týsdagur 4. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
13
Í farnu viku vórðu fleiri bú-
skapartøl kunngjørd sum
stiðjaðu sterku arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingina
fyrr í mánaðinum. Smásøl-
an í USA øktist meiri enn
væntað, færri søktu um
framhaldandi arbeiðsloys-
isstuðul, samstundis sum
prísvøksturin í USA vaks.
Bæði
brúkaraálitið
og
vinnuálitið gjørdust hægri
enn væntað. Hetta fekk
donsku 2 og 10-ára láns-
brævarenturnar at hækka
við ávíkavist 0,06 og
0,04%-stig. Hinvegin lækk-
aði prísurin á partabrøvum.
Partabrøv hækka vanliga
av góðum búskapartølum,
men óttin fyri hækkandi
rentum og einum sterkari
dollara, sum í farnu viku
kostaði 6,22 DKK, og á
hægsta stigi síðan byrjanini
av des. 2003, fekk parta-
brøvini at falla í prísi.
Prísurin á partabrøvunum
í
finsku
telefyritøkan
Nokia fall heili 28,5%, í
tveimum umførum, tvær
tær seinastu vikurnar úr
17,35 til 12,4. Fyrstu fer í
páskavikuni, tá kunngjørt
varð, at inntøkan í fyrsta
ársfjórðingi óvæntað var
fallin. Siðan farnu viku, tá
leiðslan metti, at úrslitið
fyri annan ársfjórðing fór at
vera vánaligari enn áður
mett.
Í eini samrøðu fríggja-
dagin segði stjórin í Nokia,
at orsøkin til ringa úrslitið
kemst av, at teir ikki hava
megnað at vunnið tey 40%
av marknaðinum sum ætl-
að. Fyritøkan er framvegis
fíggjarliga sterk og heldur
framvegis fast um settu
málini, sum stjórin væntar
verða rokkin í fjórða árs-
fjórðingi.
Fyri at tryggja framhald-
andi búskaparvøkstur í
USA, er tað umráðandi at
komandi arbeiðsmarknað-
arfrágreiðingin eisini kann
ávísa, at nýggj arbeiðspláss
verða stovnsett. Um ikki,
kann hugsast, at ivi aftur
verður sáddur um dygdina í
amerikanska
búskapar-
vøkstrinum.
Men
við
rentugongdini í farnu viku,
eru sannlíkindini fyri, at
tjóðbankin setur rentuna
upp fyrr enn áður væntað,
vorðin størri. Mikudagin
fer amerikanski tjóðbanka-
stjórin, Alan Greenspan at
halda røðu. Røðan hjá
Greenspan fer væntandi at
fáa eina størri ávirkan á
lánsbrævamarknaðin
og
fram til mikudagin fer
marknaðurin harumframt at
vera merktur av forvæntn-
ingum til røðuna.
Ein rentuhækking komin nærri
Vika 17, 2004
www.kaupthing.fo
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
Kári Højgaard úr Sjálvstýr-
isflokkinum helt oljuvinn-
una hava havt positiva
ávirkan og vísti á, at undan
1. útbjóðing snúði orða-
skifti seg um, at ein olju-
vinna fór at avlaga føroyska
samfelagið, og vit fóru at
missa tamarhaldið á tí,
fiskivinnan fór at verða
afturútsigld, nýggja vinnan
fór at vera kappingaravlag-
andi osfr. Hetta hevur tó
ikki verið so og tað er at
gleðast um helt tingmaður-
in fyri.
-Fýra boringar eru gjørd-
ar. Kolvetni er staðfest. Tað
er gleðiligt, at tað eru olju-
feløg, sum hava áhuga at
halda fram her. Tá man
skal gjalda kanska sjey
ferðir so nógv fyri at fáa
oljuna upp í Norðuratlants-
havi sum í Arabisku Eme-
radunum, so er sjálvsagt, at
onkur metir væl um støð-
una, áðrenn borað verður,
og
kanningarnar
verða
gjørdar so nágreiniliga sum
gjørligt. At áhugi kortini
enn er fyri økinum skulu vit
frøðast um.
Kári Højgaard metti tað
vera sera óheppið, um
virksemið steðgar og vísti
til, at man hevði 8 boringar
tilrættalagdar fyri eitt ávíst
tíðarskeið, og út frá tí blivu
tilboðini givin. Tá so av
góðum
grundum
loyvi
verður givið til eina seink-
ing og steðgur kemur í, so
er vandi fyri, at ekspertisan
hvørvur. -Vit høvdu eitt fel-
ag, sum beyð seg fram og tá
steðgur kemur í, bara ein
boring í tvey ár, tá kanst tú
ikki behalda fólkið og bara
bíða, til tað einaferð byrjar
aftur. Tað er sera óheppið,
at stígur kemur í, men eg
vóni ikki, at man ikki hev-
ur mist royndirnar. Við
hesum sipaði hann til alt
tað, sum er lagt í at byggja
upp
útgerðarhavnina
í
Runavík.
