týsdagur 4. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
9
-Tað hevur stóran
týdning, at vit varð-
veita krøvini til
kaikant í sambandi
við komandi leiting.
Føroyskar fyritøkur
eiga at hava møgu-
leika at vera við í
menningini segði
Hendrik Old, ting-
maður m.a. undir 1.
viðgerð av 2. Útbjóð-
ing til oljuleiting á
tingi herfyri
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
Tingmenn tóku sum heild
undir við uppskotinum frá
landsstýrinum um eina
nýggja útbjóðing á land-
grunninum at leita eftir olju
og gassi. Orðaskiftið var
rættiliga drúgvt og verður
uppskotið nú viðgjørt í
Vinnunevndini. Vit hava
hugt nærri at orðaskiftin-
um.
Framsøgumaður
sam-
bandsfloksins, Kai Leo Jo-
hannesen helt fyri, at 1.
útbjóðingin hevði verið
væleydnað, hóast einki
rakstrarverdugt fund er
gjørt. Hann rósti fólkunum,
sum
hava
staðið
fyri
arbeiðinum. Hann helt, at
man við treytunum fyri 2.
rundu hevur tikið væl atlit
til, at føroyska samfelagið
fær inntøkur burtur úr eini
oljuvinnu og vísti til tað
skilagóða í at hav eitt royal-
ty uppá 2%, síðani vanliga
kolvetnisinntøkuskattin
uppá 28,5% og so alt eftir
inntøku man fær frá einum
oljufundi, har ein serskatt-
ur verður lagdur omaná í
trimum stigum.
Hann helt eisini, at vit
longu hava fingið nakað
burtur úr, nevniliga eina
ávísa vitan, hvussu man
tilrættaleggur framyvir og
at føroyingar á jøvnum føti
við útlendingar skulu vera
við til at veita tænastur í
sambandi við oljuleiting.
Hann vísti tó á, at tað í
praksis kann vera eitt
sindur verri, tí tá kunnu
feløgini velja tað, sum tey
meta vera best egnað. Men
sum man hevur skilt hevur
tað verið ein positivur andi
at loyva føroyskum fyritøk-
um uppí.
Kai Leo helt uppskotið til
2. rundu verða væl úr hond-
um greitt. Hann vísti til, at
man hevur tikið hædd fyri
fiskivinnuni eisini í hesum
og helt hann fyri, at tað eru
ikki nógv mótmæli frá
vinnuni móti útbjóðingini,
tí ahon skal ganga út yvir
aðrar vinnur. –Vit kunnu
staðfesta, at Atlantsflog
hevur fingið ein sáttmála í
útlendsku oljuvinnuni, og
tað mugu vit fegnast um.
Vit vóna, at tað kemur at
spyrjast nakað burtur úr,
og hetta uppskotið hevur
sum ein positiv broyting
nakað við inntøkur at gera.
Meira varin
Hendrik Old, framsøgu-
maður Javnaðarfloksin helt
fyri, at umstøðurnar rundan
um annað útbjóðingarum-
far eru meira dempaðar enn
kring fyrsta umfarið. Rok-
anin við fyrsta umfar í
tinginum var nógv, og vón-
irnar vóru sera høgar, um,
at oljan fór at geva nógvar
pengar skjótt. –Men tað má
sigast til rós fyri fyrrver-
andi
landsstýismannin,
Eyðun Elttør, at hann
royndi at dempa vónirnar
og mælti til tolsemi. Ætl-
anin við 2. rundu er at
skapa grundarlag og áhuga
fyri framhaldandi leitivirk-
semi, og at føroyskar fyri-
tøkur
verða
tryggjaðar
møguleikar at kappast við
aðrar. Hetta halda vit vera
umráðandi og gott at hava
við, nevniliga at loyvis-
havarin skal arbeiða fyri, at
avtalur verða gjørdar mill-
um føroyskar og útlendskar
fyritøkur og stovnar, sum
kunnu
leggja
upp
til
føroyska
kunnleika
og
tøkniligan kunnleika.
