týsdagur 4. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
11
John Vilhelmsen
Í 1968 fekk ein 90 ára gom-
ul kvinna frá Veldres eina
sjón frá Gudi. Emmanuel
Minos helt møti, har hon
búði. Hon fekk høvi at
greiða honum frá tí, hon
hevði upplivað. Hann festi
tað á blað, men helt tó, at
tað tyktist so óskiljandi, at
hann valdi at leggja tað í
eina skuffu. Nú, nógv ár
seinni, hugdi hann eftir tí
og skilti, at hetta mátti hann
siga onkrum frá. Niðanfyri
standandi er skrivað av eftir
eini upptøku frá einum
møti í Sunnmøre í 1995.
Henda gamla kvinna var
ein vakin sannorða kristin,
ið fekk gott viðmæli frá øll-
um, sum kendu hana. Sjón-
in umfatar hesi 4 umráðini:
1: Eg sá heimin sum eitt
slag av globus. Eg sá
Europa, land fyri land.
Eg sá slíkt, sum fer at
henda
áðrenn
Jesus
kemur aftur, beint innan
tann síðsta vanlukkan
kemur yvir mannaætt-
ina. Ein vanlukka, sum
vit áður ikki hava kent
maka til. Beint áðrenn
Jesus kemur, verður ein
linni, sum vit ikki áður
hava haft. Tað verður
friður, og friðurin kemur
at vara eina tíð. Í hesi
friðartíð fara nógvar
tjóðir at avvápna, eisini
Noreg. Vit verða ikki
fyrireika, tá tað kemur.
Triði veraldarbardagi fer
at byrja á ein hátt, sum
eingin hevði væntað –
og frá óvæntaðum staði.
2: Hugburðurin millum tey
kristnu fer at verða meiri
lunkaður enn nakrantíð
áður. Eitt fráfall frá
sannari og livandi trúgv.
Kristin koma ikki at
verða opin fyri rannsak-
andi boðskapi. Tey vilja
ikki eins og áður hoyra
um synd, náði, lóg,
gleðiboðskap og heilag-
gering. Í staðin kemur
ein eftirgerð: Eydnu-
kristindómur. Tað ræður
um at hava framgongd.
Materiellar hentleikar,
lutir, sum Gud aldri hev-
ur lovað okkum á hend-
an hátt. Kirkjur, bønhús
og fríkirkjur gerast alt
meiri tómar. Í staðin fyri
tann boðskap vit eru von
við gjøgnum fleiri ætta-
lið – sum t.d. at taka upp
kross sín og fylgja Jesusi
– vil undirhald, list og
mentan ráða, har sum
vekingarmøti áttu at ver-
ið. Hetta kemur at henda
í stóran mun beint áðr-
enn Jesus kemur. Van-
lukkur koma yvir okk-
um, og fólk koma at
verða sovandi í teirra
anda.
3: Tað kemur ein tíð fylt við
moralskari syndran, sum
gamla Noreg ikki áður
hevur upplivað. Fólk
fara at liva sum gift, utt-
an at vera gift (hetta var
í 1968, og eg trúgvi ikki
at hugtakið pappírleyst
hjúnalag var til tá E.
M.). Óreinska áðrenn
hjúnalag og ótrúskapur í
hjúnalagi fara at vera tað
vanliga. Á allan hátt
verður borið í bøtuflaka
fyri tí. Tað vil eisini
sníkja seg inn millum
kristin, og vit geva eftir
– eisini tá tað snýr seg
um synd móti náttúruni.
Beint áðrenn Jesus kem-
ur aftur, fer sjónvarpið at
verða fylt við harðskapi:
ein harðskapur so ræðu-
ligur, at tað vil læra fólk
at drepa og oyðileggja
hvønn annan. Tað verður
vandamikið at ganga á
gøtuni. Talið av sjón-
varpsrásum verður stórt
eins og innan úvarpið.
Morð og oyðilegging
verður roknaður sum
undirhald og vil spjaða
segt til alt samfelagið.
Tey mest intimi tingini,
sum hoyra hjúnabandi-
num til, fara at verða fyri
opnum skíggja (hetta var
í 1968, og eg mótmælti
við at vísa á, at vit høvdu
lógir sum forðaðu fyri
slíkum. E. M.). Tá segði
tann gamla konan »Tað
kemur at henda, og tú vil
fáa tað at síggja. Alt tað,
vit áður hava havt, verð-
ur brotið niður og tað
mest ósømiliga verður
víst fyri eygum okkara«.
4: Fólk úr fátøkum londum
vilja koma í stórum tali
til Evropa (í 1968 høvdu
vit ikki innflytarar E.M.)
