Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 4. mai 2004 15 14 Nr. 84 - 4. mai 2004 -Tað vanliga lívið hevur ongantíð sagt mær nakað. Tað borg- arliga lívið er møgu- liga ein tryggleiki fyri mong, men eg havi altíð kent meg ótryggan við tí tanka- num. Eg kenni meg tronga, tá eg hugsi um at liva eitt lív eftir normunum, sum samfelagið áleggur tær. Alt lívið hevur fyrrverandi porno- stjørnan, Katja K., leitað eftir æviga frælsinum, og hon sigur seg verða tættari at tí málinum enn nakrantíð KATJA K Í FØROYUM Páll Holm Johannesen, pall@sosialurin.fo -Føroyar eru heilt ómeta- liga vakrar. Seinnapartin havi eg flogið kring oyggj- arnar við tyrlu, og tað er ótrúligt at síggja tykkara vakra fuglalív. Eg skilji heldur ikki, hvussu tað ber til hjá seyðunum at halda til so høgt uppi á fjøllunum, greiðir Katja K. frá. Eg hugsi speiskliga, at tað var ein sonn gleði at fáa fyrrverandi pornostjørnuna upp í kórið av útlendingum, sum altíð eru til reiðar há- lova Føroyum og ikki minst føroysku náttúruni. Samrøðan kundi fingið eina betri byrjan. Klokkan er um at gerast sjey fríggjakvøld. Katja K. kom til landið í morgun, og seinnapartin hevur hon eftir øllum at døma flogið við tyrlu kring oyggjarnar. Hon sær eitt sindur troytt út, og grøni Marlboro sigarett- pakkin hjá henni liggur hálvur á borðinum. Um fáar tímar skal Katja K. royna seg sum barrvørð á dansistaðnum Eclipse í Havn. Vit gera eina semju um, at samrøðan ikki skal skal dragast út, tí hon vil hvíla seg, áðrenn hon seinni skal hitta kátar føroyingar á máli. Her situr hon so. Danska pornostjørnan. Á veg oman á Hotel Hafnia havi eg gjørt mær nakrar tankar um, hvussu prátið fer at verða. Fyri bert fáum árum síðan hevði hon sína dagligu gongd í Hollywood, og hon lýkur allar treytir fyri at vera tann smarta og hástóra keypmannahavnaragentan, sum hevur nóg mikið við sær sjálvari. Skoðsmálini hjá mær eru ikki tey bestu. Kortini verið eg noyddur at eta alt í meg aftur. Hon er fryntlig, fyrikomandi, jarð- bundin og stuttlig Fordómarnir eru gjørdir til skammar. Frælsið er málið Katja K. er fødd á Frede- riksberg í 1968. Í sjeyti- og fyrst áttatiárunum veksur hon upp í Avedøre. Sum 23 ára gomul flytir hon til Suðurafrika at arbeiða á einum gistingarhúsi. Frá Katja K. er liðug við 10. flokk hevur hon havt eitt ótal av ymiskum arbeiðum. Hon hvílir ikki í sær sjálv- ari hesi árini. Hon vil liva- ikki bert yvirliva. Mál sum fast arbeiði, útbúgving, gifta, børn eru ikki fremst í hugaheiminum. -Tað vanliga lívið hevur ongantíð sagt mær nakað. Tað borgarliga lívið er møguliga ein tryggleiki fyri mong, men eg havi altíð kent meg ótryggan við tí tankanum. Eg kenni meg tronga, tá eg hugsi um at liva eitt lív eftir normunum, sum samfelagið áleggur tær, greiðir Katja K. frá. Aðalmálið hjá fyrrver- andi donsku pornostjørnuni hevur altíð verið tráanin eftir frælsi. Tá hon sum 23 ára gomul ger av at flyta til Suður Afrika, og sum 29 ára gomul fer inn í porno- ídnaðin, er tað ein liður í at koma nærmari frælsinum. -Tað hevur altíð verið sera týdningarmikið hjá mær, at eg havi havt frælsi at gera tey ting, sum eg einaferð hevði hug til. Tráanin eftir frælsi havi eg altíð tikið í størstan álvara. Eg havi ongantíð sett mær ávís mál her í lívinum. Kortini havi eg altíð vita, at langt úti í sjónarringinum var eitt mál, sum eg fyrr ella seinni fór at náa. Tey val, eg havi gjørt gjøgnum lívi, hava havt við sær, at eg eri tætt- ari at málinum um frælsi enn nakrantíð, sigur hon. Katja