Hendrik Old, sum eisini
er formaður í løgtingsins
Vinnunevnd, gjørdi nógv
burtur úr føroysku luttøk-
uni í eini oljuvinnu og vísti
til royndirnar norðmenn
hava gjørt sær á hesum
øki,. Hann helt tað vera rætt
at hava føroyska keikantin
við men legði samtíðis dent
á, at tað má vera upp til
landsstýrismannin at meta
um, nær tað kunnu gevast
undantøk. Nøkur undantøk
eru
latin
og
helt
tingmaðurin, at tað var í
lagi. -Tað er órímuligt at
seta krøv til, at man t.d.
stýrir ein boripall inn í eina
føroyska havn til onkur
smáttaríir, um hann kemur
onkra aðrastaðni frá og skal
til at bora við Føroyar. Tað
er eisini órímuligt, um ein
sera stórur og tungur og
kostnaðarligur lutur liggur
á einum stað og man krev-
ur, at hann skal flytast til
lands í Føroyum at venda
og so útaftur á ein boripall.
Tað haldi eg Oljufyrisit-
ingin og teirra fólk hava
klárað væl at gjørt í laga-
ligheit og rímuligheit.
Tingmaðurin vísti á, at
onkur hevur nevnt loyvi-
økið í 1. útbjóðing fyri
gullhornið, men tíverri er
gullið ikki komið enn, men
kanska, man má hava loyvi
at vóna hehetta segði hann
og helt fram:
– Nú er so ætlanin at fara
longur inn á føroyska økið.
Vit hava fingið at vita, at
basaltið er tjúkt her, og at
tað er ringt at síggja og
bora gjøgnum basaltið. Nú
verður so bjóðað út longri
inni á grunninum, og so er
møguleiki fyri, at man
kemur í nánd av fiskileið-
um, men har skilji eg, at
man við lagaligheit fær
funnið fram til, at ongar
ella minst møguligar kon-
fliktir kunnu taka seg upp.
Hendrik Old vísiti á, at
Javnaðarflokkurin
hevur
frá fyrstan tíð verið fyri at
fara undir leiting og so-
leiðis, at føroyskar fyritøk-
ur fáa møguleikar at vera
við. – Sum heild má sigast,
at oljuumsitingin seinastu
árini hevur gjørt eitt gott
arbeiði og greitt frá hesum,
so tað hevur verið lutvíst
lætt at fáa innlit í hjá ama-
tørum, sum flestu okkara
eru. Eg vóni, at tað vera
meiri inntøkur av hesum
virksemi,
sum
verður
bjóðað út. Nú verður farið
víðari um og okkara vón er,
at tað gevur eitt gott úrslit.
Men kemur einki annað
burtur úr, tá er so tað hent,
at føroyskar fyritøkur eru
blivnar meira kappingar-
førar og hava lagt seg eftir
at vera framvið, har møgu-
leikar eru. Tað má sigast
um føroyska vinnu sum
heild, at sær man møgu-
leika at vinna nakað, so eru
føroyskar fyritøkur úti um
seg. Sjálvt um vit onga olju
hava funnið, so hevur tað
verið ein stórur framburður
fyri føroyska vinnu, og tað
vóni eg at tað framhaldandi
verður.
Føroyskar fyritøkur
við í oljuvinnuni
Hendrik Old, tingmaður var
fegin um nýggja uppskotið til
2. Útbjóðing
Kai Leo Johannessen tók
undir við uppskotinum frá
landsstýrinum
Tingmenn halda, at tað hevur stóran týdning, at føroysk vinna
verður við í oljumenningini sum her hjá Atlantic Supply Base
í Runavík
– Áhugin fyri leiting
við Føroyar er minni
enn áður, og vit
kunnu tí tosa um, at í
dag er tað marknað-
urin hjá keyparanum
(»Købers marked«),
har oljufeløgini, í
størri mun enn áður,
kunnu seta treytirnar
segði Poul Michelsen,
framsøgumaður
Fólkafloksins m.a. í
løgtinginum herfyri,
tá uppskotið um
løgtingslóg um annað
útbjóðingarumfar til
leiting eftir og fram-
leiðslu av kolvetnum
var til 1. viðgerð
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
Tingmaðurin vísti á, at
kanningarnar við Føroyar
hava ikki givið tað úrslit øll
vónaðu. Tí er føroyska økið
ikki eins áhugavert sum
seinast. Hesi viðurskifti
gera tí, at tað í dag heldur
eru oljufeløgini enn vit, ið
kunnu seta treytir.