Tey koma til Norðurlond
og til Noregs. Tey fara at
gerast so nógv í tali, at
fólk fara at vendast móti
teimum. Tey verða við-
farin eins og jødarnir
áðrenn kriggið (eg skilti
ikki hetta tá og mót-
mælti E. M.). Tá runnu
tár av kinnum hennara.
Eg komi ikki at síggja
tað, men tú kemur at
síggja tað. Tá brádliga
kemur Jesus aftur og
triðji
veraldarbardagi
brestur á. Tað verður eitt
stutt kríggj. Øll kríggj,
eg áður havi upplivað
eru sum spæl saman-
borðið við hetta. At enda
verða kjarnorkubumbur
nýttar,
luftin
verður
dálkað, soleiðis, at ein
ikki kann anda hana. Tað
vil raka fleiri heimspart-
ar: Amerika, Japan, Au-
stralia – tey ríku londini.
Vatnið verður oyðilagt,
jørðin kann ikki longur
dyrkast. Úrslitið verður,
at bert ein leivd verður
eftir, og leivdin í teim
ríku londunum vil royna
at flýggja til tey fátæku
londini, men tey verða
líka hørð móti okkum,
sum vit vóru móti teim-
um. Eg eri so glað fyri,
at eg ikki komi at síggja
hetta. Tá henda tíðin
nærkast, mást tú taka
mót til tín og siga hetta.
Eg havi fingið hetta frá
Gudi. Einki av hesum
stríðir ímóti Bíbliuni – sí
Op. 6 og fram eftir. Men
tann sum hevur Jesus
sum frelsara og harra, er
tryggur.
Stýrið í SEV avgjørdi at halda seg til ætlanina og
seta upp tríggjar vindmyllur í Eysturoynni. Tað
merkir, at SEV valdi ikki at fylgja áheitanini hjá
Vinnumálaráðnum um at bíða við at seta vindmyll-
urnar upp. Aftur eitt skúladømi um, at SEV hevur
rættiliga torført at kenna vitjunartíð sína.
Fyri fyrstu ferð hevur Føroya Landsstýri sett sær
fyri at orða ein almennan orkupolitikk og gera upp-
skot um eina el-veitingarlóg. Henda lóg skal eftir
ætlan eisini áseta nakað um viðurskiftini hjá SEV,
sum í dag hevur einkarrætt til el-framleiðslu.
Formaðurin í stýrinum hjá SEV sigur, at SEV tekur
væl ímóti ætlan landsstýrisins. Men kortini er SEV
ikki sinnað at medvirka frá tí at skjøtul verður settur
á hesa ætlan. Grundgevingarnar hjá Poul Arna
Jacobsen kundi ein talimaskina havt greitt úr hond-
um líka so væl .
Í sjóforkláringini nevndi stýrisformaðurin, at SEV
hevur samstarv við eitt privat vindmyllufelag. At
íbindingin hevði elvt til órógv. At SEV tí sjálvt mátti
hava tær næstu myllurnar, tí kanska var neyðugt at
steðga vindmyllunum, um tær elvdu til órógv. Var tá
talan um privata felagið, kundi tað fáa fíggjarligar
avleiðingar fyri felagið....
-Eg meini tað! (Tað siga vit, tá onkur hevur sagt
okkurt ivingarsamt, tápu- ella láturligt). Ikki eiti á
umsorgan. Sum leikfólk loyva vit okkum at spyrja,
um tøknin í teimum londum, sum hava fingist við
vindmyllur í fjórðingsøld, ikki man vera so fram-
komin, at tey kunnu veita eina hjálpandi hond, um
kervið hjá SEV fer at skikka sær illa og fær fjáltur á
leiðsluna í SEV?
Ja, fjórðingsøld er síðan, at menn og fyritøkur fóru
at menna og seta vindmyllur upp av álvara. Eisini í
Føroyum talaðu undangongumenn fyri at royna hesa
orkukelduna og vera við í hesi menning. Og longu tá
varð eisini tosað um at fáa útbygt netið, so tað toldi
at taka inn vindmyllur.
El-felagið hjá okkum - tær og mær - hevur verið alt
annað enn jaligt og vit hava næstan bara hoyrt um alt
tað neiliga í samband við vindorku. So er vindurin
ov nógvur. So er eingin vindur. So er hann ójavnur.
Og nú er grundgevingin, at tað er so avmarkað,
hvussu nógv orka frá vindinum, kann latast inn á
kervið hjá SEV.