Kxxx -Eg varð doypt fyri aðru ferð sum 29 ára gomul- frammanfyri skínandi lampum og einum rullandi myndatóli-í einari íbúð í Malmø (Brot úr ævisøguni "Stjerne i syndens by") Gentan, sum veksur upp í Avedøre í sjeyti- og áttati- árunum, og sum seinni bleiv kend fyri síni avrik á lakinum, er ikki upprunaliga doypt Katja Kean. Navnið Katja Kean varð nýggja heitið á 29 ára kvinnuni, sum í 1997 ger av at royna seg í pornoídnaðinum. -Fólk kenna meg í dag sum Katja Kean og tí valdi eg ikki at skift navn aftur, tá eg gavst sum pornomodell. Hevði eg brúkt gamla navn- ið aftur, hevði tað verið eitt tekin um, at eg ikki vildi standa við mína fortíð-og tað geri eg sanniliga. Hugsi eg um tað handilsliga, so hevði tað eisini verið eitt býtt val at broytt navn, sig- ur Katja K. brosandi. Í 2001var stórt rok um eftirnavnið, Kean, Ein donsk familja keypti sær í 60 árunum eftirnavnið og tá tað kom fram í ljósmála, at navnið Kean varð sett í samband við pornoídnaðin, talaði danska familjan at. Katja K. og danska fam- iljan endaðu í rættinum, og úrskurðurin var, at Katja K. misti rættindini at nýta eftirnavnið Kean. Hon kall- ar seg tí í dag fyri Katja K. Besta vinkonan føroysk Hetta er triðju ferð, at Katja K. vitjar Føroyar. Hon greiðir frá, at hennara besta vinkona er ættað úr Føroy- um. Katja K og føroyska Simona, sum er úr Funn- ingi, vuksu upp saman í Avedøre. Hóast lívsleiðir- nar hjá vinkonunum úr Avedøre hava verið rætti- liga ymiskar, so sambandið teirra millum framvegis tætt. Herfyri var Katja K. til konfirmatión hjá soninum hjá Simonu. -Eg og Simona eru fram- vegis bestu vinkonur. Sein- ast eg var í Føroyum var í 1980. Eg havi altíð havt tætt samband við hennara familju. Eg kenni tí nógv til føroysk viðurskifti, og dugi enntá ein føroyskan sálm, fortelur hon skemtandi. Sendirøðin avgerandi Í 2000 ger Katja K av at venda aftur til Danmarkar at búgva. Lívið sum porno- stjørna er ikki áhugavert longur. Hóast hon júst hev- ur undirskrivað millióna- sáttmála við eitt felag í USA, velir hon kortini at venda pornoídnaðinum bakið. Stutt eftir avgerðina um at gevast sum pornomodell, verður hon bjóðað ein leik- lut í vælumtóktu sendirøð- ini, Langt fra Las Vegas. Hesin møguleiki er avger- andi fyri valið um at flyta heimaftur til Danmarkar. –Eg visti, at tað fór at verða torført at flyta heim- aftur. At vera pornomodell var og er framvegis eitt stórt tabuevni í Danmark. Tað var tí ógvuliga heppið, at eg fekk bjóðað leiklutin í Langt fra Las Vegas. Fólk kundu tí alt fyri eitt seta meg við sendrøðini- og ikki bert við pornoídnaðin. Hatta er rættiliga dubult- moralskt, men soleiðis eru fólk nú einaferð, greiðir Katja K. frá. Í sendirøðini verður tað als ikki dult fyri, at Katja K er fyrrverandi pornostjørna -heldur tvørturímóti. -Eg var als ikki áhugað í at spæla ein býtt blondina, tí so hevði eg gjørt júst tað, sum fólk høvdu væntað av mær. Júst tað, at mín leik- lutur ikki fjalir tað, at eg havi verið pornomodell hugtók meg. Eg hevði so ikki fingið nakað burturúr at spælt at vanlig býtt blondina, fortelur fyrrver- andi danska pornostjørnan. Seinastu partarnir av Langt fra Las Vegas vórðu tiknir upp fyri góðum ári síðan, og ongar ítøkiligar ætlanir eru um gera fleiri partar av sendirøðini. Framtíðin Katja K. rundaði herfyri tey 36 árini. Seinasta árið hev- ur hon fyrireikað seg til at seta egi virki á stovn. Ætl- anin er at virki skal gera undirklæði við heitinum Katja K. Æviga tráanin eftir frælsi Grindadráp: Eg