týsdagur 4. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 84 - 4. mai 2004
Nr. 84 - 4. mai 2004
19
Føroyska kvinnu-
landsliðið tapti
finaludystin móti
Italia, men samanlagt
var talan um ein
stóran sigur. Bæði
fyri kvinnurnar á
liðnum, og fyri før-
oyskan kvinnu-
hondbólt yvirhøvur
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona, Italia: Lat
tað bara verða sagt alt fyri
eitt. Italia varð ein ov stórur
gloypibiti hjá okkara hond-
bóltskvinnum, sum sunnu-
dagin leiktu finaluna í
Challenge-Trophy
kapp-
ingini.
Ferðin á mun
Fyrstu lítlu løtuna sá annars
út til, at tað enn einaferð
skuldi gerast fantastiska
stuttligt at vera føroyingur.
Annika Ljósstein tóktist í
øllum førum ætla at geva
italska liðnum ein skelk, og
tá seks minuttir vóru leikti,
stóð 2-1 til okkara á mál-
talvuni.
Men so var sum so eisini
liðugt. Italska liðið leyp
upp á 7-2, áðrenn okkara
fingu gjørt nakað, og eftir
hetta gjørdist talan ongan-
tíð um ein spennandi dyst.
At føroyska liðið so mátti
Italia-Føroyar 30-22 (16-10):
Tað eru vit, sum takka
Kvinnurnar takkaðu fyri seg eftir tapið fyri Italia, men í veruleikanum eru tað vit, sum takka. Takk fyri!
vera
skaddu
Joan
M.
Djordjevic fyri uttan, og at
Katrin á Neystabø alla
tíðina var sjónliga darvað
av sínum skaða, merkti
eisini, at álopsvápnini hjá
okkara fækkaðust í tali.
Og so var munurin á lið-
num nokk eisini ov stórur.
Ikki minst í leikferðini, har
italsku vertirnir megnaðu at
halda eitt tempo, sum lág
fleiri stig omanfyri tað,
sum hini liðini hava víst, og
eisini høvdu at kalla allar
eitt framúr fótskifti, sum
hevði við sær, at føroyska
verjan ofta varð fangað upp
á millumhond.
Tað skal tó liggja okkara
til stórt rós, at tær ikki í
somikið sum hálvt sekund
góvu skarvin yvir. Tað
mundu orsøkirnar annar
vera góðar til, tá Italia
fyrstu løtuna eftir steðgin
øktu til 19-10, men heldur
ikki hetta fekk tær at gev-
ast. Tær hildu áhaldandi
fram at stríðast, og tá sein-
asta bríksli hevði ljóðað,
var hetta eisini nakað, sum
tær fingu at merkja frá
áskoðarunum.
Tí tað kundi væl vera, at
Italia nú hevði vunnið
kappingina framman fyri
heimaáskoðarunum, men
tað var føroyska liðið, sum
fekk størstu klappini, tá tær
alt fyri eitt komu út at takka
fáu tandrunum av føroying-
unum, sum vóru á skiftis-
beinkinum.
Dramatikkur
Hóast spenningurin soleið-
is ikki var tann heilt stóri í
finaludystinum,
so
var
talan um ein dyst við nøkr-
um sera dramatiskum inn-
sløgum.
Annika Ljósstein mundi
helst vera tann føroyski
leikarin, sum hevði staðið
seg best í dystinum, men
fyri hennara viðkomandi
fekk dysturin ein bráðan
enda. Í eini gjøgnumbrots-
roynd varð hon harðliga
tikin, og úrslitið gjørdist ein
brotin nøs. Tað sá ikki
tespiligt út, soleiðis sum
blóðið fossaði av henni, og
helst gjørdist hetta ov nógv
fyri ein av áskoðarunum í
høllini.
Bussførarin hjá Luksem-
burg small brádliga í gólvið
av áskoðaraplássunum, so
hjálparfólk við børu máttu
koma inn eftir honum, og
eisini varð ein onnur kona
styðja úr høllini.
