enn – til at átaka sær
boriforpligtilsi. Tí skal
meira forkanningararbeiði
gerast her.
Rúni Hansen vísir á, at
man í fyrstu rundu fekk trý
ár at gera hesar kanningar í,
og so skuldi avgerð takast
um, hvat víðari skuldi
gerast – um man skuldi
bora ella ikki. – So siga vit,
at tað sama verður galdandi
nú - 2 ellar 3 ára arbeiðs-
programm - so eru vit aftur
í 2006 ella 2007. Tí vænti
eg, at tey komandi 2-3 árini
verða sera avgerandi fyri
Føroyaøkið, bæði við atliti
til 1. og 2. útbjóðing. Vit
koma í hesum tíðarskeið-
num, kanska at síggja feløg
fara úr økinum, og hvør
veit, møguligt fara vit at
síggja okkurt nýtt felag
koma inn, um væl veit við.
Á einum sokallaðum "fron-
tier" øki, sum Føroyaøkið
er, er tað ikki óvanligt, at
tað er sera ymiskt, hvussu
feløgini síggja uppá tílík
øki. Hetta er galdandi bæði
á tí fakliga jarðfrøðisliga og
ikki minst reint strategiskt.
Við
– Statoil er fyristøðufelag
fyri tvey stór loyvi á Før-
oyaøkinum og hevur verið
sera virkið her. Ætla tit
eisini at verða við í 2. út-
bjóðingarrundu?
– Vanliga taka vit ikki
endaliga avgerð um at
verða við í eini rundu, fyrr
enn heilt stutt áðrenn, men
sum landið liggur nú, so
verða vit við.
– Onkur hevur hildið, at
tað er óheppið við eini út-
bjóðing nú ?
Tað er ilt at siga, nær tíð-
in er tann rætta og mest
optimala. 18. útbjóðing í
Norra hevur júst verið, og
tann 22. útbjóðingin á
enskum øki er í gongd nú,
og har skulu umsóknirnar
latast inn fyrst í juni. Og so
kemur tann føroyska nú
beint aftaná. Og nógv av
feløgunum
hava
sama
mannskap til allar hesar út-
bjóðingarnar, so í so máta
er tað kanska ikki heilt av
leið. Og so kunnu vit eisini
seta spurningin, um størri
áhugi hevði verið fyri tí
føroyska økinum, um man
hevði bíðað eitt sindur við
útbjóðingini. Eg veit ikki.
Tað er nakað av virksemi í
gongd tætt upp at markin-
um bretsku megin, sum
kann hava týdning fyri Før-
oyaøkið. Umframt avmark-
ingarbrunnin, ið verður
boraður á Laggan gassfelt-
inum nú, er ætlanin er at
bora Cambo brunnin síðst í
mai, og beint aftaná tað,
uml. juni/juli, verður tann
sokallaði Rosebank brunn-
urin boraður. Hesir báðir
liggja heilt upp at føroyska
markinum, og verða báðir
óiva liðugt boraðir, áðrenn
umsóknin til 2. útbjóðing
skal latast inn. Og við ar-
beiðinum á Føroyaøkinum,
er einhvør nýggj vitan kær-
komin sigur Rúni Hansen,
nú dagin fyri at stóra olju-
ráðstevnan letur upp í
Norðurlandahúsinum.
Eivør og Agnar í Norður-
landahúsinum
Leitistórin hjá Statoil:
Komandi tvey árini sera
avgerandi fyri Føroyaøkið!
KONSERT
Mikukvøldi 5. mai verð-
ur forkunnug konsert við
Eivør Pálsdóttir og Agnar
Lamhauge í Klingruni í
Norðurlandahúsinum.
Hetta er fyrstu ferð at
Eivør og Agnar framføra
á konsert saman, tó at tey
bæði koma úr tónleika-
umhvørvinum hjá Grót
úr Gøtu.
Eivør og Agnar búgva
ávíkavist í Íslandi og
Danmark, so tað er ikki á
hvørjum degi at tey hava
høvi at spæla saman, og
er konsertin er ein liður í
eini venjingarlegu í sam-
bandi við, at tey bæði
saman skulu luttaka á
einum týskum festivali
(http://www.nordischerkl
ang.de) tann 12. mai í ár.
Eivør hevur úr at gera í
Íslandi og fríggjadagin
hevði hon konsert í
Langholtskirkjuni saman
við Kór langholtskirkju,
har hon var solistur á ein-
um verki, ið tann í Føroy-
um vælkendi John Højby
hevur skrivað. Næsta
stóra tiltakið í Íslandi
verður
á
Listahátíð
Reykjavíkar har Eivør
tann 29. mai er við á
einari íslendskari/írskari
konsert, ið mætir menn
sum Hilmar Ørn og
Donald Runny úr Írlandi
skriva tónleik til og
arrangera. Eivør saman
við írskari sangarinnu er
høvuðsnøvnini á konsert-
ini. Á veg heim aftur úr
Týsklandi hevur Eivør
konsert hóskvøldi á Club
Revolver í Keypmanna-
havn.
Agnar livir sítt tón-
leikalív í Danmark, har
hann er við at enda ein
konservatoriuútbúgving,
samstundis sum hann er
nógv upptikin av at spæla
kontrabass. Agnar er
helst best kendur sum
bassleikari í Enekk.
Á konsertini miku-
kvøldið fara Eivør og
Agnar fyrst og fremst at
spæla nøkur av løgunum
hjá Eivør, men eisini
onkur lættari løg verða
við á skránni. Eivør
syngur og spælir guitar,
meðan Agnar leikar upp
á kontrabass.
Av tí at konsertin er í
Klingruni er tað rættu-
liga avmarkað, hvussu
nógv sleppa inn, men tað
ber at ogna sær atgongu-
merki á 100 kr. í forsølu
í Norðurlandahúsinum.
Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil Exploration í Føroyum:
– Komandi árini verða avgerandi
Ein nýggjur teldu-
ormur er í ferð við
at spreiða seg um
allan heim, ávara
antivirus-serfrøð-
ingar. Sasser orm-
urin spreiðir seg
ikki gjøgnum teldu-
post, men loypir á
telduna bara tú ert
á netinum
TELDUVIRUS
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Sasser eitur nýggi teldu-
ormurin, sum nú sníkir
seg inn á teldur. Hann
spreiðir seg ikki sum vit
vanliga kenna tað gjøg-
num teldupost - tað er
nóg mikið, bara tú ert á
alnetinum.
Hesin ormur, sum tó
sigst vera óskaðiligur, er
serstakliga
órógvandi,
við tað at hann sløkkir og
tendrar telduna ferð aftan
á ferð.
Tað eru tær berbaru
teldurnar, sum eru mest
útsettar, og helst eru
longu fleiri milljónir
teldur smittaðar. Men
sambært fólki frá virus-
fyritøkum, skuldu teldur
við
verjuveggi
verið
tryggar.
Ormurin ber seg at
sum Blaster, skannar
tilvildarligar IP-adressur
og finnur viðkvæmar
skipanir. Tá tær eru
funnar, kopierar hann seg
inn á Windows við navn-
inum, AVSERVE.EXE.
Enn er ikki greitt hvað-
ani ormurin stavar, men
helst er tað ein tann-
áringur, sum roynir síni
kynstur, sigur ein anti-
virus-serfrøðingur
frá
fyritøkuni F-Secure við
norsku
Nettavisen
í
kvøld.
Nýggjur telduormur
í álopi
C
M
Y
K
7
6