Poul Michelsen vísti á, at
økið, sum skal bjóðast til
oljuleiting, er størri enn
seinast, men nógv vitan er
ikki um økið. – Váðin við
Føroyar er vaksin síðani
seinastu royndarboringar, –
og minkaður aðrastaðni. Í
viðmerkingunum til upp-
skotið stendur m.a., at »Tað
kann ikki útihýsast, at tað
eru kollvetnisgoymslur í
Føroyum«, so støðan er
nógv broytt, og tí eru út-
bjóðingartreytirnar eisini
nakað øðrvísi enn seinast
segði tingmaðurin og helt
fram:
– Við fyriliggjandi upp-
skoti fær landsstýrismaður-
in í oljumálum heimild at
geva fyribilsloyvi í 3 ár.
Landsstýrismaðurin
fær
somuleiðis møguleika at
stramma upp uppá krøvini
til oljufeløgini, alt eftir
hvussu støðan er og hvussu
áhugin er hjá oljufeløgun-
um.
Í sáttmálatreytunum sten-
dur, at føroyskar skulu
verða við. Eitt slíkt lógar-
krav hevur givið føroyskum
fyritøkum møguleika at
royna seg á hesum øki.
Men tær fyritøkur, sum
hava klárað seg og hildið
fram í einum samstarvi við
oljufeløgini, hava megnað
tað vegna dugnaskap teirra
og ikki tí, at lógin krevur
tað.
Poul Michelsen helt fyri,
at tað er eitt gott arbeiði,
sum fyriliggur til tingið at
taka støðu út frá. Tað er lætt
lesiligt. Og tað er sjáldan,
at tá tað er á so tekniskum
slag, at tað er so lætt at
skilja. Hann helt annars
fyri, at vit mugu ikki steðga
á nú. Vit mugu halda áfram
hóast alt ikki gekst so væl í
1. rundu.
– Tað er ikki nógv vitan
um nýggju økini boðin
verða út. Nú verður so
eisini øðrvísi við skipanini,
har tað hereftir ber til at
samráðst við landsstýris-
mannin. Tað kann gott
koma hartil, at tú ikki fær
oljufeløgini til at binda seg
til at gera stórvegis íløgur
annað enn til kanningar.
Men alt eftir hvussu nógv
oljufeløgini bjóða hevur
landssstýrismaðurin møgu-
leika at samráða seg til eitt
betri úrslit. Landsstýris-
maðurin kann geva fyribils-
loyvi
sum
oljufeløgini
kunnu umsita í nøkur ár, og
tá 3 ár eru farin kunnu tey
gera niðurstøðu og tá kann
felagið samráða seg til ein
nýggjan
sattmála
við
møguligum boringum fyri
eygað ella kastd økið aftur,
og tað merkir í veruleikan-
um, at at vit eru eini
»købers marked« støðu.
Ómak
Poul Michelsen helt, at man
hevur gjørt sær ómak at
lúka treytirnar í grein 7, har
tað verður sagt, hvussu
man skal fara fram, varis-
liga og við skynsemi, við
atliti til fiskikap og um-
hvørvi og har almenn
áhugamál og hvat samfel-
agið kann fáa burtur úr eis-
ini skal havast í huga.
