týsdagur 4. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 84 - 4. mai 2004
Gav seg yvir
Maðurin, sum serbisku
myndugleikarnir leingi
hava lagt undir at hava
skipað fyri morðinum á
Zoran Djindjic, forsætis-
ráðharra í mars í fjør,
hevur nú givið seg yvir
til løgregluna.
Milorad Lukovic, ið er
kendur undir navninum
Legija, var drukkin, tá
hann sunnudagin kom á
eina løgreglustøð í Beo-
grad. Løgreglan heldur,
at hann skipaði fyri
morðinum á Djindjic.
Tveir aðrir menn sita
fongslaðir fyri morðið,
og annar teirra, Zvezdan
Jovanovic, hevur undir
avhoyringum viðgingið,
at tað var hann, sum
skjeyt forsætisráðharran
uttan fyri tinghúsið í
Beograd.
Í meiri enn eitt ár hev-
ur serbiska løgreglan
leitað eftir tí 38 ára
gamla Milorad Lukovic.
Hann var fyrr leiðari hjá
einari serdeild hjá serb-
isku løgregluni og hevur
verið roknaður sum ein
av stuðlunum hjá fyrr-
verandi forsetanum Slo-
bodan Milosevic.
Mæla til heilagt
kríggj
Á einari heimasíðu mæla
víðgongdir muslimar í
Svøríki sínum trúarfeløg-
um til at fara í heilagt
kríggj - ikki bara ímóti
USA og Bretlandi, men
eisini ímóti tí svenska
samfelagnum, sum sagt
verður í áheitanini.
Men tað eru serliga teir
hóvligu muslimarnir í
Svøríki, sum standa fyri
skotum. Á heimasíðuni
verður mælt muslimum
til at gera seg inn á teir
muslimarnar, sum svíkja
ta muslimsku trúnna, og
sum eru ímóti heilagum
kríggi. Eisini verður sagt,
at muslimar eiga ikki at
hava kristnar og jødiskar
vinir.
– Tað er skyldan hjá
øllum
rætttrúgvandi
muslimum at fara í hei-
lagt kríggj, og vit biðja
Allah hjálpa teimum,
sum eru vilst av leið. Tað
er Allah, sum hevur givið
okkum boð um at fara í
heilagt kríggj, og tann,
sum ikki fylgir boðun-
um, svíkir hann. Tey, sum
ikki góðtaka ta sonnu
trúnna, skulu sektast,
verður millum annað
sagt
í
áheitanini
á
svensku
heimasíðuni.
Næstformaðurin í mus-
limska
trúarsamfelag-
num í Svøríki, Mahmoud
al-Deiba, sigur við TT, at
hann fer at boða trygdar-
løgregluni frá, fær hann
at vita, hvør hevur skriv-
að áheitanina.
Indiánar gera
uppreistur
Tann 7. apríl lupu einir
hundrað
krígsmálaðir
indiánar á einar 200 gull-
gravarar har norðuri í
Brasil. Tá avtornaði, lógu
29 gullgravarar eftirá,
skriva brasilsku fjølmiðl-
arnir.
Løgreglan hevur nú
tikið tveir av høvding-
unum hjá indiánunum,
og teir eru nú skuldsettir
fyri at hava havt ábyrgd-
ina av drápunum. Men
málið er fløkt og kann
koma myndugleikunum
illa við, tí undir avhoyr-
ingunum hevur annar
høvdingurin upplýst, at
indiánararnir
høvdu
keypt álopsvápnini frá
løgregluovastanum
í
landspartinum. Tað hevur
sambært fjølmiðlunum
havt við sær, at fleiri løg-
reglumenn eru tiknir og
skuldsettir fyri ólógligan
vápnahandil.
300.000
indiánar
búgva í Brasil, og saman-
bresturin við gullgravar-
arnar har norðuri í land-
inum er tann álvarssam-
asti í mong ár. Indiánara-
høvdingarnir hava sagt,
at teir fara at verja seg og
síni øki ímóti gullgravar-
um og øðrum, sum ræna
teirra ríkidømi.