Í umboðsnevndini eru tíbetur fólk, sum tykjast hava
víðari sjónarring. Leiðsluni er - meira ella minni -
álagt at troyta aðrar orkukeldur. Nú, fjórðingsøld
eftir at aðrir fóru at royna, skal SEV so partú seta
tríggjar vindmyllur upp. Tað merkir, at privata felag-
ið sleppur ikki at halda fram at byggja út, sum tað
kanska hevur lagt upp fyri, og SEV ger ímóti ynski
landsstýrisins at bíða eina tíð. Hetta er láturligt,
hetta er grátuligt. Ja, hetta er tragikomiskt - lagnunar
speisemi!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Lagnunar speisemi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jesus kemur skjótt
Oddmar Juul
Samuelsen
Viðvíkjandi orkuspurningi-
num í Føroyum, og hetta at
orða ein orkupolitikk á øki-
num, so snýr tað seg einfalt
um hetta at dagføra lógir-
nar, soleiðis at kappingar-
førið er tryggjað.
Vinnulív og fólk annars
hava krav upp á, at teir
fólkavaldu taka seg saman,
uttan drál og uttanumtos,
og geva Føroya fólki eina
dagførda el-veitingarlóg á
sama støði sum í okkara
grannalondum, og ikki
verri enn hana, sum er
galdandi í Danmark, ið vit
eru í ríkisfelagsskapi við,
og sum liggur millum
fremstu lond á økinum.
Til lesaran kann eg upp-
lýsa, at har hevur Fólka-
tingið tikið avgerð um at
skilja sjálvt el-netið frá
veitarunum, og gera tað til
eina sjálvstøðuga eind, so
at fleiri veitarar fáa atgongd
til at levera streym undir
javnbjóðis sømdum, um
hann so er frá dagsljósi,
sólorku, vindi ella vatni.
Við tí gomlu skipan, vit
hava her á landi, koma vit
ikki víðari.
Málið hevur skund.
Nýggja el-veitingarskipan, takk!
Kvinnuliðið í Havnar
Fimleikarafelag fekk
eitt annaðpláss í
Danmarksmeistarask
apinum í rútmiskum
fimleiki. Munurin
upp til vinnaran var
tó so mikið lítil, at tað
var ikki sørt, at tær
føroysku høvdu hug
at ergra seg
FIMLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kvinnurnar úr Havnar Fim-
leikarafelag, sum luttóku í
DM í fimleiki um viku-
skifti, fingu eitt munandi
betur úrslit enn seinast.
Í fjør bleiv tað til eitt
fjórða pláss, meðan tær
fingu eitt annað pláss í ár,
og var munurin upp til
vinnaran so mikið lítil, at
tað kundi sum onki farið
báðar vegir. Tað gjørdi so,
at kvinnurnar vóru eitt
sindur harmar, men tó ikki
vónbrotnar um úrslitið.
– Tá tær høvdu verið á
gólvinum, høvdu tær eina
kenslu av, at tað rættuliga
væl, og tá munurin var so
lítil, so er tað argiligt, at tað
ikki skuldi blíva til eitt
fyrstapláss, sigur Guðrun
Gudjónsson, samskipari hjá
Havnar Fimleikararfelag.
Tá øll liðini høvdu verið
á gólvinum, fingu tey stig.
Og tá avtornaði var mun-
urin millum Greve, sum
vann kappingina og Føroy-
ar so lítil, sum hann kundi
vera.
Í fríu seruni fingu Greve
19,0 stig, meðan Føroyar
fingu 18,95 og í amboðs
seriuni
fingu
donsku
kvinnurnar 18,45 og tær
føroysku 18,05. So talan
var um sera lítlan mun á
liðunum. Nummar trý bleiv
Esbjerg við 35,6 stigum.
Góð skoðsmál
Guðrun sigur, at føroysku
kvinnurnar fingu avbera
góð skoðsmál bæði frá
dómarum, áskoðarum og
hinum liðunum, sum hildu
tað vera avbera flott, at tær
megnaðu at vinna eitt
annaðpláss.
Guðrun heldur, at støðið
á donsku kappingini er á
einum sera høgum støði, og
ivast hon ikki í, at slíkur
møguleiki er við til at
menna føroyskan fimleik
og at lokka fleiri til.
– Tað er bara ein kapping
um árið í Føroyum, so tað
er onki at taka seg aftur í, at
hendan kappingin er ein
gularót til føroysku fim-
leikararnar, sigur hon og
leggur afturat, at tað somu-
leiðis fær føroyskum fim-
leikararnar at kempa meira.
Eisini tað gott fyri føroy-
ingar at kunna síggja onnur
lið og harvið fáa íblástur og
kontaktir uttan fyri land-
oddarnar.
Guðrun sigur, at tey tos-
aðu eisini við onkran um at
fáa fólk hendan vegin at
halda skeið.
Sum við gentuliðinum,
sum fyri einari viku síðani
vann gull, fingu kvinnurnar
tó onki heiðursmerki, tí tær
vóru gestalið. Men heiðurin
av at vera næstbestar í rík-
inum kann ongin tó taka frá
teimum.