Tingmaðurin segði seg
vera sannførdan um, at stóð
tað ikki í lóggávuni, at
føroysk virki skulu hava
møguleika at vera við í
oljuvinnuni, so vóru tað
fleiri feløg, sum ikki vóru
komin við, tí føroysk virki
høvdu ikki førleikan. Tað
hevði verið so nógv meira
náttúrligt fyri oljufeløgini
bara at funnið sær sam-
starvsfelagar aðrastaðni. -
Eg eri sannførdur um, at
stóð tað ikki í lógini, at tað
skal vera um føroyskan
kaikant, so kom Atlantsflog
ongantíð upp í part, og so
hevði flogfelagið heldur
ikki havt tann førleikan teir
hava í dag, nú teir arbeiða á
norskum øki.
Poul Michelsen helt eis-
ini, at tað hava verið før-
oyskar fyriutøkur, sum hava
yvirspælt kravið um før-
oyskan kaikant og brúkt
meira tíð at trútta kravið í
lógini enn at søkja eitt
positivt og konstruktivt
samstarv.
-Tað liggur so eisini í
tekstinum,
at
man
møguliga eigur at broyta
hesar reglur, og tað haldi eg
eisini
man
eigur
at
umhugsa. Men eitt eigur
man ikki at broyta og tað er
tolling
inn
og
úr
landinum..Alt, sum kemur
á boristaðið, og allur
fólkaflutningur eigur at
ganga gjøgnum føroyskar
tollmyndugleikar. Men at
skula flyta eina stóra
maskinu til Runavík fyri
síðani at flyta hana útaftur
er ikki serliga positivt í
einum samstarvi. Tú kanst
líka so væl flyta hana
beinleiðis bara tú syrgir fyri
at tolla hana.
Poul Michelsen ivaðist
annars ikki í, at er tað
náttúrligt, so vilja útlendsk
feløg eisini brúka føroyska
arbeiðsmegi,
sum
er
dugnalig í sær sjálvum.
Hann fegnaðist um, at allir
loyvishavararnir hava havt
skrivstovur í Føroyum og
verið við til at menna
bæðiSyndri ætlan og at
føroyingar
hava
fingið
pengar
til
nógvar
verkætlanir.
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
Kári Højgaard úr Sjálvstýr-
isflokkinum helt oljuvinn-
una hava havt positiva
ávirkan og vísti á, at undan
1. útbjóðing snúði orða-
skifti seg um, at ein olju-
vinna fór at avlaga føroyska
samfelagið, og vit fóru at
missa tamarhaldið á tí,
fiskivinnan fór at verða
afturútsigld, nýggja vinnan
fór at vera kappingaravlag-
andi osfr. Hetta hevur tó
ikki verið so og tað er at
gleðast um helt tingmaður-
in fyri.
– Fýra boringar eru gjør-
dar. Kolvetni er staðfest.
Tað er gleðiligt, at tað eru
oljufeløg, sum hava áhuga
at halda fram her. Tá man
skal gjalda kanska sjey
ferðir so nógv fyri at fáa
oljuna upp í Norðuratlants-
havi
sum
í
Arabisku
Emeradunum, so er sjálv-
sagt, at onkur metir væl
um støðuna, áðrenn borað
verður, og kanningarnar
verða gjørdar so nágreini-
liga sum gjørligt. At áhugi
kortini enn er fyri økinum
skulu vit frøðast um.
Kári Højgaard metti tað
vera sera óheppið, um virk-
semið steðgar og vísti til, at
man hevði 8 boringar til-
rættalagdar fyri eitt ávíst
tíðarskeið, og út frá tí blivu
tilboðini givin. Tá so av
góðum
grundum
loyvi
verður givið til eina seink-
ing og steðgur kemur í, so
er vandi fyri, at ekspertisan
hvørvur. – Vit høvdu eitt
felag, sum beyð seg fram
og tá steðgur kemur í, bara
ein boring í tvey ár, tá kanst
tú ikki behalda fólkið og
bara bíða, til tað einaferð
byrjar aftur. Tað er sera
óheppið, at stígur kemur í,
men eg vóni ikki, at man
ikki hevur mist royndirnar.
Við hesum sipaði hann til
alt tað, sum er lagt í at
byggja upp útgerðarhavn-
ina í Runavík.