Flogskiparin
sovnaði
Japanska
flogfelagið
ANA viðgekk um viku-
skiftið, at flogskiparin á
einum av flogførunum
hjá felagnum sovnaði
ikki minni enn tvær ferð-
ir á einari ferð í síðsta
mánað.
Flogfarið var av slag-
num Boeing 767-300 og
hevði 184 ferðafólk. Tá
tað var komið í 12.000
metra hædd, linkaði flog-
skiparin, og sambært fe-
lagnum svav hann einar
tveir ella tríggjar minutt-
ir. Tann 50 ára gamli
flogskiparin varð alt fyri
eitt frítikin fyri at flúgva,
og hann er nú til ymsar
kanningar fyri at vita, um
hann skal sleppa aftur til
arbeiðis. At hann bleiv
avdúkaður komst av, at
júst á hesari ferðini var
ein eftirlitsmaður hjá
loftferðslumyndugleikun
um komin umborð at
kanna, at alt var í lagi.
Í februar í fjør sovnaði
førarin á einum japonsk-
um
snartoki.
Tokið
koyrdi við 320 kiilometra
ferð, og aftaná bleiv stað-
fest, at tað hevði koyrt 26
kilometrar, meðan tok-
førarin hevði sovið. 800
fólk vóru í tokinum.
UTTAN ÚR HEIMI
Fólk í túsundatali eru
myrd, og onnur í
hundraðtúsundatali
eru rikin frá húsi og
heimi í sudanska
landspartinum Darf-
ur. Men altjóða sam-
felagið letur eyguni
aftur
FÓLKAMORÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Hetta er tann ringasta
vanlukkan av sínum slagi í
heiminum júst nú. Tað, sum
hendir her, er etnisk út-
reinskan eins og tað, sum
vit sóu í Rwanda fyri tíggju
árum síðani. Tá segði al-
tjóða samfelagið, at slíkt
mátti ongantíð henda aftur.
Soleiðis segði ST-um-
boðsmaðurin
í
Sudan,
Mukesh Kapila, fyri einum
góðum mánað síðani, men
enn hevur heimasamfelagið
einki gjørt fyri at steðga
áganginum í Darfur.
Norski tíðindamaðurin
Espen Rasmussen, sum júst
hevur vitjað landspartin,
skrivar í blaðnum VG, at
sambært
hjálparfelags-
skapum eru 750.000 fólk
rikin frá húsi og heimi, og
140.000 teirra eru flýdd til
grannalandið Tjad. Søgur-
nar eru ræðuligar, sigur
hann.
– Menn úr Jinjaweed-
herinum komu til bygd
okkara. Teir drupu brøður
mínar og ein skyldmann og
neyðtóku kvinnurnar. Síð-
ani drupu teir børnini og
settu eld á øll húsini, greið-
ir tann 73 ára gamli Arbab
Adam Abdullah frá. Eftir at
hava fjakkað í fimm sam-
døgur eydnaðist tað honum
at sleppa til eina flótta-
fólkalegu í Tjad. Og hann
hevur ongar vónir um
framtíðina.
– Vit fóru frá øllum, sum
vit áttu, og her hava vit
einki. Eg havi onga framtíð
her, og eg veit ikki, hvat fer
at henda børnum okkara.
Hvussu skal eg fáa teimum
mat, og hvussu skal eg
hjálpa teimum at sleppa í
skúla, spyr hann.
Í flóttafólkaleguni, sum
Espen rasmussen vitjaði,
búgva 7.000 fólk í tjøldum.
Hjálparfelagsskapurin
Læknar uttan landamark
roynir at hjálpa teimum,
men kortini er stórur tørvur
á ymsum vørum. Heldur
ikki í leguni kenna tey seg
trygg, tí tað hendir meiri
enn so, at hermenn hjá
Jinjaweed koma um markið
at drepa og stjala.