Kári Højgaard helt tó
sjálvur, at føroyingar í síni
servisering hava klárað seg
væl og hava verið góðir
samstarvspartnarar. Hann
metti tað vera sera týdning-
armikið,
at
føroyingar
kunnu vinna sær førleika,
soleiðis at vit kunnu kapp-
ast á jøvnum føti. Hann
spurdi í hesum sambandi,
hví man ikki kann hava
nógv fóðringsrør liggjandi í
Føroyum, soleiðis, at vit
eisini á jøvnum føti kunnu
kappast um serviseringina
beint hinumegin markið, tí
vit liggja nógva tímar nærri
feltunum enn t.d. Aberdeen
í Skotlandi. Sum er so eru
føroyskar fyritøkur ov
veikar til at hava liggjandi
nógv á goymslu.
Annars helt tað vera
rætt, at alt tilfar og útbún-
aður til oljuboringar verður
flutt um føroyskan kaikant,
so vit vita, hvat tað er, sum
fer út á pallarnar, ið bora. Í
tí sambandi spurdi Poul
Michelsen, tingmaður, hvar
slammið frá boringunum
endar. Hann helt, at tað
skuldi inn til lands, men
visti einki um, at nakað
slikt var komið í land í Før-
oyum.
Kári Højgaard helt ann-
ars fyri, at tað er sera týð-
andi, at vit fáa staðfest,
hvussu møguligur oljupen-
ingur skal brúkast. Tað er
ikki bara sum at vinna í
happadráttinum.Vit vita, at
her er kolvetni, og tað hev-
ur verið gitt, at tað møgu-
liga kann vinnast í rakstrar-
verdum nøgdum. Men tað
kemur at seta stór krøv til
politikararnar, soleiðis at
peningurin ikki avlagar
samfelagið.
Framsøgumaðurin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum var
sera nøgdur við arbeiðið
sum oljumyndugleikarnir
hava gjørt. -Tað hevur verið
fyrimyndarligt, og eg vóni
fyri tað føroyska samfelag-
ið, at vit fara at finna olju,
og at vit duga at umsita tað,
sum oljan fer at geva, skyn-
samiliga.
Kári Højgaard, tingmaður
helt fyri, at vit eiga at frøðast
um, at áhugi er fyri
Føroyaøkinum, nú so mong
onnur øki eru meira
attraktiv
Mugu frøast um áhugan
Neyvari reglur fyri peng-
um til førleikamenning
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
John Johannessen, tingmaður úr Javnaðarflokkinum
setti undir viðgerðini av 2. útbjóðing eitt spurnartekin
við pengarnar, sum oljufeløgini lata til ymsar verkætl-
anir og helt fyri, at tað kundi ikki vera beint at senda
fólk á golfskeið fyri hesar pengar. -Hvør førleika-
menning tað er fyri føroyska samfelagið, loyvi eg mær
at ivast í segði hann og spurdi, um tað ikki eiga at set-
ast neyvari reglur fyri pengarnar til førleikamenning.
Eisini Bill Justinussen, úr Miðflokkinum helt fyri, at
møguliga eiga pengar til førleikamenning frá oljufel-
øgunum meira at oyramerkjast til.ávís viðurskifti.
Annika Olsen úr Fólkaflokkinum var so avgjørt ikki
samd við teimum í tí og vísti á, at pengar til førleika-
menning vóru bruktir til bæði útbúgving og gransking
og høvdu harvið havt stóran týdning fyri føroyska
samfelagið.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Róm-
verskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi
at bjarga kristnum fólki, ið vóru forfylgd, men hann
varð sjálvur tikin og fyribeindur.
Ian Luid framsýning í Smiðjuni
Mánadagin, týsdagin og
mikudagin í hesu vikuni
hevur Ian Luid framsýning
í Smiðjuni.
Framsýningin læt upp
mánadagin 3. mai kl.
14.00.
Á framsýningini eru 35
akrylmálningar. Hetta eru
alt málningar, sum Ian
hevur málað seinastu mán-
aðirnar. Tað sum í stóran
mun gevur íblástur til
málningarnar er tað ser-
merkta føroyska ljósið.
Framsýning er opin
mánadagin - mikudag frá
kl. 14 - 20.