Kári Højgaard helt tó
sjálvur, at føroyingar í síni
servisering hava klárað seg
væl og hava verið góðir
samstarvspartnarar. Hann
metti tað vera sera týdning-
armikið,
at
føroyingar
kunnu vinna sær førleika,
soleiðis at vit kunnu kapp-
ast á jøvnum føti. Hann
spurdi í hesum sambandi,
hví man ikki kann hava
nógv fóðringsrør liggjandi í
Føroyum, soleiðis, at vit
eisini á jøvnum føti kunnu
kappast um serviseringina
beint hinumegin markið, tí
vit liggja nógva tímar nærri
feltunum enn t.d. Aberdeen
í Skotlandi. Sum er so eru
føroyskar fyritøkur ov veik-
ar til at hava liggjandi nógv
á goymslu.
Annars helt tað vera rætt,
at alt tilfar og útbúnaður til
oljuboringar verður flutt
um føroyskan kaikant, so
vit vita, hvat tað er, sum fer
út á pallarnar, ið bora. Í tí
sambandi
spurdi
Poul
Michelsen, tingmaður, hvar
slammið frá boringunum
endar. Hann helt, at tað
skuldi inn til lands, men
visti einki um, at nakað
slikt var komið í land í Før-
oyum.
Kári Højgaard helt ann-
ars fyri, at tað er sera týð-
andi, at vit fáa staðfest,
hvussu møguligur oljupen-
ingur skal brúkast. Tað er
ikki bara sum at vinna í
happadráttinum. Vit vita, at
her er kolvetni, og tað hev-
ur verið gitt, at tað møgu-
liga kann vinnast í rakstrar-
verdum nøgdum. Men tað
kemur at seta stór krøv til
politikararnar, soleiðis at
peningurin ikki avlagar
samfelagið.
Framsøgumaðurin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum var
sera nøgdur við arbeiðið
sum oljumyndugleikarnir
hava gjørt. – Tað hevur
verið fyrimyndarligt, og eg
vóni fyri tað føroyska
samfelagið, at vit fara at
finna olju, og at vit duga at
umsita tað, sum oljan fer at
geva, skynsamiliga.
Poul Michelsen, tingmaður:
Marknaður keyparans er galdandi
innan føroysku oljuvinnuna
Poul Michelsen, tingmaður: -Vit mugu ikki vera ólagalir men
eitt má ikki broytast og tað er, at allar vørur og tænastur í
sambandi við leiting mugu tollast í Føroyum
Annika
og Annita
Lesið í mikudags-
blaðnum, hvat tær
báðar tingkvinnurnar
Annita á Fríðriksmørk
og
Annika
Olsen
høvdu uppá hjartað
undir 2. viðgerð av 2.
útbjóðing.
Kári Højgaard,
tingmaður helt
fyri, at vit eiga at
frøðast um, at
áhugi er fyri
Føroyaøkinum,
nú so mong onnur
øki eru meira
attraktiv
Mugu frøðast um áhugan
C
M
Y
K
9
8
Skeið í tøving
Mánadagin 10. og mikudagin 12. mai
verður skeið í tøving fyri blind og
sjónveik.
Undirvíst verður frá kl. 13.00–16.30.
Vinarliga vendið tykkum til okkara
í seinasta lagi hósdagin 6. mai
kl.16.00.
Føroya Blindastovnur
Tlf. 31 81 23 ella 31 82 22
Almannastovan
Kunngerð
um hægstu
dagpeningaupphædd
Við heimild í §9,stk.2 í »Løgtingslóg nr.74 frá 8.mai
2001 um dagpening vegna sjúku v.m.« (dagpen-
ingalógin), ger Almannastovan kunnugt:
§ 1.
Hægsta dagpeningaupphædd er ásett til kr. 3.613
kr. um vikuna íroknað frítíðarløn.
§ 2.
Henda kunngerð fær gildi frá 1. mai 2004.
Almannastovan
hin 4 . mai 2004