veit, at tað er ógvuliga væl umtókt at vera ímóti grinda- drápi í dag. Siðvenj- ur eru siðvenjur og eg havi ongantíð upplivað grinda- dráp. Eg er kortini av teirra sannføring, at tað er ikki rætt at djór sum pínast óneyðugt. Grindahvalir-eins og kópar í Kanada skulu drepast alt fyri eitt og ikki pínast óneyðugt. Anders Fogh Rasmussen: Eg havi altíð atkvøtt fyri Vinstra. Mær dámdi ómetaliga væl Uffa Elleman sum uttanríkismála- ráðharra og tað var keðiligt, at hann ongantíð gjørdist forsætisráðharri. Á seinasta fólkatings- vali var eg fyri fyrstu ferð í iva um hvønn flokk, eg skuldi atkvøða fyri, men tað varð kortini Vinstra. Ein trupulleikin við stjórnini við Vinstra og teimum Konservativu er, at hon sær alt svart- hvítt. Átrúnaður: Eg eri ikki í iva um at tað er eitt hægri vald, men eg veit ikki, um eg heilt bókstavliga trúgvi søguni um Jesus. Hugtakið Gud er fyri mær kærleiki og tollyndi yvirfyri øðrum fólkum. Ein stórur trupulleiki í dag er, at flestu kríggj kring heimin hava sína uppruna í átrúnaligum stríð- um, og tað óttist eg. Casper Christensen: Hann er ein feitur fýrur. Hann er sín egin og torir at standa við tað. Út- sagnirnar hjá honum um kongshúsið skaptu øsing í Dan- mark. Hann er húð- leysa erligur og tað dámar mær ómetaliga væl. Ron Jeremy: Eg havi møtt honum fleiri ferðir, og kenni hann væl. Hann er ótrúliga fittur og dámligur persónur, sum er lættur at dáma. Tað skerst heldur ikki burtur, at hann hevur staðið seg ómetaliga væl. HVAT HELDUR KATJA K UM... -Eg kenni veruliga á mær, at mítt virki hevur møguleika at menna seg til nakað stórt. Við virkinum havi eg fatur á nøkrum varðandi, djúpum og stabilum. Mítt mál um frælsi er eisini tættari enn nakrantíð, greiðir Katja K. frá. Spurd, um hon hevur ætlanir um at gifta seg og fáa børn, svarar hon avgjørd, at børn liggja rættiliga frammaliga í hugaheiminum. -Eg veit ikki rættiliga nær eg skal hava børn. Nú eri eg ikki nakar ársungi longur, so tíðin er við at renna út, men tað er heilt avgjørt eitt mál hjá mær, tí familja er rættiliga týdningarmikil, fortelur hon Katja K. dugir ikki at siga, um hon fer at gifta seg í framtíðini. Í 2000 var hon í einum hjúnar- skilnaði, og tískil er giftar- mál ikki fremst í huga- heiminum í løtuni. Hevur tú gjørt tær nakrar tankar um, hvussu tú skalt greiða tínum børnum frá, at tú hevur verið í pornoídnaðinum? Handan spurningin havi eg ofta fingið. Lívið snýr seg um at góðtaka onnur menniskju og teirra val. Fái eg eitt barn skal tað læra at verða tollynt, og við nógv- um kærleika ivist eg ikki eina løtu í, at barnið hevði verið ógvuliga stolt av mær, greiðir Katja K frá. ---------- Samrøðan hevur vart ein góðan tíma. Hon hevur roykt gjøgnum alla sam- røðuna, og grøni Marl- boropakkin er tómur. Um ein lítla løtu skal hon niðan í Eclipse. Hon gleðir seg at tosa við føroyingarnar, og at vita hvat teir hava upp á hjarta. Hon spyr at enda um tað er møguligt at senda Sosi- alin við greinini á hennara bústað í Keypmannahavn. Eg spyrji, um tað ikki er lættari at senda greinina við telduposti, og speiskliga letur í henni: - Veist tú ikki, at eg altíð havi dámt væl tað fysiska- eisini tá tað kemur til bløð. Navn: Katja K Fødd: 7. feb 1968 Bústaður: København K Arbeiðsroyndir: Drúgvar royndir á ymiskum matstovum bæði í Danmark og Suðurafrika. Gjørt 30 pornofilmar í tíðarskeiðnum 1997-2000, Leiklut í sendirøðini, Langt fra Las Vegas 2000-2003, Herfyri stovnað egið virki. Samlív: Hevur sjeik. Eingi børn FAKTA C M Y K 14