Fimleikurin fer nú í
summarfrí og byrjað verður
aftur í september.
Felagið Synergi, sum
hevu skipað fyri fleiri
áhugaverdum og
spennandi tiltøkum,
bjóðar spennandi
ráðstevnupakka í
sambandi við stóru
ráðstevnuna í
Danmark, Strategi
Resultat, sum Børsen,
Microsoft og Franklin
Covey Danmark skipa
fyri
RÁÐSTEVNA
Tíðindaskriv
Tann 25. mai verður ein
ráðstevna undir heitinum
Strategi Resultat á Det ny
Teater í Keypmannahavn.
Fimm danskir topleiðarar
umframt heimskendi man-
agementserfrøðingurin,
Stephen Covey, fara at geva
sítt boð uppá, hvussu evnini
at halda fokus og raðfesta
hava avgerðandi týdning
fyri úrslitið hjá fyritøkuni.
Skalt tú eini ørindi í Dan-
mark, so ber til at leggja
hetta saman við ráðstevn-
uni. Synergi heldur, at tað
átti at verið spennandi og
áhugavert fyri føroyingar at
kunna fara til eina slíka
ráðstevnu uttanlanda. Tær
halda, at tað ræður um at
koma út úr dunnuhylinum,
og tí bjóðar felagið tveir
ymsikar pakkar, og so kann
tann áhugaði sjálvur velja.
1. Ferð við Atlantsflog 24-
26. mai, ferðaavgjald og
ráðstevnuluttøka
2. Ferð við Atlantsflog 24-
27. mai, ferðaavgjald og
ráðstevnuluttøka
Haldari av Børsen on line
fáa 500 kr. í avsláttri. Um tú
ynskir gisting, kunnu vit
bíleggja hetta fyri teg. Vit
hava avtalur við fleiri hotel.
Spennandi
upplegshaldarar
Seks ymiskir upplegshald-
arar verða á ráðstevnuni.
Stephen Covey, rithøv-
undur, hevur skrivað bók-
ina »Seven Habits of
Highly Effective People«,
sum er seld í 15 milliónum
eintøkum – harav 50.000 í
Danmark. Hann stendur á
listanum hjá Time Maga-
zine, sum ein av teimum 25
amerikanarum, sum hava
stórsta ávirkan.
Klaus Holse Andersen,
Vice President, Microsoft
Norðureuropa hevur ábyrgd
fyri øllum virkseminum hjá
Microsoft í Norðureuropa.
Fekk hetta starv í apríl
2003, áður var hann stjóri í
Microsoft Danmark.Martin
Ågerup, rithøvundur og
presidentur fyri »Akademi-
et for Fremtidsforskning«
er stjóri í GCI Future og
hevur serligan áhuga fyri tí
rákið, ið er við at skapa
samfelagið umframt tøkn-
ini, ið skapar framtíðina.
Alfred Josefsen, adm.
stjóri, Irma varð útnevndur
»Ársins leiðari 2003« og
hetta ikki uttan orsøk. Hann
var maðurin, ið bjargaði
Irma og fekk virkið at
blóma aftur. Eitt prógv
uppá
leiðaraevnini
hjá
Alfred Josefsen er, at Irma
er farin frá einum 18’anda
til eitt 7 pláss yvir bestu
arbeiðspláss í Danmark,
umframt at Irma eisini er á
TOP-100 listanum yvir
bestu
arbeiðspláss
í
Europa.
Karin
Verland,
adm.
stjóri, Pfizer Danmark er
útlærd lækni. Í 2001 gjør-
dist hon stjóri í danska dótt-
urfelagnum
hjá
Pfizer.
Karin Verland leiddi sam-
anleggingina av donsku
deildini og Pharmacia í
2003, ein samanlegging
sum resulteraði í verðins
stórstu medisinalfyritøku,
sum samstundis er tann
medisinalfyritøka, ið kann
vísa á skjótasta vøkstur.
Ulrik Bülow, adm. stjóri,
Danmarks Turistråd hevur
verið topleiðari í fleiri stór-
um donskum fyritøkum.
Eitt nú var hann adm. stjóri
í SONOFON, higani hann
kom frá, tá hann gjørdist
stjóri í Danmarks Turistråd.
Kollegar kalla hann eina
dynamiska resultatorienter-
aða eldsál.
Meira er at frætta um
hesa ráðstevnuna og til ber
eisini at tekna seg á heima-
síðuni hjá Synergi, sum er
www.synergi.fo
Vildu vinna
Komið út úr dunnuhylinum
Kvinnurnar úr Havnar Fimleikarafelag høvdu hug at ergra seg eitt sindur um, at tað ikki eydnaðist at vinna kappingina í
Danmark, men tær fegnast tó um annaðplássi
C
M
Y
K
11
10