Annika Ljósstein varð
eftir dystin koyrd á sjúkra-
hús í Mezzocorona, men
seinni um kvøldið var hon
tó kortini komin somikið
fyri seg, at hon kundi fáa
sær ein bita saman við øll-
um hinum hondbóltshøllini
á galladøgurðanum, sum
fyriskipararnir høvdu lagt í
eitt velduga stórt víntappa-
rí. Og sum eina eyka troyst,
so fekk hon tá eisini eina
serstaku medalju, sum varð
latin teirra, sum fullu í
stríðnum.
Sigur hóast alt
Og fram um alt, so má
sigast, at hóast finalutapið,
so var talan um ein veldug-
an sigur fyri føroysku
kvinnurnar.
Fyrst og fremst, so sýndu
tær hinum tjóðunum, at vit
so væl og virðiliga kunnu
spæla hondbólt heima í
Føroyum. Sæð burtur frá
Italia, so mundi føroyska
spælið vera tað vakrasta á
at líta, og tó at teknisk mis-
tøk eisini vórðu framd, so
megnaðu okkara sera væl
tekniska partin av spælin-
um.
At liðið so eisini hevur
nakrar einstaklingar av
teimum stóru, er einki at
ivast í. Eitt nú kundi Katrin
á Neystabø helst verið
ovarligari enn sítt sætta
pláss á máltindinum, um
hon hevði tikið lut í øllum
fimm dystunum, men hin-
vegin skal pausan, sum hon
fekk fríggjadagin, vera
henni væl unt.
Og hini londini máttu
eisini yvirgeva seg til lítlu
Føroyar. Fleiri høvdu á
munni, hvussu fantastiskt
tað var, at vit við 45.000
sálum í landinum kundu
hava eitt somikið gott lið,
og longu undan heimferðini
fekk HSF í øllum førum
tvær innbjóðingar um at
koma at taka lut í kapp-
ingum av ymsum slag.
Enn er so ikki avgjørt,
hvørt tikið verður av hes-
um, og fyrst og fremst er
tað helst ein fíggjarligur
spurningur. Men nú er
møguleikin komin, og hann
hevði ongantíð verið til
staðar, var tað ikki fyri lut-
tøkuna í Challenge-Trophy
og tey framúr avrik, sum
okkara hondbóltskvinnur
framdu har.
Finalan í tølum
Italia-Føroyar 30-22 (16-10)
Føroyskir málskjúttar: Simona Hansen 5(1), Gunnleyg Berg 5(2), Annika
Ljósstein 5, Katrin á Neystabø 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Gurið Mortensen 1,
Una Olsen 1
Føroysk brotskøst: Gunnleyg Berg 3/2, Simona Hansen 1/1, Katrin á Neystabø 1/
Italiensk brotskøst: 9/5
Føroyskar útvísingar: Gunnleyg Berg 2, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1,
Annika Ljósstein 1, Katrin á Neystabø 1
Ísraelskar útvísingar: 4
Hóast bæði vatt og ísur
máttu á nøsina, so vildi
Annika upp eftir medaljuni,
áðrenn hon fór á sjúkrahúsið
Og so er tíð at hyggja at,
hvussu steypið sær út.
Simona, Anna Maria, Lív og
Nikolina síggja tó ikki út til
at vera heilt samdar í
skoðsmálinum
C
M
Y
K
19
18
Televarpið
tel 340340
televarp@televarp.fo
team85
Einastandandi mai-tilboð
frá Televarpinum!
Televarpið vísir:
Champions League
SAS-liguna
FA-Cup
Seriu A
Premier League
Bundesliguna
Primera División
*Tilboðið
er treytað
av 12 mðr.
Televarpshaldi
Frá 1. - 31. mai
Televarpsmóttakari
vanl. prísur 1.695,-
spar 700,-
995,-*
fyri einans
SAS LIGAN
CHAMP. LEAGUE
BLUFF - hvørt týskvøld á TV3
Einastandandi mai-tilboð
frá Televarpinum!
Veitst tú at:
· tilboðið gevur tær
Televarp í mai 2004
· tú fært
kortleiguna
· tú fært digitalt signal, sum gevur tær
· við Televarpinum er tað
at stovna og broyta hald
ókeypis
bíligastu
bestu góðskuna
lætt
28 fjølbroyttar rásir til
alla familjuna
m.a. TV3, 3+ og Viasat Sport
Hygg inn og fá eitt rás- og
prísyvirlit við heim