Ian Luid sýnir fram 35 akrylmálningar í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Magnus Gunnarsson
Arbeiðsmannafor-
maðurin í Havn læt
Javnaðarflokkin vita,
at fakfelagsrørslan
hevur eitt vakið eyga
við teimum, nú teir
sita við landsins
leiðslu
1. MAI
Eirikur Lindenskov
Leygardagin 1. mai, altjóða
arbeiðaradagurin. Ikki kann
sigast, at hesin verka-
mannadagur fær fólkið at
fylkjast á fundum, men
kortini eru altíð onkrir
fundir. Fyrst og fremst er
tað fundurin hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag á Vagl-
inum í Havn, ið líkasum
hevur fingið ein serligan
status – hann verður eisini
varpaður í útvarpinum.
Á fundinum hesaferð var
tað formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, Hans
Jonesen, sum legði fyri.
Hinir røðararnir vóru Jógv-
an Arge, útvarðsmaður og
býráðslimur og Kristian
Magnussen, løgtingsmaður
Javnaðarfloksins.
Sum vera man eru tað
okkara ráðandi menn og
kvinnur sum standa fyri
skotum, og arbeiðsmanna-
formaðurin í Havn læt
eisini
javnaðarmenninir
vita, at fakfelagsrørslan
hevur eitt serliga vakið
eyga við teimum, nú teir
aftur sita í landsins leiðslu.
Tjóðveldisfundur á
Doktaragrund
Á Doktaragrund úti á
Reyni var eisini 1. mai-
dagshald, ella fólkafundur,
sum tjóðveldisfólk hava
valt at kalla tað. Har var ein
av siðbundnu dundurtalun-
um hjá Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmanni at hoyra, ið
sum vera man skeyt við
skørpum eftir nýggju sam-
gonguni.
Hann helt fyri, at nú aðrir
politiskir vinda blæsa, hava
partar av fakfelagsrørsluni
valt at tiga – ella sum hann
málbar seg:
– Okkurt er sum bendir á,
at partar av arbeiðararørsl-
uni eru hongdir upp á
ásirnar í partapolitiskum
rimahjallum. Tað kvøttir
ikki úr, segði hann – uttan
iva við tilsiping til fak-
felagsfólk, ið standa Javn-
aðarflokkinum nær.
Fyrimyndin hjá tjóðveld-
istingmanninum, Che, sum
eitt skifti var vinnumála-
ráðharri á Kuba og eitt
skifti tjóðbankastjóri, var
sum vera man havdur á
lofti. Okkara egni Bárður
Nielsen fekk sum vera
mann ikki somu føgur orð.
Tórbjørn Jaocbsen segði, at
hann var »lítið meira enn
avnalvaður«, at hann var
»høgraekstremistur«, fyrr-
verandi býdrongur hjá Ras-
mussen & Weihe, grann-
skoðaranum og fyrrverandi
bókhaldari hjá Johan Dahl
og Kloosterboor í Kolla-
firði, og at hann nú saman
við Fólkaflokkinum roynir
at javnseta allar skattaborg-
arar í prosentstigum, tvs.
sama skattatrekk fyri allar
lønir, proportionalskattur
tey kalla.
Hann vísti á, at tann pro-
gressivi skattastigin er bet-
ur fyri tey lágløtu, og tað
undraði hann, at javnaðar-
menn og fakfelagsfólk bara
sita og hyggja, meðan slíkt
fer fram.
– Javnaðarmenn, sum
altíð hava ímyndað sær
landskassan, landgrunnin
og landsins lunnindi sum
eitt sjálvtøkuborð, serliga
hjá vinum og kenningum
sæta sær nú og Jóannes
situr eftir sum ein veikur
samskipari av tí mest borg-
arliga politikki, ið nakran-
tíð er førdur í Føroyum.
Løgið, at tað ikki ávirkar
sláttin í reyða hjartanum á
skyldkonuni
Ingeborg
Winther. Men kanska líður
rørslan undir tí sama okin-
um, sum Paulus skrivar um
í Rómverjabrævinum: »Tí
at vilja er mær einki fyri,
men at útinna hitt góða eri
eg ikki mentur«, segði
Tórbjørn Jacobsen m. a.
Eitt vakið eyga við landsins leiðslu
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg
á 80 ára degnum tann 3. apríl.
Mia Hansen
Klaksvík
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, bað
javnaðarmenn leggja sær í geyma, at fakfelagsrørslan fylgir
væl við í tí, teir gera, nú teir aftur sita í landsins leiðslu
Mynd: Álvur Haraldsen
– Bárður Nielsen er ikki meira enn avnalvaður, helt Tórbjørn
Jacobsen, sum skírdi fíggjarmálaráðharran høgraekstremist,
sum fær arbeiðsfrið, tí Javnaðarflokkurin letur sær alt lynda –
bara hann situr við valdið – og fyri sínar egnu sakir…
Mynd Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
13
12