– Okkum tørvar mat. Vit
hava einki. Vit svølta, sigur
ein av flóttamonnunum við
norska tíðindamannin.
Ariel Sharon tapti
atkvøðugreiðsluna
um afturtøku úr
Gaza-geiranum, men
ætlanin verður
fullførd kortini
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Floksfelagarnir hjá ísra-
elska forsætisráðharranum,
Ariel Sharon, tóku ikki
undir við ætlan hansara um
at taka ísraelska herin úr
Gaza-geiranum og at flyta
tey jødisku niðursetufólkini
haðani.
Politiskir eygleiðarar í
Jerusalem eru á einum máli
um, at úrslitið av atkvøðu-
greiðsluni í Likud-flokkin-
um var ein lemjandi ósigur
fyri Sharon, men fyribils er
einki, sum bendir á, at úr-
slitið fær nakrar beinleiðis
avleiðingar. Á høgravong-
inum eru tey sera væl nøgd
við úrslitið, meðan vinstra-
vongurin við Shimon Peres
á odda hevur kravt nýval.
Men Ariel Sharon fer
ikki frá. Hann vísir á, at
atkvøðugreiðslan í Likud-
flokkinum var ikki bind-
andi fyri stjórnina, og at
hann hevur gjørt av at halda
fram við afturtøkuætlanini.
Ætlanin hjá Sharon ber
eisini í sær, at fýra jødiskar
niðursetubygdir á Vsetara
Áarbakka skulu niðurleggj-
ast, og tað hevur elvt til
sera hvøss mótmæli frá
niðursetufólkunum.
Iva-
leyst ávirkaði tað eisini
valið, at tveir palestinar
skutu eina niðursetukvinnu
og hennara fýra døtur
sunnudagin. Tveir pale-
stinskir bólkar átóku sær
ábyrgdina av tilburðinum,
sum teir søgdu vera hevnd
fyri, at Ísrael hevur beint
fyri tveimum leiðarum í
Hamas.
Tað gloymda fólkamorðið
Sharon tapti men
heldur fram
Ein ísraelsk kvinna og hennara fýra døtur doyðu í einum palestinskum álopi sunnudagin
Mynd: Reuters
Føroyski liðskiparin,
sum eisini varð kosin
besti strikuspælarin í
kappingini, var iva-
leys í, at talan hevur
verið um eina framúr
læruríka ferð í Italia.
Eina ferð, sum sam-
stundis hevur verið
ein risa-uppliving
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona, Italia: Á
seinastu venjingini undan
Challenge-Trophy
kapp-
ingini í Italia høvdu vit eitt
stutt prát við Gunnleyg
Berg, sum var føroyskur
liðskipari á ferðini.
Millum annað segði hon
ta ferðina, at hon helt tað
avgjørt vera neyðugt við
slíkum avbjóðingum til eitt
føroyskt
kvinnulandslið,
men samstundis legði hon
dent á, at hon einki visti um
støðið í kappingini, og at
hon tí ikki kundi siga so
øgiliga nógv um, hvat var í
væntu.
Akkurát tað
Men nú fimm dagar seinni,
er einki at ivast í, at talan
var um hondbólt á einum
støði, ið var sum skapt til
føroyska liðið. Liðið fekk
ikki færri enn fimm harðar
dystir, har endaliga úrtøkan
gjørdist silvur, og nógv
meira enn tað, ber væl illa
til at krevja. Ikki minst tá
tær í finaluni hittu eitt
italskt lið, sum í roynd og
veru var alt ov sterkt til at
taka lut í kappingini.
– Hetta var akkurát nak-
að, sum hóskaði væl til
okkum. Sjálvt um tað bara
var eitt lið, sum var betri
enn vit, so høvdu vit alla
tíðina harða mótstøðu, so-
leiðis at fingu eina rúgvu
burturúr hvørjum einasta
dysti. Nógv betri enn t.d.
ein HM-dystur móti Svø-
ríki, har vit í besta føri
kunnu hugsa um at av-
marka tapið.
– Og samstundis hevur
hetta verið ein risa-upp-
living fyri okkum. Vit vistu
jú einki sum helst um nak-
að av londunum, tá vit
komu, og so at uppliva
dystirnar og koma at práta
við hini liðini, var veruliga
stuttligt.
Trúgvin eftir fyrsta
dystin
Hóast tað illa bar til at gita
nakað um føroysku møgu-
leikarnar undan kappingini,
so mundi fyrsti dysturin
móti Belgia tó geva eina
ábending um, hvat var í
væntu. Ikki minst tí Belgia
fyri tveimum árum síðani
endaði á øðrum plássi í
kappingini.
Talan gjørdist tó um ein
tryggan sigur í tí dystinum,
og eftir hetta sigur Gunn-
leyg, at tær av álvara fóru at
trúgva uppá eitt gott úrslit.
– Tá vistu vit í øllum før-
um, at vit væl kundu vera
við, og so var tað bara at
koyra á alla tíðina, heldur
hon, og roynir samstundis
at sníkja seg uttanum
spurningin, sum varð sett-
ur, um hvussu tað kendist at
vera kosin besti striku-
spælarin í kappingini.
Tilvildin spælir við
Gunnleyg
hevur
hesi
seinnu árini leikt hondbólt í
Danmark, og tað er einki at
ivast í, at hon her hevur
gjørt stór framstig.
Spurd, um ein slík upp-
living sum hendan kann
eggja henni til at gera enn
meira við hondbóltin, er
hon tó eitt sindur ivandi.
– Bæði og. Eg ætli mær
so í øllum førum at halda
fram á tí støðnum, har eg
nú spæli. Men spurningurin
er, um eg eri før fyri at gera
meira. Við venjing fimm
ferðir um vikuna er í øllum
førum sera trupult at seta
meira tíð av til hondbóltin,
tí skúlin má jú eisini priori-
terast.
- Hinvegin skal man ong-
antíð siga ongantíð. Kemur
onkur óvæntaður møgu-
leiki um at gera meira við
hondbóltin, so kann væl
vera, at eg taki av, men tað
er ikki til at siga, um slíkir
møguleikar koma. T.d. fekk
eg mest sum av tilvild ein
einastandandi møguleika
fyri nøkrum árum síðani, tá
eg spældi eitt ár í Íslandi, so
hvør veit, sigur hon at enda.
Nr. 84 • týsdagur • 4. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein livandi
legenda
Ofta verður havt á
munni, at italskir frá-
søgumenn eru nakað
heilt fyri seg. Tí skuldi
tú ikki hildið, at ein
norðbúgvi
soleiðis
uttan víðari kundi læra
teir nakað í so máta,
men tað var tó júst tað,
sum Hilmar Jan Han-
sen gjørdi á ferðini.
Eftir hálvfinalusig-
urin á Finnlandi fóru
tey enntá at tosa um, at
skuldi hasin maðurin
framhaldandi verða í
høllini, so máttu tey
byggja eitt glasbúður
til hann, soleiðis at
hann ikki órógvaði
aðrar áskoðarar í høll-
ini.
Og heima í Føroyum
lótu tey, sum tað skilt-
ist, eisini væl at. Onk-
ur kallaði hann enntá
fyri mest partíska frá-
søgumannin nakrantíð,
men so leingi tað er í
okkara parti, man tað
fara at vera í lagi.
-jm
Italienarar eru vanir
við eitt sindur av hvørj-
um, men ein somikið
ídnan frásøgumann
høvdu tey ongan tíð í
lívinum sæð
Betri enn HM
Hetta er nógv betri enn t.d. ein HM-dystur móti Svøríki, har vit í besta føri kunnu hugsa um at avmarka
tapið, helt Gunnleyg Berg, tá silvurmerkin í Challenge-Trophy kappingini vóru veruleiki
C
M
Y
K
17
16